leygardagur 29. november 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
William Heinesen —
hyllaprýði ella fólkaogn
Í ár eru komnar út fimm bekur eftir skaldið
William Heinesen, umsettar til foroyskt mál á
forlagnum Bókagarði. Hetta er eitt stórverk, ið
framt er, bæði av umsetarum og útgevara, men
spurningurin er, um hetta er rætti hátturin at
gera foroyska stórskaldið til fólkaogn, sum tikið
hevur verið til
Tað er einki dulsmál, at nógvar
av teimum bókum, sum út eru
komnar í seinastuni, hava verið
umtalaðar sum hyllaprýði. Og
satt at siga er tað so, at nógv
hevur verið gjørt burturúr at
gera bøkurnar vakrar í skapi við
binding og gullstøvum.
Og hetta misprydir ikki inni-
haldið, nei, minni enn so, men
tað er eisini ein stórur spurn-
ingur, um hetta prýðir um inni-
haldið.
350 krónur fyri William
Bekurnar, sum í ár eru komnar
eftir William Heinesen, verða
seldar í settum, fimm saman, og
kosta 350 krónur. Hetta er ikki
smávegis peningur fyri 5 bøkur.
Og imedan kannst tú hara i
einhvenn bókahandil og keypa
tær alskyns bekur, frá lættu-
soppi til stórverk, í fikkubóka-
útgávu, ella bíligbók, fyri lítlan
penga.
Tað kann væl vera, at
bøkurnar eru givnar út í ti
hugsan, at hetta skal vera eitt
tiltak at gera skaldskap Williams
til fólkaogn. Men um so er, at
hetta er hugsanin aftan fyri
útgávuna, so er skotið farið
langt við síðuna av.
Tó kunnu orsekirnar vera
mangar. Tað kann sjálvsagt
vera, at tað LOYSIR seg ikki at
geva tær út í fikkubókum.
Men eg trúgvi ikki, at bek-
urnar høvdu verið minni fólka-
ogn og styttri livaðar, um tær so
komu út í fikkubékum, sum
kanska skrædnaðu og fórust, ti
tær eru so viðbreknar. Skald-
skapurin doyr ikki, um so bókin
forferst.
Men bekurnar hjá William
Heinesen koma nú, eftir so mong
ár, út í Sortanum. Og høv-
undurin hevur sjálvur lagt
hugsan sína fram um fólkið í
Sortanum
Í Sortanum
Vit nýta í hesum føri hovið til at
siga eitt sindur um bókina Í
Sortanum
Bókin Í Sortanum fer fram í
einari stórbygd í Føroyum undir
seinra heimsbardaga. Men hóast
tann tíð er farin, so hevur bókin
sama virðo enn, av ti at fólkið og
viðurskiftini hava enn „sama
virði sum tá. Bókin hevur tí ikki
bert søguligt virði, men eigur
eisini at verða lisin við samtíðar-
eygum.
Hetta er søgan um, hvussu ið
summi liva av krignum, og
hvussu onnur doyggja av krign-
um. Tað er hitt vanliga fólkið,
sum fær eina góðlynta viðferð í
bókini, meðan eingin meguleiki
verður latin at speireka og húð-
fleingja selumenninar og reið-
ararnar, sum liva tjúkt av kriggi
og neyð.
Vanliga fólkið dugir heldur
ikki at sæta sær í hesum tíðum,
sum ber bæði deyðsvanda og
eina fyri teimum ókenda væl-
ferdartid vid sær. Summi søkja
skjól i mystiskum heimi, onnur
falla í djúpa guðstrúgv í alskyns
sektum, og onnur eru, sum
síggja hin beiska veruleikan.
Henda bókin er segan um
fólkið, og hon peikar teimum á
vandar, ið standast av tíðum, tá
deymurin av deyða lokkar ónda
pengalyndi fram í summum.
Bókin kann eisini takast sum
ein tann stersti minnisvarði, ið
settur er yvir teir, ið fóru undir
krignum og yvir tey, ið varðaðu
Nr. 84 — 29. november 1975
av. Ein minnisvari yvir oll, sum
fóru gjøgnum krigsårini, í vanda
fyri at missa onkran. Ein
minnisvarði yvir ell, sum fóru
gjøgnum krigsårini uttan at liva
sum snúltari — sum ferilús á
seydi.
Bókin er best, um hon verður
lisin vid samtidareygum.
HO
Foroyingar 7,00 kr.
minni um tíman
enn danir
Í eini sammeting millum danskar og føroyskar
arbeiðara- og handverkaralønir ger blaðið Framin
upp, at føroyingar liggja nógv lægri
7000 krónur minni
í meðal
Ein samanbering av timalønun-
um í Feroyum og í Danmark
vísir, at føroyingar yvirhøvur
fåa minni i løn enn danir. Før-
oysk konufólk fáa 6,03 krónur
minni enn teirra donsku arb-
eiðsfelagar, arbeiðsmenn 6,75
krónur minni og handverkarar
8,72 krónur minni. So í meðal
fáa danskir timaløntir arbeiðarar
Timalønir í Føroyum og Danmark
umleið 7,00 krónur meira enn tey
timaløntu i Føroyum.
Munurin er sjålvsagt ikki
javnur allastadir, men skiftir eitt
sindur.
Lossa Blik fyri
21,88 kr. minni
Tad sæst til dømis, at teir loss-
ingarmenn, sum lossa Blik ella
eitthvørt annad skip, fåa 5,75
krónur minni enn teir, sum
Handverkarar
Meðaltel fyri Kbh. og Dk
Arbeiðsmenn
. annars. Tølini eru fyri Í kvartal í ár
Konufólk
ferma skipið í Keypmannahavn.
Uppaftur grefligari gerst
munurin, um arbeitt verður
akkord, sum er sera vanligt
nógvastaðir í Danmark, men
óvanligt í Føroyum. Um donsku
lossingarmenninir arbeiða akk-
ord í Keypmannahavn, fáa teir
41,34 um tíman í meðal, ella
21,88 krónur meira enn teir, sum
lossa skipið í Havn.
Størsti munur kr. 13,31
Tað er ymiskt, hvussu stórir
munirnir eru. Stersti munurin
ímillum ófaklærdar er millum
teir, sum arbeiða á bryggjaríun-
um, har ið føroysku arbeid-
Framhald å sidu 8
Teir fåa 9,18 minni enn donsku arbeidsfelagarnir fåa um timan