Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 1975síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 84 — 29. november 1975 Eg hugdi í skuffuna . .. Ingálvur av Reyni hevur nú latið upp eina framsyning í atelieri sínum i Havn, har hann hevur hangandi einar 50 tekningar frå 1945 til i dag. Hetta er ikki abstrakt list Fert tú nidan í Listaskålan til eina framsyning, og Ingålvur av Reyni hevur okkurt å vegginum haruppi, so ert tå næstan fyri- reikad til at siggja ein abstrakt- an málning, sum tú einki skilir av. Summi øtast vid, onnur rista å høvdinum, onkur heldur tad vera spell, at målingin fór so illa — men tað er tó onkur, sum heldur tað vera gott, og tað eru tey, sum hava skil á list. Soleiðis hugsa vit ofta, tá talan er um málningar hjá Ingálvi av Reyni. Men hvat sigur hann sjálvur? Fólk skilja meg — Eg havi varhugan av, at tað er rættuliga ofta, at fólk duga at síggja okkurt, sum teimum dámar í málningunum hjá mær. Jú, teir eru so abstraktir, at tey hava grund til at øtast, men tað hendir seg ofta, at fólk siga við meg, at tey duga at síggja eina ávísa samanseting og uppbygg- ing. Har á framsýningini hongur m. a. ein mynd, sum er av dóttur hansara. Ein tekning, sum einhver onnur. Men niðri undir henni hongur ein abstrakt tekn- ing av somu gentu, har tú kanska sært skapið av eini gentu, men har tú ikki kanst av- gera aldur ella útsjónd, ella hvussu hon í veruleikanum sá út. — Hon er gjørd, ti eg kenni eina trongd til at gera tingini, sum tey síggja út í mínum eygum, ella sum eg nú einaferð fái hug at gera tekningina. Eg: kundi ikki lata vera. Sá millum beinini, aftureftir — Tað er einki serstakt fyri listamálarar at gera tingini annaleiðis, enn tey síggja út fyri ødrum. Til dømis eru sjónleikir ikki uppbygdir eftir akkurát tí, sum hent er, men rithevundurin skapar sær eina mynd av, hvat ið kundi hent, og sjónleikurin verður so ein mynd av tí, sum rithevundurin hevur sæð. Og gomlu listamálararnir, sum málaðu náttúrumyndir, teir gjørdu heldur ikki myndirnar beint eftir veruleikanum. Teir sosialurin gjørdu ofta alt nógv vakrari, enn tað var. Og tað hendir seg, at tú sært tað staðið, sum onkur fyrr hevur málað, og tú sært á onkran heiit annan hátt og hevði gjørt málningin annarleiðis. — Í veruleikanum gera øll fólk abstraktar myndir, til dømis í dreymi. Eg minnist so væl einaferð, at eg droymdi, at eg stóð upprætt- ur og gleivaði, meðan eg sá gjøgnum beinini aftureftir. Hetta er ikki óvanligt, ti oll fólk droyma slíkt. Framsýning í skuffuni Sum áður sagt, er henda fram- sýningin ikki av teimum ab- straktu men harafturímóti ein framsýning av 50 tekningum, sum ein og hver skilir. Tekn- ingar av kendum fólki, eldri monnum, av húsum í Havn, getum i París, konsertum, bátum og mongum eðrum. Upp í millum eru einar 3 ella 4 litaðar myndir av sama slag. Og so eru 3 málningar, sum eru meira og minni abstraktir. Men tað, sum ger framsýn- ingina áhugaverda, er, at her vísir Ingálvur fólki, at hann ikki hevur gloymt at tekna, og at hann í teknikynstri er líka fram- úrskarandi sum í málningunum. — Tær náttúrligu strikurnar eru sjálvsagt grundarlagið undir ollum eðrum. Allir málarar mugu gera náttúrligar strikur og duga at seta tingini á pappír ella lørift, sum tey nú einaferð síggja út fyri fólki. — Hugskotið til at gera eina slíka framsýning fekk eg, tá eg fór at leita eftir einari mynd. Tá sá eg niðri í skuffuni allar hesar tekningarnar og helt, at tað hevði verið stuttligt at vist hesar fram. Síða 7 brúkarateigurin Frá nýstovnaða Brúk- arafelagnum hava vit fingið sendandi: Á fundi 8. oktober varð sett á stovn brúkarafelag. Í grein 3 í lóg felagsins stendur m. a., at endamál felagsins er at fremja upplýs- ingarvirksemi fyri at økja um pris- og vørukunnleika brúk- aranna. Vit meta hetta pettið í endamålsgreinini at hava sera stóran týdning og fara at royna, við skriving í blød- unum, at greiða frá einum og ødrum, ið hevur tydning fyri brúkaran at vita. Ofta hoyrast atfinningar um vørugødsku í krambúð- unum. Latum okkum byrja við at hyggja at frystidiskinum í karmbúðunum. Tað munu vera fáar kram- búðir, sum handla við mat- verum, sum ikki hava frysti- disk. Hetta er eisini tann besti mátin at goyma veruna, tá hon ikki kann keypast fesk. Spurningurin er, um hesir diskar verða nýttir á rættan hátt, og tær verur, ið koma í diskarnar, hava verið goymdar á rættan hátt. Vit mugu hava vissu fyri, at tær verur, vit keypa úr frysti- diskunum, eru goymdar nóg kalt, eisini á goymsluni, og at tær verur, ið koma uttanifrá, ikki eru tiðnaðar á túrinum til Føroya. Vit vita, at t. d. frostvørur úr Danmark eru gjølla kannaðar, áðrenn tær koma í krambúðirnar í Dan- mark, og um tær verða fluttar henda vegin á for- svarligan hátt, kunnu vit eisini kenna okkum trygg við at keypa tær, annars ikki. Flest allar verur halda sær væl, tá tær verða goymdar við 18 kuldastigum, men ymiskt er, hvussu leingi tær kunnu goymast. Tað er nú so, at sjálvt við so lágum kulda henda broytingar í t. d. kjøti og fiski og eisini í grøn- meti, og hesar broytingar minka um dygdina á veruni. Vit fáa sostatt ikki tað fyri pengarnar, sum høvdu vænt- að. Tað er sera hent, at hava seinasta seludag stemplaðan á frostveruna, annars kann vera torfert at meta um, hvussu gomul veran er. Hevur veran so kanska eisini verið tiðnað inn í millum, verður dygdin enn minni, og tá er eisini vandi fyri, at veran er spilt, t. v. s., at vandi kann standast av at eta hana. Demi: livur, fars og malið kjøt. Frosttemperatururin i frystidiskinum skal vera minst 18 kuldastig, og má brúkarin kunna krevja at kunna síggja termometrið í diskinum. So kann ein spyrja, hverja heimild vit hava til at seta slík krøv um vørugødsku i heila tikið. Sambært tær heilsusam- tyktir, vit hava fingið til vega, er ikki loyvt at selja spiltar verur og er viðmerkt, at heilsunevndirnar á staðn- um hava at ansa eftir, at hetta ikki hendir. Tað fyrsta stigið á leiðini at verja krev brúkaranna má vera at tala at, tá samtykt- irnar, ið eru, ikki verða hildnar og síðani at royna at betra hesar samtyktir. NB. Ein og hver brúkari er vælkomin at sekja sær veg- leiðing hjá BRUKARAFEL- AGNUM, Tórshavn, og vilja vit eftir førimuni royna at hjálpa. Nevndin í Brúkarafelagnum er henda: Sverri Egholm, for- maður, Sigrid Dalsgaard, Oktavia Nielsen, Hanna Absalonsen, Adolf Hansen, Niels Juel Nielsen, Petra Samuelsen. Frá almenna fundinum í Havn, tá BRUKARAFELAGID varð stovnað