leygardagur 29. november 1975síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 84 — 29. november 1975
Vit skulu hvessa nevið
sigur Emil Juul Thomsen, sum hósdagin fylti
60 ár. Emil er kendur út um landið sum
umboð fyri Electrolux, men kanska mest av
ollum fyri sína bókaútgávu
— Hví ert tú farin undir at geva
út bekur?
— Vit eiga eitt mál — eitt
mál, sum er farið illa. Útgávan
av bókum er hin besti tátturin til
at varðveita málið og geva tað til
onnur ættarlið. Vit kunnu sjálv-
andi tosa inn á bond og goyma
málið á annan hátt, men kom-
andi ættarliðini fara fyrst og
fremst at læra málið gjøgnum
lesnað. Ti skal málið mennast og
goymast í skaldskapinum.
Tað fyrsta, eg gav út, var
Varðin, sum kom út í 38
bindum, men sum nú er øktur
upp í 41 bind. Tilsamans havi eg
givið einar hundrað bekur út.
— Tú hevur eitt búmerki til
forlagið Bókagarð, merkir tað
nakað?
— Tað er Janus Kamban, sum
hevur teknað tað, og sjálvur
kom eg við uppskotinum. Tað er
ALLA
Framhald frá síðu 6
ararnir fáa heilar 13,31 minni um
tíman.
Stersti munurin ímillum hand-
verkarar er millum smiðir og
maskinsmiðir. Donsku smiðirnir
fáa 11,49 krónur meira um tíman
enn teirra føroysku arbeiðs-
felagar.
Tað eru prentararnir, sum
hava tann minsta munin. Mun-
urin á donsku og føroysku prent-
aralønunum er, at danir fáa 6,23
meira enn føroysku prentararnir.
Føroyingar
arbeiða nógva yvirtíð
Hóast samanberingin ikki gevur
eina fullgóða mynd, so vísir hon
kortini skilliga, at føroyskar
timalønir eru alt ov lágar,
skrivar Framin.
Hetta sæst eisini av, at í Dan-
mark er sjáldsamt at arbeiða
yvirtid. Bert 2,6% av øllum
donskum timalønum er yvirtid.
Men i Føroyum er daglønin so
lág, at nógv noyðast at arbeiða
yvirtíð fyri at klára seg, og
yvirtið er tí sera vanlig.
Og Framin heldur fram: Tað
mugu vera tey føroysku fak-
felogini, sum ikki gera nóg nógv
um seg.
Fakfeløgini ov veik
Framin sigur samanberingina
vera eitt sindur veika, av tí at í
hana er ikki roknað slíkt, sum
munir í skattatrýsti, príslagi og
annað. Men siga teir tó, at sam-
anberingin er ikki heilt av leið, tí
munirnir eru ikki so stórir á
Feroyum og Danmark.
Teir siga, at feroysku fak-
felogini standa so spjadd, og
nekur teirra hava so vinglandi
leiðslur. Tað er neyðugt at
stríðssinnaðir felagslimir leggja
eitt arbeiði í at styrkja síni fak-
felog og verkfalsgrunnar. um
teir vilja vinna sær betri kor.
allur heimurin, sum hann er, og
fuglurin omaná, hann vísir, at
vit mugu hvessa nevið, altso
gera okkum meira búgvin.
— Nú hevur tú givið 5 bekur
út eftir William Heinesen, tað
kostar eitt sindur.
— Ja, tað var dýrt at geva
hesar bøkurnar út, men eg gevi
ikki bekur úr fyri at tjena
pengar. Tað er fyri at menna
litteraturin og málið. Tað sýnist,
sum fólkið er farið útav. Tey eru
ikki von at lesa sítt egna móður-
mál. Eitt nú realskúlafólk ella úr
eðrum hægri skúlum. Tey tosa
eit mál við ongum ella heilt
skeivum endingum. Alt ov litið
er gjørt fyri málið.
— Men bekurnar eru eisini
dýrar at keypa, kundi ikki verið
biligari sum fikkubøkur (bilig-
bøkur)?
— Tad er munur å fikku-
bókum og innbundnum bókum.
Fyrst og fremst so, at inn-
bundnu bøkurnar eru haldbetri,
og bøkurnar eftir William eiga at
verða lisnar gjøgnum fleiri ætt-
arlið. Soleidis er tað vid bóka-
útgávuni — hón skal hava virði
fyri fleiri ættarlid.
Men tað, sum liggur mær
nærmast eftir hetta, er at geva
út verkini hjá Martini Joensen í
fullfiggjari útgávu.
— Talan hevur verið um
skúlabekur síðstu tíðina, hevur
tú hugsað um at geva slíkar
bøkur út?
— Jú, tað havi eg hugsað um,
men vit hava ein útgevarastovn
fyri skúlabekur, og tað hevur ti
líkasum ikki verið mín uppgáva.
Emil J. Thomsen
Men tó so, at eg hevði fegin
verið fúsur at tikið eitt tak á tí
økinum eisini.
ES LL LL LL LAA pb bygg WITH)
Klaksvik:
Nytslan av svimjihøllini nógv minkað
— um ikki vend kemur i må
byrådid umhugsa upplatingartid-
irnar og atgongugjøldini
Seinastu vikurnar hevur svimji-
høllin i Klaksvik verid stongd
vegna garantieftirlit. Ymiskar
umvælingar og smærri broyt-
ingar eru gjørdar.
Í hesum sambandi upplýsir
Trúgvi Laksáfoss, býráðsfor-
maður, fyri blaðnum, at seinastu
mánaðirnar hevur nýtslan av
høllini verið rættiliga lítil í mun
til tað, hon var fyrstu fýra
mánaðarnar. Í apríl vórðu 12.400
atgongumerkir seld. Í mei fall
talið niður á 9.400 og í juni niður
á 8.300. Enn hava ongi tekin
verið til, at nýtslan fer at vaksa
aftur. Tað er serstakliga talið av
atgongumerkjum til vaksin, ið
er nógv fallið, meðan talið av
atgongumerkjum til børn bert er
litid fallid.
At nytslan varð minni i
summarhålvårinum, høvdu vit
væntad, men vit høvdu kortini
roknað vid, at hon skuldi vaksa
aftur eftir summarfrítiðina. Tað
hevur hon ikki gjert, sigur
Trúgvi Laksáfoss, býráðsfor-
maður, í viðtali við SOSIALIN.
Um nýtslan av hesi stóru og
dýru hellini ikki verður sterri,
enn hon hevur verið seinastu
mánaðarnar, má býráðið av
álvara umhugsa upplatingartíð-
irnar og atgongugjeldini, sigur
býráðsformaðurin.
Atgongugjaldið er 6 kr. fyri
vaksin og 3 kr. fyri børn. Høllin
er vid fåum undantøkum opin
hvønn dag frå kl. 7 til 22.
Undantøkini eru tvey kvøld um
vikuna. Tá verður afturlatið
10 kr. fyri eina sparibússu
Útlendskir ferðamenn fáa lykilin
við, og tá kostar bússan 20 kr.,
sigur Sjóvinnubankin
Ein kona úr Vági ringdi til
okkara og kærdi seg um, at hon
hevði sent tvær gentur í Sjó-
vinnubankan har suðuri eftir
tveimum sparibússum. Tá gent-
urnar komu aftur, greiddu tær
henni frå, at bankin hevði kravt
10 kr. frá hverjari fyri spari-
bússurnar. Konan í Vági helt, at
hetta var ein login måti at læra
børn at spara.
Vit spurdu høvudsdeildina hjá
Sjóvinnubankanum í Havn, um
tað er vanligt, at deildir bankans
taka pening fyri sparibússur.
Tað varð upplýst, at kostnað-
urin fyri sparibússur er 10 kr. á
ollum deildunum. Tá útlendskir
ferðamenn ynskja at keypa
sparibússur í Sjóvinnubanka-
num, fáa teir eisini lykilin við,
og tá kostar bússan 20 kr.
Sparið so!
Er nakað á vási, sum
tú vilt hava í blødini,
so ring — vit eru til
reiðar. Telefon okk-
ara er 11820.
eee
nakað fyrr, av ti at svimjifelagið
Ægir hevur høllina.
Um garantieftirlitið verður
annars sagt, át tað er ein partur
av byggisáttmálanum við a/s
Akvabyg; sum eisini stendur
fyri eftirlitinum. Í hesum sam-
bandi er alt neyðugt vidlikahald
og onkrar smærri broytingar
gjørdar. Størsta broytingin er
nýggjar garderobur i umklæðis-
rúmunum og so tað, at sjógvur
nú aftur verður í hyljunum.
VST me bel
Nylon Monofilament
Toskagørn
Hesi fiskiligu gørnini i tvunnum Monofila-
ment tráði kunnu vit útvega til levering
beinan vegin.
A.P.BENDTSEN
Bryggjan
Tlf. 11316
Lysid i sosialinum
Róðrargrunnur Føroya
Sambært vidtøkurnar letur grunnurin renturin fyri 1974
av innistandandi peningi í studningi til felog, ið byggja
kappróðrarbátar.
Umsóknir kunnu sendast til Róðrargrunn Feroya,
Hellutún 6 og mugu vera grunninum í hendi seinast 6.
desember 1975.
NEVNDIN
Tryggingarsambandið
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging
Føroya Sjovåtrygging
Føroya Brunatrygging
Føroya Vanlukkutrygging
Vit tryggja:
Bátar, skip, verur, hus, innbúgv, akfør 0. a.
Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu
trygging.