leygardagur 29. november 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
=>
fyri nakað frammanundan
uppi í fjøllunum. »Bråddliga
vórðu vit kringsettir av
einum 60—70 fasistum.
Sjálvir vóru vit einans fimm
og maskinbyrsu høvdu vit
onga. »Farvæl« segði eg við
Harry, tí eg skilti á ellum
brøgdum, at hetta fór at
verða endin. Men fasistarnir
fóru bert fram við okkum,
knýttu nevarnar og segdu
Salud!«
Aðrir vistu at siga frá
ræðuleikum. Teir høvdu griv-
ið barnalík upp, sum lógu
undir bumbusoraðum húsum
í Albacete. Summir hevdu
sæð marokkanarar ganga í
einari tiknari skotgrev og
stinga bajonettirnar inn í
munnin á teimum særdu.
Passionaria
Um kveldið komu boð um, at
allir máttu vera til reidar.,
Fasistarnir hevdu lopið á við
Brunete. Brigadan skuldi av-
stað tíðliga morgunin eftir.
Hitler sendi flogfer síni at hj
Eingin talaði orð. Hver
maður stakk sær upp í rygg-
sekkin og legði seg at sova í
ølum klæðunum. Summir
lógu i fleiri tímar vid við-
opnum eygum og stardu upp
í tað svarta leyvið og náttar-
himmalin uttan at kvaklast
við, sovnaðu ikki. Eg lá
ímillum teir og kendi meg
tryggan, men tað var jú eisini
gaman í hjá mær, eg var rit-
sosialurin
Nr. 84 — 29. november 1975
høvundur, ja enntá blað-
maður.
Morgunin eftir var ávar-
ingin avtikin. Álopið var
endað í ongum. Hetta var
teimum sovorðin lætti, at teir
svóru við. Seinnapartin kom
Passionaria úr Madrid at
halda reðu fyri teimum.
Hermenninir settust á ein-
ari flotu. Eitt flogfar fór
dunandi høgt uppi. Her vóru
trý túsund manns saman-
stúgvaðir, men ógvuliga fáir
hugdu upp í luftina, teir
stardu at Passionariu. Okk-
urt brek var á hátalaranum,
so reddin gnelti og ljóðaði
avskeplað, men teir hildu
hana vera eitt satt konubrot.
Hon harðnaði á málinum,
knýtti nevan og gav hetta
lyftið:
— Doyggja menninir, fara
konufólkini at taka sær byrsu
í hond. Vit vilja heldur
doyggja enn aka á kngum og
liva.
Nú kom jagaraflogfarið
lágt inn yvir skógin, men
hetta var eitt flogfar hjá tjóð-
7
álpa fasistunum. Madrid varð mangan b
veldinum, sum var á varð-
haldi.
»Onze brigada
internacional«
Nú var komið út i august.
Enn vóru dagarnir køvandi
heitir, men ofta var kalt um
náttina, so vit stungu avvísir
inn undir skjúrtuna fyri ikki
at stirðna.
Hvønn dag høvdu norð-
búgvarnir venjingar, men
hetta kundu teir ikki torga.
Hesir menninir vórðu ikki
tiknir vid frontin. Eingin var
djarvari og kaldari enn teir,
men samanhald hóskaði betur
við teirra lyndi enn disiplin.
Var ein teirra misnegdur við
ein heryvirmann, vóru teir
tað allir.
Seinnapartarnar fingu teir
meg tíðum við sær at svimja í
einum svimjihyli í einum
urtagarði einar tiggju kilo-
metrar haðani. Ein svenskur
bilstjóri, lágvaksin og ljós-
hærdur, sum hevði sovorðnan
hug at hava nógva ferð, fekk
fatur á einum lastbili. Uttan
fyri Villalba var eitt asfalt-
erað vegastrekki, sum honum
dámdi so ónáttúrliga væl.
Her koyrdi hann so findar-
glaður 100 kilometrar um
tíman.
Av og á lupu spanskir
vaktarmenn við byrsuni á
lofti niðan á vegin og skuldu
steðga bilinum.
»Onze brigada internacion-
al«, rópti svenskarin ørur av
yvirhuga.
»Rubio — hatta var tann
ljóshærdi!< geylaðu spanjól-
arnir eldhugaðir og lupu
oman av aftur vegnum.
Otruliga gott vinarlag var
millum spanjólar og norð-
búgvar. Ein morgun hoyrdi
eg eina herdeild koma syngj-
andi oman eftir vegnum. Nú
skilti eg orðini, tað var ein
donsk visa:
Brun er skovens
hasselnød,
brun er ogsaa jeg,
er ogsaa jeg.
Eg fór oman á vegin at síggja
norðbúgvarnar, tá teir komu
framvið. Men hetta vóru
spanskir bóndasynir. Teirra
norðurlendsku vinmenn
høvdu lært teir henda sangin.
a) I LA AR På
»Man eg kunna
føda hana?«
Annars høvdu teir sjålvbodnu
lítla gleði av teimum sponsku
gentunum í bygdini. Til fá-
nýtis greiddu sjálvt teir
spelknastu norðbúgvarnir tað
ljósa hárið aftureftir, áðrenn
teir fóru inn í Villalba. Sum
allar hampuligar spanskar
gentur, fekkst tú ikki orð av
Spanskt landslag. Tajo-dalurin uttan fyri Toledo
teimum, fyrr enn tú hevði
lovað at giftast við teimum.
Ein av svenskarunum var
giftur inni í Madrid, og var
ógvuliga lukkuligur. Ein
annar kundi væl hugsað sær
at gjørt sum hann. »Men man
eg verða maður at føda hana,
tá kriggið er av?< helt hann
grundandi fyri.
Eitt kveldið í skýmingini
hevdu teir fingið fatur á
einum fótbólti og alt í einum
sóust nakrir ungir dreingir
spæla á benum uttan fyri
skógin. So einaferð kemur
eitt høgt skot og bólturin
hvarv millum leyvið uppi i
trøunum. Teir stóðu eina løtu
og gánaðu, tá helt ein
drongur úr Gøteborg, sum æt
Harry, fyri: >Nú hongur
bólturin fastur í trænum,
hetta er nett sum heima.< So
fóru teir yvir aftur á grót-
garðin at seta seg og meir
varð ikki talað. Nú tók at
myrkja.
So fóru teir yvir til teir
báðar sjómenninar, sum ans-
aðu eftir kriatårunum. Sættir
við viðurskiftini sótu matrós-
arnir sum hirðar úr halgubók
umbað, men gav seg ikki yvir fyrr enn í 1939
undir einum træ og stardu at
beitunum, sum eingin endi
var á. Stjørnurnar tendraðust
og har reyk so flótt av neyti.
> Vit fara at minnast
tykkum, sum fullu«
Seinasta kveldið, eg var úti
hjá norðbúgvunum, hildu teir
minningarhåtid fyri teimum
av vinmonnumum, sum falnir
vóru. Teir hevdu funnið ein
bera inni í furuskóginum,
langt burtur frá fólki. Grasið
skygdi so bleikt millum viða-
bularnar, yvir okkum lýsti
náttarhimmalin. Ein dansk-
ari helt reðu: >Vit fara at
minnast tykkum, sum fullu.
Men vit syrgja ikki, tí vit
vita, at tit fara at siga við
okkum: haldið áfram!< Tað
fámenta liðið av norðbúgvum
stóð í trunka uttan um hann.
Teir hevdu teir knýttu nev-
arnar á loft og sungu.
Andlitni lýstu av sinniligari
megi, av anda.
Eg kom at hugsa um
Bruno Franzén, ein ungan
svenskan sjálvbodnan, sum
varð herviliga illa særdur av
einari granatspreinging.
Sjálvur gekk hann oman á
staðið, har bundið varð um
hjá teimum særdu, meðan
hann royndi at herða hugan
hjá teimum báðum sjúkra-
røktarunum, sum fylgdust
við honum. Tá mamma
hansara fekk at vita, at
drongurin hevði mist báðar
hendurnar og annað eygað,
skrivaði hon aftur: >Tað
sakar einki, alt tað Bruno fær
hugsað og talad.« Hevur
nakar meira enn henda arb-
eiðsmannakonan játtað sína
fostu trúgv á, at mannaandin
er ósigrandi?
Lovaðu at stríðast
til endan
Ein av svenskarunum kom
við eini samtykt, teir hevdu
gjørt og bad meg um at taka
hana heim vid mær. Aftan
fyri hann stóð ein norðmaður
og lýsti at pappírinum við
lummalykt, meðan hann las.
Teir heittu á tey demokrat-
isku londini um at standa
saman í virksomum stríði
móti mentunarloysinum. Teir
bóðu øll, sum vildu liva eitt
frælst og mannsømandi liv
um at hjálpa Spania. Sjálvir
lovaðu teir at stríðast av
ollum alvi til tað seinasta.
Ein fyri og annar eftir komu
teir yvir at seta navnið undir í
glæmuni frá lummalyktini.
Endað