mikudagur 10. desember 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
javnadur
brødralag
Nr. 85 — Mikudagin 10. december 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr.
H. W. Poulsen i rættinum i gjår:
meg heidurligan
var eg samanborin!
vid Indiru Ghandi!
Trygve Samuelsen: — Ákæran frá
Óla í Áarstovu var til skaða fyri
Sofus Sivertsen
Semja gjørd millum partarnar í
FÅ
sakarmålinum millum SOSIALIN og
Sofus Sivertsen, sum var fyri i
rættinum i gjår
Partarnir i sakarmálinum millum
SOSIALIN og Sofus Sivertsen
vidvikjandi einum teksti undir
Ola í Áarstovu fyrr i år við
orðaljóðinum Nú er Indira
Ghandi dømd, hvat nú um Sofus
Sivertsen búði í India, tóku
báðir við einum semingsupp-
skoti frá Opperman, dómara,
tá málið var fyri í rættinum í
gjár. Í semingsuppskotinum
segði dómarin, at SOSIALURIN
við hesum orðaljóði hevði ikki
ætlað at skuldsett Sosfus Sivert-
sen fyri at hava gjørt seg sekan í
lógarbroti, og at váttanin verður
prentað á baksíðuni. Haraft-
rat skal SOSIALURIN rinda
300 kr. í sakarmálskostnað
Hevdi revsing
uppiborna
Paratarnir í sakarmálinum, Vil-
helm Johannesen, ábyrgdarblað-
stjóri, og Sofus Sivertsen vórðu
ikki avhoyrdir, men í staðin varð
bert dómsviðgerð hildin.
Trygve Samuelsen, sum var
ákærari fyri Sofus Sivertsen,
segði, at tað, sum hevði staðið
undir Ola í Áarstovu í SOSIAL-
INUM 21. juni í ár, var ein
beinleiðis ákæra ímóti Sofus
Sivertsen, og at ákæran hevði
revsing uppiborna. Hann segði,
at Sofus Sivertsen sat í almenn-
um størvum — skipasýnismaður
og býráðslimur í Havn — og at
henda ákæran var til skaða fyri
saksekjaran. Trygve Samuelsen
upplýsti undir dómsviðgerðini,
at hann, beint eftir orðaljóðið
undir Ola í Aarstovu, hevði sent
SOSIALINUM eitt uppskot til
avsannan í samráð við saksekj-
men at blaðið ongantíð
prentað avsannina. Tí
hevði hann stevnt blaðnum.
Trygve Samuelsen segði, at
hann hevði ongantíð havt ta
fatan, at SOSIALURIN var
nakað skemtiblað sum t. d.
Rukkulakkin og Blæksprutten.
Tá blaðið ikki vildi prenta
avsannina, mátti hetta skiljast
aran,
hevdi
FÁ
so, sum SOSIALURIN vildi
pástanda, at Sofus Sivertsen var
sekur í tí sama, sum Indira
Ghandi varð dømd fyri framm-
anundan. Trygve Samuelsen
helt tað ongan tydning hava i
málinum, hvat Indira Ghandi
varð dømd fyri, men vísti á, at
orðaljóðið undir Óla í Aarstovu
kom beint eftir, at Indira
Ghandi varð dømd.
Kravdi fríkenning
Verjin hjá Vilhelm Johannesesn,
Halgir Winther Poulsen, kravdi,
at blaðstjórin varð frikendur.
Hann segði, at tað í stevningini
ímóti blaðnum ikki fyrilá nakar
pástandur og einki progv fyri, at
Sofus Sivertsen varð skuldsettur
fyri tað sama sum Indira Ghandi
varð domd fyri frammanundan.
Halgir W. Poulsen minti eisini
á, at Indira Ghandi seinni er fri-
kend og helt, at tað hevði eisini
týdning fyri málið. Hann segði,
at Indira Ghandi varð dømd upp
undir val fyri at hava brúkt
brævpappir hjá umsitingini, og
at okkurt skrivstovufólk hevði
gjørt henni eina tænastu undir
valstríðnum. Hann segði, at
hetta fyribrigdi var heldur ikki
ókent upp undir býráðsval í
Havn. Halgir W. Poulsen segði
seg ikki skilja, hvi Indira
Ghandi ikki hevði stevnt í mál-
inum, og hann legði aftrat, at
hann hevði kent seg heiðurligan,
um hann varð samanborin við
Indiru Ghandi.
Skuldsettur fyri
maktmisbrúk
Halgir W. Poulsen legði eisini
dent á, at Sofus Sivertsen í
einum lesarabrævi í 14. sep-
tember fyrr í ár, sum varð undir-
skrivað við kristnum navni,
beinleiðis varð skuldsettur fyri
maktmisbrúk, men at Sofus
Sivertsen hevði latið hetta farið
um seg. Halgir W. Poulsen helt,
at hetta avgjørt hevði tydning
fyri málið. Hann visti á, at
orðini undir Ola í Aarstovu
vórðu skrivað seinni, og at
kanska einir fimm
landinum hevdu lagt
tey.
persónar í
merki til
Skuldi blaðið prenta av-
sannina frá mótpartinum upp
aftur, har osðini, sum málið
snúði seg um, vórðu endurtikin,
so hevði tað verið sligið upp í
glens í nógv sterri mun enn
frammanundan, segði Halgir W.
Poulsen, sum metti tað vera
beint, at blaðið íkki hevði
prentað avsannina. Hann helt,
at uppskotið frá Trygva Samuel-
sen um revsing hóskaði sera illa,
7
v
7
1
TEK
} "5
Hóast Vilhelm Johannesen,
ábyrgdarblaðstjóri, metti í
rættinum í gjár fyri SOSTALIN,
so varð tað mest Óli í Áarstovu,
sum varð umreddur ...
nú tað er farið at líða
jólum
Lat okkum ikki gera alt
keðiligari, enn tað er framman-
undan, segði Halgir W. Poulsen,
sum mælti til, at SOSTALURIN
varð frikendur
1moti
Semingsuppskot
góðtikið
Partarnir í málinum tóku báðir
við einum semingsuppskoti frá
Oppermann, dómara, um at
SOSIALURIN á aftastu
skal prenta eina váttan um, at
blaðið ikki hevur ætlað at skuld-
sett Sofus. Sivertsen fyri lógar
brot, og at blaðið skal gjalda 300
kr. í sakarmálskostnað
Trygve Samuelsen skeyt upp.
at váttanin verður ikki sett
undir Ola í Aarstovu, hóast hon
verður prentað á baksiduni, og
hetta tóku partarnir eisini undir
við
síðu
-sigurd