Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

pr me Sida 2 sosialurin Nr. 85 — 10. december 1975 sostalurin … 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshávn Utgevari Før VU Jat nadarflok RU Bladstjorn: Vi lhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Þrént: Prentsmiðjun á Heygsbreyt Arbeidaralønir I SEINASTA BLAD søgdu vit frå eini kanning og eini sammeting av donskum og føroyskum arbeiðara- og handverkaralønum, ið blaðið Framin hevur gjørt, og sum sýnir, at timaløn- irnar hjá hesum stættum í Feroyum liggja munandi lægri enn í Danmark. SAMMETINGIN sýnir, at stersti lønarmun- urin er kr. 13,31 um tíman, og at í meðal eru donsku tímalenirnar hjá arbeiðskvinnum, monnum og handverkarum 7 kr. hægri enn tær foroysku. Við normalari arbeiðsviku skuldi hetta givið donum eina årsinntøku, sum í meðal liggur umleið kr. 14.000 hægri enn hjá somu stættum í Feroyum. SJÁLVANDI KANN nú verða sagt, soleiðis sum Framin eisini ger vart við, at tað er ikki fullfiggjað grundarlag undir hesi sammeting, tá m. a. skattatrýstið er størri í Danmark, har livikostnaðurin undir prístalinum eisini er hægri enn her hjá okkum. Men hóast hetta er kortini talan um ein alt-ov stóran lenarmun. Í ØDRUM forum hava føroyingar hildið seg til danskar lønir. Hetta ger seg m.a. galdandi viðvíkjandi læknum, sjúkrasystrum, prestum, lærarum, starvs- og tænastufólkum o. s. fr. Og tá hugsað verður um, at skattatrýstið er minni og livikostnaðurin undir prístalinum lægri enn í Danmark, so fáa fleiri stættir í Feroyum órimuliga høga løn eftir føroyskum viður- skiftum, um so er, at arbeiðara- og handverk- aralønirnar skulu roknast serføroyskar at vera. FRAMIN KEMUR til ta nidurstødu, at ein av orsøkunum til lønarmunin må vera tann, at føroysku fakfeløgini hava ikki gjørt nóg nógv um seg, at tey eru ov veik, og at tey standa ov spjødd. Og hesum skal Framin so sanniliga hava rætt i. Hugsid tykkum bert, at tå lønar- samrådingar eru, møta føroyskir arbeidarar vid trimum meginfeløgum. Tad tykist, sum at føroysku fakfeløgini eru komin i strid vid sjålva meginregluna hjå fakfelagsrørsluni, sum er at standa saman. TÅ TALAN ER um arbeidsmenn- og kvinnur, handverkarar og fiskimenn, hoyra vit ofta, hvat føroyska samfelagid figgjarliga er ført fyri at bera. Tá verður altíð spátt um krepputíðir. Hetta verður bert ikki gjørt, tá talan er um aðrar stættir. HAVA VIT ráð til at gjalda næstan øllum ødrum stættum tær lønir, sum eru galdandi fyri somu stættir í Danmark, so megu vit eisini hava ráð til at gjalda arbeiðandi fólkinum — arbeiðskvinnum og monnum og handverkarum — somu len, sum er galdandi fyri hesar stættir í Danmark. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Foll- end á Glyvrum, Torkil Beder i Gøtu kl. 12 og kl. 16 barna- gudstænasta og offurgongd. K. O. Viderø i Sandvik og J. Weihe á Tvøroyri kl. 12 og í Øravik kl. 18. Missiónshúsið við Landavegin Fundur verður í kveld kl. 20. KFUM og K Felags bíbliutími verður í KFUK hóskveldið kl. 20 við P. J. Sigvardsen, skúlaráð- geva. Várgleði kemur saman í dag kl. 16.15. Sjómans- kvinnuringurin í Havn kemur saman á Sjó- mansheiminum í kveld kl. 20. Evangeliihúsið Í kveld kl. 20.30 fundur í Vestmanna. Telefonandaktin alt samdøgrid á telf. 12266. Navnabroyting Elvira Clementa Deciderius Poulsen, undir Heygnum i Havn, hevur fingid loyvi til at brúka eftirnavnid úr Gard- inum. Bøkur til jóla Fleiri bekur og bleð eru komin nú til jóla. Jólaboð, sum KFUM í Havn gevur út, er komið í bladsølurnar. Marius Johannesen hevur á forlagnum Grønalid givið út Jólabókin við søgum og sangum, sum hann hevur umsett og skrivað sjálvur. Martin Næs hevur á egnum forlag givið út yrkingasavnið Marran sigur S. Fyrsta húsið takt Fyrsta húsið av kommunalu útstykkingini á Lítlubrekku í Klaksvík er takt, og trý onnur hús standa í gerð, frættist úr Klaksvík. Hesin parturin av útstykkingini umfatar 60 byggigrundir, meðan samlaða útstykkingin, tá Neytageilin og nakrar ognartraðir eru komnar við, kemur at umfata gott 100 byggigrundir. Listaframsýning Um seinasta vikuskifti hevði listarkvinnan Poulina Joen- sen listaframsyning i tekniska skúla í Klaksvík. Á framsyn- ingini vóru tilsamans 36 listarverk. Hóast tað ringa veðrið um vikuskiftið varð framsýningin ' væl vitjað, frættist úr Klaksvík. Tøkk Fyri syndan heidur å minum 70-åra degi og okkara 35 ára brúdleypsdegi vilja vit takka ollum bæði innan og uttanlanda fyri blómur, gávur og fjarrit. Gleðilig jól øll somul Heilsan Hanna og Mikkjal Lýsing Tað skal hervið verða sagt frá, at skrivstova mín framvegis er á somu adressu, og at telefonnummarið er óbroytt. Jógvan Sundstein statsaut. revisor M. Heinasonargeta 20 Telefon 14700 Roknskaparmaður Starv sum leiðari av roknskapar- og eftirlitsdeild hjá Postverki Føroya verður lýst leyst av nýggjum. Viðkomandi skal sjålvstødugt stíla fyri ti dagliga arbeiðinum, sum umfatar bókhald, interna revisión, uppsetan av hagtølum og annað í samband við framløgu av figgjarætlanum. Umsøkjarin må hava holla útbúgving og praksis innan roknskap. Løn og aðrar treytir verða sambært sáttmála millum Feroya Landsstýri og Starvsmannafelagið, 16. lenar- flokk. Byrjanarløn kr. 73.458,— vaksandi til kr. 86.377,—. Umsókn skal sendast til Føroya Landsstýri innan 15. desember 1975. Føroya landsstýri Havnar Bio Automatiski telefonsvararin hjá Havnar Bio broytir telefon til 14105. , Havnar Bio Ledige legatportioner Af Egmont H. Petersens fond vil der for áret 1975 være nogle legatportioner ledige til uddeling pá Færøerne. 1) Enligtstillede mødre med børn, der er under- givet deres forsorg: a) Hjælp til moderens erhvervsmæssige uddannelse eller til igangsættelse med erhvervsarbejde. b) Hjælp, hvor enten moderen eller børnene er ramt af akut sygdom c) Hjælp, hvor forsørgeren er død, i tiden umiddel- bart efter dødsfaldet. 2) Trængende i sygdomstilfælde: a) Hjælp til at gennemføre en rekonvalescens, der er nødvendig for at genvinde arbejdsevnen. b) Til blindblevne, børnelammede og andre, der er ramt af tilsvarende tilskikkelser, hjælp til om- skoling eller genvinding af førligheden. Understøttelsen er principielt en eengangsydelse, beregnet på at bringe ansøgeren over en tidsbegrænset vanskelighed. Den vil derfor normalt ikke blive genbe- vilget i følgende år. Ansøgningsblanketter fås ved henvendelse til rigs- ombudets kontor. Ansøgningerne må være tilbagesendt hertil i udfyldt stand senest den 15. december 1975. Senere indkomne ansøgninger vil ikke blive taget i betragtning. Rigsombudsmanden på Færøerne Tórshavn, den 3. december 1975