fríggjadagur 21. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 116 - 21. juni 2002
Nr. 116 - 21. juni 2002
3
Mánakvøldið tann 24.
juni kl. 20.00 hevur
Kirkjukórið Ljómur
summarkonsert í
Vágs kirkju
KÓRKONSERT
Tíðindaskriv
Tað verða mest føroyskir
sangir, ið verða á skránni.
Ljómur hevur hetta sein-
asta árið verið stjórnað av
Hans Paula Tórgarð úr
Tórshavn.
Hans Pauli hevur eisini
havt barnakór í Vági hesa
tíðina. Hann er komin suð-
ur hvønn mánadag at venja
kórini, og hendan fram-
førsl-an verður so tann
seinasta á hesum sinni við
Hans Paula.
Skráin verður soleiðis:
Føroyar mín móðir, Ì sirmi,
Dimmi, allir vælkendir
sangir og verða nógv brúkt-
ir av føroyskum kórum.
Síðani kemur Morgun-
stund, Niels Petur Nolsøe
týddi eftir Ingemann, Um
tú vilt gleði vinna eftir
Mikkjal av Ryggi við
nýggja lagnum hjá Martin
Restorff
Jacobsen
og
Syngjandi fuglur (Poul F).
Tú gavst mær og Harri
her livilig kor, og Sí, úr
havi rísur nú morgunsól.
Eisini verður sangurin
um tað føroyska málið – Eg
fann teg í kvæðum – sung-
in, Chr. Matras yrkti, Regin
Dahl lag og Knút Olsen
hevur harmoniserað. Tveir
týskir sangir: Abschied
wom Walde og Wachet auf,
ruft uns die Stimme. Til
hendan seinna hevur Claus
Telling orgulfylgispælið.
At enda verður tjóðsang-
urin við útseting fyri kór av
Bjarna Restorff framførdur.
Bjarni gav í 1999 sjálvur
hefti út við síni egnu útset-
ing av tjóðsanginum. Útset-
ingarnar í hesum hefti
kunnu brúkast hvør sær,
mannskór, kvinnukór ella
blandað kór.
Ì fororðinum í heftinum
skrivar Bjarni m.a.:
– Tað er eingin ivi um, at
tjóðsangurin er gjørdur á
violin í fyrstu positión, og
av tí sama er hann torførur
at fáa at rigga. Tað er mín
vón, at hesar útsetingar
hava eitt sindur av tí hátíð-
ardámi yvir sær, sum eg
havi saknað í teim flestu út-
setingunum – so hevur
stríðið ikki verið til fánýtis.
Konsertin varðar umleið
1 tíma, sjálvsagt verður ein
felagssálmur eisini. Hóast
Jóansøkan er í nánd og øll
hava nokk at takast við,
vóna vit í Ljómi at nógv
taka sær tíð og koma at
njóta eina hugnaliga løtu í
kirkjuni saman við okkum.
Nógvir pengar eru
framvegis eftir til
føroyskar skúla-
næmingar at ferðast
fyri í Norðurlondum,
minnir Norrøna-
felagið á í tíðinda-
skrivi
SKÚLAFERÐING
Norrønafelagið
Nógvir pengar eru fram-
vegis eftir til føroyskar
skúlanæmingar at ferðast
fyri í Norðurlondum. Nor-
røna Felagið í Føroyum
minnir á, at freistin at søkja
um pengar í hesum umfar-
inum frá Nordplus Mini er
til 1.juli 2002.
Nordplus Mini er fyri
fólkaskúlanæmingar mill-
um 13-17 ár. Til ber at fáa
upp í 2.000,00 kr. fyri
hvønn næming.
Umsóknarblað fæst frá
Norrøna Felagnum, tlf.
217999. Umsóknin skal
sendast
til
Foreningen
Norden, Malmøgade 3, DK
2100 København Ø.
Faxnummarið er +45
35428088.
Annar møguleiki
Ein annar møguleiki at fáa
pengar at ferðast fyri er at
søkja frá Norrøna Felagn-
um. Felagið letur flokkum í
fólkaskúlanum, 1. HF og 1.
G og 2. G stuðul at ferðast
fyri í Norðurlondum.
Høvuðstreytin fyri at fáa
studning at ferðast fyri er,
at skúlaflokkurin hevur
samband við ein javnaldr-
andi skúlaflokk í onkrum
øðrum Norðurlandi. Tann
flokkurin skal so koma til
Føroya. Næmingarnir skulu
búgva hvør hjá øðrum. Við
øðrum orðum skal skúla-
flokkurin vera bæði gestur
og vertur.
Fyri at søkja um hendan
studningin krevst ikki ser-
ligt umsóknarblað. Vanligt
bræv við frágreiðing um
ætlaðu ferðina og kostnað-
arætlan kann sendast til
Norrøna Felagið í Føroy-
um, J.Paturssonargøtu 24,
100 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er til 1.
november 2002.
Minningarorð um Ingibjørg
Hansen »Ingu« á Steig í Sandavági
mong, ið ráddu henni til at søkja sær
heilsubót, men henni dámdi ikki at
fara undir læknahond, so heldur liva
við pínuni. Knøini blivu verri og verri,
so at hon tey síðstu árini sjálvdan fór
uttandura, men sat í køkinum við
kaffikoppi og sigarett.
Nú eg nevndi uttandura kann sigast,
at omma hevur ikki slitið gáttina hjá
nøkrum. Hon var heimamenniskja um
ein háls. Fór bara heimanífrá, tá ið
okkurt av ommubørnunum hevði
føðingardag og tílíkt. Men nógv eru
tey, sum hava sitið væl inni hjá ommu,
bæði kend og minni kend. Hon var
altíð til dystin fús, tá ið ítróttarfólk og
onnur skuldu húsast og hava mat. Á
Vestanstevnu vistu fólk, at fóru tey
norð í húsini við Myllánna, fóru tey
ikki svong útaftur. Hon plagdi at
hjálpa mær við at vaska SÍF-húsið, tey
árini eg umsat húsið. Hon vaskaði ofta
bóltklæðir hjá liðnum, tey árini eg
spældi fótbólt. Tað ljóðar kanska ikki
av so nógvum, men fyri meg hevði tað
stóran týdning.
Omma var ógvuliga góð við bæði
ommu- og langommubørn. Ommu-
børnini eru 13 í tali, og 7 eru lang-
ommubørnini. Tað tók fast hjá ommu
og abba, tá ið eitt óndsinna menniskja
gjørdi seg inn á eitt av ommubørninum
í fjør, soleiðis at dóttur og húski rýmdi
av landinum, tað kvetti ein stóran part
av lívsviljanum hjá ommu, og var við
til at skunda undir lagnu hennara. Mín
vón skal verða, at tey óseku koma aftur
til heimbygd mína við hevjaðum
høvdi, soleiðis at rættvísi má sigra.
Tann gróðrarbotn hon legði niður í
meg, vil eg eftir førimuni liva eftir.
Omma livdi ikki til fánýtis, hon hevur
skapt menniskju og stór virðir, sum eitt
samfelag ikki kann vera fyri uttan.
Tá ið omma fór til gravar, var
kirkjan so at siga full av fólki, og er tað
enn eitt tekin um, at hon var avhildin
av teimum, ið hon einaferð hevði havt
samband við.
Góði abbi og onnur avvarðandi,
omma er farin foldum frá, men
minnini um hana kann ongin taka frá
okkum.
Eg vil enda við teimum orðum sum
omma altíð segði, tá ið eg fór út at
spæla ella í skúla á morgni.
Jesur signi teg ella Jesus pápi verður
hjá tær.
Takk fyri alt og hvíl í friði.
Eyðun
Eingin veit á morgni at siga, hvar ein á
kvøldi gistir, sigur orðataki, ið væl
kann nýtast við deyðu ommu mína nú
hon fyri góðum hálvum ári síðani
legði árarnar inn.
Dagurin er 6. desembur 2001. Eg
var til arbeiðis í Mjørkadali, tá
mamma ringdi við ófrætta boðum, nú
er omma farin. Tíðin steðgar, og tank-
arnir fara at sveima, omma kann ikki
verða deyð, hon er bara 71 ár, hon
kundi havt nógv góð ár eftir her á fold,
men so bleiv ikki.
Omma var borin í heim 29. jan.
1930. Foreldur hennara sóu seg ikki
før fyri at geva henni ein ríkan
barndóm, tí bleiv hon fostrað upp hjá
øðrum góðum fólki.
Eg ivist, um omma hevði givið mær
loyvi til, at eg festi nøkur orð á blað
um hana, tí onkuntíð tók hon til
orðana. Hví rósa tey ikki fólki, tá ið
tey eru á lívi, men bíða til deyðin
hevur valdið. Vit hava sum siðvenju, at
tá ið fyrr og núverandi løgtingsmenn
doyggja, verða hesi menniskju róst til
skýggja við minningarorðum søgd í
útvarpinum, óansæð um persónurin
hevur verið meira til skaða enn gagns.
Fyri meg hevur omma mín havt størri
týdning, enn nakar politikari nakrantíð
kemur at hava. Eg havi kanska heldur
ikki verði tann besti at róst andlit til
andlit, tað er lættari sagt enn gjørt,
men yvir fyri øðrum menniskjum
hevur hon fingið nógv rósandi orð frá
mær.
Sum 19 ára gomul giftist omma við
abba mínum, Hans Eli, tey fingu 5
børn saman, og vaks eg upp saman við
teimum sum elsta ommu/abba barni.
Omma hevur verði nógv einsamøll
saman við børnum sínum, abbi sigldi
úti í stóru verð, var sjáldan heima, men
tað var ein tryggleiki hjá okkum at
vita, at hann gjørdi tað, so at vit ikki
skuldu mangla nakað, hvørki til matna
ella klædna. Míni fyrstu barna- og
unglingaár var omma altíð heima við
hús. Tað var sonn trygd at vita sær, tá
íð ein skundaði sær heim av Giljanesi
í døgurðatímanum, at døgurðin lá
niðurskorin á tallerkinum hvønn
einasta dag í árinum. Vit høvdu einans
1 tíma frí, til at ganga av Giljanesi
heim á Steigina, fáa sær døgurðan
niður um, og síðani somu leið afur inn
á skúlan.
Vit høvdu fastar karmar at liva eftir.
Tá ið komið var heim úr skúla fingu
vit
millummála,
síðani
vóru
skúlatingini fingin frá hondini, og so
kundi vit fara út at spæla. Heim aftur
til fasta klokkutíð at eta nátturða, aftur
út at spæla, og heim ikki ov seint, tí
tíðliga skuldu vit til songar fyri at
verða væl fyri dagin eftir. Onkuntíð
var ein kanska keddur av at skula
tíðliga í song um veðrið var av tí
fagrasta, men soleiðis var tað, og haldi
eg ikki, at vit eru verri farin av tí. Vit
høvdu tryggleika og kærleika heima
við hús, omma var altíð har, húsið var
ongantíð tómt.
Tá ið yngsti sonurin var um 14 ára
aldur, fór omma at arbeiða á flakavirk-
inum Snarfrost í Miðvági, hon
arbeiddi sum reinskerari har, inntil hon
gavst fyri aldur í 1997. Henni dámdi
væl á Snarfrost, og at verða saman við
øðrum, og veit eg við vissu at hennara
arbeiði lá ikki eftir. Omma var plágað
av ringari gigt í knøunum, og vóru tað
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður,
pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Martin Andreasen
í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
týsdagin 18. juni 2002, 77 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Frelsunarherinum
leygardagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Dagmar
Ljómur konsert í Vágs kirkju
Norrønafelagið:
Nógvir pengar eftir til næmingar
Í kvøld, fríggjakvøld,
byrjar Sundalags-
stevnan so smátt við
tombola, hoppiborg,
rodeotarvi og dansi. Í
ár verðar stevnan í
Hósvík, har Bygdar-
felagið og Róðrarfel-
agið hava fyrireikað
og samskipað eina
mongd av tiltøkum.
Nú er restin upp til
veðrið.
SUNDALAGSSTEVNA
Rúnar Reistrup
Alt er væl fyrireikað til eina
so góða stevnu um gjørligt,
nú Hósvík verður karmur
um
Sundalagsstevnuna.
Men tað mest umráðandi
fyri
eina
væleydnaða
stevnu, veðrið, kann eingin
fyrireika.
- Vit mugu bara vóna at
veðrið verður gott. Tað hev-
ur alt at siga fyri stevnuna,
men verður tað regn, so er
gott at vit hava tivoli undir
skjóli í Bygdarhúsinum,
sigur Høgni Lómstein, for-
maður í Bygdafelagnum í
Hósvík. Hann er ein teirra,
sum hevur staðið fyri fyri-
reikingararbeiðnum undan
stevnuni.
Hóast tað ganga trý ár
ímillum at Hósvík er
stevnubygd, so missa fyri-
reikararnir ikki handalagið,
og tá Jákup Pauli Joensen í
morgin klokkan tvey setir
stevnuna, skuldi alt verið
væl fyrieikað.
Longu í kvøld letur tivoli
upp í Bygdarhúsinum og í
skúlagarðinum verður høvi
at royna kreftir við hamar-
torni og rodeotarvi.
Út ímóti midnátt byrjar
almennur dansur í bygdar-
húsinum, har All That Rain
spælir. Hósvíkingar vóna at
fólk koma langvegis frá í
dans og hava skipa fyri
busskoyring úr Havn og
Vestmanna í sambandi við
dansin.
Turt
Leygardagin byrja ítróttar-
ligu stevnutiltøkini. Grand
Prix súkklukapping byrjar
klokkan tólv, og sum van-
ligt er FM-kappróður á
skránni klokkan trý. Seinni
út á kvøldið verður stevnu-
teitið hjá sjónleikarbólki-
num Spírar, frumframført.
Á midnátt heldur Aref T.
Olsen midnattarrøðuna, og
tá er bólkurin Moon Shot
longu farin í gongd við at
spæla til dans í bygdarhúsi-
num.
Sunnumorgun
verður
guðstænasta við Ingu Poul-
sen Dam, presti. Seinni út á
dagin er kappsigling og
barnakonsert á skránni, og
Føroya
Ellisakfør
seta
gongd á motorarnar og
trilla inn í Hósvik um trítíð-
ina.
Men aftur til veðrið. Tað
sigst at fara at vera hampu-
ligt. Nakað av vindi, men
yvirhøvur turt.
Sundalagið í stevnuhýri
Eitt av forvitnisligu
tiltøkunum á
Sundalagsstevnuni í
Hósvík er ein lista-
framsýning við
verkum hjá fimm
listafólkum úr
Sundalagnum.
SUNDALAGS-
STEVNA
Rúnar Reistrup
Skúlin í Hósvík verður
leygardagin og sunnu-
dagin karmur um eina
framsýning av umleið 80
listaverkum. Talan er um
akvarellir, tekningar og
oljumálningar hjá lista-
fólkum úr Sundalagnum.
Trý teirra eru úr Hósvík,
eitt er úr Streymnesi og
eitt er av Kjallnesi.
Adolf Johannesen úr
Hósvík hevur tikið stig til
stevnuframsýningina,
sum er tann fyrsta av sín-
um slag í Hósvík.
- Tá stevnan hevur ver-
ið í Kollafirði og í Hval-
vík hevur verið skipað
fyri listaframsýningum
og tað hevur eydnast væl,
so vit vænta eisini nógv
fólk til hesa framsýning-
ina sigur Adolf Johanne-
sen. Hann hevur sjálvur
verk við á framsýningini,
sum harumframt telur
verk hjá Gunnvá Morten-
sen, Idu Hansen úr Hós-
vík, Jóhannu Jacobsen av
Kjallnesi og Odu Sam-
uelsen úr Streymnesi.
Listaframsýningin letur
upp leygardagin klokkan
17. Sunnudagin er fram-
sýningin opin frá 15 til
20.
List úr
Sundalagnum
C
M
Y
K
3
2