fríggjadagur 21. juni 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 116 - 21. juni 2002
Nr. 116 - 21. juni 2002
5
Landsstýrismaðurin í
samferðslu fer at
mæla landsstýrinum
til játta pening so at
eitt hóskandi skip
kann leigast til suður-
oyarsiglingina í vetur
SUÐUROYARSIGLING
Áki Bertholdsen
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í samferðslu,
sigur, at hann nú fer at
mæla landsstýrinum til at
játta strandferðsluni pening
og at geva henni heimild at
leiga eitt hóskandi skip til
suðuroyarsiglingina í allan
vetur, ímeðan Smyril verð-
ur lagdur.
Hann sigur eisini at talan
skal vera um eitt skip, sum
er í minsta lagi á sama støði
sum Smyril er á.
Hann sigur, at er talan
um eitt longri leigumál,
sum tað her er talan um, er
tað lættari at fáa eitt
leigumál enn tað er, tá ið
talan er um eitt stutt
leigumál.
– Í so máta er tað ein
fyrimunur at Smyril verður
lagdur í fimm mánaðir,
heldur enn í fýra vikur, sum
tað upprunaliga var talan
um, tí nú eru væl betri útlit
fyri at tað eydnast at útvega
eitt hóskandi avloysaraskip.
Hann veit ikki, hvat tað fer
at kosta at leiga eitt skip so
leingi. Men hann vísir á, at
tað varð mett at kosta 6,3
milliónir at leiga eitt skip í
hálvan annan til tveir mán-
aðir, sum tann upprunaliga
umvælingin varð mett at
kosta. Nú skal skipið so
leigast í einar fimm mán-
aðir, men á ið talan er um
so langt leigumál, verður
prísurin um dagin helst
lægri.
– Sjálvsagt er talan um
stórar upphæddir, men,
men tað eru neyvan aðrir
møguleikar, sum eru nøkt-
andi, sigur Bjarni Djur-
holm.
Mælir til at játta
peningin
– Sjálvsagt er talan um
stórar upphæddir, men, men
tað eru neyvan aðrir
møguleikar, sum eru
nøktandi,sigur Bjarni
Djurholm.
– við einum høvdara
frá Sol Cambell
HM-FÓTBÓLTUR
Jan Müller
Nú hvørki Føroyar ella
Danmark ella annað norð-
urland er við í endaspurtin-
um í heimsmeistarakapp-
ingini í fótbólti velja nógv-
ir føroyingar at halda við
antin grannatjóðini Ong-
landi ella við fótbóltssnill-
ingunum úr Brasilia. Mill-
um teir mongu føroyingar,
sum fara at sita framman-
fyri
sjónvarpsskíggjan
fríggjamorgunin er møgu-
liga eisini Føroya løgmað-
ur, Anfinnur Kallsberg.
Umframt at hann hevur sítt
favorittlið, so hevur hann
eisini boð uppá ein vinnara
í hesum so avgerandi dyst-
inum, har tvær av heimsins
bestu fótbóltstjóðin bresta
saman.
Løgmaður kemur ikki
júst undir kategoriina fót-
bóltsidiot
ella
fótbóltsfreak.
Honum
dámar væl at síggja ein
góðan dyst og sær í minsta
lagi allar samandráttirnar
av HM-dystunum. – Eg eri
tó ikki so engageraður, at
eg fari upp undir loftið, um
eitt ávíst lið vinnur ella
gravi
meg
undir
gólvteppið, um eitt lið
tapir. Men mær dámar góð-
an fótbólt, tí tað er gott
undirhald og eitt frægd fyri
eygað.
Loynidómurin aftanfyri
hesi orð er kanska hann, at
favorittliðið hjá løgmanni
er einki minni enn Manch-
ester United í bretsku kapp-
ingini.
Hetta er so kanska eisini
ein av orsøkunum til, at
løgmaður ikki bara heldur
við Onglandi fríggjamorg-
unin men eisini heldur, at
liðið hjá Beckham og
Owen fer at vinna. – Eg
rokni við, at tað verður ein
av hesum listarligu avlever-
ingunum við tí gylta fótin-
um hjá Beckham, sum fer
at avgera dystin. Løgmaður
heldur, at maðurin, sum fer
at skora avgerandi málið
verður Sol Cambell, sum er
sera góður í deyðbóltsstøð-
um, og tað verður ein høvd-
ari frá honum eftir ein góða
avlevering frá Beckham,
sum fer at geva bretum
sigursmálið og harvið eitt
lop nærri HM-heitinum.
Løgmaður undirmetir tó
ikki sera dugnaligu og
individuellu spælararnar úr
Brasilia. – Men eg haldi, at
verjan hjá Brasilia ikki
altíð er so tøtt, sum hon
eigur at vera í so avgerandi
dystum.
Anfinn Kallsberg er ann-
ars ikki heilt ókendur á fót-
bóltsvølli sjálvur, hóast tað
eru nøkur ár síðani hann
var virkin spælari. Hann
var í 1962 við til at vinna
dreingjaliðnum
hjá
KÍ
føroyameistaraheiti, sum
miðvallarleikari. Dysturin
millum
fótbóltsrisarnar
Ongland og Brasilia verður
klokkan
7.30
fríggja-
morgun og fer SvF at senda
dystin beinleiðis.
Løgmaður um dystin millum Ongland og Brasilia:
Ongland fer at vinna
Upprunaliga skuldi
høllin í Hoyvík verið
klár at taka í nýtslu í
november mánað,
men nú verður hon
ikki tikin í nýtslu fyrr
enn eftir summar-
frítíðina. Orsøkirnar
eru m.a., at betong-
element fingu skaða
undir flutningi, og
lekar í takinum
høvdu við sær, at
gólvið ikki kundi
leggjast á til tíðina
ÍTRÓTTARHØLL
Stefan í Skorini
Ítróttarhøllin í Hoyvík, sum
Tórshavnar Kommuna hev-
ur latið bygt hevur verið í
tungum sjógvi, síðan bygg-
ingin fór í gongd. Fyrst
varð býráðið drigið í Før-
oya Rætt fyri ikki at lata
K.J. Smíð arbeiðið, hóast
fyritøkan hevði lægsta til-
boðið, og nú er høllin
seinkað meira enn eitt hálvt
ár.
Høllin í Hoyvík verður
tikin í nýtslu beint eftir
summarfrítíðina, og tá er
hon heilt klár, upplýsir
Heðin Mortensen, formað-
ur í bygginevndini fyri høll-
ina í Hoyvík. Hann sigur
víðari, at byggingin av høll-
ini hevur verið nógv seink-
að, og at fleiri orsøkir eru
til tess.
Ein av orsøkunum er, at
nøkur betongelement, sum
skuldu setast upp í Føroy-
um, fingu skaða umborð á
farmaskipinum, ið flutti tey
úr Danmark til Føroyar.
Hetta hevði við sær, at ar-
beiðsmenninir máttu bíða
eftir nýggjum elementum,
og hetta seinkaði arbeiðn-
um nakrar mánaðir.
Ein onnur orsøk er, at
lekar í takinum høvdu við
sær, at gólvið í høllini ikki
kundi leggjast á til tíðina.
Serkønir menn úr Danmark
vóru komnir upp at leggja
gólvið, men hetta bar ikki
til, tí takið lak so illa. Teir
máttu tí fara avstað aftur
uttan at hava lagt gólvið.
Óvist við avleiðingum
Heðin Mortensen veit enn
ikki, um seinkingin fer at
fáa avleiðingar fyri Byggi-
tek ella onnur, sum hava
verið við í byggingini.
– Tað er nakað, sum vit
taka støðu til, tá alt er lið-
ugt. Tá vit hava fingið
nærri frágreiðingar um
seinkingina taka vit støðu í
tí málinum, sigur Heðin
Mortensen. Tað kann koma
uppá tal, at kommunan fer
at fáa ein part av dagpeng-
unum aftur.
Nú er gólvið so endiliga
lagt á, og høllin er at kalla
liðug. Eftir er at asfaltera
kring høllina og aðrir
snøklar skulu eisini gerast.
Økið, sum høllin stendur
á, var fyrr nýtt til skúla-
garð, og tí skal kommunan
gera nýggjan skúlagarð til
Hoyvíkar skúla, og hesin
verður klárur til eftir
summarfrítíðina.
Samlaði kostnaðurin av
høllini verður 12-13 milli-
ónir krónur, og Jan Christi-
ansen, borgarstjóri, sigur, at
tann upprunaliga kostnað-
armetingin hevur verið á
leið røtt.
Høllin í Hoyvík nógv seinkað
Herfyri fekk byggi-
felagið K.J. Smíð úr
Vestmanna viðhald í
Føroya Rætti, tá
felagið kravdi Tórs-
havnar kommunu
eftir endurgjaldi, tí
tað ikki fekk arbeiðið
at byggja høllina í
Hoyvík, hóast K.J.
Smíð hevði lægsta
tilboðið. Kommunan
hevur skotið dómin
inn fyri Landsrættin
BYGGING
Stefan í Skorini
Stríðið um ítróttarhøllina í
Hoyvík heldur fram. K.J.
Smíð fekk viðhald í Føroya
Rætti, men Tórshavnar
býráð hevur skotið dómin
inn fyri Landsrættin.
K.J. Smíð kravdi komm-
ununi eftir endurgjaldi, tí
hon ikki hevði givið felagn-
um arbeiðið at byggja høll-
ina í Hoyvík, hóast K.J.
Smíð hevði lægsta tilboðið.
Ístaðin
fekk
Byggitek
arbeiðið.
Grundgevingin hjá bý-
ráðnum fyri ikki at geva
felagnum arbeiðið var, at
K.J. Smíð ikki var limur í
Føroya Handverksmeist-
arafelag. Hesum vildi K.J.
Smíð ikki lata sær lynda og
saksøkti tí kommununa.
Føroya Rættur metti, at
grundgevingin hjá komm-
ununi ikki var nóg góð, og
tí skal K.J. Smíð hava
endurgjald. Enn er ikki
gjørt av, hvussu stórt endur-
gjaldið skal vera, men talan
kann
vera
um
einar
700.000 krónur.
Fara víðari við
málinum
Jógvan Páll Lassen, advok-
atur hjá býráðnum, váttar,
at farið verður víðari við
málinum, og at dómarun
verður skotin inn fyri
Landsrættin.
Býráðið vil vera við, at
tað hevur rætt til at velja og
vraka millum innkomin
tilboð, júst sum tí lystir. Tí
kann býráðið velja ein ar-
beiðsgevara framum ein
annan, hóast hann hevur
eitt hægri tilboð.
Jógvan Páll Lassen vísir
á, at dómurin sigur, at sam-
bært lisitationslógini kann
býráðið velja og vraka mill-
um innkomin tilboð.
Dómurin sigur, at bý-
ráðið skal viðurkenna, at
avgerðin um at vrakað til-
boðið frá K.J. Smíð er
ógildug, og at býráðið skal
rinda K.J. Smíð endurgjald.
Hvussu stórt endurgjaldið
skal vera verður avgjørt 6.
august í ár.
Byggingin av ítróttarhøllini í
Hoyvík hevur verið nógv
seinkað, men nú røkist
endiliga fyri, at hon kann
takast í nýtslu eftir
summarfrítíðina
Mynd: Jens Kr. Vang
Útbjóðing av ítróttarhøll:
Dómur skotin inn fyri Landsrættin
K.J. Smíð fekk ikki arbeiðið at gera høllina í Hoyvík, hóast felagið hevði lægsta tilboðið. Felagið fekk viðhald í Føroya Rætti, men
kommunan hevur skotið dómin inn fyri Landsrættin
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4
SCANBAD BAÐIRÚMSINNBÚGV
60 cm sett við Athene hurðum
90 cm sett við Athene hurðum
Allir møblar verða
leveraðir við halo-
genljós v/el-stik
Síðsta freist at ogna sær hetta góða
tilboð, er 30. juni
fyrr 5.274,-
fyrr 4.175,-
fyrr 7.255,-
Nú 4.045,-
Nú 5.120,-
Nú 2.960,-
120 cm sett við Athene hurðum
V.V.S. HORNI
V.V.S. HORNI
Landavegur 2 · Tórshavn
Tel. 318023 · Fax 310963