fríggjadagur 21. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 116 - 21. juni 2002
Nr. 116 - 21. juni 2002
7
Eftir ætlan verður
fyrsta byggistigið av
umfatandi broyting-
unum í SMS liðugt
síðst í september.
Broytingarnar merkja
m.a. eitt 750 m2 stórt
matstað, og so er ikki
pláss fyri klædna-
handlinum Hanus og
Janus
UMBYGGING
Heri á Rógvi
Teimum flestu kunnugt, so
hendir rættiliga nógv í SMS
í hesum døgum. Handlar og
annað eru ikki har, tey
plagdu at vera. Partar av
parkeringsøkinum minnir
eisini mest um byggipláss,
og har er nógv at gera.
Talan
er
um
fyrsta
byggistig av tveimum, sum
er sett ígongd. Miðjað
verður ímóti, at fyrsta
byggistigið skal vera liðugt
síðst í september mánað.
Tvey ár fara væntandi at
ganga,
áðrenn
næsta
byggistig verður sett í verk.
—SMS
er
faktiskt
niðurslitið og óhóskandi til
nútíðarkrøv, sigur Hans
Mortensen, stjóri fyri SMS,
um orsøkirnar til, at teir eru
farnir undir hesar nógvu og
stóru umbyggingarnar.
Tað, sum mest hevur
verið at hoyrt um í sam-
bandi við umbyggingarnar,
hava verið nýggju mat-
stovurnar, Burger King og
Sunset Boulevard. Hesar
eru báðar franchise mat-
stovuketur, sum eru at
finna kring allan knøttin.
Hesir hava vakt ans millum
manna í Føroyum, og tær
fara saman við Perluni at
mynda eitt 750 m2 stórt
matstað, har sitipláss eru til
280 fólk. Ikki nokk við tí,
men tann einstaki bilførarin
fær eisini møguleikan at
keypa burgarar og annað í
drive-in partinum av Burg-
er King. Hetta er ikki so
vanligt í Føroyum, men
kortini nógv at síggja uttan-
lands.
Teir nógvu fermetrarnir
merkja so eisini, at klædna-
handilin Hanus og Janus
takkar fyri seg og fer í
søguna, tí pláss verður ikki
fyri honum.
Harafturímóti fær Skálk-
ur, sum liggur beint oman-
fyri Hanus og Janus, meira
pláss. Skálkur fer eisini at
víðka um sítt úrval, soleiðis
at hann eisini kemur at
umfata tann eitt sindur
eldra málbólkin hjá Hanusi
og Janusi.
Eisini
posthúsið
fær
nýggj hølið, sum teir longu
eru byrjaðir at gera sær
dælt av. Har posthúsið
hevur verið, verður eitt nýtt
og modernað vesi við øll-
um hentleikum, skulu vit
heilsa og siga.
Sum heild merkir hetta
fyrsta byggistigið hjá skjótt
25 ára gomlu Sølumið-
støðini, at bøtt verður mun-
andi um. Bygt verður vest-
ureftir og bøtt verður eisini
um nakrar av lonunum.
Onkur nýggjur handil er
eisini á veg, men nøvnini á
teimum eru enn læst fyri
almenninginumn. Tað sama
er galdandi fyri kostnað-
inum av umbyggingunum.
– Vit eru eisini í holt við
at endurnýggja konseptið
fyri SMS, og tað fara vit
eisini at hyggja nærria eftir
í nærmastu framtíð, sigur
Hans Mortensen.
Nógva umbyggingin fer
kortini ikki at ávirka par-
keringsviðurskiftini, sigur
Hans.
Havnar Klubbi
hevur valt at skipa
eitt partafelag, sum
skal eiga ognirnar
hjá klubbanum
HAVNAR KLUBBI
Heri á Rógvi
Lýst varð til eykaaðal-
fund í Havnar Klubba
mikukvøldið. Á fundar-
skránni var umskipan av
ognunum hjá felagnum.
Havnar Klubbi er eitt
limafelag, men fæst
nógv við at leiga høli út.
Á eykaðalfundi varð
samtykt, at allar ogn-
irnar hjá felagnum skulu
í framtíðini eigast av
einum partafelag, sum
limafelagið
Havnar
Klubbi sjálvt skal eiga.
Tískil verður tað fram-
vegis klubbin, sum kem-
ur at eiga ognirnar.
– Hetta verður gjørt
fyri at skipa viður-
skiftini betur og skapa
størri gjøgnumskygni,
sigur
Poul
Hansen,
advokatur, sum leiddi
eykaaðalfundin og hevur
staðið fyri stovnseta
nýggja partafelagið.
Havnar Klubbi eigur
bygningarnar í Klubba-
garðinum við Tinghús-
vegin. Talan er óivað um
teir mest eftirspurdu
byginingarnar í Havn-
ini, tí teir húsa eina
tveimum náttklubbum
/dansistøðum, tveimum
matstøðum, einari kyk-
myndahøll og so eisini
sjálvum
klubbanum.
Ognirnar eru býttir yvir
tvey matrikul nummør,
har Havnar Bio er fyri
seg.
Onkuntíð hevur talan
verið um, at tikið líkn-
andi stig, men hetta er
ongantíð
vorðið
til
veruleika.
Havnar Klubbi hevur
yvir 600 limir. Á eyka-
aðalfundinum
miku-
kvøldið møttu einir 75.
Havnar Klubbi eykaaðalfund:
Viðtikið
partafelag
Tað er nú eitt partafelag hjá Havnar Klubba í eigur
ognirnar hjá klubbanum
Mánadagin fer
tónleikabólkurin
Clickhaze til Dan-
markar at spæla á
festivalum
TÍÐINDASKRIV
Clickhaze fer at spæla tvær
konsertir afturat, áðrenn
leiðin gongur til Roskilde
og hinar festivalirnar í
Danmark.
Hin fyrsta verður í Vest-
manna, á Bryggjuni nú
fríggjakvøldið kl 20.00, har
Knút Eysturstein leggur
fyri við kassaguitara og
sangi. Hin seinna konsertin
verður nú Sunnukvøldið kl.
20.00 í Losjuni í Gøtu,
heimavøllinum hjá Click-
haze so at siga. Har fara
Kári Sverrisson og Brian
Gillingam at byrja.
Mánadagin fara Click-
haze við Atlantic Airways
til Danmarkar og spæla
longu mikudagin á Ros-
kilde Festivalinum, hós-
dagin á Nibe Festivalinum
og hósdagin 4. juli á
Midtfyns Festivalinum.
Roskilde nærkast
Clickhaze
Mynd: Jens Kr. Vang
Umfatandi broytingar í SMS:
Hanus og Janus rýkur
Eitt 750 fermetrar stórt matstað verður at finna í SMS um mánaðarskiftið september-oktober,
og tað merkir m.a., at Hanus og Janus takkar fyri seg.
Mynd: Jens Kristian Vang
Umfatandi broytingarnar hjá SMS merkja eisini, at partar av
parkeringsøkinum eru farin at líkjast einum byggiplássið.
Kortini fara eingi parkeringspláss fyri skeyti
Mynd: Jens Kristian Vang
Menninir, sum Lassi
Borðoy hevði undir
sær, eru leigaðir út til
Noregs, har teir
arbeiða hjá CCB í
Bergen
OLJUAKTIVITETUR
Vilmund Jacobsen
Í longri tíð hevur lítið og
einki virksemi verið við
oljuútgerðarhavnina í Sal-
tangará,
men
tíðliga
komandi summar, tá ið
AGIP fer at bora, verða
útgerðarskip væntandi aftur
at síggja við bryggju í
Saltangará.
Tveir mans aftrat leiðar-
anum, Lassa Borðoy, hava
verið knýttir at basanum í
Saltangará, men í mai
mánaði vórðu hesi leigaðir
út til Noregs, har teir nú
arbeiða hjá CCB í Bergen,
sum er ein útgerðarhavn.
Eingin aktivitetur
Lassi Borðoy sigur, at í
løtuni er eingin aktivitetur á
økinum í Saltangará, men
sjálvur fæst hann við
ymiskt pappírsarbeiði, um-
boðan úteftir, eins og onkur
ráðstevna hevur verið og er
fyri framman.
Tað er føroyska parta-
felagið, Atlantic Supply
Base, sum eigur støðina í
Saltangará. 19 partaeigarar
eru í felagnum, har Føroya
Kolvetni er størsti eigari.
Lassi veit ikki rættiliga,
hvussu verður komandi
árið, nú lítil og eingin
aktivitetur er á økinum.
Hann var sjómans-skúla-
lærari, áðrenn hann tók við
starvinum hjá ASB, og
møguliga
fer
hann
at
arbeiða hálva tíð hjá ASB
komandi árið og undirvísa
á Føroya Sjómansskúla
hálva tíð.
Viðlíkahald
Leiðarin
hjá
Atlantic
Supply Base hevur eisini
ábyrgdina av viðlíkahald-
inum í Saltangará. Nakrir
tangar eru komnir upp at
standa, og hetta økið í
Saltangará er rættiliga farið
at líkjast eini veruligari út-
gerðarstøð.
Hvussu verður við monn-
unum, sum í løtuni arbeiða
hjá CCB í Bergen, veit
Lassi Borðoy ikki at siga í
løtuni.
- Enn vita vit ikki rætti-
liga, hvussu vit fara at
skipa okkum á basanum, tá
ið leitingin byrjar aftur í
føroyskum øki, sigur Lassi
Borðoy.
ASB hevur skrivstovu í
bygninginum hjá P/F Beta í
Saltangará.
Lítil aktivitetur á basanum í Saltangará
Støðin hjá partafelagnum,
Atlantic Supply Base í
Saltangará.
Mynd: Vilmund
Jacobsen
C
M
Y
K
7
6
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
Í morgin 22/6 hava vit opið
frá kl. 11.00 til 17.00
Í hesum sambandi hava vit nógv
góð brúktbilatilboð m.a. hesi:
Upp til 15.000 kr. í avsláttri
Citroen Jumper Ch.
v/last
km. 120.000, árg. aug. 1998
130.000,-
Citroen Saxo 1,5D
3h grátt
km. 25.000, árg. jan. 2001
116.000,-
Citroen Berlingo
1,9D
km. 81.000, árg. sept. 1998
109.000,-
Citroen Saxo 1,5D
3h reytt
km. 64.500, árg. jan. 2000
99.000,-
Citroen Xsara 1,6i
5h
km. 30.000, árg. feb. 1998
107.000,-
Citroen Xsara 1,6i
stc.
km. 36.000, árg. apr. 1999
133.000,-
Citroen Xantia 1,9TD
km. 60.000, árg. feb. 1998
118.000,-
Citroen Xantia 1,8i
16V
km. 63.000, árg. okt. 1996
112.000,-
Citroen Xsara 1,9TD
5H
árg. juni. 1999
137.000,-
Citroen ZX 1,9D stc.
5h
km. 89.000, árg. mars 1996
86.000,-
Citroen Xsara 2,0 HDi
5H
km. 90.000, árg. nov. 1999
145.000,-
Mitsubishi L300 2,5D
km. 161.000, árg. juni 1994
70.000,-
Mitsubishi Pajero
2,8TDi GLS 5h
km. 40.000, árg. sept. 1998
185.000,-
Mitsubishi Pajero
2,8TDi GLS 5h
km. 82.000, árg. sept. 1997
177.000,-
Mitsubishi Galant 2,0
km. 150.000, árg. juni 1992
37.000,-