fríggjadagur 21. juni 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 116 - 21. juni 2002
Nr. 116 - 21. juni 2002
9
Fyrsta juni varð
føroyska territorial-
markið víðkað frá
trimum til tólv
fjórðingar. Tað
merkir í praksis, at øll
fremmand før skulu
hava loyvi frá før-
oyskum myndug-
leikum at koma inn
um tólv fjórðingar úr
landi
SJÓMARK
Edvard Joensen
Føroyska territorialmarkið,
sum fyrr hevur verið tríggj-
ar fjórðingar, varð 1. juni
víðkað til tólv fjóringar.
Territorialmarkið er pri-
vatumráðið okkara, um vit
kunnu siga so. Tað er mark-
ið, øll fremmand før skulu
hava loyvi frá føroyskum
myndigleikum
fyri
at
sleppa innum.
Eitt tað kendasta dømið,
har territorialmarkið hevur
verið í brúki, er stríðið um
Rainbow Warrior og Paul
Watson, sum ikki høvdu
loyuvi at nærkast landi
meira enn tríggjar fjórðing-
ar.
Nýggja markið ger, at
næstu ferð ein slíkur gestur
er á leiðini, skal hann liggja
tað longri úr landi, um ikki
myndugleikrnir hava givið
honum loyvi til annað.
Territorialfarvatn verður
býtt í tvey. Innara og ytra.
Tað innara fevnir um
sjóøkið innansyndis eins og
havnirnar í landinum. Ytra
territorialfarvatnið er økið
uttan fyri grundlinjurnar,
og í hesum førinum út á
tólv fjórðingar úr somu
grundlinjum. Tað, sum nú
verður víðkað, er sjálvandi
ytra territorialfarvatnið.
Føroyska territorialfar-
vatnið verður avgjørt í
danskari lóg, sum ásetir,
hvussu vítt danska terri-
torialfarvatnið er.
Við kunngerð, sum lýst
er í Kunngerðarblaðnum
tann 30. mai í ár, verður
boðað frá, at uttanríkis-
ráðharrin hevur gjørt av, at
danska territorialfarvatnið -
og harvið eisini tað før-
oyska - verður víðkað til
tólv fjórðingar.
Við territorialfarvatni er
galdandi tað sama sum við
vanligum fiskimarki, at
talan er um eina miðlinju,
um ikki pláss er fyri fullum
tólv fjórðinum. Í Danmark
verður tað galdandi í eitt nú
Oyrasundi, har ov stutt er
til Svøríkis. Men hjá okk-
um er ongastaðni nøkur slík
foring, so okkara mark er
tólv fjórðingar runt.
Í kunngerðini verður
sagt, at grundlinjurnar, sum
brúktar verða til territorial-
farvatnið eru tær somu,
sum galdandi eru fyri fiski-
markið.
Fyri Føroyar vil tað siga,
at linjan verður drigin úr
Munkinum í Knikarsboða
vestantil undir Mykines-
hólmi. Haðani allan vegin
runt í ytstu punkt fyri
norðan, til komið er aftur í
Svínoyunna fyri eystan,
haðani aftur verður farið í
Munkin.
Territorialmarkið
víðkað
Føroyska territorrialfarvatnið
er víðkað til at umfatað alt
økið innan fyri tólv
fjórðingar úr grundlinjunum
Leygardagin fer
Atlantsflog undir
nýggja rutu, tá fyrstu
ferð verður flogið
beinleiðis úr Før-
oyum til Oslo og aftur
sama dag
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Atlantsflog byrjar nýggj
rutu leygardagin. Tá verður
flogið fyri fyrstu ferð
beinleiðis úr Vágum til
Gardermoen í Oslo.
Kent Christensen, sølu-
og marknaðarleiðari hjá
Atlantsflogi, sigur, at tað
hava verið ábendingar um,
at ferðafólkagrundarlagið
til og úr Noreg liggur í
Oslo.
Atlantsflog hevur fyrr
flogið til Oslo, men tað
hevur verið í samband við
Stavangerrutuna, har Oslo
so hevur verið skoytt uppí.
Stavangerrutan
varð
líkasum grundað á vónirnar
til oljuvinnuna, men nú eru
eingi útlit fyri nøkrum
boringum í summar, so tað
kanska fer at minka eitt
sindur,
heldur
Kent
Christensen.
Men Atlantsflog fer ikki
at leggja rutuna til Sta-
vanger niður kortini. Hon
verður framvegis flogin
sum vant mikudag, har
eisini verður farið til Oslo.
Hinvegin kemur so ein
nýggjur túrur beinleiðis til
Oslo afturat. Hann verður
flogin leygardag fram til
endan av august, sigur
marknaðarleiðarin
hjá
Atlantsflogi.
Tað tekur tíð at uppar-
beiða eina nýggja rutu,
vísir Kent Christensen á. So
tað er ivaleyst ikki grund-
arlag fyri at halda, at
nýggja Oslorutan fer at
geva tað stóra beinanveg.
Tó væntar hann, at tað er
grundarlag undir henni sum
frálíður.
Prísurin á Oslorutuni fer
at liggja á leið á sama støði,
sum til Kastrup. Kanska
heldur í undirkant av tí,
sigur Kent Christensen.
Sum dømi um, hvussu
ein ruta verður bygd upp,
vísir hann til London-
rutuna, sum longu nú vísir
seg at fara at bera til. Men
hon hevur eisini verið
upparbeidd yvir eina tíð.
Millum annað grundað á, at
flogið hevur verið regluliga
til Aberdeen.
Vanliga verður roknað
við, at tað tekur eini trý til
fimm ár at byggja upp eina
rutu, sigur Kent Christen-
sen og vísir á, at Bretland
nú er næststørsti markn-
aðurin hjá Atlantsflogi eftir
Danmark.
Atlantsflog byrjar nýggja rutu
Atlantsflog fer nú undir beinleiðis flúgving millum Vágar og Gardermoen í Oslo
Mynd: Edvard Joensen
– Hetta er eitt gott
arbeiðspláss, og eg
havi ongantíð hugsað
um at skifta arbeiði
øll árini, eg havi
verið her, sigur
Ólavur
STARVSDAGUR
Solby A. Eliasen
Tá Sosialurin kemur út á
Føroya Bjór henda morgun-
in, stendur Ólavur í hurðini
og tekur í móti mær.
– Eg havi fingið ein at
loysa meg av, so eg havi
eina lítla løtu, sigur hann og
fer stunandi undan mær inn
á kaffistovuna.
Ólavur Klakk er kendur
um alt landið, sum tann
skrálandi Ólavur Presley á
odda fyri sínum Dirty Rag
Rags, sum av og á framveg-
is trínur fram á onkran pall
og undirheldur. Men tað er
ikki tónleikur, vit skulu
práta um í dag.
Í dag eru tað júst 35 ár,
síðani hann byrjaði at ar-
beiða á Føroya Bjór.
– Ja, eg byrjaði sum frí-
tíðaravloysari tann 21. juni
1967, og her eri eg so fram-
vegis, staðfestir Ólavur utt-
an at nakað liggur aftan fyri
røddina, sum kundi týtt upp
á, at hann ikki er glaður og
errin av tí.
Hann greiðir frá, at tað
nógv er broytt, síðani hann
byrjaði. Ein tann størsta
broytingin er, at í dag er
ikki so nógv kropsligt ar-
beiði.
– Tá eg byrjaði, varð alt
gjørt við hond. Í dag stend-
ur man í staðin framman
fyri maskinur, sum gera ar-
beiðið fyri teg, og eygleiðir.
Tú verður móður á ein ann-
an hátt í dag, tí tað er stræv-
ið at standa og eygleiða ein
heilan dag. Men vit skiftast
um at standa hálvan tíma í
hvørjum stað, so tað ger, at
tað er til at halda út.
– Men eitt kann eg so for-
telja tær eisini. Fyrr byrj-
aðu vit at arbeiða klokkan
átta á morgni og arbeiddu
líka til klokkan seks á
kvøldi. Og tá var tað onki,
sum æt kaffipausur, nei!
sigur Ólavur og flennir.
Hann byrjaði, sum sagt, í
1967, men hann var eisini
frítíðaravloysari um summ-
arið í 1965. Tá hann var lið-
ugur í skúlanum, fór hann
at arbeiða á Dávavirkinum,
áðrenn hann byrjaði á Før-
oya Bjór.
– Eg havi eisini siglt,
men tað var í so stutta tíð,
at tað næstan ikki er vert at
nevna. Fiskimaður havi eg
ongantíð verið og fari
heldur ongantíð av verða
tað, heldur hann, og leggur
so stórflennandi afturat:
Ein ordans landkrabbi.
Hann greiðir frá, hvussu
nógv alt er broytt.
– Tak eitt nú etikett-
maskinuna. Tá eg stóð við
ta gomlu maskinuna, tá var
tað ein og ein fløska í senn,
og hon kláraði umleið
3.000 fløskur um tíman,
meðan
etikettmaskinan,
sum vit hava í dag, klárar
millum 10.000 og 12.000
fløskur um tíman.
Mína
fyrstu
tímaløn
gloymi eg ongantíð. Hon
var 3,33 krónur. Í dag er
tímalønin 106 krónur. So
tað er farin ein stór broyt-
ing fram øll árini.
Fyrr kókaðu vit eisini
glasfløskurnar, áðrenn eti-
kett varð koyrd uppá, men
tað verður slettis ikki gjørt í
dag. Tær verða bara koyrd-
ar beinleiðis uppá.
Róligari í dag
Ólavur hevur fingist við
nógv annað øll hesi árini.
Eitt var tónleikurin. Men
hann hevur eisini fingist
við sjónleik. Hann hevur
altíð leikað nógv í, og hann
hoyrist har hann er. Men
sjálvur heldur hann, at hann
er róligari í dag.
– Ólavur Presley er blivin
meiri róligur, síðani hann
hevur fingið konu, sigur
hann sjálvur, og flennir so
aftur í kíki. Hann er væl-
upplagdur hendan morgun-
in.
– Óansæð, hvat eg havi
fingist við, so havi eg altíð
verið kendur fyri mítt skrál-
arí, men nú er tað kanska
onkur annar, sum hevur tik-
ið yvir – í øllum førum her
á Føroya Bjór, sigur hann
við einum skeivum smíli.
Hann greiðir eisini frá, at
meðan kreppan herjaði
landið í nítiárunum, merkt-
ist hon sjálvsagt eisini á
Føroya Bjór.
– Tað var serliga í 1993,
at kreppan merktist. Tá
kundi vit liggja still ein
summardag, tað kemur ikki
fyri í dag. Vit hava altíð
meira enn nokk at gera á
bryggjarínum í dag.
Meðan vit sita og tosa
aftur og fram um kreppuna,
kemur hann at hugsa um
ein dag í 1993, tá tað so at
siga onki var at gera.
– Tað var so lítið at gera,
at eg var farin út at rudda
fjøruna og økið her rundan
um bryggjaríið. Hetta var
ein hósdag, og eg hevði
biðið frí dagin eftir, so eg
ruddaði og skimmaði alla-
staðni uttanfyri bryggjaríið.
Men har var ein togendi,
sum eg ikki fekk burtur, tí
hann var fløktur í øllum
steinunum, sum lógu har,
so eg gav upp. Síðani fór eg
inn á bryggjaríið og helt
fyri við ein av mínum
starvsfeløgum, at eg vónaði
ikki, at stjórin fór at bera
eyga við handan togendan.
So fór eg. Eg møtti stjór-
anum
beint
uttanfyri
bryggjaríið, og eg man hava
misskilt hann, men eg helt
so avgjørt, at hann segði
eitt hvørt um ein enda, so
eg legði oman aftur í fjør-
una at baksast við handan
togendan, mutlandi um, at
stjórin fær alt við.
Í meðan var stjórin farin
til starvsfelagan hjá mær, tí
hann skilti onki. Hann
segði, at hann hevði biðið
meg farið eftir nøkrum tog-
endum, sum skuldu brúkast
inni á bryggjarínum og eg
legði oman í fjøruna.
Samanumtikið
heldur
Ólavur, at Føroya Bjór er
eitt sera gott arbeiðspláss.
Hann sigur, at tað hava
sjálvandi verið dagar, har
hugurin ikki er av tí besta,
men tað er tað allastaðni,
heldur hann.
– Also, man gongur ikki
við einum sáligum smíli
hvønn dag, sigur Ólavur,
sum ongantíð hevur hugsað
um at siga upp.
– Øll árini hevur hetta
verið eitt arbeiðspláss í
menning. Sølan er økt alla
tíðina, og tað er altíð nokk
at gera, so tað er bara gott,
sigur hann, og leggur aftur-
at, at man keðir seg ongan-
tíð á Føroya Bjór.
Og tað siga starvsfelag-
arnir hjá Ólavi helst eisini.
Tí tað er torført at keða seg
í selskapi við hendan lív-
liga mannin, sum altíð veit
eina góða ella báðar tvær.
Men nú er tíðin við at
ganga undan, og hóast vit
uttan iva kundu sitið og
prátað longi afturat, so ber
tað ikki til.
Ólavur reistist og sigur:
Tú skrivar bara okkurt, eg
má aftur til arbeiðis.
Og so fer hann stunandi
við toruferð aftur til sítt
arbeiði.
35 ára starvsdagur:
Ólavur Klakk 35 ár á Føroya Bjór
Myndin er tikin í 1967 ella 1968. Her er Ólavur um átjan ára
aldur, og hann stendur við ta gomlu etikettmaskinuna
– Man keðir seg ongantíð á
Føroya Bjór. Her er altíð
nógv at gera, og tað er eitt
gott arbeiðspláss,
heldur Ólavur
C
M
Y
K
9
8