leygardagur 13. desember 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Christian Matras skipar heildarútgávu eftir Janus Djurhuus
frælsi
osíalur!
javnaður
brødralag
Nr. 86 — Leygardagin 13. december 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr.
Oljuprisurin farin 17% upp
sidan septembur — fer nú
nidur vid 4,5 oyrum
Oljuprísurin, sum hækkar ofta, er farin langt
upp síðan í summar. Í løtuni er hann 85 oyru
fyri liturin av brenniolju. Hvat er tað, sum
ávirkar henda prís? Tað er millum annað
sigur Hjarnar Djurhuus,
stjóri á Shell í Føroyum
dollarkursurin,
Ein fuglfirðingur ringdi til
okkara, tí hann var irriteraður
á altíð hækkandi oljuprísirnar.
Og fá kenna til orsøkirnar.
Hann nevndi fyri okkum, at
Hjarnar Djurhuus, stjóri á
Shell, í eini útvarpssamreðu
hevði sagt, at framleiðaralondini
høvdu sett prísin upp vid 10%,
og at hetta fór at ávirka okkum
um miðjan desembur.
Shell: tað er dollarin
Men maðurin sá, at prísurin fór
upp fleiri ferðir frá septembur og
til novembur, og ræddist fyri, at
vit kanska fóru at fáa hini 10%
sum jólagávu oman á alt hitt.
Er nakað á vási, sum
tú vilt hava í blødini,
so ring — vit eru til
reiðar. Telefon okk-
ara er 11820.
VE]
Hann ringdi ti ut å Shell, har
hann fekk at vita, at tad var
dollarkursurin, sum ávirkaði
hesar príshækkingar, sum vit nú
hava havt.
Hetta helt hann var ov
lættliga sloppið, og leitaði hann
tí sjálvur fram dollarkursin.
Hann sá tá, at dollarin var farin
niður í virði, og ikki upp.
Dollarkursurin var minkaður
síðan septembur til novembur.
Dollarin hækkaður í vár
Tað er rætt, at dollarin síðan
septembur er lækkaður. Men
stjórin á Shell segði, at dollarin
var farin upp í vár. Hann var
farin upp allar tríggjar mán-
aðarnar juli, august og septemb-
ur. Síðan er dollarin minkaður,
men nú er hann á veg uppaftur.
Hjarnar Djurhuus segði, at
tann hækkanin í dollaranum,
sum var í vár og í summar,
ávirkar ikki prísin beinanvegin,
men hækkanin kemur stigvis.
Tað er henda hækkan, ið vit
hava merkt. Og tann lækkingin í
dollaranum, sum var frá sep-
tembur og til miðan novembur,
kemur seinri at minka um prísin.
Fríi marknaðurin
í Rotterdam
Prisåsetingin av olju fer, sam-
bært Shellstjóran, Hjarnar
Djurhuus, fram soleiðis, at tað í
fyrstu atløgu er útseluprísurin
frá framleiðaralondunum, sum
er galdandi. Harnæst er tað
kostnaðurin av at reinsa oljuna,
og síðani tann prísurin, sum
verður fingin á sokalladu »friu
uppboðsseluni< í Rotterdam.
Ein partur av oljuni, sum
kemur í Havn í Rotterdam,
verður settur til uppboðsselu.
Hesin partur er umleið so stórur
Síða 5
Fall átta metrar og doyði
Vanlukka í Klaksvík kostaði bretskum trolara-
manni lívið
Ein vanlukka í Klaksvík kostaði
hósnáttina einum bretskum trol-
aramanni lívið.
Maðurin var mikudagin kom-
in komin í land av einum trolara
vegna sjúku og skuldi gista á
Klaksvíkar Sjúkahúsi, til trol-
arin kom aftur eftir honum.
Seint hósnáttina hoyrdist eitt
hvelt róp uttan fyri sjómans-
heimið, og tá farið varð at kanna
orsøkina, komu fólk fram á ein
deyðan mann liggjandi uttan-
fyri.
Fallið átta metrar
Politistoðin í Klaksvík sigur, at
bretski trolaramaðurin er fallin
átta metrar. Eitt vindeyga í
kamarinum, har maðurin gisti,
stóð upplatið, og ein rútur í
vindeyganum er brotin. Men tað
er ikki greitt, um maðurin er
dottin ella lopin út av vind-
eyganum. Politisteðin sigur, at
vanlukkan helst er hend um fýra
tíðina hósnáttina.
sum nýtslan hjá Danmark, ella
eini 3% av tí, sum kemur í
havn. Tað, sum verður boðið
upp á hesa olju, er avgerandi fyri
prísin á allari olju, sum seld
verður í Europa.
Kostar 4,5 oyra minni
frá hósdegnum
Hesar samreður hevdu vit við
Shellstjóran fyri einum tveimum
vikum síðan, og hósdagin segði
Shellstjórin okkum, at prísurin
fór niður við 4,5 oyrum. Hann
sigur, at hetta kemur lutvís av,
at dollarkursurin er fallin, sum
viðkomandi fuglfirðingur jú
segði, og lutvís av tí, at prísfall
hevur verið á marknaðinum í
Rotterdam. Hetta prísfall
stendst av, at tað hevur verið
rættiliga heitt um alt Europa, og
at nýtslan tí er minkað. Tað eru
altso dollarfall og yvirfram-
leiðsla.
Spurdur um ta hækkan upp á
10%, sum hann lovaði okkum i
útvarpssamreðuni í summar,
segði Hjarnar Djurhuus, at
møguleikar eru fyri, at henda
hækking verður burtur. Hetta
stendst av, at príslækkingin
beint nú hevur verið so mikið
stór. Hann kundi tó einki siga
við vissu.
Olja fyri 60 oyru
í Hetlandi
— Vit hevdu eisini frætt, at olja
var seld í Hetlandi fyri 60 oyru
fyri liturin, meðan hann her
hevur kostað 85 oyru.
— Tað er rætt, at oljan har
hevur verið seld so biliga, men
vit vita eisini, at oljan er farin
upp í Hetlandi. Hon fór upp 2.
desembur við 16 oyru fyri
liturin.
Tann oljan, sum hevur verið
seld fyri 60 oyru, er einahelst
ikki roknað til útlendingar, um
tað er so, at teir selja olju við
prístilskoti. Hetta plagar tá bert
at vera galdandi fyri tey, ið
hoyra heima í viðkomandi landi.
Annars er tað vanligt í fleiri
londum, at olja verður seld til
skip fyri lágan prís, og at teir so
leggja tilsvarandi prís upp á
okkurt annað, so sum bensin ella
fuel-olju. Tað kann vera eitt
slíkt fyribrigdi, sum er í
Hetlandi, sigur stjórin á Shell,
Hjarnar Djurhuus, í samreðu
við SOSIALIN.
I mmm
HAF stórri verkfallsgrunn ?
Á arbeiðspláss í Haun er komin ein flogseðil,
undirritaður av tveimum monnum,
sum
halda tað vera neyðugt, at Havnar Arbeiðs-
mannafelag styrkir um verkfallsgrunnin. I
flogseðlinum stendur m. a.
Í sambandi við lønarsamråding-
arnar í vár varð týðuliga
avdúkað fyri arbeiðsmanninum,
hvussu nógv hann er afturúr-
sigldur.
Tá kom fram, at um arbeiðs-
maðurin í ár skal hava sama part
av tjóðarúrtokuni, sum hann
fekk i 1962, má timalønin vera
umleið 28 krónur (við fritidar-
løn).
Tad vil siga, at vit i år ikki fåa
3 av ti luti, ið
Hin parturin
meir enn góðar 2
var okkara í 1962
er komin kapitalistunum aftan
fyri bankarnar og aðrar stórfyri-
tekur til góðar. Men virðini eru
har, tey fara bert í skeivar
lummar
Herav skilst, at rúm er fyri
einum stórum lenarkravi; sam-
felagið er ført fyri at figgja
einum munandi lønarvøkstri hjá
arbeiðsmonnum.
Eitt annað dømi,
hevur verið á, er, at fyri at
kunna uppihalda einum miðal
húski, tvs. pristalsfamiliuni, við
sum víst
einari arbeiðsviku upp á 421 2
tima, må timalønin vera minst
29 kr.
Harvið er tað í tølum prógvað,
sum einhver uppihaldari — og
kanska eisini ein ungur, ið er
farin undir egin hús — so
beiskliga kennir til, at arbeiðs-
lønin yvirhøvur ikki svarar til
livikostnaðin.
Framhald á síðu 8