mikudagur 17. desember 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 87 — 17. december 1975
sosialurin
Síða 3
Karamellupappir og Listaverk
At list er ein seluvera, júst sum
marsipan er tað, vilja summi
ikki viðurkenna. List er vorðin
ein søluvørda fyri langari tid
síðan. Tað skilst beinanvegin, at
list, sum verður framleidd til
sýnis og solu, kann aldri
mennast. Og menning listarinn-
ar er eisini mest framd av
teimum, sum hava megnað at
framleitt list sína, ótarnaða av
selumynstri.
Men at frigera listina frá sølu-
netinum verður alt truplari, tí
vit vera jú ald upp at vera antin
seljarar ella keyparar. Hví skal
so listin gerast eitt undantak.
Talan um listina leysa av sam-
felagsumstødunum er tungutala,
ella at stinga høvdid niður i eina
tunnu.
Ti skalt tú ikki verða skak-
aður, um tú fert oman á lista-
framsýningina hjá Volker
Immanuel Behrens og keypir
eina »atgonguskrå«, sum sam-
stundis er ein lutaseðil til ein
spennandi vinning. ȁtgongu-
lutasedlamyndaskråin« kostar
einans 5 krónur og er gáttin inn
til listina.
Pad, sum listaframsýningin
fram um alt annað er merkt av,
er av einum sermerktum hátti til
litsamansetingar. Har eru fram
móti 80 málningum, sum allir
eru sera litfagrir og heldur óvan-
ligir í litsamanseting. Litsaman-
setingin er framúr sermerkt, so
at tú heldur, at listamálarin er
ein sermerkt menniskja. Ja, so-
leiðis er lívið. Summi sermerkt
vera politikkarar, onnur lista-
málarar, meðan onnur fara á
sjúkrahús fyri sermerki.
„Atgongulutaseðlamynda-
skråin« er orðað á trimum
málum, og tú finnur málningar,
sum eru heilt innan úr Asia.
Soleiðis kennist at framsýnarin
er kosmopolittur, ella alheims-
menniskja. Vansur ella ikki —
hetta gevur honum trupulleikar
at fáa okkum í talu. Hann kann
ikki mála tað og á tann hátt,
sum vit vildu havt gjørt. Hann
hevur ikki botn í okkara mentan
og uppruna. Hann skilir seg
langt úr skaranum av listafólki í
Foroyum.
Myndirnar eru abstraktar, og
soleiðis aftur eitt fet burtur frá
okkum gotumenniskjum. Men
navnfræm listafólk vilja vera
við, at abstrakta listin eisini
talar til fólk, so eg skal vera
varin við at siga nakað móti tí.
Men kanska tað er so. Litfogur
sjokolåtapappir og karamell-
pappir, grønar sotavatnsfløskur
og túsundlittir sleikipinnar tala
eisini til folk — kanska serliga til
børn. Og sig mær so, hvar ið
markið er millum søluteknikk og
list, millum keypsstevnur og
listaframsýningar, millum keyp-
arar og áskoðarar.
Nú skilst tað kanska so, at
Volker Immanuel stendur einsa-
mallur fyri skotum, men so er
ikki. Vit eiga fleiri foroyingar av
sama slag, sum lættari kunnu
fjala søluætlan sina, tí litir og
samanseting teirra tala til okk-
ara á ein og annan hátt. Ti rokni
eg við, at foroyskt framleitt
karamellpappir hevði verið ann-
arleiðis litt enn týskt. Men tað,
ið bjargar málningum teirra
abstraktu at vera mistikið fyri
karamellpappir, eru nummørini
og nøvnini til målningarnar.
Men alt hetta, sum oman fyri
er skrivað, er gjørt uttan at ivast
í evnum Volker Immanuels at
gera strikur og seta saman litir.
Men sum áður sagt, sermerkt
fólk kunnu fáa ymsar lagnur
Í áður umtalaðu skrá stendur
at lesa eitt umsett brot, sum ein
listamaður einaferð hevur skriv-
að.
Har stendur, at tað er
náttúran í listamanninum, sum
skapar verk hansara. Og sagt
verður, at tað er sama »duldar-
fulla megin, ið tilevnadi frum-
tíðarinnar margháttliga djóra-
meingi og í stóra dýpinum
havsins hulisliga heilaspuna«.
Men latið okkum takka skapar-
anum, at hann ikki var eins
abstraktur og nútímans lista-
fólk.
HO
Kenna ikki Turkaland frå Føroyum
Ein maður kom at visa okkum
eitt bræv, hann hevði fingið í
postbox sína. Postboxin hjá
honum hevði nummar 56 og var
tað einasta tilknýti, hann hevði
til brævið. Men tað eru nógvar
postboxir í heiminum, sum hava
nummar 56 ein er í Havn, og
ein er m. a. í Ístanbul. Brævið
hoyrdi heima í ti seinru.
Brævið var sent til:
MESSRS.'E.Z.
P.O. BOX 56, TOPHANE
ISTANBUL, TURKEY
Brævid hevdi henda avsendara:
Sam Sung Watch MFG,
Co., Ltd.
Central P.O. Box no. 2596
Seoul, Korea
Madurin i Havn, sum hevdi
fingid hetta bræv i postbox sina,
gjørdi ikki vandari, enn at hann
læt bjålvan upp, og stappadi
brævid i nyggjan bjålva, setti
føroyskt frimerki å og sendi tad
avstad.
Hvat man nu
Istanbul fara at siga, tå hann
sær eitt bræv ur Korea, sum er
sent og stemplad i Føroyum.
maðurin i
Montørur
Dugnaligur og royndur maður søkist til centralmontasju
sum skjótast.
Skrivlig umsókn verður at senda til Telefonverk Før-
oya Legtings, postbox 27, 3800 Tórshavn, áðrenn 23.
des. 1975.
Len sam. sáttmála.
TELEFONVERKIÐ
stubbar uttaneftir
Reagan
framman fyri Ford
Fyrrverandi guvernerur í
Calefornia Ronald Reagan er
fyri fyrstu ferð framman fyri
Ford forseta í eini veljara-
kanning, sum var um hvat
forsetavalevni, ið republik-
anskir og óheftir veljarar
vilja hava. Ein veljarakann-
ing í New York Times visir,
at 40% av republikansku
veljarunum vilja hava Reag-
an móti 32%, ið velja Ford
forseta. 27% av óheftu velj-
arunum valdu fyrrverandi
filmstjørnuna Reagan, meðan
bert 25% vildu hava núver-
andi forsetan.
Semjast um
náttúrugass
Bretska og norska stjórnin
samdust um at býta náttúru-
gassið í Frigg-okinum í Norð-
sjónum, eystan fyri Shet-
landsoyggjarnar, segði bret-
ski orkumálaráðharrin Tony
Benn hósdagin.
Átta miljónir á val
í Australia
Tveir mánaða politisk og
samfelagsskipanarlig kreppa
í Australia var í hæddini
leygardagin, tá landsins átta
miljónir veljarar fóru á val til
at velja nýtt ting bæði
umboðsmannating og senat
Valið verður hildið at vera
mest avgerandi valið í 75 ára
søgu Australia sum sjálv-
stødugur statur
Leiðarin av
sponsku
3000 kilometra
koyrivegur lidugur
Byggingin av 3000 kilometra
longum koyriveg, sum skal
binda saman Skandinavia og
Sicilia, var lidug friggjadag-
in, tå vesturtyski samferåslu-
målarådharrin Kurt Ge-
scheidle opnaði síðsta teinin
uttan fyri Miønchen. Hesin
vegur uttan fyri Miinchen fer
at avloysa ein krókutan veg
inni í býnum. Vegateinurin,
sum er 31 kilometrar
kostað 440 milljónir markar
(ein milliard krónur), og
arbeitt er við hann í 3 ár og 6
hevur
mánaðar
Vón um enda á
læknaverkfalli
Bretski heilsumálaráðharrin
Barbara Castle, og umboðs-
menn fyri yngru sjúkrahús
læknarnar komu fríggjadagin
til eina semju, sum kann enda
fleiri viku gamla læknaverk-
fallið, sum næstan fullkomu-
liga hevur lamt sjúkrahús
skipanina í Bretlandi
Góðtaka læknarnir
una, kann arbeiðið á sjúkra
sem)
húsunum takast uppaftur
hósdagin
Sovjettiskur
livfrødingur fongsl-
aður og útvístur
Sovjettiski livfrødingurin
Sergej Kovaljov, sum var
limur í bólki Amnesty Inter-
nationals í Moskva, varð
friggjadagin domdur sjey ára
fongsul og trý ára utvising
fyri søvjettfiggindaligt virk-
semi, siga vinir hansara í eini
telefonsamrødu frá litauiska
høvudsstadånum Vilnius
Eitt av teimum fimm
ákærupunktunum var um
sovjettfiggindaliga agitatión
og propaganda. 43 ára gamli
Sergej Kovaljov hevur arbeitt
við einum ólógligum tíðarriti
sum nevnist >Kronikkur un
aktuellar hendingar«
arbeidararørsluni,
Marcelino Camacho, varð fríggjadagin latin
leysur. Camacho varð latin leysur sum fylgja
av kongaligum amnestii. Tað var leiðarin av
dómstólinum fyri almennum friði, sum gav
boð um leyslatingina fríggjadagin. Camacho
verður hildin at vera kommunistur.