Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-12-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S íða 2 - - sosialurin telt, 11820 giro 6282/20 box 76. 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting Hin størsta gledin VIT MENNISKJU, sum so ofta eru nøgd vid tær småu gledirnar, livid gevur okkum, og sum halda, at vit vinna t. d. stóran pening í onkrum happadrátti, so eiga vit ta fullu gleðina, hava vit ikki fyri neyðini at minna hver annan á ferð eftir ferð, at hina stóru gleðina í lívinum finna vit ikki, fyrr enn lív okkara er broytt fyri frá at tæna okkum sjálvum til at tæna Gudi og næsta okkara. JÓLABOÐSKAPURIN sigur frá menniskjum, sum í myrkrinum funnu ta sterstu gleðina. Tað var myrk nátt í fjósinum og úti á markini hjá hirðunum, ja, út yvir allan heimin. Hví kundi hetta ikki henda á ljósum degi, so fleiri kundu síggja tað? Men her er eingin samanbering megulig. Í djúpasta myrkri skein stersta ljósið, og myrkrið fekk ikki vald á tí. HENDA HENDING varð ein vend — eitt um- skifti í tíðini, ja fyri allar tíðir. Hann var eisini vendin í mongum mannalívi, til tess kom hann inn í heimin. , NÚ FARA VIT so aftur at halda jól, hver i sínum lagi. Summi við gleði, onnur við sorg og uppaftur onnur við ótta. Tað kann jú vera nógv broytt síðani seinastu jól. Men undir hverjum viðurskiftum, tú enn heldur jól, so kanst tú fáa størstu gleðina í lut. Hin stersta gleðin verður givin sum gáva til oll, sum lata upp hjartað fyri henni, óheft sum hon er av okkara mennsikj- ansligu viðurskiftum. Plantuliting eftir Katrinu á Trøllanesi er góð jólagáva. Kostn. 40 kr. FØROYSKT HEIMAVIRKI Keypið í HEIMAVIRKINUM Heimavirkið hevur sera fjølbroytt úrval av hondgjørdum lutum. FØROYSKT HEIMAVIRKI Føroysk bindingarmynstur Bindibókin er góð jólagáva. Heft. 28 kr. Innb. 42. kr. FØROYSKT HEIMAVIRKI dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Kjart- an Mørkøre i Havnar kirkju, Eivind Vilhelm i Vesturkirkj- uni, altargangur, H. J. Joen- sen i Hesti, J. Follend i Rituvik, altargangur, K. O. Viderø i Hvalba, har savnad verdur inn til frama fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar, P. M. Rasmussen við Norð- skála, J. Magnussen í Klaks- vík kl. 11 og kl. 20.30 jóla- konsert, S. J. Joensen í Árnafirði kl. 12 við altar- gangi, J. Weihe í Porkeri kl. 12 og í Hovi kl. 18, Martin R. Jacobsen á Leiti kl. 12 og í Sumba kl. 18. Adventista- samkoman Í dag kl. 9.30 verður bíbliu- gransking, síðani ungdóms- gudstænasta (í skúlanum við Hoyvikstjørn). Sunnudagin kl. 11 verður sunnudagsskúli. Brúdleyp Í dag giftast í Nes kirkju Olga Jóhanna Hansen, Nes, og Torfríður Vang Magnus- sen, Glyvrar. Adr.: Salt- Í dag giftast á Tveroyri Poula Holm og Símun Niel- sen, bæði av Tveroyri. Í dag giftast í Tveroyrar kirkju Solbjørg Vang og Hartley Hofgaard, maskin- meistari, bæði av Tvøroyri. Í dag giftast í Vestmanna kirkju Randi Vang, pleyirska, Froðba, og Åsbjørn Olsen, Vestmanna. I dag giftast i Keypmanna- havn Katrin Zachariassen, av Sandi, og Andreas Petersen, Klaksvik. Adr.: Dronnings- gade 47, lejl. 45, 1418 Køben- havn K. I dag giftast i Keypmanna- havn Såra Inger Isaksen, Klaksvik, og Pål Weihe, ur Sørvågi. Adr.: Dronnings- gade 43, lejl. 84, 1418 Køben- Nr. 88 — 20. december 1975 I ene på ? jól og ed cydnurdkt nýgggár- Bryggjað eftir gomlum uppskriftum, av besta tilfari. Vilja tygum hava gott jólagl, biðið um FØROYA BJØR FÓLKABÚÐIN SOSIALISTISKUR PLÁTU- OG BÓKHANDIL hevur upp undir leygardagin 20/12 kl. 9.00—20.00 sunnudagin 21/12 kl. 16.00—20.00 mánadagin 22/12 kl. 16.00—20.00 týsdagin 23/12 kl. 16.00—20.00 leygardagin 27/12 kl. 9.00—14.00 mánadagin 29/12 kl. 16.00—17.30 týsdagin 30/12 kl. 16.00—17.30 og eftir jól Frá 2/1—1976 er opið .. hvønn friggjadag kl. 16.00—19.00 og hvønn leygardag kl. 9.00—14.00 Bøkur — Blød — Plátur — Plakatir — Merki Skrivið eftir príslista okkara. Fólkabúðin heldur til í Skrivarastovu, beint yvirav spæliplássinum á Reyni. Postadressa: Gongin 28 (inngongd í Reynagetu), 3800 Tórshavn.