Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-12-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin brúkarateigurin Tú skalt hava tað, tú rindar fyri og ikki rinda meira enn tú skalt er fyrsta brúkaraboðið. Og tú hevur rætt til at angra eitt verukeyp í mongum førum. Í flestu húsarhaldunum er mesta pengabrúkið ein ein- stakan mánað í jólamánað- inum. Ti ræður um at keypa við skili — annaðhvert tað er matvera, klæði, gáva ella annað, ið keypast skal. Tilboðini eru mong og lokkandi, fyri ikki at tala um allar vinningarnar, tú kanst fáa. Men kanna kortini fyrst dygd, pris og treytir — ti »vinningarnir« eru mangan småbyttir. I seinasta enda eru tað eisini brúkararnir, sum gjalda vinningarnar — við hægri prisum. Dugur má vera í. Eisini í einari jólagávu. Spel og leiku eru rættiliga dýr yvirhevur og dygdin misjøvn. Kravt má vera, at leiku tola nógv av. Verið serliga varin við leiku til børn, sum koyra alt í munnin. Tey mugu ikki kunna svelgja tað ella partar av tí. Træleiku roynast ofta væl, men summir byggi- kubbar t. d. eru stundum smurdir við máling, sum kann vera eitrandi, fær barnið hana niður í seg. Teimum smáu dámar annars eins væl ómálaðar trækubbar at spæla við. Mangan er trongligt . í krambúðunum hesa tíðina. Tú skalt kvika tær og fært ikki umrátt teg nóg væl, tá tú keypir. Heimkomin sært tú, at tað var ikki tað, tú ætlaði at keypa; veran er ikki nóg góð ella hóskar als ikki til Oivad var betri at dripið við bispinum fyrst, nú gerst hann vánaligur, meðan svarti riddarin fær stóra ávirkan á leikgongdina. 22. — Fa7 23. Bb3 Fd4 24. Rfe2 Rc7 25. h3 Eg var meira bangin fyri g4! Álopið kann enn gerast sterkt hjå hvitum. 25. — Rfc8 26. Kh2? Tiðspilla og vånaligt. 26. — h6 27. gá Rih7 Svartur hevur fingid tamar- hald å avgerandi svørtum puntum, soleiðis at hann hevur ikki bert stødgad hvíta »ålopinum«, men nú hevur fingið tann aktiva lutin í talvinum. 28. Re4 Fb6 29. Fe2 Bh4 30. Rfl Rif6 Riddarin er betri enn tann góði svarti bispurin, hann má ikki býtast av á 84, og tað, tú ætlaði. Stutt sagt: tú angrar keypið. Í flestu forum hevur tú rætt til at angra keypið og bera veruna aftur. Summar krambúðir eru trek- ar til at viðurkenna henda rætt brúkarans. Tí er altíð best at vissa seg um hetta, áðrenn goldið verður. Flestu krambúðirnar taka veruna aftur, men einstakar teirra sýta fyri at flýggja tær goldna peningin aftur. Um tú ikki ætlar tær at keypa annað í staðin í somu krambúð beinan vegin, so skalt tú sjálvsagt hava peningin aft- ur. Hesin rættur brúkarans er eisini galdandi, tá talan er um klædnapløgg, har feilurin t. d. ikki sæst fyrr enn tað hevur verið vaskað. Ella vaskimaskinur, plátuspælar- ar, rakimaskinur og onnur tól, sum ikki vísa seg at svara til tað, brúkarin hevur fingið upplýst og sum hann við rímiligheit hevði væntað sær. Í vónini um at miskeypini verða færri, ynskir Brúkara- felagið limum og brúkarum annars eini gleðilig jól. Felag- ið er so smátt komið í gongd við ymsum málum, men treingir til stuðul frá ellum brúkarum. Styðið arbeiði okkara. Skrivið til Brúkara- felagið, Tórshavn ella ringið 12665. Limagjaldið er 30 kr. hálvárið. Roynt verður at hava al- mennan fund í Havn i januarmánað um brúkara- mál. Brúkarafelagið hvítur má ikki fáa hevi til at spæla f6 enn. 31. Re3 Fc5 32. Rd3 Fb5 33. Fdl Rie4 34. Rdf3 Ric5 Desperation, Bd2 var betri, men talvid spælir seg sjålvt aftan å t. d. Rixb3, 36: cxb3, Rc2! 35. — 36. BxH6 37. Kgl 38. fxg7 Rixf3 + 39. Fxf3 R8c7 40. Be3 Fe2 41. Fxe2 Rxe2 Hvítur leikti nakrar leikir enn, áðrenn hann legði kong- in. Rixb3 Rxc2 4 Rid4 viðm. A.Z. Nr. 88 — 20. december 1975 panelið »Hugurin« girdur i brøkur Fólk tosa um lítið annað enn ringar tíðir í dag og hvussu lítið virði, peningur hevur. Hesi somu halda úrtekurnar vera ov lágar og at tær tí eiga at fara munandi upp. Um nú hetta er rætta loysnin fyri at bøta upp á figgjarstøduna sum heild, eru tað helst fá, ið geva sær stór- vegis far um. Imedan hava so onnur lond sett lønarstedg í verk. Um hetta er frægasta loysnin, er ilt at siga enn. Men flest øll vita, at í somu lotu årtøkurnar fara upp, so fara veruprísirnir eisini. Og um urtøkan skal upp ella ikki, avger ein prístalsskipan, ið er so lagað, at nýggir og gamlir prísir á nøkrum fáum husarhaldsvørum verða bornir saman, og eftir hesi lítlu heildarmeting verður so prístalið sett. Av hesum sæst væl, hvussu lítið krevur til fyri at fáa eina skeiva mynd av, hvat uppihaldið í veruleikanum kost- ar. Munurin millum keypiorku og urtøku kemur tí av somu orsøk heldur at dragna sundur enn at kreppa seg saman. Og fyri bert at nema við eitt dømi av mongum, so er vert at nevna húsabygging, ið er dýrkað við risalopum, einans ti at timalønin hjá verkamonnum og handverk- arum er farin nøkur fá fet upp. Og tá er einki vunnið. Eitt annað, ið fólk tosa heldur minni um, er íbúðarspurning- urin. Men sum tíðirnar eru í lotuni, er helst lítið at siga til, at so er. Kortini mugu fólk harmast um tey trongu kor, hesin spurn- ingur annar hevur fingið at virka undir. Ti neyvan fæst eitt grundøki — svarandi til meðal — niðan fyri 100.000 kr. Hesa upphædd av peningi er eingin vanligur maður førur fyri at lata. Umframt er sera torført at fáa grundøki á hóskandi lendi, um peningur er tekur. Striltið hevur eisini gingist við at fáa byggi- heimild. Ringt er annars at útvega sær hóskandi lán, fyri ikki at siga vónleyst. Fæst so umsidir eitt lán, er rentan ikki tespilig at hava við at gera. Tí er lætt at skilja, hví fólkið fellur í fátt, sum var >hugurin gyrdur í brøkur«, tá húsabygging verður borið upp á mál! Tá hesin spurningur verður drigin so harðliga fram, kemst tað av tí, at hann neyvan áður hevur leikað harðari á enn beint nú, ella hver spurningur liggur nærri vinnulivinum enn hesin? Eingin! Og hvussu mangan gremja folk seg ikki um tann vaksandi kriminalitetin, sum framdur verður av teimum ungu í dag! Kann hetta einki hava við hvert annað at gera? Ella er skeivt at halda eitt ávist >lut- fall vera millum >ibúðarpolitikk og kriminalitet«! Ti varð ikki ov nógv avgjørt, um fólkið kravdi av politikkarunum, at hesir settu seg gjøllari inn í hendan spurning. Ti bæði eftir hvat ið sæst og frættist, so eru mong álítandi demi uppá, hvussu trongliga fleiri familjur við nógvum bernum búgva. Og avleiðingarnar eru, at bernini verða illa rekt. Ti mangan noyðast eisini mammurnar at leita sær út í vinnu, fyri at fáa endarnar at rokka saman í hús- Jákup Johannes Joensen arhaldinum, orsakað av at leigan er so stór. Imedan sita so børn- ini, sum verða andað av onkrum ødrum enn foreldrunum, kyk av spenningi og bíða eftir teimum og vænta sær kanska bæði at sleppa at spæla saman við mammu og pápa ella at fáa søgur. Men gakk! Tá foreldrini koma um kveldið eru tey so útkoyrd, at bert eitt melur í heysinum á teimum, og tað er at rinda meðina av sær og seta seg tí niður við einum flógvum munni, meðan lisið verður ella lurtað eftir útvarpi. Sostatt krevst ein kvirr leta, áðrenn farið verður til songar. Og tá íbúðin er tronglig, so halda helst øll til í sama rúmi, tí hava bernini lítið annað at gera enn at tiga og vera friðarlig. Annars er fleingjan elia seingin í vænti. Sum børnini nå vaksa upp å henda hått, so missa tey meir og minni tokkan til foreldrini. Ty fyri teimum tykist tad, sum foreldrini leggja einki i, uttan veruliga at skilja, hvi stødan nu einaferð er, sum hon er. Av hesum missa børnini eisini so spakuliga ålitid å foreldrunum. Tá børnini so einaferð gerast hálvvaksin og eldri, kemur tíðum ein trongd á tey at hevda seg á ein ella annan hátt, sum tíverri mangan bendir á tann bógvin at hevna seg inn á eitt og annað. Og gongur hetta ikki út yvir teirra egnu familju, so verða onnur í samfelagnum fyri skot- um, og tá kann hetta mangan gerast kriminelt. Soleiðis kann úrslitið gerast, kemur arbeiðið fram um børnini. Og av tí at foreldrini hildu seg kjúkla bernini nóg mikið í upp- vekstrinum, so hevdu tey ongan illgruna um, at bernini vóru misnegd við einsomu tilveruna. Nú má gerast eitt lítið glopp í, áðrenn farið verður víðari við tosinum. Tí hverja ásjón, ið hver einstakur enn hevur í hesum máli, so er umráðandi at hava so fjølbroyttan og vitt- fevnandi sjónarring sum gjør- ligt. Og meðan hugsað verður, er skilagott um vit drála ella pjakast eitt sindur við at taka steðu til, hvat ið hevur stersta týdning í málinum, og hverji tiltøk kunnu setast í verk. Eg fari at nema við nøkur mål og nevna hesi demi: skattur, leigugjald, samfelagsstuðul, samfelagskappingarhugur = og samfelagssjónarmiðið. Skattur er eitt orð, sum verður illa dámt av flestum, tá skattalistin liggur alment frammi. Ikki er tað so legið heldur, tí meðan summi koma væl burtur úr hesum, so eru tað onnur, ið als ongan glotta síggja sær at koma uppaftur á føtur, tá teirra skattur í mun til inn- tøkuna er væl hægri í prosenttali enn hjá eðrum. Sostatt missa hesi hugin til at arbeiða ella kappingarhugin í samfelagnum. Hetta er sera harmiligt. Og ikki ger tað lagið betri at fáa at vita, at nógv av hesum eru láglent frammanundan, og at hini, ið at kalla sleppa undan skatti, eru múgvanid og annars væl fyri. Her skal kortini viðmerkjast, at um tey múgvandi koma sær undan skatti, so kemst hetta ikki av tí, at hesi svíkja friðin við vilja, men heldur ti, at lógin er so býttisliga orðað. Soleiðis at skilja, at skattalógin hevur nakrar smogur, sum hesi smoyggja seg igjøgnum so títt og knapt hevið býðst. Hvat bagir so, kann verða spurt. Jú, sannleikin er tann, at tey, sum eru dúglig og tí avrika nógv, eiga at fáa væl av peningi sum rímiligt er. Hetta er minsta krav teirra! Men her er tað, at eitt brek smýgur seg inn í sam- felagið. Tí hóast hesi somu hava krav uppá og eisini áttu at havt sterri vald á síni hart vunnu peninganøgd, so fer skattavladið við allar nogdini sum tjóvur á nátt, um hesi ikki bienanvegin fáa sær hendur á einum skuldar- skjali. Her kann sleppast undir »pappirsskuld«. Ein frådråttar- regla, sum heimilar teimum at meta um, hvussu nógvar út- reiðslur verða, og ein tilik meting krevur tí at reiggja millum lítið og nógv. Sostatt krevst einki beinleiðis prógv fyri hesum frådråtti, og ti er lætt at skilja, hví ein ójavni sleppur at valda innan skattalógina. Ikki ger tað støduna betri, at løgtingsmenn ganga á odda við bert at rinda helvtina av teirra løn í skatt. Teir eiga at gjalda skatt av allari lønini. Og hini dúgligu, sum arbeiða fyri sam- felagið, skulud í staðin fyri at I