Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-12-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 88 — 20. december 1975 —A missa allan peningin í skatti, fingið vissu fyri, at tey undir ongum umsteðum koma undir eina sterri skattabyrðu. Ikki hevði tað verið av leið, um skattalógin varð broytt so, at øll vórðu skattað av brutto- inntøkuni, hvussu lítil hon enn var. Minstamark skuldi heldur ongantíð farið niður um 15 pst. Síðani átti sama skipan at verið sett í verk, sum er galdandi, tá eykamenn koma inn á ting. Tí við teirri lutfalsskipan hevði helst verið javnari býtt við skatti. Her er vert at skoyta uppí, at pensjonistar, avlamisfólk og onnur, ið fáa pening frá tí al- menna, skuldu ongan skatt fingið. Ella skuldi skatturin verið tikin burturav, áðrenn peningurin varð flýggjaður teimum. Tí eitt er, at líkningar- valdið kundi spart pening, men heldur meiri verður hugsað um, hvussu henda len er, so torfort er at bera nakað aftur, og ger hetta, at mong teirra, sum fáa hesar lítlu semdir, ganga meiri og minni nívd, tí tey ansa ikki nóg væl eftir teimum fáum oyrum, tey fáa, og tá skatturin kemur út, er ov lítið til, og kemur hetta tí at ganga út yvir heilsu teirra. Leigugjald er eins illa dámt sum orðið skattur. Ti mong ung hjún við børnum leiga íbúðir i dag, av tí at hesi eiga ikki pening niðurfyri og koma tíans- heldur nakrantid at gera tað — uttan so, at tey vinna í onkrum happadrátti — so tey kundu sett fotur undir egið borð. Tá hesi somu umframt skatt gjalda so nógv í leigu, verður einki til avlops. Og demi eru um, at ein meðalfamilja við trimum bern- um noyðist at lata 8.000 kr. fyri leigu, hita, ljós, skatt og sjúkra- kassalimagjald, áðrenn hon fær loyvi til at koyra bitan í munnin og klæða sín nakna kropp. Hetta kann ikki vera rætt. Á henda hátt kann sigast, at vit hava trælahald i Føroyum. Hví eru veruliga einki eftirlit vid husa- leigugjaldi? Er tad kanska rætt, t tey fåu, sum hava råd at byggja, skulu kunna leiga ut, fyri at fåa leigaran at gjalda fyri rentur og avdråttir, sum kunnu koma upp å umleid 2.000 kr. fyri vanlig hús, meðan eigarin sjålv- ur býr hjá foreldrunum fyri lítið og einki. Og mangan eru íbúð- irnar í sera vánaligum standi. Nei, rættari var, um ognar- maðurin av húsunum sínum sjálvur luttók í gjaldinum av húsinum, so leigarin í mesta lagi læt 40 prosent av ti samlaða gjaldinum fyri rentur og av- dráttir. Eisini skuldi hægsta leigugjald verið avmarkað til 800 kr. um mánaðin við teimum treytum, at henda íbúð kundi hýst eini meðal familju. Her verður roknað við, at íbúðin má vera utgjørd við í minsta lagi fýra ella fimm kømurum. Samfelagsstuðul er nakað, ið er neyðugt til tíðir. Og sum er til gagns, tá hetta verður skipað á rættan hátt. Men tíverri hendir tað, at henda meginregla verður gjørd til skammar við tað, at stuðul verður latin til tiltøk uttan endamál, og borgarar fáa hann til spæls. Tá er skeivt borið at. sosialurin Síða 5 Tað er fyrst av ollum tey, sum eru fyri harðari lagnu, ið egia at fáa henda stuðul. Vit kunnu nevna sjúk og gomul og brekað. Síðani eigur stuðul at verða latin til undangongumenn við áræði fyri at eggja teimum á glið við munagóðum tiltøkum bæði sám- felagnum og teimum sjálvum til frama. Og tá hesir eru komnir í gongd, skal ikki meiri veitast teimum uttan so, at teir eru komnir í eina torføra steðu. Soleiðis at skilja, at hava hesir fingið høvdid fyri seg, so mugu teir innsiggja, at rættast er at leggja inn undir seg í góðum tíðum, fyri at hava okkurt at taka til í niðurgangstíðum. Samfelagskappingarhug hava vit at kalla ikki longur í Føroyum. Hugsa vit okkum um og bera saman við tíðina hjá foreldrunum. Eisini er vert at minnast afturá okkara barnaár, tá vit kappaðust við okkara javnaldrar í ollum, fyri at gerast bestir. Ti tykist tað, sum øll er fallin í fátt av tveimum hevuðs- orsekum. Onnur er tann, at alt er so dýrt, at vit ikki seta okkum fori fyri at vinna á mál og tí bara pakka saman, áðrenn skjetil er settur á. Seinna orsekin, sum er tann verra, er at vit líta á, at landið letur stuðul, sum tað eisini ger í mongum førum. Tað Borðreiðið við dygdarvørum frå ger, at vit liggja å teirri løtu siduni og slåa alt upp i glens. Slíkt gongur ikki i longdini. Fólk mugu fáa stuðul til endamál sum húsabygging og ikki stuðul, tá hannbert verður brúktur til spæls. Samfelagssjónarmiðið er, havi eg ikki misskilt tað, samarbeiði millum borgarar í einum landi. Tað vil siga, at allir hava ábyrgd í landinum og tí eisini skyldu til at bera eina so stóra byrði, sum teir kunnu bera. Og vil eg eftir mínum meti valla halda, at Feroyar er eitt samfelag eftir tí, sum eg havi nevnt frammanfyri. Áðrenn eg gevist skal eg koma við aðalhugsan míni við hesi MIS: ORSHAVNS køen tælkeforsyning ;rinetabrik grein. Hon er, at nakad må gerast av ti, eg havi nevnt. Og síðani eitt krav afturat. Tað er, at oll fólk — fyrst og fremst hjún — mugu fáa eitt meðal grundøki upp á 500 m?' fyri hægst 15.000 kr. Her hugsi eg, at hver einstøk kommuna hevur sína uppgávu at dragast við. Men treytin er, at eki verður latið til sethús og bert eitt í part, so vit sleppa undan allari spekulatión. Tástani hevði staðið betur til, so fólk fingu treysti og kapp- ingarhug aftur, og kriminalitet- urin hevði helst minkað. Jákup Johannes Joensen A/S Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik