leygardagur 20. desember 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Tað gerst lítið annað
Fiskivinnunevnd løgtingsins
mælir til at samtykkja upp-
skot landsstyrisins um regu-
lering av fiskiskapinum å
ICNAF—økinum, við teimum
viðmerkingum, at nevndin
harmast um, at kvotan er
minkað so nógv, og dagatalið
avmarkað. Annars skilir
fiskivinnunevndin steðuna so-
leiðis, at sum viðurskiftini
eru, gerst lítið annað enn at
samtykkja tær kvotur, sum
okkum eru tillutaðar.
Tað framgongur av upp-
skoti landsstýrisins, at fer-
oysku kvoturnar á ICNAF-
økinum verða munandi niður-
skornar, og kemst hetta mest
av tí, at vit hava ikki fiskað
kvotuna upp fyri seinasta ár
og koma neyvan heldur at
fiska tær upp í ár. Í álitinum
frá fiskivinnunevndini verður
sagt, at nevndin hevur var-
hugan av, at aftan á hav-
rættarstevnuna, sum verður í
New York næsta ár, fara
helst fleiri lond, og eisini
Kanada, at flyta fiskimarkið
út, og tí verður heitt á lands-
stýrið um at taka upp sam-
ráðingar við avvarðandi lond
um serrættindi innan fyri
teirra viðkaðu fiskimark.
Leiga ella
keypa móðurskip
Sambandsflokkurin hevur
lagt uppskot til samtyktar
fyri tingið um, at legtingið
áleggur landsstýrinum skjót-
ast gjørligt saman við av-
varðandi vinnufelogum at
kanna meguleikarnar fyri at
leiga ella keypa móðurskip til
okkara kraftblokkaskip.
í viðmerkingunum til upp-
skotið sigur sambandsflokk-
urin, at gongdin í okkara
fiskivinnumálum týðir uppá,
at fleiri fiskivinnugreinir
koma í álvarsligar figgjar-
ligar trupulleikar, og nevnt
verður, at til demis hava
kraftblokkaskipini als ongar
meguleikar fyri at klára seg.
Sambandsflokkurin heldur,
at neyðugt verður at kanna í
hvenn mun møguleikar eru
fyri at veiða longur burtur
enn nú, og sum eitt lið í
hesum kanningum eigur at
verða gjølla umhugsað, um
tað ikki er rætt at leiga ella
keypa eitt móðurskip til
kraftblokkaskipini. Sam-
bandsflokkurin nevnir, at vit
hava longu eitt sindur av
royndum við tilikum fiski-
skapi. Tveir føroyskir kraft-
blokkabátar hava fiskað til
norska skipið Nordglobal.
royndir geva: góða
grund til víðari kanningar,
sigur sambandsflokkurin,
samstundis sum meguleikin
fyri samarbeiði við onnur
lond hesum viðvíkjandi eisini
eigur at verða kannaður.
Hesar
tingnýtt
Rættargangslógin
triðju ferð á tingi
Uppskot til nýggja rættar-
gangslóg er nú fyri triðju ferð
lagt fram á ting. Jákup
Lindenskov, landsstýrismað-
ur, endurnýggjaði týsdagin
framløguna av uppskoti til
nýggja rættargangslog og
segði: í viðmerkingum, at i
løgtingssetunum 1972 og
1973 legði tásitandi lands-
stýri fram uppskot til sam-
tyktar viðvíkjandi rættar-
gangslógini fyri Feroyar.
Løgtingid samtykti á báðum
tingsetunum at goyma málið
til komandi tingsetu.
Sleppa undan
eykatrygging
Landsstýrið hevur lagt fram
uppskot til broytingar í
ferðslulógini, hareftir trygg-
ingin skal beta fyri persón-
skaða upp til 10 milj. kr. og
skaddar lutir upp til 1 milj.
kr. fyri skaða og hverjum
einstøkum skaðatilburði.
Jákup Lindenskov, lands-
stýrismaður, segði undir
framløguni, at eftir ferðslu-
lógini hevur eigari av motor-
akfari av einum hverjum slag
skyldu til at tekna ábyrgdar-
trygging fyri skaddar lutir
upp til 150.000 kr. og fyri
hvenn skaddan persón upp til
150.000 kr. Tá ell norðanlond
nú hava reglur um munandi
hægri ábyrgdartrygging,
mælir landsstýrið legtingin-
um til at samtykkja, at
ábyrgdartryggingin í Fer-
oyum verður hækkað til tað,
hon er aðrastaðni. Sam-
stundis sleppa feroyingar
undan at tekna eyka ábyrgd-
artrygging, um teir fara
uttanlands við motorakfari.
Tryggingarsambandið upp-
lýsir, at hækkingin av trygg-
ingarupphæddini so at siga
ongan týdning hevur fyri
hæddina á tryggingargjald-
inum, segði Jákup Linden-
skov.
Biðja
um meiri studning
Leirvíkar kommuna hevur
søkt tingið um meiri studning
til vegagerðina út á Vik. Tað
resta einir 3— 400 metrar eftir
í vegagerðini.
Dagfestingin
broytast
til 1. juli
Eitt uppskot frá sjálvstýris-
flokkinum um at broyta dag-
festingina í lógini um bráð-
feingis stuðul til flaka- og
saltfiskaveiðu til 1. juli í
staðin fyri 15. august, fær nú
viðgerð í figgjarnevndini. Við
1. viðgerð týsdagin fekk
málið góða undirtøku.
sosialurin
Nr. 88 — 20. december 1975
Vit eiga tíverri enn á okkara landi oyggjar og
pláss, sum eru forfjónað ella nærum tað, hvat
útbygging vidvikur, og fegnast oll dupult, tá
so okkurt tiltakið verður framt á hesum
stoðum
Leygardagurin 6. december var
ein slíkur gleðisdagur av hesum
slagi heima á Sandi, tá nýggja
havnin varð handað kommun-
uni. Fyri fiskiskapin verður
hetta ein stórbroyting: frá bert
fyrr at kunna taka útróðrarbátar
til nú at taka deksbátar, má fáa
alstóran týdning, og at tað leingi
hevur verið stórur tervur á hesi
havn, sæst best, at innan fyri
eitt ár eru komnir fleiri deks-
bátar.
Í hesum inngangi skulu vit
ikki koma meira inn á, hvat
týdning henda havn kemur at
fáa fyri arbeið á sjógv og landi,
ei heldur taka frágreiðingina um
havnabyggingina, ti rødurnar,
vit endurgeva, lysa alt hetta,
istadin vilja vit siga eitt sindur
frå sjålvari vigsluni.
Klokkan 14 var hópur av fólki
í ti flaggskrýddu havnini. Nakrir
Sandsbátar sigldu inn við Polli á
odda, hesin sleit snórin, ið var
spentur millum havnamolarnar,
síðan beyð bygdaráðsformaðurin
Hergeir Davidsen fólkið at vera
vælkomið, og fyrsti reðarin var
Gunnar Waagstein, byggimeist-
ari, ið handaði havnina til
kommununa.
M. a. segði hann:
Tað er í dag litið mær upp í
hendi at avhenda ta nýggju
Sands havn.
Aðrenn eg hetta geri, skal eg
stutt lýsa gongdina í hesum
máli.
Eftir áheitan var 24. februar
1971 givið tilboð upp á gerð av
einum havnabassini 30 m breitt,
alternativt 40 m; tó soleiðis at
tann ytra havnin var óbroytt,
soleiðis sum hon varð gjørd i
1939.
Sands bygdaráð tók við til-
boðnum upp á 30 m breiðum
havnabassini, tilboðið var stórt,
ca. 4,3 mill. kr. Byrjað varð 15.
apríl 1971, tá Blikur fór suður
við maskinum og greiðum.
Longu út á heystið 1971 komu
ynskir frá fólkinum og Sands
bygdaráð um at viðka havnina
við 10 m nú 50 m, og samstundis
bleiv tann eystari pierurin
fluttur 2 m út, sostatt bleiv nú
havnabassinið 52 m breitt.
Tilboð upp á hesa broyting
varð givið 20. desembur 1971
stórt kr. 580.000, — ,—.
Arbeiðið gekk nú sína gongd
til fram á várið 1973, tá ivi aftur
kom í, um tað fyriliggjandi pro-
jektið fór at geva eina kyrra
havn, nýggjar kanningar vórðu
aftur gjørdar, og projektið bleiv
umarbeitt. 28>- novembur 1973
bleiv so triða tilboðið givið, nú
umfatandi byggistig 1 — 2 og 3,
stórt kr. 8,6 mill. við 1971
prístali sum grundarlagi, og tað
er henda havn, vit í dag
avhenda.
Eg vil i dag takka teimum, ið
eg havi samstarvað við: Arb-
eiðsfólkið, Sands bygdaráð,
Landsbyggifelagið fyri projekt
og eftirlit og Landsverkfrøding-
in.
Ein serstek tekk til formenn-
inar Arni Rein og Hergeir
Davidsen.
So avhendi eg tað nýggja
havnalagið til Heimasandsfólk,
Sands bygdaráð og Sandoynna.
Mátti tað verðið til gagn, fram-
burð og vælsignilsi fyri Sands
fólk og teir sjómenn, ið skulu
arbeiða út frá hesi Havn.
Dánjal Pauli Danielsen, lands-
stýrismaður, ið eisini hevur sam-
ferðslumál, vigdi havnina, og
síðan tosaði Ole Bertelsen, verk-
froðingur, ið umboðaði lands-
verkfrødingin, og greiddi hann
frá gongdini í málinum. Vit taka
nøkur brot úr røduni:
Landsverkfrødingin Mikkjal
Helmsdal kan desværre ikke
være tilstede ved havneind-
vielsen idag, så jeg skal her først
bringe en hilsen og en lyk
ønskning fra Mikkjal Helmsdal.
Så sent som i 1939 blev det
første skridt taget i havne-
byggeriet her på Sand.
N. C. Monberg gav tilbud på
en dækmole ud til 5 meter vand-
dybde, samt en bådehavn på
18 X 18 meter for ialt 160.000 kr.
Men desværre mislykkedes
arbejdet delvis, og det blev ikke
gjørt færdigt af N. C. Monberg.
Under 2. verdenskrig blev der
rettet noget op på det mislyk-
kede arbejde og bådehavnen
blev udvidet til ca 18X50 m.
Disse arbejder kostede ca
145.000 kr.
Havnen var stadigvæk kun
brugbar for åbne både, sum
måtte trækkes på land i dårligt
vejr, og større både kunne kun i
roligt vejr lægge til for enden af
pieren.
Det næste byggeri fandt først
sted under 10årsplanen fra 1958,
d. v. s. ca 20 år senere. I årene
1960 — 61 —62 og 64 blev dæk-
molen forlænget med ialt 40 m
og dette kostede ca 1,1 mill. kr.
Nu kunne almindelige fiske-
fartøjer og andre større både
lægge til i nogenlunde pænt
vejr, men stadigvæk manglede
et bassin, hvor bådene kunne
ligge i al slags vejr.
I 1969 begyndte så forarbejdet
til det havneanlæg, som idag
bliver indviet, idet der samme år
blev vedtaget en 10 årsplan for
udbygning af bygdehavnene.
Under denne plan blev der be-
vilget tilskud til 3,75 mill. kr. til
udbygning af havnen på Sand.
I november 1969 havde Sands
bygderød møde med landsverk-
frødingin om havneudvidelsen.
Der var da tale om enten at ud-
føre en stor bådehavn eller at
udføre en mindre bådehavn samt
en forlængelse af dækmolen på
10 eller 20 meter. Bådehavnen
mt