Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-12-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 1975síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sostalurin Gullbrudleyp Sunnudagin 21. desember kunnu hjunini Ella og Dion Nolsøe suduri í Vági halda gullbrúd- leyp. Eitt langt hjúnarlag, ramman um eitt heim, sum ikki bara hevur verið heimið hjá teimum 4 børnunum, sum vuksu tl, men ein miðdepul hjá familj- um teirra, har dyrnar altið hava staðið opnar og har mangar dýrabærar letur eru at líta aftur á gjøgnum hesi 50 år. Ellu kenna vit, umframt sum hina vinsælu og fryntligu hus- móðrina, sum urguspælara i Vågs kirkju gjøgnum meira enn hálva eld; foreldrini vóru Juli- anna á Baraldarbakka (systir Magnus Dahl) og Mortan Lud- vig Vilhelm, Mortan í Miså nevndur. Hon fekk »kongens fortjenstmedalju< fyri trúgva starv sítt við Vágs kirkju gjøgnum meira enn hálva eld. Dion hevur nú lagt frá sær sum snikkari, men tað man ikki vera ov nógv sagt, at mangur er hann, sum minnist gott aftur á henda sera vinsæla og meira litilåtna mann, bæði í starvi sinum sum snikkari og sum persónur annars. Foreldur hans- ara komu av Tveroyri, Anna Kathrina hjá Martin á Sandi og Niels í Puntabyrgi. Tey búsett- ust í Vági i 1917, Niels gjørdist bedingsmeistari har suðuri. Saman við Tummasi Askham legði hann bedingina hjá Garða- monnum í 1924. Dion er elstur av 10 systkinum, og eru tey ell á lívi. Hann er somuleiðis elsti av hesari rót, sum telja 160 ættar- fólk í triðja lið. Ella er 78 og Dion verður 78. Í 1958 gjerdist Dion tingmaður, og kom at sita á tingi í 10 ár. Hann umboðaði Javnaðarflokkin, sum í 1958 á fyrsta sinni fekk 3 tingmenn í Suðuroynni, teir vóru tá Petur Mohr Dam, J. H. Danbjerg og Dion Nolsee. Politisk búgvin gjørdist Dion eldhugadur javn- aðarmaður, og hóast hann ikki er av teimum, sum mest hoyrast á geilahornum, so eru teir fáir, sum so djarvt og hugagott hava staðið um javnaðarrersluna gjøgnum árini sum Dion. Tað verða mong, sum bera gullbrúðarparinum hjartaligastu heilsanir sunnudagin 21. des- ember og góðynski á hesum merkisdegi við ynskinum um at tey megu fáa mangar góðar dagar framyvir. Tey verða stødd í Runavík henda dag hjá dóttrini og ver- soninum Arna Weihe Joensen, politisti. j. Sveinaroyndir Maj/juni 1975 MASKINSMIDIR: Bo Jørleif Magnussen, Saltang- arå, Jåkup Martin Hansen, Saltnes, Jóhannes Joensen, Saltnes, Magnus Torstein Jógv- anson Johansen, Tórshavn, Jóanes Fríðrik Dahl, Tórshavn, Martin Jacobsen, Porkeri, Arn- finn Kithler, Tórshavn, Jógvan Sofus Mørkøre, Tórshavn, Eilif Mørkøre, Torshavn, Påll Eydin Zachariasen, Vestmanna, Hans Kristian Jogvan Jacobsen, Kun- oy, Joan Petur Frederik Vang Kjærbo, Sunnba, Sámal Petur Solmunde, Trongis- "gur, Gord- on Jóannesarson Hofgaard, Tveroyri, Peter Erhard Kjærbo, Sunnba, Olavur Asafsson Olsen, Søldarfjørdur, Jónhard Gaard, Oyndarfjørdur, Sverri Joensen, Klaksvik, Joen Jacob Johansen, Midvågur, Påll Nolsøe Laksa- foss, Klaksvik BILMEKANIKARAR: Egil Poulsen Dalsgaard, Tórs- havn, Thomas Juul Thomassen, Tórshavn, Ludvik Pedersen, Tórshavn, Andreas Fritjof Andrianson Durhuus, Eiði, Eyð- bjørn Øre, Fuglafjørdur, Ajvin Berg Egholm, Leynar, Harry Larsen, Tórshavn, Napoleon Helgir Sørensen, Tórshavn, Leivur Finnbogi Midjord. Tórs- havn, Allan Berti Arnholdssen, Hansen, Sørvågur, Gerhard Isak Jógvansson Tróndheim, Klaks- vík, Per Kristin Justesen, Hvannasund. HUSASMIDIR Tóri Jacobsen, Eiði, Bjarni Garåshorn, Elduvik, Samuel Just Ziska, Klaksvik, Såmal Johan Eli Klode, Tórshavn, Kristian Steingrim Joensen, Fuglafjørdur, Jógvan Dam, Tórshavn, Jermund Ludvig Juul, Fuglafjørdur. BYGNINGSSNIKKARAR: Niclas Dahl Lauritsen, Sørvåg- ur. RØRSMIDIR Rólant Vidtfeldt, Sandur, Johan Sigurd Weihe, Runavik. STÁLSKIPASMIÐIR: Therjohn Tausen, Tórshavn. SKIPSSNIKKARI: Terjo Johannesen, Seldarfjorð- ur. August 1975 ELEKTRIKARAR: Martin Jólsvein Dam, Tórs- havn, Hanus Lamhauge, Glyvrar, Niels Eyðun Morten- sen, Trongisvágur, Jeffrei Súni Rasmussen, Strendur, Sigmund Rasmussen, Oyndarfjørdur. Aftursvar til P viðvíkjandi »Smyril«, ið er bygdur á Tórshavnar Skipa- smiðju, og sum hesin nærmast kastar skadn á við at seta eyk- nevni »Danga«, og at hann meguliga skal setast inn á rutuna til Suðuroyar aftur. Eg vil vegna teir handverk- arar, arbeiðsmenn og teknikk- arar, ið allir eru føroyingar, sum hava bygt hetta av ellum sjó- monnum tiltikna sjóskip og væl úr hondum greitt, vil eg siga við hetta P, ið neyvan hevur pissað í saltvant, at hann ikki nervar meg, men omanfyri nevndu per- sónar. Eg trúði ikki at javn- aðarflokkurin og blød flokksins tóku slíkt upp um menn, ið teir skulu eitast at verja. Viðvíkjandi Danguni, so haldi eg, vil skulu heldur seta navnið Danga á Molsin, ið nú er so gamal, at hann kemur í umvæl- ingarklassan, og ikki sleppur frá kei, er eitt sindur av vindi. Mær vitandi hevur »Smyril«, ið er bygdur á Skipasmiðjuni ongan- tíð verið tarnaður av, ikki at sleppa frá kei vegna veður. Tryggari hevði eg felt meg umborð á okkara >Smyril<, enn á danguni, sum DFDS slapp sær av við, um vit skuldu fari til Suðuroyar á landsynningi ella landnorðingi við vindmegi 10— 11. Men bert lúsin útlendsk er, tá skriðin einki ger. Kjartan Mohr Tórshavnar Skipasmiðja + Trina ikki dansin um gullkålvin Nu kann ikki bidast longur vid at spyrja um idnadargrunnurin, menningargrunnurin og aðrir grunnar bert vóru ætlaðir til åvis eki i Føroyum, sum sikkur- heitsnet hjá teimum stóru. Hvat skulu teir gera, sum dagliga mugu arbeiða undir trýsti, uttan sikkurheitsnet av nekrum slagi, og einans hava sínar hendur at líta á. Oftast eru hetta menn, sum lærdu handverk í kriggsárunum og vóru framúrskarandi hand- verkarar, men amboð og arbeiðið var fyrilitarleyst tikið úr hond- um teirra til frama fyri fremm- andar spekulantar, sum nú hava pakkað saman og eru rýmdir av landinum, og eftir standa vit við sviðið soð. Tó at vit í 70-unum royndu at skapa okkum líivi- líkindi í heimlandi okkara uttan nakra nevnverduga hjálp frá lånistovnunum, er prisvøksturin vid at taka grundarlagid undan okkum, og duga vit ikki at síggja annað, enn at hesir grunnar eiga at hjálpa okkum, so vit klára skerini, til betri tíðir verða. Vit vóru ikki so fáir, sum í 50.unum noyddust til Íslands at veiða, førdir sum seydur um heimaklett at tyggja náðins breyð frá íslendingum, meðan tað, vit kundu framleitt, varð ført liðugt gjørt år útlondum. Vit hava havt eina sanna gull- tid, men tað må við sorg sigast, at vit ikki enn kunnu gera so frægt sum einar tuflur í Føroy- um, fyri ikki at nevna nakað annað. Tað sær ikki mætari,ut, enn at vit ongan møguleika hava at finansiera nakað sum helst, uttan at vit eru innlagdir til eina fasta løn, frá vøggu í grøv. Henda syndarliga stødan fyri hin einsamalla føroyska hand verkaran, sum må keypa allar maskinur sinar uttan nevnverd- uga hjålp, må prega børnini i heimi hansara av ótryggleika. Tað býður mær ímóti, tit sum frá tingsins reðarapalli hava Árna Olsen á orði. Tit hava kanska ongantíð havt tað tungu gongd út til Árna Olsen við einum av tykkara kæru. Eg siggi sum einastu gongdu leið fyri hin føroyska hand- verkaran, arbeiðsmannin og fiskimannin, at vit royna av ollum alvi at gera okkara egna i: t mistak, at eg metti Sofus åjavnt vid Indiru Ghandi. Eg skal ongantid gera tad aftur, og vónandi slatrar ongin fyri Indiru um hetta mistak. peningastovn, so at vit kunnu rekja okkara egnu áhugamál betur enn higartil. Onkur liggur inni við einum fullfiggjaðum plani til ein slíkan stovn men tykist ikki tora fram í ljósið við honum. Neyðars landsmenn, hvat hava tit gjørt, tit dripið hava føroyingin í Føroyum. Sudringur sunnan fyri Mannaskarð &" TRADERLINE Vit ferma HVONN EINASTA TYSDAG MIKUDAG HOSDAG 2. hvørja viku 3. hvørja viku 3. hvørja viku 3. hvørja viku i LARVIK: i ÅLESUND: med. jan. iSANDNES: — …— i BLYTH: = — í ALBORG í HALMSTAD i KØBENHAVN 23/12 BEINLEIDIS TIL FØROYA AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 Alborg A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn Wilson á Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Alesund T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen. BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN