Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-01-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin telf. 1 1820 - giro 6282725 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (åbyrgd), telf. 56411 Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting , eo Stýring Í SEINASTUNI hevur nógv verið tosað og skrivað um almenna stýring ella rættari um tørvandi almenna stýring av ymiskum viður- skiftum. TØRVANDI styring var nidurstødan, tå menn i vetur skiftu orð í útvarpinum um fiski- vinnuna, og tað sama var tilfellið, tá nakrar kvinnur herfyri skiftu orð um kvinnuspurn- ingar, uppaling, útbúgving og aðrar spurn- ingar. HETTA VIÐ almennari stýring er júst tann politikkur, sum javnadarflokkurin altid hevur talad fyri. Men tiverri hevur tad sjåldan ella ongantið eydnaðst at fingið stuðul til at reka henda politikk, heldur ikki frá teimum, sum nú gremja seg um tervandi almenna stýring. Men, sum orðatakið sigur: >Neyðin lærir nakna kvinnu at spinna«. EITT ANNAÐ eki, ið eisini hevur almenna stýring fyri neyðini, er sethúsabyggingin. Tá tingið var saman fyri jól og m.a. hevði til við- gerar eitt uppskot frá sjálvstýrisflokkinum um at loyva húsalánsgrunninum at útskriva láni- brov, varð tann tervandi stýringin eisini á hesum eki havd á lofti. HAR VARÐ m.a. nevnt, at eitt land sum Sveríki, ið er ríkt bæði upp á pening og timbur, fyri mongum árum síðani hevur gjørt støduna upp á hesum eki. Sviar hava gjørt sær greitt, hvussu nógvan pening teir hava ráð til at leggja í sethús, og úrslitið varð, at øll lån úr almennum húsalánsgrunnum har eru treytað av, at golvviddin í húsunum fer ikki upp um 90 kvm. HER HJÁ okkum er tað heilt óvanligt, at nakar byggir so smá hús. Her er heldur talan um gólvvíddir úr 150 upp í 200 kvm. Og tað hendir í hesum tíðum, at prísurin fyri einstøk sethús fer upp um milliónina, meðan ein prísur millum hálva og heila millión er rættiliga vanligur. TAÐ MA avgjert vera ein spurningur, um ein lítil og fáment tjóð, sum vit eru, veruliga hevur ráð til at leggja so nógvan pening í sethús. Kunnu vit ikki búgva eins væl í smærri og ódýrari húsum enn teimum, sum í dag verða bygd? HEVÐI TAÐ ikki verið rætt at stýrt hesum viðurskiftum á tann hátt, at øll lån úr húsa- lánsgrunninum vóru treytað av, at ikki varð bygt Orimiliga stórt og dýrt, t.v.s. at vit settu eitt hóskandi mark fyri stødd og kostnað. ELLA HEVUR galskapurin longu fingið yvir- takið? sosialurin Nr. 2 — 10. januar 1976 dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Torkil Beder í Funningsbotni, J. Follend á Grylvum, K. O. Viderø i Hvalba, altargangur, Johan Weihe á Tvøroyri, har savnað verður inn til kirkj- una, Kjartan Merkere í Havnar kirkju, Hans J. Joen- sen í Vesturkirkjuni, Eivind Vilhelm í Nólsoy, P. M. Rasmussen við Norðskála, J. Magnussen í Klaksvík, alt- argangur, S. J. Joensen í Arnafirði, altargangur, Høgni Poulsen i Midvågi, altar- gangur, og Martin R. Jacob- sen i Sunba, altargnagur. I øllum kirkjum i Nes prestagjaldi verður savnað inn til heidningamissiónina Adventista- samkoman I dag kl. 9.30 verður bibliu- gransking, síðani gudstæn- asta við C. D. Andreasen. Silvurbrúdleyp Í dag kunnu hjúnini Jonetta og Reinhold Rasmussen, Skáli, halda silvurbrúdleyp. Brúdleyp Í dag giftast í Sumbiar kirkju Lilly Joensen, Sumba, og Roland Nonfjall, Hvalba Halda uppat 15. januar halda Trygvi og Jåkup Midjord i Hvalba upp- at vid at koyra rutu. Taxa- koyringin heldur tó fram. Frits Staal Petersen kiropraktor, hevur aftur við- talu frá 15. januar í Dr. Jak- obsensgøtu 11 Vidtalutid fæst á telf. I 4098 kl. 9—16. Adalfundur Kvinnufelagid i Havn hevur aðalfund 26. januar á Hotel Hafnia. Har skal m.a. nyggj nevnd veljast. Taxaflogfelag Partafelagsskråsetingin hev- ur skråsett Pf Faroe Air Transport, hvørs endamål er at reka taxaflúgving og annað í hesum sambandi. Teknaði partapeningurin er upp á til- samans 10.000 kr. Stovnarar eru Oli Gordon Beck, William Jacobsen og Hermann Her- mansen, allir úr Havn. Óli Gordon Bech er stjóri. Øllum sum á ymiskan hátt heiðraðu okkum á gullbrúð- leypsdegnum tann 21/12 takka vit hjartaliga. Ein sertøk heilsan og tøkk til Kór Glyvra Kirkju og Ljómur í Vági. Blíðastu heilsur við ynski um signað nýggjár. Ella og Dion Starv Sekt verður eftir fólki til Hagdeildina. Kunnleiki til roknskap er ein fyrimunur. Len sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Feroya landsstýri. Umsóknin, stílað til Búskaparráðið, skal sendast til Hagdeildina, Tinganes, innan 15. januar 1976. Búskaparráðið Hesar vælumtóktu ketlarnar fáa tygum frá Lampubúðini LAMPUBUÐIN v/ Hjalgrim Davidsen, el. innst. R. C. Effersøesgøta Tlf. 14477 - 13303 N N TRADERLINE Når el Vit ferma HVØNN EINASTA í ALBORG i HALMSTAD i KØBENHAVN IYSDAG MIKUDAG HOSDAG i LARVIK: i ÅLESUND: i SANDNES: i BLYTH: 2. hvørja viku ca 20/1 hvørja viku 3. hvørja viku hvørja viku BEINLEIDISTIL FØROYA AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 Alborg A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn Wilson á Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund I. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes W. Harney & Co.. tlf. 2331 Blyth Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN