Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-01-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 1976síða 8

‹ fyrra síða allar 8 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroyskur Gospel-tónleikur í menning Næstan alt, sum vit syngja, eru sangir, sum áður ikki eru sungnir av øðrum i Føroyum, men er roynt aðrastaðni. Vit royna við sanghátti okkara, sokallad gospel, at koma á eitt stødi, har ungdómurin kennir seg væl. Vit appelera til ung dómin og royna veruliga at koma í kontakt við hann, sigur M. C. Restorff, leiðarin av Niko demussarsangbolkinum Bólkurin varð til á midnåttar samkomum í Ebenezer, sum Nikodemussarmissiónin skipaði fyri. Haðani navnið. Á hesum samkomum varð ungfólk í Havn bjóðað inn til eina hugnaliga samveru. Her var sangur og evangeliið framborið, og høvi var at fáa ein drekkamunn. Á slíkum samkomum luttók mill- um annað Nikodemussarsang- bólkurin. Seinasta hálvtannað árið hava hesar miðnáttarsamkomur ikki verið hildnar regluliga, men vit hildu fram við bólkinum og luttaka regluliga á fundum, ikki bara í Havn men á bygd við, sigur Jógvan á Lakjuni, ein av teimum í bólkinum. Hinir lut- takararnir eru: Mariann Rest- orff, Ólavur á Váli, Odver, Gunleyg og so M.C. og Jógvan Brúka eisini popp-løg M.C. vísir á, at sangháttur teirra víkir rættiliga nógv frá ti, sum vanligt er at hoyra í kirkjum og samkomuhúsum Vit taka til dømis og nýta løg hjá beat-bólkum, eitt nú Carpenters men geva teimum nýtt innihald. Eg haldi, at tað er rætt, at vit, tá vit hoyra góð leg, eisini nýta tey. Onkur heldur kanska, at tað er ikki rætt. Men her sum flestu ødrum førum, tá nakað nýtt kemur fram, skulu fólk hava eina tilvenjingartid Og soleiðis skulu tey eisini venja seg til okkara tónleik. Tú kanst jú idag fara á samkomufund og syngja til lagið Skaklingsbanken sangin Hvussu brúkar tú teir ljósu ungdómsdagar, leggur M.C. afturat. Í dag er tað natúrligt, men tað var tað óivað ikki. tá sangurin kom fram Slík fólkalog hava verið til stóra gleði í samkomuni. Í hesum viðfangi vil eg nevna tveir trúboðarar, Moody og Sanky, ið talaðu og sungu Teir hevdu verið til eina konsert Tá teir komu út aftur, sigur Sanky Tú, tað er skeivt, at Satan einsamallur fær loyvi til at brúka bestu legini Broyting í bólkinum Bølkurin, sum nú hevur givið plátuna Lív út, er ikki júst hin sami, ið luttók á plátuni: Meist arans hond. I ti fyrra bólkinum vóru bert mannfólk, meðan á ny- útkomnu plátuni luttaka eisini trýggjar kvinnur. Tryggir av monnunum er farnir og tveir komnir ístaðin Sjálvur stílurin er broyttur eisini AN INYHHEJA inspiration fingu tey eftir at hava hoyrt svenska bolkin Coralerne (hidani Kg 3 hel Nikodemussangbólkurin * % sangurin Liv). At hava kvinnur við skapar møguleikan fyri størri variatión. Nú kunnu kynini bæði syngja hver sær og kombinera. Boða evangeliið Arbeiði okkara er fyrst og fremst at boða evangeliið, sigur M. C. Vit, sum eru før fyri at syngja og harmonera, síggja tað sum okkara uppgávu at fram- fora evangeliið við tónleiki og sangi, meðan onnur arbeiða á tann hátt, sum teimum eru givnar gávur. Vit syngja ikki bert fyri at syngja, men tað, at okkum dámar tað, drivur okkum sjálvandi eisini. Alt, sum vit higartil hava fort fram, er nýggjur tónleikur, men nú ætla vit eisini at taka upp gamlar sangir og framføra teir á okkara hátt. Tá tú hoyrir nakað gamalt, tíðum stirvið, framført í nýggjum búna, kannst tú upp- liva tað, sangin, nógv ríkari. Tú sært nakað nýtt og fegnast enn meira um tað enn áður. Upptøkutrupulleikar Seinasta plåtan er meiri varier- andi enn tann fyrra, Meistarans Hond, og tad var væl drugvari at taka hana upp. Hetta kemst Ur Køben- Ur Skip havn Alborg BLIKUR LOMUR 15.1 13.1 BLIKUR 22.1 20.1 Skip RAVNUR 27.1 LOMUR 29.1 27.1 BLIKUR 5.2 83.2 RAVNUR fermir i Drammen 29.1 Skip fermir i Delfzijl 27.1 PF SKIPAFELAGIÐ FØROYAR av, at fleiri fólk eru engageraði og harvið eisini trupulleikar at fáa alt sjóað saman. Nógv av upptøkuni fór fram um nåttina eftir dagsins strev og stríð. Av somu grund er dygdin ikki heilt hon, sum tey kundu ynskt sær. Harafturat er einki rættiligt plátustudium tekt í Feroyum. Fleiri amaterar og teknikkarar hava rættiliga góða útgerð, men samarbeiði teirra millum er lítið og einki. Spell at menn av fyrstan tíð ikki tóku seg saman og fingu eitt fullfiggjað studium. Einir 15 tónleikarar Á plátuni er ein »musical« yvir hendingina í Jóhannes evangeli- inum. Í hesi luttaka m. a. frægir úr Tórshavnar Musikkskúla, Arne Andreasen, Viggo Dal- Christiansen, John Waagstein Rasmussen, Jákup Eyðun Joen- sen og Jens Chr. Guttesen. Har- afturat luttaka einir tiggju ton- leikarar tilsamans á plátuni. Sjálvur spæla vit vanliga ikki. Vit halda, at tá vit bara syngja á palli, fáa vit betri samband við áhoyrarnar, og ein fær betur konsentrerað seg bara við sangi, sigur Jógvan. Bólkurin metist tvær/tríggjar ferðir um vikuna. Sum oftast er Telefon 1225 Telex 21 Ur Halm- Ur I stad Leith > Føroyum 12.1 19.1 26.1 29.1 28.1 2. SN 2 NN d tad fyrireiking til framførslu å fundum. I løtuni arbeiða teir ikki miðvist fram móti nýggjari plåtu Men hvat, sigur Jogvan spyrjandi, skulu vit fara at geva eina nyggja plåtu ut? Fólk hava eggjad okkum at fara burtur til grannalondini, har betri møguleikar eru fyri at taka upp. Tad kundi verid gjørt i eini summarferiu. Hetta hevdi verid kostnadarmikid, men tad dygdarúrslit, sum kundi spurst burturúr, vildi verið okkum ollum til gleði. Hver veit, um vit ikki við slíkari uppteku kundi komið inn á marknaðin í granna- londunum. Vit fegnast um, at fleiri og fleiri fáa áhuga fyri gospeltónleikinum. Bólkarnir í Foroyum eru so ymiskir í song- hátti, hóast onkur bólkur hevur ávísan »smag«, at fólk finnur óivað okkurt, ið apellerar til teirra. Eisini er at fegnast um, at Útvarpið er farið at spæla meiri av hesum tónleiki. Evangeliið kemur á henda hátt meiri út til fólk enn áður, endar M.C. Óli í Åarstovu Eg giti, at uppskriftin til hatta Bakkabryggið gamla- árskveld var frá hasum klænkingarskúlanum í Dan- mark, sum fleiri hava so gott EYGAÐ á. : brúkarateigurin Soleiðis slepst av við jólakiloini Eitt, tvey ella meguliga trý kilo munnu tey, ið hava lætt við at taka uppá, fingið meira at sleipa uppá um jólini. Men ráð eru fyri ti, siga kostser- froðingarnir. Tað, sum skjótt kemur uppá, fer eisini skjótt av aftur. Onnur tosa um at avfita seg. Og tað gera tey ferð eftir ferð. Vombin minkar kanska, men oftast verður ummátið tað sama eftir stytri tíð. Skeivir kostvanar Men hví, spyr ein kostser- froðingur. Svarið er einfalt: hesi, ella tey flestu av teimum taka avfitingina sum eina viðgerð. Og ein viðgerð er sum vituligt eitt tíðarskeið. Tá skeiðið rennur út, og hesin, ið nú er lættari, kennir seg betri bæði kroppsliga og andaliga og reypar ófert, aftur fer at eta vanligan mat, er aftur galið. Hann endur- tekur í flestu førum sínar skeivu kostvanar. Ýstrið veksur aftur, og ein nýggj viðgerð er framman stavn. Og hetta endurtekur seg ferð eftir ferð. Rott viðgerð Tað, ein í staðin eigur at leggja seg eftir, er ein stødug umleggjan av matvanunum, siga kostserfroðingar. Her er tað av avgerandi týdningi, at javnvág kemur í kaloriubrúk- ið. Tað letur seg væl gera við at eta vanligan mat, bara maturin fær ta røttu sunnu — viðgerðina: At nýta minst meguligt av ásjónlig- um feitti, brúka minst megu- ligt av sukuri, eta rakan mat og vaksa um nøgdina av frukt og grænmeti og eta groft breyð, sum fullkorns- breyð. Plantufibur Serligan týdning hevur frukt- in, grenmeti og kornverur- nar, tí í hesum verum er hópin nógv av plantufibrum (klid). Og síðstu árini eru serfreðingar júst komnir eftir, at tervurin av plantufibrum er alt ov stórur. Fleiri og fleiri prógv eru fingin fyri, at tervurin av plantufibrum í longdini elvir til sjúku. Somuleiðis er hesin tørvurin orsøk til, at hjá nógvum økist vektin i 25 —30 åra aldrinum. Frågreidingin er hon, at plantufibur kunna minka um upptøkuna av orku — kalori- ur — vit eta. Plantufibur hava eisini tað við sær, at tú kennir teg meira mettan, og harvið etur minni. Tað legst í smáum Tað er av týdningi at gera sær greitt, at vektin bert hækkar við 5—8 grammum um dagin. Men hesi fáu grammini verða eftir tíggju árum til eini 20—30 kilo. Og her er óivað orsekin til, at so nógv taka uppá í vekt. Motión Men ikki er nokk við góðum og sunnum mati. Motión krevst eisini. Hon hevur til fylgju, at tú kennir teg betri, harafturat brennir tú fleiri kaloriur og ikki minst hevur reglulig motión týdning fyri tann partin av likaminum, sum hevur eftirlit vid matar- lystinum.