mikudagur 29. oktober 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 75 — 29. oktober 1975 sosialurin Síða 3
Avreiðingarseðilin
nú eisini umsókn
um prisstudning
1. oktober komu nýggjar reglur í gildi fyri at fáa
prisviðbót. Kjartan Hoydal sigur, at umlegg-
ingin er ein líður í
,
møguligum pappirsarbeidi.
Fyrr hava båtsformenninir å ut-
róðrarbátum sjålvir verið noydd-
ir til at senda umsókn til løn-
javningargrunnin um prísvið-
bót.
Nýggja skipanin, sum fekk
gildi 1. oktober, virkar soleiðis,
at bátsformenn ikki nýtast at
skriva umsókn sjálvir, men tá
teir avreiða til eitt flakavirki,
sendir flakavirkið eitt eintak av
avreiðingarseðilinum til lønjavn-
ingargrunnin. Tad eintakid er
samstundis ein umsókn um pris-
studning. Á avrreiðingarseðil-
inum standa nú allar upplýs-
ingar, sum fyrr stóðu á umsókn-
arblaðnum. Tað eru tó sett
nøkur okt krøv til avreidingar-
sedilin, um hann skal standa
undirskrift hjá bátsformanni
vektarmanni og einum umboði
fyri vrakarastovnin. Eisini er
nakað broytt, hvussu nógv skal
útfyllast á seðilinum, sum skal
sendast til lenjavningargrunnin.
Hetta kemur av, at seðilin um-
framt at vera umsókn um pris-
viðbót, eisini skal vera umsókn-
arblað til t. d. flutningsstudning
og harafturat umsóknarblað til
minstavinning.
Minka um
pappírsarbeiðið
Kjartan Hoydal, fiskifrødingur,
sigur, at tað er umrådandi, at
virkini gera sær stóran ómak við
at fáa alt upp á seðilin. Lønjavn-
ingargrunnurin kann ikki góð-
taka seðilin, um ikki alt er útfylt
sambært reglugerðina.
Hann sigur, at tað, at tann
sokallaði Fl-avreiðingarseðilin er
vorðin eitt umsóknarblað til løn-
javningargrunnin, er endin av
einum rættiliga stórum arbeiði,
sum byrjaði í 1972—73. Tá
eydnaðist tað at fáa flakavirkini
at brúka avreiðingarseðlar av
sama slagi og at góðtaka, at
seðilin eisini varð brúktur sum
hagtalsblað. Tað er tað blaðið,
har upplýsast skal, hver bátur
hevur fiskað, vedinøgd, hvar
veiðin er fiskað o. s. fr. Seðilin er
síðani vorðin útbygdur til eisini
at vera ein rokning og avreið-
ingarseðil millum virki og -út-
róðrarmann. Hagtalsblaðið verð-
ur datavidgjørt og er grundar-
lagið undir ollum hagtølum fyri
ísfiskaveiðini hjá okkum.
Grundirnar fyri umleggingina
eru fleiri, sigur Kjartan Hoydal.
Ynski hevur leingi verið í lands-
stýrinum um at sleppa undan
mest møguligum pappirsarbeidi -
at sleppa undan mest
Kjartan Hoydal: — Tað er neyðugt at fáa skjóta mynd av, hvat
verður fiskað aðrastaðni
í hesum sambandi, og tað er
eisini eydnast at sleppa undan
einum oyðiblað treytað av, at
fleiri upplýsingar verða settar á
tað eina blaðið í staðin. Haraft-
rat er umleggingin gjerd fyri at
fáa seðlarnar skjótari inn til løn-
javningargrunnin og harvið fáa
skjótari hagtøl.
Ein seinking
upp á 3 vikur
Tá nýggja skipanin er komin at
virka, sum hon skal, verður
roknað við, at hagtelini koma at
fyriliggja við einari seinking upp
á bert triggjar vikur. Virkini
hava loyvi til at goyma seðlarnar
í eina viku, áðrenn teir verða
sendir inn, og tað tekur so eina
tíð at fáa tølini datavidgjørd.
Men roknað verður við, at tað
kann gerast eitt mánaðaryvirlit
við triggjar til fýra vikurs seink-
ing. Tað vil síga, at vit t. d. 1.
oktober kunnu gera upp, hvussu
nógv er landað av ísfiski í
Føroyum fram til 1. september,
sigur Kjartan Hoydal.
Tað hevur gingið nógv seinni
fyrr. Ofta vóru vit noyddir at
bíða eftir, at bátsformenninir
sjálvir skuldu senda umsóknina
inn, og tað vardi fleiri mánaðir.
Summir sendu telini inn skjótt,
meðan aðrir goymdu tey í skuff-
uni í langa tíð. Vit hava fingið
seðlar, sum hava verið eitt ára
gamlir áðrenn teir eru sendir,
leggur Kjartan Hoydal aftrat.
Eftirlit við
prísmunaruppgerðini
Umleggingin hevur eisini nakað
við ráfiskagrunnin at gera. Rá-
Framhald á síðu 7
kommununýtt
Semja gjørd
Tórshavnar byråd samtykti á
fundi í farnu viku eftir til-
ráðing frá einum minniluta í
figgjarnevndini um at gera
semju við Meinhard Arge
viðvíkjandi keypsrætti til
trød hansara av Flatnarhaga.
Tað hava verið samráðing-
ar millum býráðsformannin
og skrivaran ødrumegin og
Sigurð Joensen, sakferara,
og Meinhard Arge hinu
megin, og hetta semjuupp-
skot varð gjørt: Meinhard
Arge fráskrivar sær allan
leigurættin til trødna og eitt-
hvert endurgjaldskrav fyri
tað, sum velt er, og annað
trødni viðvíkjandi Tórs-
havnar kommuna yvirtekur
trødna og rindar Meinhard
Arge 8 kr. fyri kvadratmet-
urin sum endurgjald til fulla
avgerð av einum og hverjum
kravi. Meinhard Arge fær
brúksrætt til treðna ókeypis,
inntil kommunan tekur
trødna í nýtslu sambært upp-
skot til ætlan um Havnardal.
Tá hetta hendir, fær Mein-
hard Arge fyrsta rætt til at
velja sær leigustykki av
trødni, sum hann leigar, við
somu treytum sum onnur
leigstykki verða útleigað.
Ein meiriluti í
nevndini, Berge
Eliesar Arge og Leivur Jo-
hannesen mælti býráðnum til
at føra sakina til hægstarætt,
soleidis sum samtykt av by-
ráðnum. Hetta uppskotið
fekk bert fimm atkvødur og
fall.
Minnilutatilráðingin,
var frá Finni Johansen og
Petur Christiansen, um at
góðtaka semjuuppskotið varð
samtykt við 6 atkvoðum fyri
og 5 ímóti.
figgjar-
Persson,
sum
Aftur í nevnd
Eitt tilboð frá firma Marstein
til kommununa um, at hon
fær Ydun til keyps varð beint
aftur í figgjarnevndina til
viðgerðar
Teppihandilin
Tórshavnar býráð hevur sam
tykt at ganga einari umsókn
frá Teppihandlinum við Árna
Jensen um keyp av stykki á
midstadarøkinum uppi á
Hálsi á meti. Umsóknin
hevur fingið viðgerð í byggi-
og byarskipanarnevndini, sum
mælti býráðnum til at lata
Teppihandilin fáa eki burtur-
av og skriva sáttmála við
Arna Jensen
Skulu byggja
framleidsluhøll
Poul og Erling Michelsen i
Havn hava i umbúnað at
byggja goymslu- og fram-
leidsluhøll við Hoyviksvegin
Tekniska nevnd og byggi-
og byarskipanarnevndin hjå
býráðnum hava vidgjørt eina
umsókn um byggiloyvi til
goymslu- og framleidsluhøll-
ina. Bådar nevndirnar mæla
til, at byggiloyvi verður
givið, treytað av, at umsekj-
kostnaðin av
ararnir bera
hesum
1. Fyribils kloakk
bært uppskot frå landsbyggi-
felagnum p/f, dags. 17. okt
1975
2. Møguligum ødrum fyri-
vatn, el
sam
bils leidingum, t. d
og tlf
3. Møguligum
virki neyðugum
verandi veg
4. Møguligum flytingum av
fyribils leiðingum, tá ið hildið
verður fram við Hoyviks-
fyri teirra
ábótum á
vegnum
5. Allari umsiting av
ollum fyribils leiðingum og
ollum, ið ti hesar hoyrir, eins
og hann sjálvur hevur fulla
ábyrgd av, at hesar virka
Umsekjarin má eisini tola
ampa í samband við framhald
av Hoyviksvegnum
Byggi- og byarskipanar-
nevndin hevur vid åtekning
sent málið til býráðið.
Tilráðingin varð samtykt
við 12 atkvødum fyri
——
Figgjarliga býtið
til umrødu
— Føroya Kommunufelag
skipar fyri fundi í Klaksvík
Komandi friggjakveld skipar
Føroya Kommunufelag fyri
fundi í Klaksvík, har ymisk
aktuel kommunalmál og tá
serstakliga fíggjarliga býtið
millum landið og kommun-
urnar kemur til umrødu
Fundurin verður hildin fyri
bygda- og býráðslimum úr
Norðoyggjum og eisini eru
logtingsmenninir fyri Norð
oya valdomi bodnir við til
fundin, sum verður á Klaks-
víkar Sjómansheimi friggja-
kvøldid kl. 19.30.
Fastir rødarar
Fastir rødarar verða
Tummas Jacobsen, formaður
i Føroya Kommunufelag,
Trúgvi býráðs-
formaður í Klaksvík, Absalon
í Buð, bygdaráðsformaður í
Hvannasundi og Anfinn
Kalsberg, bygdarådsformad-
ur å Vidareidi
Laksåfoss,
Aftaná verður kaffiborð og
eisini verður hevi hjá hinum
luttakarunum á fundinum at
fáa orðið aftan á kaffiborðið.