Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 75 — 29. oktober 1975 stubbar uttaneftir Til reiðar til Sahara-ferð Uttanríkisráðhrriin í Marokko, Ahmed Laaki, kom friggja- dagin til Madrid, „vegna kong Hassan av Marokko, í anda tvidráttsins<, at kjak- ast við sponsku stjórnina um Sanska Sahara, sum Marokko ger krav uppá at eiga. Tidindarådharrin í Marokko Ahmed Benhima, avsannadi friggjadagin at kong Hassan skuldi havt avlyst ferðina, sum er løgd til rættis fyri 350.000 óvápnað fólk, inn i spanskt styrda mineralrika oydimarkarøkid. Fleiri tús- undir komu uppí, saman við teimum, sum vóru savnaði saman við Marrakesh, haðani ferðin skal byrja, skrivar vesturtyska >> tidindastovan DPA. Samrådingarnar millum uttanrikisrådharra Laaki og sponsku stjórnina eru sam- bært vælvitandi keldum í Madrid seinasta royndin hjá sponsku stjórnini til at gera ferðina til einkis. Men tid- indaráðharrin Benhima av- sannar, at nøkur avtala er gjørd við sponsku stjórnina frammanundan. Loyniorð Ein katólskur prestur, sum er millumgongumaður millum eina hålendska fyritøku og irskar uppreistrarmenn, sum hava tikið stjóran hjá fyri- tøkuni, hevur skipað fyri eini serligari ávaringarskipan. Sjey ymisk írsk kleystur, sum kenna eitt ávíst loyni- orð, standa til reiðar at seta burturflytararnar í samband við prestin, um teir hava boð um samráðingar um leyslat- ing av stjóranum, Tiede Herrema. 34 fólk lótu lív av tokvanlukku Í minsta lagi 34 fólk lótu lív og umleið 60 vórðu lestað, tá tvey tok stoyttu saman í undirgrundsjarnbreytini í Mexico City mánadagin. Or- søkin til vanlukkuna er ikki kunnug. Vanlukkan hendi, tá annað tokið rendi á hitt, sum stóð stilt við eina jarnbreyt- arstød. Doyði av forvitni Tað var forvitni, sum hós- dagin kostaði einum av fremstu krabbameinskannar- unum í Bretlandi lívið, tá ein bumba brast undir einum bili, sum Hugh Fraser, kon- servativur undirhúslimur, átti. Bumban brast áðrenn ætlað, ti at professarin Gor- don Hamilton-Fairley sá ein pakka undir bilinum hjá Fraser. Tá hann fór yvir til bilin og nart við pakkan, brast bumban. Fraser skuldi júst tá fara at koyra heim við einum gesti, hinari 17 ára gomlu Caroline Kennedy. Hjún dripin Eini eldri hjún vórðu hós- dagin funnin deyð í fjarskotn- um húsum teirra, 50 km í út- synning úr Belfast. Hjúnini, hvers lík vóru gjøgnumgatad av kúlum, búðu einans fáar kilometrar frá, har ið familjan hjá Margaret McKearney búði. Hendan Margaret Mc Kearney verður av bretsku logregluni segd at vera ein av teimum, ið løgreglan helst vil hava hendur á. Løgreglan sigur ein møguleika vera, at tey sum sótu og ótu, tá tey vórðu dripin av drápsmann- inum eru tikin fyri at hava verið foreldrini hjá Margaret McKearney Indiski sendiharrin í Danmark: Okkara samfelag tolir ikki, at fólkaræðið verður avtikið — Tað er indiska fólkaræðið, sum Indira Ghandi reynir at verja seg við ímóti fólki, id vil hava fólkaræðið avtikið, sigur Kizhakepat Rukmini Menon, sum er indiskur sendiharri í Danmark. India hevur tveir kvinnu- ligar sendiharrar í útlandinum, og Menon er annar teirra. Hon er dóttir ein sakferara og hevur prógv í segu og politiskari visind. Hon hevur verið sendi: harri í Kanada, Malaysia, á Ceylon og síðani februar 1973 í Keypmannahavn. fólksins áhugamál — Flokkurin hjá Indiru Ghandi, Kongressflokkurin, var millum teir fimtan flokkarnar, sum luttóku í valinum til parla- mentið í 1973. Flokkur hennara vann stóran meiriluta, og øll eru samd um, at valini vóru fri. Fólkið gav henni heimild og skyldu til at stjórna landinum, og hennara fremsta uppgáva er at fáa góð viðurskifti í India. Stríddist móti hjálandaveldinum — Vit eru ein tjóð av individual- istum, og vit stríddust fyri sjálvstýri ímóti hjálandaveldin- um, so vit kundu verða egnir harrar. Vit hava sett á stovn eitt parlamentariskt fólkaræði. Ikki ti, at onnur lond hava somu stýrisskipan, men tí at ein slík hóskar okkum best. Stjórnin hjá Indiru Ghandi hevur tryggjað góð viðurskifti í landinum, eins og hon hevur vart fólkaræðið í India væl. Men stýrisskipanin varð hótt av fólki, sum bert hevði til endamáls at koyra Indiru Ghandi frá við hjálp av óparlamentariskum tiltøkum. Hesi fólkini óttaðust fyri; at hon fór at verða afturvald seinni, tí meirilutin av fólkinum hevur álit á henni. Alt sítt lív hevur hon virkað fyri fólkinum. Hon heldur nógv um parlamentariska fólka- ræðið og trýr á tað. Og hon vildi verið tann fyrsta, sum ynskti andstøduni til lukku, um and- stødan vann á henni. Indira Ghandi varð noydd til at seta undantaksstødu í gildi, tí hesir somu mótsteðumenninir mót- mæltu ímóti, at teir vóru ikki forir fyri at skipa eina demokrat- iska andstødu. Teirra skrá vildi beint fyri parlamentariska stýr- islagnum og samstundis verið ein vandi fyri búskapin í land- inum, sigur Rukmini Menon. Økonomiskir brots- menn fastsettir Indiski sendiharrin í Danmark sigur, at tey flestu, sum eru fastsett i India, eru økonomiskir brotsmenn. Um dómin, sum Indira Ghandi fekk í sambandi við valstridid í 1971, sigur Menon: — Staðan hjá Indiru Ghandi hevur ongantíð verið hótt. Ti fólkið hevur álit á henni. Hon Á