Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 75 — 29. oktober 1975 sosialurin Skipa kontaktnevnd undir Diskotekklubbanum i Havn Tilsamans eini 30 fólk vóru á aðalfundi i Diskotekklubbanum í Havn sunnudagin Diskotekklubbin í Havn hevði aðalfund sunnudagin. Bæði Pet- ur Olivar í Hoyvík og Árni C. Joensen vórðu afturvaldir í nevndina fyri klubban. Teir fingu ávikavist 23 og 20 at- kveður. Í uppskoti til nevndar- limir vórðu eisini Bjarki Ziska og Hans Birgir Hansen, men teir vórðu ikki valdir. Roknskapurin fyri 1974 varð góðkendur við 19 atkveðum fyri og 11 ímóti. Arni C. Joensen nevnd Diskotekklubbans Kontaktnevnd Samtykt varð at velja eina so- nevnda kontaktnevnd, sum skal hava til endamáls at vera ein liður millum ungdómin og Diskotekklubban. Øll uppskot til broytingar skulu gjøgnum kontaktnevndina, sum síðani skal leggja tey fyri nevndina í Diskotekklubbanum. Í kontakt- nevndina vórðu valdir Kristian Johannesen, Magni Arge, Jón- annar av teimum, sum varð afturvaldur í ørn varð dømd av tekniskum orsøk- um og ikki av moralskum. Síðani undantaktseðan varð sett í gildi, er ferð komin á arbeiðið at loysa búskaparligu trupulleik- arnar í landinum. I fjør var inflatiónin í India 30 pst. Men í ár verður hon bert 2,5 pst. Menon sigur, at hetta skyldast ollum teimum tiltøkum, sum stjórnin hevur sett í verk, og arbeiðsdisciplinið hjá fólkinum. Arbeiðsmenn, bendur og arb- eiðsgevarar hava givið Indiru Ghandi lyfti um, at eingi verk- føll skulu setast í verk, so lands- ins trupulleikar kunnu loysast. Fólkið ynskir trygg viðurskifti í landinum. Er tað ikki sosialisma? Herfyri ljóðaði, at The National Herald, sum verður sagt at vera blaðið hjá Kongressflokkinum, eftirlýsti eitt indiskt einflokka- ríki. Til hetta sigur Rukmini Menon, at The National Herald er ikki almenna blaðið hjá Kon- gressflokkinum. Hon sigur, at Indira Ghandi ongantið hevði givið sítt samtykki til, at India gerst iee einflokkaríki. Eingin av ollum teimum mongu flokkunum í India er forboðin. Bert bólkar av nøkrum ekstremistum eru forbodnir, tí teirra virksemi skaðar viðurskiftini í landinum. Hetta eru ikki vanligir politiskir flokkar, men bólkar, sum høvdu verið friðleysir í ellum fram- komnum londum. Rukmini Menon sigur, at Kongressflokkurin hevur ein sosialistiska skrá og hevur virkað til frama fyri fólkið í land- inum. Ti hevur Kongressflokk- urin so ofta verið afturvaldur. Sum stjórnarflokkur hevur hann tjóðartikið 14 bankar, so smáir bøndur og handverkarar kunnu fáa kreditt. Kongressflokkurin hevur eisini gjørt núskipanir innan landbúnaðin, so at tey, sum hevdu ov nógva jerðm, máttu lata jerð frå sær, sum varð býtt millum tey ognar- leysu. Eru hetta ikki sosialistisk tiltøk, spyr Rukmini Menon. Einhvør flokkur kann kalla seg sosialistiskan ella okkurt annad. Men tad eigur altid at verða mett um, hvat flokkurin avrikar. Tað er tað, sum telur. Í India eru tað bert bólkar av ekstremistum, sum vilja skaða stýrislagið í landinum. Vit ynskja eitt sosialistiskt sam- felag, har sum demokratisk til- tok verða tey avgerandi í lands- uppbyggingini. svein Olsen, Niels Chr. Nolsee og Schumann Hjaltalinn. Nevndin hevur fyrstu ferð fund nú sunnudagin. 30 fólk vóru á aðalfundinum. Eiler Johannesen var orðstýrari. Lógin fyri klubban A aðalfundi 20. mei 1972 vórðu hesar lógarreglur samtyktar fyri Diskotekklubban í Havn: Grein 1. Navn klubbans er Discoteque club og heimstaður hans Tórshavn. Grein 2. Endamál klubbans er at savna saman ungfólk til dans og stuttleika um kvøldarnar. Grein 3. Limur kann ein og hver gerast, sum fyltur er 14 ár. Grein 4. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki klubbans. Aðalfundurin, sum skal lýsast seinast 14 dagar frammanundan, verður hildin 2. hvert ár í mars mánaði við hesi dagsskrá: 1) Frágreiðing frá virki klubbans í farna ári. 2) Framlega av rokn- skapi til góðkenningar. 3) Val av nevnd. 4) Ymiskt. Grein 5. Limagjaldið verður ásett av nevndini. Grein 6. 1/3 av limunum ella meiriluti í nevndini kann krevja eykaaðalfund, sum verður lýstur eins og vanligur aðalfundur. Grein 7. Lógarbroyting kann bert verða viðtikin á aðalfundi ella eykaaðalfundi, og tá einans um hon er lýst sum serstakt mál á fundarskránni. Grein 8. Tann til eina og hverja tið galdandi reglugerð er galdandi sum grein í hesi lóg. Kvinnutiltak lamdi Ísland Friggjadagurin var ein und- arligur dagur á Íslandi. Kvinnurnar vóru horvnar frá arbeiðsplássunum, vóru farn- ar heimanifrå og latið børn og heim til menninar, medan tær sjålvar i túsundtali fóru til fundar í miðbýnum i Reykja- vík, har talur vórðu hildnar og sangir sungnir. Landsumfatandi verkfallið varð sett í verk fyri at vísa, hvussu nógvan tydning kvinnurnar hava í landinum. Kvinnurnar vístu eisini ónegdina við, at tær ikki hava somu len sum menn. Handilsmenn stóðu í kram- búðum sínum og sveittaðu undir stórari arbeiðsbyrði uttan sínar kvinnuligu með- hjálpir, skrivstovustjórarnir máttu sjálvir passa telefon- ina, og tey fáu mannfólkini, sum arbeiða í bankunum runnu sum óðir aftur og fram í einari vónleysari roynd at greiða allar kundarnar Á fleiri arbeidsplåssum hevdu menninir tikið seg saman og fingið ein ella tveir til at ansa eftir ellum bern- unum. Nógvir menn kundu ikki koma til arbeiðis, ti teir máttu vera heima og ansa børnunum. I skúlunum máttu mann- ligu lærarnir gevast á hond um og sendu bernini heim ella vístu teimum filmir Tvær milj. analfabetar í Bretlandi Ein kanning í Bretlandi vísir, at har eru tvær miljónir fólk, sum eru analfabetar. Tey duga hverki at lesa ella at skriva. Bretar siga, at hetta er eitt ógvuliga høgt tal, ti Bretland er eitt idn- aðarland. Teir siga, at kanningin kann benda á, at analfabetisman nú er í ferð við at breiða seg til idnaðarlondini. Óvist er, hver orsekin kann vera. Hetta framleiðir p/f SNIKKARAVIRKIÐ J. Paturssonargøta 34 - tlf. 12008 - 14777 - 3800 Tórshavn —. Øll sløg av vindeygum, úthurðum, trappum og øll sløg av listum v. m. Vit geva fegin tilboð. BBC hjálpir Til tess at beta um steðuna hevur stjórnin sett tiltek í verk. BBC fer undir at senda læru- tilfar, bæði í útvarpi og sjón- varpi. Skeið og kveldskúlar verða sett á stovn. 5.000 lærarar hava boðað frá, at teir eru hug- aðir fyri at luttaka í undirvis- ingini Framleiðsla, sóla og íseting Vit hava altíð hópin av vindeygum og úthurðum á goymslu Vit gera annars alt bygningssnikkaraarbeiði Vit gera eisini vindeygu og úthurðar eftir ynski tygara