Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 75 — 29. oktober 1975 Leikhús Bio í Havn fer undir fyrivísan av filminum > Kvirr er Don-åin«, sum er gjørdur yvir heimskendu skaldsøguna hjå Michail Sjolochov um Don-kosakkarnar og teirra strid gjøgnum ein heimsbar- daga, eina kollvelting og eitt borgarakriggj Heldur ikki tann lítla kosakkbygdin Tataskoje, sum liggur vid Don-åarbakkan, sleppur undan einari stórari kreppu, sum kriggið hevur við sær. Tann friðarligi ger andisdagurin broytist heilt, og tað aldargamla kosakk- samfelagið spjaðist sam- stundis sum menniskjalagnur verða gjørdar til einkis í upp gerðini millum gamalt og nýtt. Hesar hendingar spegl- ast aftur Í seguni um kosakkin Grigorj Melekov og báðar kvinnurnar í lívi hans- ara, konan Natalja og gentan Aksinja. »Kvirr er Don-åin« er tann størsta fyritøkan, sum russar eru farnir undir á filmsekin- um. Upptekurnar vardu í hálvt triðja ár. Tilsaman 30 fólk hava hevuðsleiklutir, meðan 150 onnur hava aðrar smærri leiklutir Michail Sjolochov vildi sjálvur, at filmurin varð tikin upp í teimum plássum, haðan inni- haldið í skaldsegu hansara Kvirr er Don-áin stavar. Hann valdi kosakk- bygdina Tatarskoje, og í hesari bygdini vóru tað eftir komarar av Donkosakkun m, sum kendu innihaldi í skald- søguni og dugdu nógv uttan- at av henni. Nekur av teimum ldru mintust heilt væl til hendingar í søguni, sum nú eru filmatiseraðar Og tey hjálptu væl til við upptekunum. Hevuðsleiklut- in sum Grigorij Melekov hevur Pjotr Glebov. Sergej Gerasimov hevur lagt til rættis. Filmurin varir í 4 tímar. Í hornatøkum Í sambandi við at postverkið um stutta tíð skal leggjast undir føroyskar myndygleikar, varð fyriskipað ein kapping við ti endamáli at útvega eitt búmerki „til henda stovn. Ein dómsnevnd bleiv skipað av fólki við skili fyri mentan og B R Ø V Vit hava ikki sørt av hesum lyndi i Føroyum. Øll blødini eru å tremur vid gomlum myndum, list. Henda nevnd skuldi taka dagar millum tey innsendu upp- skotini og kjósa tað bumerki, sum frægast kundi lysa tær ymsu funktiónirnar hjá einum postverki. Av teim innkemnu uppskot- unum valdi so nevndin ein vinnara, og gangi eg út frá, at valið fall á hesa tekning vegna tess, at hon so væl lýsti kommunikation og postfunk- tiónir á okkara dogum. Búmerki avmyndar sum kunnugt eitt veðrahorn. Eg skal viðganga, at eg havi eitt sindur torført vid at skilja hetta val. Eitt horn í sambandi við postfluttningi er tó ikki eitt óvanligt fyribrigdi í Europa, men hevur tað sína frágreiðing. Fyrr á døgum varð posturin fluttur í diligencum og eðrum hestavagnum millum lond. Tá vognurin kom til bygd stød, voru førararnir vanir at blåsa i eitt tónleikahorn fyri at gera vart við seg. Sum fráleið gjørdist í mannahugsan hornið synonymt við postviðurskifti. Ikki vóru teir gomlu post- berararnir í Feroyum vanir at blása í veðrahorn, tá teir komu til bøgardarnar, so ein kann neyvan ávísa eitt samband har og so við fyrrnevnda val nevnd- arinnar. Tað er møguligt, at teir fyrstu foroyingarnir fóru upp á fjalla- tindarnar og spældu sær við at blása til hvønn annan í veðra- hornum. Fyrr spældi óvitar við hornakringlur, og bæði fyrr og nú hevur man horn í síðuni á hverjum eðrum, men hevur alt hetta lítið vid brøv og pakkar at gera. Tað kann ikki sigast, at eitt veðrahorn leiðir tankarnar á nakað postkent. Kundi kanska til neyð verið búmerki fyri Havnar Hornerkestur ella líkn- andi stovn Vit liva í løgnum tíðum. Viku- blød og sociologar siga, at vit eru nostalgisk, tvs., at vit gráta eftir fortíðini, leingjast eftir henni, royna at hjúkla um hana og fáa hana aftur jú eldri tess betri. Ein almennur bygningur kann ikki byggjast, uttan at hann skal ímynda eina slupp ella neyst osfr. Sjálvandi skal ein hava ans og pietét fyri tí farna, men ikki jarða seg í tí og meira ella minni miðvíst flýggja frá nútíðini. Hetta góða veðrahorn er, eftir mínum tykki, sera nostalgisk, og er valt vegna tess at tað smakkar av gomlum og kann spæla upp á teir romantisku streingirnar, men so er eisini alt sagt. Nógv samband við veru- leikan hevur tað ikki sum búmerki. Frá útheiminum verður sýnd- ur rættiliga stórur áhugi fyri, at postverkið nú verður foroyskt. Enn meira ans hevði tað vakt, um vit sum búmerki høvdu eitt abstrakt >symbol bumerki«, sum skiltist av øllum og synir, at okkara lítla tjóð livir í nútíðini og ikki fer dragsandi við einum miðaldarligum onki-sigandi bú- merki út í heimin. Tad hevði verið sera forvitnis- ligt, um nevndin, sum hevur valt búmerki, kundi givið eina lítla frágreiðing, har hon segði frá, hví at hetta hornið varð valt. HOT, — + Politiið og ferðslan Harra blaðstjóri! Seinastu tíðina hevur nógv verið arbeitt upp á veg í Havn, og alt gott um tað at siga. Tað man treingja til nú, ti vegirnir Í stoðum eru rættiliga ringir. Gott, at skattapeningurin eisini verður brúktur til neyðugar um- vælingar. Men samstundis, sum hetta hendir, er nærum ikki framkomandi við bili. Hesar umvælingar verða gjørdar mitt i býnum og á høvudsgøtum, og so eru bert sidugøturnar til at taka. Ferðslan í nevndu sidugøtum er ogilig beint fyri og eftir døgurda og arbeiðstíð, og tað er nærum ikki framkomandi. Tað er legið, at ikki óhapp er staðist av hesum enn. Men so er tað, at eg vil spyrja, um politiid ikki átti at røkt eina uppgávu í hesum sam- bandi. Fyrr gramdu fólk seg um, at politiið sást so lítið í gøtunum. Tað kann vera, men hetta at skipa ferðsluna — og kanska serliga, tá stødan er sum nevnd frammanfyri — átti politiið gjørt eitt sindur meiri við. Bilførari Kvinnurnar og syfilis Tå id hetta kom upp um at syfilis var ein so útbreidd smitta i Føroyum, kom SOSIALURIN vid ti å forsiduni, og slå tad stort upp, at gentur i 14—15 åra aldri vóru raktar. Eg haldi, at hetta er skeivt av SOSIALINUM. Tí vit vita væl, at tað als ikki kunnu vera konu- fólk, ið bera hesa smittuna inn í landið. Tit vita, at hetta eru mannfólk. Men tí skilji eg ikki, at SOSIALURIN fer við slíkum tiðindum. Men nú er tað einaferð so, at altíð verður lagt eftir konufólk- um, tá okkurt er á ferð. Tit skulu fáa eina ábreiðslu fyri hetta. Kona í Klaksvík Svar: SOSIALURIN fekk sum fyrsta blaðið frænir av, at henda smittan var vaxandi í Feroyum. Men vit misfataðu tíðindakeldur okkara og hildu, at teir høvdu sagt, at tað vóru serliga gentur millum 14—15 ár, sum vóru smittaðar. Hetta hildu vit vera vert at koma fram við. Men tað, ið keldur okkara veruliga høvdu sagt, var, at tað vóru eisini tilburðir í hesum aldursbólki. Vit harmast um mistakið og taka undir við brævskrivar- anum. * Kondittariid og teir føstu gestirnir Eg vil her geva eina stutta frá- greiðing, hvat ið kann henda einum Havnarmanni, sum nú ein dagin skuldi fara á kondittari hjå Frants Restorff at fåa sær ein kaffimunn. Eg hevði hitt ein vinmann, —