leygardagur 1. november 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
OSjaluri
javnaður
brødralag
Nr. 76 — Leygardagin 1. november 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr.
Utflyting
I oddagrein bladsins i dag
verður skrivað um útflyt-
ing fiskimarksins.
— Tað at vit hava verið
afturhaldandi í spurning-
inum um útflyting, hevur
onki við danskan flelka-
politikk at gera. Heldur
ikki við danskan limaskap
í felagsmarknaðinum. Men
hetta er einans fyri at
tryggja okkum sjálvar í
framtíðini. Fyri at tryggja
okkum mest megulig rætt-
indi á miðleiðunum eisini.
Fyri at tryggja okkum, at
vit í framtíðini kunnu veiða
somu fiskamongd sum hig-
artil. ;
Á síðu 2
Ein fødingar-
dagsheilsa
Kåri D. Petersen skrivar i
panelinum i dag eina fød-
ingardagsheilsan til sudur-
streymoyar javnadarfelag,
og byrjar vid oråum um
fasismuna i Spania:
— Fasistiska einaræðið i
Spania kom ikki til valdið i
ár, og orsøkin til avrætt-
ingar og tortur er ikki
nýggj. Orsøk til mótmæli
hava verið alla tíðina, síðan
Franco kom til valdið, men
smátt hevur verið við mót-
mælum. Og ikki er Spania
einasta landið, har fasist-
iskt einaræði valdar.
Síða 4
Bridge
Í bridgeteiginum í dag er
m. a. ein uppgáva.
Síða 3
Fiskaprísirnir uppfarnir
Teir avreiðingarprísir, sum í dag
verða lýstir í Dimmalætting, eru
í fleiri forum rættiliga munandi
uppfarnir. Prísurin á toski 2A er
soleiðis hækkaður úr kr. 1,80 í
2,14 ella ein hækkan upp á 34
oyru. Hýsa A yvir 40 cm er
hækkað úr 1,80 i 2,10.
Orsøkin til hesar hækkanir er
hækkan av prisinum å markn-
aðinum í USA. Prisurin á hýsu-
flaki í 5 Ib. pakkum er farin úr 87
cent pr. Íb. upp í 96 cent, og
kk
RL 1 í
1... —… FEDE
» pengene I ses
mm mm om FB
LE SET SE ES)
ÆR
LEE SETE
< LEE
2 DGS DS BR
prisurin á toskaflaki er farin úr
85 cent upp i 96.
Eisini adrir prisir eru hækk-
aðir, og nevnast kann at prísurin
å flaki i blokkum er farin år 58
upp i 60 cent pr. lb.
Hesar hækkanir åvirka tó ikki
í fyrsta umfari avreiðingarprísin
til fiskimenn, men ger tó tað, at
spart verður um ráfiskagrunnin,
soleiðis at hann kemur at hava
meira pening tekan til eitt kom-
andi prísskeið.
LEE
a
SL.
”
*
* ; a.
Tað vatn, sum í løtuni rennur igjøgnum rørini á
sjúkrahúsinum í Havn, er rustað. Hetta kemst av,
at rørini á Statshospitalinum eru tard upp.
Til stóran ampa fyri starvsfólk
og sjúklingar hevur verið ein
áhaldandi umvæling á bæði
Lands- og Statssjúkrahúsinum í
Havn.
Gólv hava verið tikin upp, fá
ár eftir at tey eru løgd. Flísarnar
á veggjunum falla nidurav, og
nýggjar verða settar í staðin.
Vindeygu eru javnt ótett og
leka. Og so nú tað seinasta, at
rustað vatn rennur í rørunum.
Mangt annað er eisini umvælt,
so at tú skalt leita væl og leingi,
skalt tú finna ein handverkara,
sum ongantíð hevur verið á
sjúkrahúsinum og umvælt okk-
urt.
Søgurnar nógvar
Segurnar eru nógvar, um hvussu
umvælingar fara fram.
Tað gav at bíta, tá ein hand-
verkari hevði umvælt eitt flísa-
gólv og hevði stoytt eina ella
aðra terandi sevju á eitt annað
gólv, sum uppaftur ein annar
handverkari kom at umvæla.
Ella, tá teir løgdu eina verju
upp á veggin í tunlinum, so at
vognarnir, ið koyra har, ikki
skuldu skamfíla veggin. Men av
tí at verjan var av ov bleytum
tilfari, so varð ein nýggj verja
løgd uttan á aftur ta gomlu —
ein verjuverja.
Hetta eru søgur, sum vit ikki
kunnu borga fyri.
Sápulútur í mørtilin
Tá gólvið á Landssjúkrahúsinum
varð tikið upp, var ein ógvuligur
gangur. Tað kann ætlast, tá ið
borir og sleggjur og meitlar
Leysliga mett standa 300 børn og bíða eftir at
sleppa í barnagarð og vøggustovu. Og hetta
tal er alt ov lágt. Hans Andreas Joensen, for-
maður í felagnum Lívd, sigur, at felagið er
farið undir at kanna tann veruliga tørvin á
einum barnagarði aftrat, og at tað tí er
neyðugt, at fólk ikki aftra seg í at skriva
børnini upp hjá barnaggrðum og vøggu-
stovum.
vórðu nýttir, meðan sjúklingar
lógu niðriundir.
Tá flísarnar fóru at rapa, varð
sagt fyri vist, at tað komst av,
at tá tær vórðu uppsettar, varð
sápulútur nýttur í mertilin fyri
at fáa alt betur at hanga uppi.
Men såpan át seg igjøgnum, og
so rapaðu flísarnar.
Høvdu biðið
um koparrør
Nú ganga rerleggjarar, starvs-
fólk og sjúklingar og vevja um
beinini hver á eðrum. Galvani-
seraðu rerini á Statssjúkrahús-
inum skulu skiftast út til kopar-
rør.
Vit vendu okkum til E.
Bonnevie, fyristøåumanni, og
spurdu, hvat id hetta er.
— Tá id bygningarnir vórðu
uppsettir í 1968, 69 og 70, vórðu
løgd galvaniserad rør til heita
vatnið. Her úr Føroyum varð
biðið um at fáa koparrer, men
Síða 7
Rustað vatn á sjúkrahúsinum í Havn
niðrifrá varð svarað, at hetta var
ov dýrt, og kundi ikki lata seg
gera. Teimum varð eisini gjort
greitt, at hetta fór at koma
afturumaftur seinri, men einki
batti.
Umvælingarnar av rørunum
hava nú staðið við í fleiri år.
Sjúkrahúsið bygt
fleiri ferðið
Nú sum árini fara, líður væl til,
at sjúkrahúsini í Havn eru bygd
fleiri ferðir.
Vit spurdu tí E. Bonnevie, um
tað var nakað serligt, ið gjørdi
seg galdandi við hesum viðgitnu
umvælingunum.
— Tað er greitt, at í einum
slíkum stórum kompleksi, sum
sjúkrahúsið í Havn er, verða
nógvar umvælingar, sigur E.
Bonnevie, fyristaðumaður á
Landssjúkrahúsinum og Stats-
hospitalinum í Havn.