leygardagur 1. november 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
- -
Sosialurin telf. 1 1820 giro 6282
box 76, 3800 Torshavn
Utgevari Førova Ja nadarfloh kúr
Blaðstjórn: Vilhelm
Jol ird Johannesen, telf. 132 42
Prent: Dim?
Johannesen (ábyrgd). telf. 564 11
Utflyting
ALT BENDIR nú á, at 200 fjórðinga fiskimark
verður framtíðin, uttan mun til hvat úrslit
altjóða havrættarráðstevnan kemur til. M. a.
tala íslendska útflytingin, canadiska og norska
ætlanin um útflyting fyri, at so verður.
FØROYSKA fiskivinnan kann bytast upp i
triggjar bólkar. Nær-, mið- og fjarfiskiskap.
Fyrsti bólkurin umfatar tey før, ið veiða her á
okkara egnu grunnum, annar bólkurin tey, sum
veiða á nærliggjandi fjarleiðum, t.v.s. undir
Íslandi, á Hetlandsleiðini og í Norðsjónum.
Triði bólkurin eru tey, sum veiða á teimum
veruligu fjarleiðunum, tað er við Grenland,
Newfound Land, Labrador o. s. fr.
ONGIN IVI er um, at samlaða føroyska veiðan
á ollum hesum leiðum er væl sterri enn total-
veiðan á Feroyagkinum. Tað vildi tí verið
ábyrgdarleyst av okkum at gingið við til
einvísa útflyting, uttan fyrst at fingið trygd
fyri, at vit umframt okkara egnu grunnar,
eisini fingu rættindi at veiða hjá ødrum. Her
hugsa vit sjálvandi um Íslandsleiðirnar, Het-
landsleidina og Norðsjógvin, ella við ødrum
orðum miðleiðirnar.
AV TEIMUM, sum vilja útflyting uttan drál,
verður sagt, at ein føroysk útflyting vil geva
okkum sterri rættindi undir Íslandi, tá vit
harvið taka undir við og stuðla íslendingar í
teirra fiskimarkspolitikki. Men við hesum
verður so eisini sagt, at vit samstundis hava
fråskrivad okkum øll rættindi á Hetlandsleiðini
og í bretska partinum av Norðsjónum, tá
Bretland jú er hin parturin í fiskimarksmál-
mum.
ÚT FRÅ TI, sum íslendsk blød áður hava
skrivað um hetta mál, halda vit okkum tó hava
fingið vissu fyri, at íslendingar skilja, at vit
foroyingar eru í eini serstødu. At vit hava fyri
neyðini at fáa serrættindi, bæði hjá teimum,
bretum og ðrum, og at vit tískil liggja sum lús
millum tvær negl í hesum máli. Og í tí støduni
er tað ikki lætt at fremja einvis, harðrend og
vittfevnandi tiltøk.
,
TAÐ, AT VIT hava verið afturhaldandi í
spurninginum um útflyting, hevur onki við
danskan fleskapolitikk at gera. Heldur ikki við
danskan limaskap í felagsmarknaðinum. Men
hetta er einans fyri at tryggja okkum sjálvar í
framtíðini. Fyri at tryggja okkum mest
møgulig rættindi á miðleiðunum eisini. Fyri at
tryggja okkum, at yit í framtíðini kunnu veiða
somu fiskamongd sum higartil.
OG IKKI minst fyri at tryggja okkum
alternativ veiduøkir, um fiskiårini við Føroyar
onkutið aftur gerast svikalig.
sosialurin
Sunnudagin prædika
J. Follend á Glyvrum, 8. J.
Joensen á Strondum kl. 12,
N. P. Danielsen í Oyndarfirði
kl. 12, altargangur, og á
Selatræð kl. 19, Torkil Beder
í Getu, altargangur, K. O.
Videre í Hvalba, E. Vilhelm í
Heysti, altargangur, Hans J.
Joensen í Havnar kirkju,
Kjartan Merkere í Vestur-
kirkjuni, Martin R. Jacobsen
í Porkeri, Frímann á Brúnni í
Skopun kl. 12, altargangur
og innsavning til frama fyri
kirkjuna, á Sandi kl. 17,
altargangur, og Jóhan Weihe
á Tveroyri.
Í ellum kirkjum í Fugla-
fjarðar prestagjaldi verður
savnað inn til frama fyri
Guds orðs útbreiðslu. Í ollum
kirkjum í Nes prestagjaldi
verður savnað inn til frama
fyri einkjugrunn Føroya.
Minningar-
gudstænasta
Allahalgannakveld (í kveld)
kl. 20 verður minningarguds-
tænasta teirra sjólætnu í
Havnar kirkju, har Hans J.
Joensen, prestur, prædikar.
Kirkjukonsert
í Vági
Sunnukveldið kl. 18 verður
kirkjukonsert við offurgongd
í Vágs kirkju v. Martin R.
Jacobsen, sóknarpresti.
Frelsunarherurin
Í kveld kl. 19 fundur í Av-
haldshúsinum i Vik.
Mizpa, Eidi
Um vikuskiftið verða upp-
byggingarfundir. Fundirnir
byrjaðu í gjårskvøldid.
Í Koltri
Niclas Niclasen, bátasmiður í
Havn, hevur fingið loyvi til
at brúka familjunavnið: í
Koltri.
Rætting
Í fråsøgn blaðsins mikudagin
um diskotekklubban í Havn
var okkurt komið eitt sindur
skeivt fyri um ta sonevndu
kontaktnevndina. Har stóð,
at roknskapurin fyri 1974
varð góðkendur við 19 at-
kvødum fyri og 11 ímóti. Tað
rætta skuldi vera: Fundar-
samtykt á aðalfundi 26.
oktober 1975: Rokniskapurin
fyri 1974 er góðkendur við 19
atkvødum fyri og 11 ímóti,
treytað av at hann verður
revideraður skjótast gjørligt.
Suðurfarið til sølu
Tveroyrarskipið Suðurfarið
er lyst til sølu. Suðurfarið er
útgjort við m. a. mek.
snellum, linuspæli og trøl-
spæli. Nakað av trolreiðskapi
og línureiðskapi fylgir við
seluni.
Nr. 76 — 1. november 1975
Statens
uddannelsesstøtte
Studningur fyri tidarskeidid 1. august 1975 til 31. juli
1976 til kontór- og handverkaralærlingar, sum eru fyltir
18 ár áðrenn 1. august 1975.
Teir lærlingar, sum enn ikki hava fingið umsóknar-
blød, fáa tey við at venda sær til:
Sverra Skaalum, Vági
Sverra Midjord, Tveroyri
Bjarna Joensen, Miðvági
Skála Skipasmiðju, Skála
Zacharias Leitisstein, Runavík
Arnold Abrahamsen, Fuglafjorð
Tekniska skúlan, Klaksvík
Landsskrivstovan, Tinganes, Tórshavn,
millum kl. 18 og 19.
Fyri lærlingar undir 18 ár verða aðrar reglur at galda,
og verður lýst nærri um hetta seinni.
STUDNINGSNEVND LÆRLINGANNA
Tinganes - Tórshavn
Sjónleikarhúsið í
Havn
fær vitjan av
Sjónleikadeild KÍ's
við skemtileikinum
OSKAR
eftir Claud Manier.
31/10 friggjakvøld kl. 20.00
2/11 sunnudag - 15.00
— - 18.00
Atgongumerki fáast í Leikhúskioskini frá
31/10 klr. 14 (tlf. 14504). Við inngonginda 1
tima undan syning (tlf. 11131).
Kunngerð
Upplatingartíðirnar á býráðsskrivstovunum
í gamla kommunuskúla
í Sverrisgetu 5—7 og
i V.U. Haimmershaimbsgøtu
verða frå 1. november 1975 at rokna
månadag
tysdag
mikudag og
friggjadag
kl. 10.00 — 12.00
kl. 13.30 — 15.30
hósdag
kl. 10.00 — 12.00
kl. 13.30 — 18.00
Barnahjålpargrunnurin
Studningar til illa stødd børn verða útbýttir í desember
mánaða, og eiga umsóknir um slíkan styrk at vera
nevndini í hendi í seinasta lagi 25. november 1975.
Umsóknarblað fáast við at skriva til Barnahjálpar-
grunnin, Dr. Jakobsensgetu 19, 3800 Tórshavn, ella við
at ringja til tlf. nr. 14212.
Tórshavn, 28. oktober 1975
G.V.
J.P. Háberg