Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. november 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 76 — 1. november 1975 filmir ið koma Jesus Christ Superstar Havnar bio hevur í letuni fyrivísan av stórfilminum Jesus Christ Superstar. Hetta er ein rock-opera, sum er vorðin filmatiserað. Tað eru teir báðir bretarnir Andrew Lloyd Webster, tóna- skald, og Tim Rice, rithev- undur, sum hava gjort operaina. Í 1970 kom hon á plátu, og plátan varð so væl umtókt, at hon varð seld í meiri enn fimm miljónum ein- tokum. Hetta er met hjá bretskum plátuidnað. Tá pláturnar komu á marknaðin varð operain framførd í 16 londum, og síðani varð hon filmatiserað. Filmurin er upp- tikin í Ísrael, og Normann Jewison hevur lagt tilrættis. Við allari virðing fyri bibliufrågreidingini um teir seinastu sjey dagarnar, Jesus var á foldum, hevur verið ynski hjá bæði upphavs- monnunum til operaina og Normann Jewison at gera ein hugtakandi segu yvir tíð og stað, har nútíðin og tátíðin verða til eitt. Hovuðsleiklutin sum Jesus hevur Ted Neeley, meðan Á Carl Andersson hevur leik- lutin sum Judas. Á sjón- leikapalli hava teir báðir havt somu leiklutir í Jesus Christ Superstar bæði í New York og Los Angeles. YvonneElli- mann er Maria Magdalena og Barry Dennem Pontius Pila- tus. Vandur at drepa Í einum lítlum amerikanskum býi við strondina verður ein deyð kvinna, Jenny Campbell av navni, svomin í land av egna Dobberman Pinscher hundi. Av ti at líkið er tugt, bæði á hond og fót, siga blødini beinanvegin, at tað er hundurin, ið dripið hevur. Staðkendi legreglustjórin er tó skjótt greiðir yvir, at FOR:MOM loysnin er aðrastaðir at finna. Hann byrjar við at vitja djóralæknan, Walter Watk- ins, har hundurin er fyribils, og hittir hann her ungu sjúkrasystrina Kate Bing- ham, sum sigur, at hundurin eitur Mufphy. Imedan vísir ein læknakanning, at Jenny: Campbell var við barn, at hon varð druknað í feskum vatni og síðani tveitt á sjógv. Abel Marsh, logreglustjóri, fer nú undir at kanna hús teirra deyðu saman við Kate, men verður skjótt greiður yvir, at tað ið hevur áhuga í mál- inum, longu er horvið. Mað- urin hjá Jenny Campbell sigur seinri, at hann var farin frá konu síni, ti at hon var lesbisk, og fær hetta bert málið til at vera uppaftur meira flokt. Abel og Kate arbeiða av ollum alvi fyri at finna ein aloysn til gátuna. Tá Abel eitt kveldið skal hitta harra Campbell í húsi teirri deyðu, kemur hann fram á ein myrdan Campbell, og húsini brenna. Hann sær eitt fólk hverva stutt haðani, men missir hetta burtur. Undir eini samrødu við sjeriffin kemur Abel knapp- liga at hugsa um, hvussu Kate visti, at hundurin æt Murphy. Hann fer beina leið til hennara og spyr hana henda spurning. Tá hon gerst óð og særd og sigur, at hon veit tað frá djóralæknanum Watkins, fer Abel hagar. Her sigur hann Watkins handtiknan fyri morðið. Tað eydnast tó Watkins at renna eina sproytu í armin á Abel og hvervur so í bili sínum. Abel fer aftan á honum, og hóast innspræningin er farin at virka, fær hann síni fólk at fara eftir honum Watkinsi. Tá Abel vaknar aftur, liggur hann á sjúkrahúsi, og tað verður honum sagt, at læknarnir hava fingið lív í hann eftir hesa deyðamein- andi innspræning. Abel er greiður yvir, at Watkins belir einum ræðuligum loyndar- máli, og at hann óivað er farin heimaftur. Her verður hann eisini tikin Kate kann ikki gloyma, at Abel eitt bil illtonkti hana fyri at hava samband við morðið og ger ti av at fara úr vera býnum sýndur í (midnáttarsýn Filmurin verður Havnar bio ing). Ein fødingardagsheilsan Tá eg las og hoyrdi um mótmæl- ini ímóti seinastu avrætting- unum í Sapniu, kundi eg ikki lata vera við at hugsa um, hvussu ætt og »bekvemt« tað er at forargast. Tað gevur so góða samvitsku at verða forargaður og senda eitt lítið mótmæli. At nøkur av medmenniskjum okk- ara dag um dag og ár um ár liva undir einum fasistiskum eina- ræði, nervar okkum ikki so nógv, bert vit sleppa frá at frætta um illgerðirnar hjá eina- ræðisharrunum. Frætta vit um avrættingar ella tortur av fangum, so forargast vit eina lotu, men tað er so skjótt, at vit venjast við tað. Men fasistiska einaræðið í Spania kom ikki til valdið í ár, og orsøkin til avrættingar og tortur er ikki nýggj. Orsek til mótmæli hava verið alla tíðina, síðani Franco kom til valdið, men smátt hevur verið við mót- mælum. Og ikki er Spania einasta landið, har fasistiskt einaræði valdar. Hetta má ikki skiljast so, at eg haldi, at tað ikki var rætt at mótmæla drápunum í Spaniu, tað er altíð rætt at mótmæla deyðadómum, avrættingum ella drápum, men enn rættari er at mótmæla fasistiskum einaræði, ti vit vita, at tað fremur yvir- gang, tortur og avrættingar ella dráp. Nú veit eg væl, at onkur hugsar, at onnur einaræði eru, enn tey sonevndu fasistisku, og at eisini har verður framdur yvirgangur, og at eisini her er orsek til at mótmæla. Men her mangla so sanniliga ikki mót- mæli, og fyri bert at nevna eitt dømi, so er hernaðarsamgongan NATO júst eitt tilikt mótmæli. Tað óhugnaliga er bert, at USA, sum er partur av hesi samgongu, hevur hjálpt til at kollvelta demokratiska stýrið í Chile við tí úrsliti, at har varð skipað eitt fasistiskt einaræði. Í Føroyum hava vit eitt demokratiskt stjórnarlag. Vit hava fleiri politiskar flokkar, sum allir hava sum grundarlag demokratisku stjórnarskipanina. Osemjan ímillum hesar flokkar er um, hvussu samfelagið skal skipast búskaparliga. Igjøgnum fría valrættin kunnu feroyingar gera av, um veljast skal ein liberalistisk samfelagsskipan ella ein sosialistisk. Men sjálvt um hesir flokkar byggja á rættin hjá borgarunum at taka steðu til samfelagsskipanina og harvið álit á evni borgaranna at velja, kemur tað fyri, at einstakir tals- menn hjá borgarligu flokkunum hava nýtt sum våpn imóti javn- aðarflokkinum, at trútta niður í fólk, at eitt sosialistiskt skipað samfelag er eitt ófrælst sam- felag, sum dømi halda hesir fram kommunistisku londini í Eystur- europa. Tað er merkis, at vert at leggja til eingin av hesum fólkaræðinum teirra, mot- mæltu avrættingunum i Spaniu, »verjunum« av var imillum sum tverturímóti tók onkur til orða og tók undir við tí, sum hendi. Hetta slagið av politiskum virk- semi er við til at skapa gróðrar- Kári D. Petersen, fulltrúi líkindi fyri fasismu. Hetta slagið av virksemi slættaði vegin fyri ollum einaræði. Eg hugsi, at fólk flest gera sær hetta ikki nóg greitt, ja eg vóni, at hesir smáu antisosialistisku profetarnir ikki vita av, hvat tað er, teir gera. Suðurstreymoyar javnaðarfel- ag fylti herfyri fimti ár. Mín fødingardagsheilsa til felagið skal vera at minna á hevuðs- endamál floksins, at skapa eitt sosialistiskt samfelag á fólka- ræðisligum grundarlagi. Hetta merkir, at javnaðarflokkurin er ímóti øllum einaræði. Hetta merkir eisini, at sosialistiska samfelagið, sum flokkurin virkar fyri, einans kann skapast av fólkinum igjøgnum útinnan av fría valrættinum, vit hava. Tí er høvudsuppgåvan at fáa fólk at skilja, at demokratiska sosial- istiska samfelagið er tað sam- felagið, har fjøldin trívist best, og at fólkaræðið ikki verður skert í hesum samfelag. Upp- gávan er ikki bara at fáa valdar flest møguligar umboðsmenn at umsita borgarliga kapitalistiska samfelagið, so vitt sum gjertligt í tráð við sjónarmið floksins, men minst líka nógv at gera fólki greitt, at okkara demokratiska stjórnarskipan skapar megu- leika fyri hesum sosialistiska samfelagnum, um bert fjeldin ynskir tað. Kári D. Petersen Lýsið í sosialinum $g TRADERLINE, Vit ferma HVONN EINASTA TYSDAG MIKUDAG HOSDAG hvørja viku hvørja viku hvørja viku hvørja viku i ALBORG i HALMSTAD i KØBENHAVN i ÅLESUND 15/11 i LARVIK i BLYTH i SANDNES 28/11 12/11 20/11 BEINLEIDIS TIL FØROYA AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf 122566 Alborg A /s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Alesund T. Schanche Olsen, tlf tlf. 2331 Blyth 329296 Antwerpen W. Harney & Co., Zeyen N.V., tlf. BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER 62078 Sandnes TORSHAVN