leygardagur 1. november 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin Síða 5
út sjálvur. Hann hevur eisini
gjørt kåpumynd og smátekn-
ingar.
Vit taka tvær yrkingar úr
savninum, sum er vert at lesa og
17 yrkingar
Ut er komið nýtt yrkingasavn,
sum ber heitið »17 yrkingar«.
Tad er Magnus Dam Jacobsen,
kring oyggjarnar
ið hevur skrivað, og gevur hann
Duradrykkur
Bróstamjólk.
Geitamjólk.
Akvavit.
Reytt spritt.
Klårt spritt.
Kókispritt.
Tandpasta —
hava.
hetta seinasta fyri at taka rákan.
Ein tuba av brylkremi.
Eitt glas av grønum shampoo —
hesi bæði seinastu sløgini eru av egnum royndum
bert góð at spýggja av, tey svirra ikki.
Eitt slett av skósvertu
vundið burtur úr tunnum damusokki.
Kann roynast góð heilsubót.
Men varið tykkum —
kanska síggja tit bláljós og koma
at ganga
æviga vallaraferð millum stjørnur og mánar,
leitandi eftir
uppruna tykkara og fótafesti.
Gurilja
Vit mugu vera sum fiskar í vatninum —
vit samfelagsins guriljafólk.
Herd i tí harða, støðuga bardaganum við okkum sjålvi,
noyðast vit at skapa okkara egnu mentan
ella kropsligt sjålvdråp.
Seinasta frest
Mikudagin kl. 17.30 er seinasta frest at boða
frá luttøku til
streymoyar Javnaðarfelags 7.
stovningarveitslu Suður-
november.
Tekningarlisti liggur frammi á telf. 11820.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
Skúlareingerð
Reingerðin av Tveroyrar skúla (bæði tí gamla og
nýggja) verður hervið útboðin alment.
Reingerðarskipanin umfatandi arbeiði og veiting av
reingerðarevni kemur í gildi hin 1. januar 1976.
Tilboð sambært reglugerð og sáttmála, ið verða
útvegað á kommunuskrivstovuni, skulu vera býraðnum
í hendi í seinasta lagi hin 1. december í ár.
Tveroyri, hin 29. oktober 1975
TVØROYRAR BYRÅD
FLYTING
Frá 1.11.75 er p/f Kemilux flutt norður í Norð-
skála.
Telefonin er hin sama, 13124.
KEMILUX
Neytatalið minkar
Neytatalið í Nólsoy er í
minking. Í ár var grasið av tí
nógva, men tað vísir sg nú,
sum tað er ikki brúk fyri so
nógvum grasi, ti neytatalid í
oynni er í minking. Epla-
vøksturin í Nólsoy eydnaðist
ikki so væl í ár.
Gongur smátt við
vegarbeiðinum
Menn norðanfyri fýlast á, at
tað gongur ov seint við um-
vælingini av vegnum millum
Eiði og Oyri. Teir siga, at tað
verður arbeitt allastaðni
ísenn, og at tað ti kemur ov
lítið burturúr. Einir 10 mans
á Eiði arbeiða upp á vegin.
Vegurin millum Eiði og Oyri
er gamal vegur, og hann
hóskar illa til ta nógvu
ferðsluna. Tað er ikki ætlanin
at gera nakað við vegin til
Funnings, men teir hava as-
falterað í stoðum.
Fýra deksbátar og ein opin
bátur avreiða til flakavirkið
Nordis á Eiði. Fiskiskapurin
er misjavnur. Tá tey eru upp
á tað mesta í arbeiði á flaka-
virkinum, eru tey 30—40 í
tali. Síðani Petur Reinert
gjørdist landsstýrismaður,
hevur Jóan Petur Petersen á
Norðskála verið stjóri á
Norðis.
15 pst. folkavøkstur
Fólkatalið i Runavikar
kommunu er nu 1903. Vid
fólkateljingina i 1970 vóru
tað 1655 íbúgvar í komm-
ununi. Hetta er ein vekstur
upp á 15 pst. Í Runavíkar
kommunu eru fimm bygdir.
Síðani 1970 eru 16 nýggj hús
bygd í kommununi árliga.
Innflutningurin
nervar ikki
Snikkaravirkið undir Varða í
Havn, sum m. a. framleiðir
teir sonevndu Liljukøkarnar,
verdur ikki nervad av teimum
nógvu innfluttu køkunum.
Bjarki Jacobsen, sum stend-
ur fyri virkinum, sigur, at
hóast innflutningurin av út-
lendskum køkum er stórur,
gongst væl við at selja Lilju-
køkarnar. Í løtuni arbeiða 18
mans å virkinum. Men tå tad
er upp å tad mesta eru teir 20
i tali
Læna minni
Realkredittstovnurin sigur,
at hann tey seinastu árini
hevur fingið færri umsóknir
um lán. Teir meta, at fram-
tíðarvánirnar fyri fiskivinn-
una hava verið orsekin til
hetta.
Hóast ajourferingin av
hækkaðu bygningsprisunum
fyri skip er farin fram við 12
milj. kr. um árið, so tora
menn ikki at binda seg til tey
dýru projektini.
Realkredittstovnurin fekk
herfyri hækkað peningaveit-
ingarnar úr Tjóðbankanum
við 37,5 milj. kr. fyri verandi
fimm ára skeið aftrat teimum
fyrr játtaðu 75 milj. kr.
32 hava syfilissjúkuna
Fram til 20. oktober hevur
landslæknin skrásett 32 fólk í
Feroyum, sum hava syfilis-
sjúkuna, og tað svarar til 8
sjúklingar fyri hverjar 10.000
íbúgvar. Hetta er munandi
meiri enn nakrantíð fyrr.
Sammett við árini eftir krigg-
ið hava millum 2 og 4 fólk ella
minni um árið verið smittað
av sjúkuni, ella minni enn 1
fólk fyri hverjar 10.000
íbúgvar.
Til sammetingar kann
nevnast var tad 1 syfilis-
smittað fólk fyri hverjar
10.000 íbúgvar í 1974. Í Bret-
landi 0,78, í Noregi 0,51 og í
Skotlandi 0,28. Í Íslandi og
New Foundlandi vóru minni
enn0,18 syfilissmittað fyri
hverjar 10.000 íbúgvar.
Heilsumyndugleikarnir eru
Ranafossur liggur innast
komnir til tað úrslit, at
orsøkin til ta umfatandi
smittuna stavar frá Gren-
landi. Her eru í minsta lagi
100 fólk, sum hava smittuna,
fyri hverjar 10.000 íbúgvar.
Fyrireikingar eru settar í
verk til tess at gera eina um-
fatandi kanning, soleiðis at
sleppast kann undan mest
meguligum smittaðum.
Heilsumyndugleikarnir hava
eftir áheitan frá landsstýr-
inum gjørt allar fyrireikingar
soleiðis, at tær neyðugu
kanningarnar kunnu setast í
verk fyrsta dagin.
Nýggjan motor
Útróðrarbáturin Niels Pauli
hevur seinastu dagarnar verið
á Havnini, har hann hevur
fingið nýggjan motor ísettan.
Niels Pauli hoyrir heima í
Hvalba. Hvalbingar siga, at
tá menn hava verið á floti,
hevur fiskur verið at fingið.
Teir royna mest við snellu.
Fylking 60 ár
23. oktober vóru liðin 60 ár,
síðani arbeiðsmannafelagið
Fylking á Tveroyri varð
stovnað. Upprunaliga varð
felagið kallað Enigheden,
men seinni broytti tað navn
til Fylking. Hetta var fyrsta
arbeiðsmannafelag, sum varð
stovnað í Danmark.
Nýtt yrkingasavn
Í bókabúðirnar er komið nýtt
yrkingasavn. Tað er fyrsta
yrkingasavnið hjá Magnus
Dam Jacobsen, sum hann
kallar 17 yrkingar. Í savn-
inum eru, eins og navnið
sigur, 17 yrkingar, sum allar
sru stuttar. Magnus hevur
givið savnið út á egnum
forlag, og tað er prentað í
Skovlunde í Danmark.
Til tvagssølu
Linubåturin Ranafossur, sum
hevur heimstað á Tveroyri, er
lýstur til tvangsselu. Tað er
partafelagið Samvinna á
Tveroyri, sum eigur bátin.
Ranafossur hevur ligið við
bryggju á Tveroyri nú í langa
tíð. Tvangsselan verður á
dómaraskrivsstovuni friggja-
dagin 5. desember.