Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. november 1975síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 76 — 1. november 1975 sosialurin — sigur Hans Andr. Joensen, sum er formaður í LIVD, áhugafelagið fyri vøggustovur og barnagarðar í Havn Vit hava i SOSIALINUM áður umrøtt trupulleik- ar við barnaggrðum og vøggustovum og eru komin upp á spurningin um planin í býráðnum fyri hesum. — Vit kunnu ikki siga okkum hava merkt, at býráðið hevur nakra sum helst ætlan til at loysa trupulleikarnar viðvíkjandi barnastovn- um, sigur formaður í felagnum LÍVD, Hans Andreas Joensen. Og stødan må sigast at vera hareftir í dag. Tað eru hundraðvís av børnum, sum ikki fáa innivist á barnastovn- unum. Einaferð varð gjørt upp, at tað vóru eini 300 — trý hundrað — børn, ið ikki fingu innivist, har foreldrini høvdu sýkt um pláss fyri børnunum. Nú skal gerast upp Tey telini, sum higartil eru fingin til vega um tervin á fleiri barnagørdum, eru ikki haldbar, men eru bert ætlanir. Hetta kemst av, at uppskrivingin á barnagerðunum hevur verið so sum so. Teir eru eisini givnir at skriva upp tey, ið sekja. — Felagið LÍVD hevur sett eina nevnd til at kanna tervin á barnagerðum og vøggustovum. Ætlanin er at fáa uppskrivingina av teimum umsøkjandi at virka aftur, og síðani skal gerast upp hin 15. januar næsta ár. Tað er tí umráðandi, at fólk fara til barna- garðarnar nú, soleiðis at myndin verður greið, sigur Hans Andreas. 18 av 100 hava útbúgving Í letuni fer fram skeið fyri starvsfólk á barnagorðum og vøggustovum. Tad er felagid LIVD, id skipar fyri skeidinum. — Starvsfólkið á barnagorðum og vøggustovum er ikki útlært Hans Andreas Joensen, formaður í LÍVD: — Politikkararnir mugu fáa eyguni upp fyri trongsteðuni á barnarøktarøkinum fólk, og tey merkja sjálvi tervin á, at teimum manglar eina út- búgving. Skeiðið varir í 14 dagar, og er hetta alt ov stutt, av 4 fyristødukvinnum á ymsum barnastovnum. Tað eru Louisa Smets, Hervør Mohr, Sólgerð á Rógvi og Maria Djurhuus, sum kenna í praktiskari pedagogikk. Hetta verður ein upplæring í hvussu leirur og pappir og annað skal handfarast og gerast við børnunum. Leika verður eisini víst, og ymisk barnaspel verða umredd. Síða 7 A og aðra upplæring var at taka til. Hetta er eisini ein tanki, ið eigur at verða tikin upp í Fer- oyum. Politikkararnir mugu fáa eyguni upp Politikkarar og almenn umboð sýnast ikki at fata ella vilja taka um endan, uttan teir fáa konkret Bernini á barnagerðunum skulu ikki einans havast á staðnum, men skulu eisini mennast við upplæring. Skeið fyri starvsfólk er tí sett í verk men tað kann haldast fram seinri, sigur Hans Andreas Joensen. Á barnastovnunum eru um 100 starvsfólk, harav bert 18 hava eina útbúgving í hesum yrki. Felagið LÍVD er farið undir eitt skeið, sum varir í 14 dagar, og verður havt tvær ferðir, við 24 luttakarum hverja ferð. Skeið í upplæring Skeiðið kann sigast at vera býtt upp í 3 partar. Fyrsti partur er um barna- sålarfrødi, um andligu menning- ina hjá børnum í barnagarðsaldri og um kensluligu menning teirra. Hesin partur verður kendur av Eyðuni Joensen, sálarfreðingi. Annar partur verður havdur av Paula Nielsen, lærara, og kennir hann í uppalingarlæru, ella pedagogikk. Her verður arbeitt við upplæringini av børnunum. Hesin parturin er teoretisk pedagogikk. pauli Niel- sen hevur verid å skula i Dan- mark og hevur fingið serút- búgving innan pedagogiskar lærugreinir. Triði parturin verður havdur Uppælingarstovnar og tilhaldsstød — Ein kann so spyrja, hvat ið starvsfólkið skal á skeið til, ti hvør og ein dugir at skifta eina blæu ella geva ein mjólksopa. Men barnagarðar eru ikki bert eitt tilhaldsstað til bernini, tá tey ikki kunnu vera havd heima. Barnagarðar og vøggustovur eru eisini uppalingarstovnar, har ein miðvís upplæring skal fara fram, sigur Hans Andreas. Vit vita, at stórur tervur er á eini útbygging innan barnarøkt- arskipanina, soleiðis at ell fáa innivist. Hetta gerst m. a. við at skumpað verður undir býráðið til at fara undir at byggja fleiri barnagarðar. Í Svoríki er komið væl longur á leið við hesum at hava bern og at geva teimum eina holla upplæring og meguleikar at menna seg. Her er ikki bert talan um bern undir skúlaaldur, men eisini børn í skúlaaldri, sum ofta ikki eru so leingi í skúla, at for- eldrini hava stundir at taka ímóti teimum, tá tey eru liðug. Hesi hava tå stór fritidarheim ella -eki at fara til. Nevnast kann eitt stað, har bæði stadion, ítróttarhell og stór hús til spøl tel skorin út í papp, og einahelst virkar einki á teir, fyrr enn nógv fólk stendur aftan fyri eitt krav. Men tá teir ikki fata tervin, so verður fólkið sjálvt at taka sær um reiggj og skipa fyri. Voggustovan á Liitzentrød er ikki komin í lag av almennari vælvild, men bara ti at nakrar konur tóku seg saman um at gera eina vøggustovu. Og hetta er sjálvandi ein leiðin at sleppa úr støduni, sum hon er. Men skulu vit fara uttan um politikkarar og alment vald til at fáa ein barnagarð settan á stovn, ja, so hava vit als ikki brúk fyri politikkarum. Tað ber til at fara undir hetta sjlvi, og býráðið hevur tá skyldu til at geva studning. Og møguleikar eru eisini fyri at fáa lán, sigur Hans Andreas. LÍVD er eitt áhugafelag LIVD er ikki eitt fakfelag og tekur sær tí ikki beinleiðis av lønarmålunum hjá barnarøktar- fólki. Men vit hava tikið fleiri >