Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. november 1975síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sosialurin Brúkarafelagið farið at virka — mestur dentur lagdur á upplýsingarvirksemi Nevndin hevði fund Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum eru teir nú farnir at gera vegin millum Eiði og Oyri av nýggjum. Ein partur av vegagerðini umfatar eina brúgvagerð yvir um eina á, haðani hendan myndin er tikin. Summi fýlast á, at tað gongur ov seint við arbeiðinum upp á vegin, tí tað verður arbeitt allastaðni ísenn. í vikuni, har uppgávurnar vórðu býttar BRÚKARAFELAGIÐ er farið til verka. Beint eftir, at felagið varð stovnað, skipaði nevndin seg við Sverra Egholm sum for- manni, og í vikuni var nevndar- fundur, har uppgávurnar vórðu býttar imillum nevndarlimirnar. Landsumfatandi Sverri Egholm sigur, at felagið fer at virka fyri allar brúkarar í landinum. Tað er eitt landsfelag, og oll, sum eru fylt 18 ár, kunnu gerast limir. — Annars fara vit ikki at skilja ímillum, hvert fólk eru limir ella ikki, um tey venda sær til felagið við fyrispurningum og ødrum. Men tað er greitt, at eitt tað fyrsta, vit fara at gera, nú felagið so smátt er farið at virka, er at tekna limir, sigur Sverri Egholm. BRUKARAFELAGIÐ hevur ongan beinleiðis myndugleika, og tá tað til dømis snýr seg um klagur frá fólki um eitt gjert arbeiði, fer tað at knipa hjá fel- agnum at gera stórvegis við spurningin. Men felagið kann í staðin leiðbeina viðkomandi, ið klagar. Brúkaralóg — almennur umboðsmaður Tað finnast hvorki brúkaralógir ella brúkaraumboðsmaður í Fer- oyum. — Vit fara at virka fyri, at beinleiðis lógir, sum verja áhugamálini hjá brúkarunum, verða settar í verk eins og í eðrum londum, sigur Sverri Egholm. Ein brúkaraumboðs- maður er av alstórum týdningi. Men tað má verða talan um ein almennan umboðsmann, sum hevur tann neyðuga myndug- leikan og sakkunnleikan til hjálpar, og sum kann arbeiða óheftur. Eisini her hevur BRÚK- ARAFELAGIÐ eina uppgávu at rekja, sigur Sverri Egholm. BRUKARAFELAGIÐ hevur boðað landsstýrinum frá, at ein felagsskapur, sum hevur til endamåls at verja åhugamålini hjá brúkarunum, er stovnaður. Sverri Egholm sigur, at felagið vil samstarva til allar síður. Upplýsingarvirksemi Í endamálsgreinum felagsins verður sagt, at felagið skal ansa eftir, at sjónarmið brúkaranna verða alment vird, tá fyriskip- anir og/ella reglur verða settar, sum koma áhugamálum teirra við. Felagið hevur eisini til enda- máls at reka upplýsingarvirk- semi, og tann partin av enda- málsgreinini = leggur felagið sterstan dentin á, sigur Sverri Egholm. Allir nevndarlimirnir í fel- agnum eru úr Havn. Men tað eru samtykt ein lógarregla um, at helvtin av nevndini fer frá longu komandi ár. Tá verður gjorligt at fáa onnur enn bert Havnar- fólk í nevndina, sigur Sverri Egholm. Hann sigur, at fyribils inntøkurnar hjá felagnum vera limagjøld. — Vit vilja helst ikki fara til tað almenna at biðja pengar, leggur Sverri Egholm aftrat. I nevnd felagsins sita umframt Sverri Egholm Sigrid Dals- gaard, Niels Juel Nielsen, Adolf Hansen, Petra Samuelsen, Okt- avia Nielsen, Hanna Absalon- sen. Limatali3 i BRUKARAFEL- AGNUM er gott 60. Brævskrivari i Dimmalætt- ing gremur seg um, at bræv- portoin fer at hækka. Satt at siga ivist eg i, hvussu nógv av brøvunum til Dimmalætt- ing verða send gjøgnum post... Á, tvætl i teg, HOT, sjálv- andi er veðrahornið sym- bolskt. Teir spæla politikk- arar eins og Ovitar spæla við hornaklingrur! Sambært Dimmalætting hós- dagin er Franco generalur yngdur nakað. Blaðið skriv- aði nevniliga: Onsdag middag betegnedes den 28-árige Francos tilstand som »yderst alvorlig!« Aftur ein væl umtóktur leikur á pallinum í Sjónleikarhúsinum Klaksvikingar framføra OSKAR i Sjónleikarhúsinum í Havn Tá id talað verður um sjónleika- vitjanir, hugsa vit kanska mest um útlendskar leikbólkar ið vitja henda vegin. Men seinnu árini er vorðið alt meira vanligt, at tá leikbólkur her hevur lokið fram- forslur á heimstaðnum, verður farið aðrar staðir í landinum at vitja. Hetta kemst sjálvsagt av, at nú er hópin lættari at koma fram við øllum tí vidføri, sum leikirnir mangan krevja, um- framt at fleiri hóskandi heli eru tek nú enn áður. Sjónleikarhúsið í Havn hevur í heyst ferðast við SKIPINUM í Hvalba, Klaksvík og í Húsavík. Nú er túrurin komin til Sjón- leikadeild KÍ's, sum fríggja- dagin og sunnudagin komandi sýna skemtuleikin OSKAR eftir fransmannin Claud Manier í Sjónleikarhúsinum í Havn. Leikurin varð sýndur fyrstu ferð í Klaksvík í vár, og var hann so væl umtóktur, at hann varð sýndur ikki færri enn 14 ferðir, ið má sigast at vera nógv har á staðnum. Leikstjóri var danin Henning Nielsen, ið er konsulentur hjá DATS (Dansk Amater Teater Samvirke). Umframt at seta leikin upp hevði sjónleikadeildin við konu hansara skipað fyri sjónleikaskeiði, har yvir 20 fólk luttóku. OSKAR er í 3 pørtum, leikar- arnir eru 9 í tali. Umsett hevur Jaspur Joensen, bókaverður i Klaksvík. At sýningar bert verða friggjadag og sunnudag og ikki leygardag kemst av, at hetta er 1. november og dagur teirra sjólætnu. Bilettselan byrjar friggjadagin kl. 14.00 úr Leik- húskioskini, og annars ein tíma undan hverjari sýning.