Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. november 1975síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 76 — 1. november 1975 mátti vera miðdepulin í býn- um: eitt myrkt kjallararúm, tað bumbutrygga skjólið. Allastaðni vóru uppsett uppsløg um, hvussu tú skuldi bera teg at, eydnaðist tær ikki at náa oman í skýlið. Ottin er verri enn vandin, stóð tað, tú skuldi ikki gera vandari enn at leggja teg inn at einum húsaveggi og halda um hevdið. Á uppslagnum hevdu teir teknað eitt barn, sum lá sum tað skuldi nett í hesi stødu, meðan spreingi- knetturin brast ein hálvan metur frá, og niðriundir stóð skrivað: nú liggur tú trygt. Vit hugdu aftur um okk- um: nakrar kilometrar burt- uri, aftur undir ásinum, var Frakland. Sami summardag- urin darraði yvir jørdini har sum her, og kortini: eina- staðni har markið var, var luftin ødrvisi at síggja, ikki bert at anda nidur i teg, har leyv og blómur sugu fødina til sin og humlaflugur surradu. Og tann fridurin, sum lå yvir Port Bou nam kanska ikki so nógv við hjartað á tær sum við tindina. Tá vit høvdu bíðað nakrar tímar, sluppu vit við einum toki suður til Barcelona. Appilsintro fuku framvið í sólsetrinum og vinrunnar stungu seg upp sum ein grøn og lýsandi gleði. Fólkini í tokinum vóru fitt. Eftir sponskum siði býttu tey alt sínámillum, bæði breyð og vín. Alt í einum tók tokið at minka um ferðina. Tvey flog- for komu strúkandi gjøgnum kveldarhimmalin. Eru hatta okkara menn? spurdi eg mannin undir liðini á mær. — Skjóta teir ikki, eru tað okkara, svaraði hann. Ein hermaður segði, at tá nú tokið stødgadi, skuldu øll leypa út, geva seg hver frá ødrum og leita sær skjól undir vinrunnunum. Ein login kensla fylti meg: her situr tú og heldur teg duga ikki heilt lítið, hugsaði eg við mær sjálvum, men hvat dugir tú so í roynd og veru? Ti ferðast við toki dugir tú so ikki, og Gud viti, um tú dugir so frægt sum at liggja aftur undir einum húsaveggi. Einki sum er gagnligt og umráðandi í hesum nýggja mentunnar- tíðarskeiði hevur tú lært teg, situr her púra spillnakin og fyri ongum. Tokið økti aftur um ferð- ina. Teir høvdu kent flogfør- ini aftur, hetta vóru tvey jagaraflogfor hjá spanska tjóðveldinum, sum fóru dun- andi lágt uppi yvir okkum. Seinnapartin dagin eftir fóru vit í bili til Valencia. Ætlanin var at liggja nátt á leiðini. Kveldið kom og vit royndu í einari bygdini fyri og aðrari eftir. Men so eiga- sørt at nøkur song var at fáa, ikki so mikið sum ein stólur. Heldur ikki fingu vit lagt okkum á gólvið nakrastaðni, tí allastaðni vóru flóttafólk. Einasti ráðini vóru at halda leiðina fram. Málað var út yvir billyktirnar við bláum liti, ljósið var so veikt og trøllsligt at síggja til, nú tað át seg heim eftir vegnum. Uttan fyri lá havið í mána- ripuni. Klokkan fyra um morgunin komu vit til Valencia. Sky- skavararnir uttan um tad stóra ráðhúsplássið vóru so yvirjarðligir at síggja til í mánalýsinum. Um dagin tykjast hesi húsini so grá við samanlæstum tonnum, her halda skrivstovur og yrkis- felagsskapir til og amerik- anskar umboðsselur, men um náttina sær alt eðrvísi út, tástani sært tú, hvussu vorðið er. Her eru sjey hundrað túsund flóttafólk í býnum og tey hava øll tikið tey djórini, sum til bar at hava við sær. Ti er tað, at so nógvir hanar hoyrast gala her í morgun. So fóru vit á øll gistingar- húsini at spyrja, um teir hevdu nakað kamar, men har var ikki at bjóða til, so vit vórðu bara gangandi úti á gøtunum. Henda summar- nåttin var so vælsignad. Eg varð standandi framman fyri einari gamlari borg. Øll fram- síðan á henni livdi av hesum barokkmyndunum, teir høvdu høgt út í grótið. Hesar ómetaligu, framskornu mynd- irnar reistust móti tí bláa stjørnuhimmalinum. So yldi lúðurin á einari verksmiðju, og so aftur á einari aðrari, og áðrenn tú hevði fingið vent tær, ýldu hesir venandi lúðrarnir um allan býin. Tá eg vendi mær móti bil- stjóranum, segði hann bert eittans orðið: »Bombardeo!« Út úr einum húsum kom eitt konufólk við einum pjøka undir hondini. Hetta var barnið hjá henni, og henni á kroppi komu onnur: gomul, sum máttu styðjast út, sjúk, sum gingu á høkjum. Og alla tíðina ýldu hesir andskræmi- ligu lúðrarnir. Alla tíðina komu fólk tysj- andi gjøgnum hesar mána- bleiku gøturnar, øll so kvirr, eingin talaði orð. Sum rædd- ust tey, at onkur skuldi hoyra. So fóru vit oman í eitt bumbuskýli. Fólk í hundr- aðatali skundaðu sær niður trappurnar í rúmið harniðri. Ljósið harniðri var so blátt og mestsum kámaðist burtur. Nekur konufólk vildu íkki fara niður, vildu heldur vera uppi hjá monnunum. Tí har var so trongt niðri, at menn- inir fingu ikki pláss. Framhald $ é sosialurin Sida 11 2 Oy VARGA KONSERTIRNAR Leygardagin 1. November 1975: Læraraskúlahellin, Tórshavn, kl. 16: BACH: Doppelkonzert fiir 2 violinen (Solistar: Tibor Varga og Ornulf Boye Hansen) Program MOZART: Violinkonzert A dur K.219 (Solistur: Tibor Varga) VIVALDI Die vier Jahreszeiten (Solistur: Tibor Varga) É[[[[[[[[f AAA AAA AA AA AA AA AA AA [ [Af [[ [[[ [AA [Å[A[ [f[ [[[A[ÅfAA[ [Af [Af [ff [[—————— "88 Sunnudagin 2. november 1975: Fimleikarhøllin, Klaksvik, kl. 15.30: Program BACH: Doppelkonzert fiir 2 violinen (Solistar: Tibor Varga og Ornulf Boye Hansen) MOZART Violinkonzert A dur K.219 (Solistur: Tibor Varga) VIVALDI: Die vier Jahreszeiten (Solistur: Tibor Varga) É[É[[[ [AAA AAA AAA AA AA AA AA AA AAA AAA AA AA AA [AA [AA AA [AAA [ [AA [ [AA [AA [ [Af [ff [[ [ff ————un———rm£—% Månadagin 3. november 1975: Læraraskúlahellin, Torshavn, kl. 20: TELEMANN: Program Ouverture des nations annciens et modernes BACH: Violinkonzert E dur (Solistur: Tibor Varga) MOZART: Symphonie A dur K. V.201 Billetsøla vid dyrnar ein tima ådrenn konsertirnar. Prisur 20 kr. fyri vaksin. Torshavnar Musikkskúli. 5