leygardagur 1. november 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 76 — 1. november 1975
Bern spældu í viðalundini.
Nøkur flogfor komu inn yvir
býin, eitt fylgi av stórum her-
flogførum við trimum motor-
um. Eyguni vuksu í
børnunum, tey veittraðu og
læðu.
Allastaðni uttan um Pére
Lachaise kirkjugarðin var
svart av fólki, sum bíðaði
eftir skrúðgonguni. Vit tóku
at ringla við byssunum og at
selja merkini: >Til smábern-
ini í Bilbao. Gevið tað, tygum
sjálvur vilja. Til smábernini,
sum líða neyð!< Áhugavert
var at leggja til merkis, hver
ið keypti. Arbeiðsmenninir
og konur teirra lótu í heilum
og tað nógv eisini, bæði fimm
og tjúgu frankar. Friggjara-
per lótu sjáldan nakað, og tað
helt eg vera legið, tí var tað
heima hjá okkum, hevði ein
ungur drongur latið, helt
hann seg vera nakað, men her
tóktist hann at gera seg upp
við at lata vera. Og hon, sum
undir liðini á honum gekk,
hugdi so vælhýrd og full av
girndarhugi at honum, tá
hann noktaði, hver skal siga:
hasin dugir at fara um
pegnar, hatta verður inni-
løgumadur. Og so var hann
eisini so góður á ein annan
hátt, sum bara hon visti um.
Heldur ikki lótu hesi konu-
fólkini, sum gingu og leiddu
hund, nakrantid nakað oyra.
Nógvar av húsmeðrunum
segdu seg longu hava keypt
fleiri merki, men tíanverri
lagt tey eftir við hús.
Einstakir vælílætnir menn
segdu nei, so har skuldi einki
vera at ivast i. »Jumen, hetta
er til børnini — .« Men svarid
var: »Nei!« Teir høvdu fleiri
hundrad metrar at ganga,
áðrenn teir sluppu burtur úr
hesi arbeiðsmannafjeldini og
í heilum stødgadi onkur
bússan teimum. Hevdu teir
sett sær eitt merki fyri nøkur
fá oyru í jakkauppslagið,
hevdu teir fingið gongufrið,
men teimum tókti frægd í at
sleppa at sýta.
So kom skrúðgongan eftir
gøtunum og eingin endi
tóktist vera á henni. Tey
gingu eini seks-sjey lið um
lið, menn, konufólk og bern
og stevið var sum Harragud
veit. Nógv royktu, onnur
prátaðu saman, vendu sær á
og læðu. Einki sást til nakað
brennandi krav um at lata
Spania vápn.
Hesi fólkini hevdu beint
strítt seg framt til týðandi
fyrimunir, høvdu vunnið sær
fjøruti tíma viku. Tey vistu,
at mótsteðumenninir stóðu
har, uppreittir og tilreiðar at
leypa á. Hjálp til „teir reydu«
í Spania hevði verið tikin sum
ein nýggj stættaratsókn, ein
vidkan av valdinum. Tá hevði
bardagi staðist av, og við
tvey av landamerkunum
stóðu útlendskir figgindar. Ti
var tað, at hesir fronsku arb-
eiðsmenninir gingu so friðar-
ligir og vælviljandi við í hesi
skrúðgongu, tí nú ráddi ikki
um at fáa sær fleiri mótsteðu-
menn, men vinir og tað
ongantíð ov nógvar...
Teir fingu sær pengar upp í
hondina og lótu, bússurnar
tóku at tyngjast. Jú, bern-
unum mátti hjálpast, eyðveri
tað og her máttu øll vera
samd. Bernunum bar til at
hjálpa, tí tey vóru ikki
vaksin. Skrúðgongan nærk-
aðist kirkjugarðinum. Eina-
ferð vórðu kommunardar i
hópatali riknir út higar,
máttu hopa eftir hæli, av tí at
teknikkur og hersnildi vóru
sterkari enn ein hugsjón. Í
dag komu arbeiðsmenninir í
París sinniliga gangandi, í
sunnudagsklæðum, fimm-
hundraðtúsund manns við
veldi í stjórnini, men líka so
máttleysir fyri tað.
So varð farið inn um
portrið á Pére Lachaise
kirkjugarðinum. Nú hevdu
oll í skrúðgonguni fingið sær
merkið við myndini av
kommunardunum upp á
bringuna.
Kirkjugarðurin var sum ein
lund við smáum steinhúsum.
Innan fyri hurðar við rust-
aðum lási vóru rúm við foto-
myndum av teimum deyðu og
gjørdum blómum. Gomul tre
við hýggiskotnum bulum og
slavnum, dimmgrenum leyvi
reistust yvir hesum líkbýi.
Inni í myrkrinum hómaðist
gravarleiðið hjá Thiers so
rúgvismikið at síggja til.
Í brekkuni sótu áskoðarar
allan vegin niðaneftir á grev-
unum — hevdu havt mat og
vín við sær, sótu nú og fingu
sær morgunmat í Bellum
hesum grena, konufólkini og
bernini og ljósum summar-
klæðum.
Glas og postalin
Tann stóra glasverudeildin gevur tygum góðar møguleikar
til at koma heim aftur við júst tí rætta
tt
Hø
Stórt pláss
og stórt úrval
Í hinum deildunum finna
tygum nærum alt innan fyri
ísinkram — el-lutir — hitaverk
sanitet — rør- og rørlutir
PF MARIA POULSEN & CO
TORSGØTA 10 - TELF. 12000-12001 - TORSHAVN
Vit fóru niðan eftir ti
brøttu, smølu kirkjugarðs-
gøtuni. Ein riðil av fólki, sum
hevði verið uppi hjá múr-
inum, kom ímóti okkum.
Nakrir hermenn vóru við
teimum. Eitt konufólk rópti
frå sær sjálvum: Hyggid,
hermenninir eru við okkum!
Men allir vóru ikki, minni
enn so. Í sidugøtunum uttan
um kirkjugarðin stóðu her-
menn á varðhaldi nakað
burturfrá, í túsundatali undir
dimmbláum stálhjálmum.
Byrsurnar hevdu teir sett í
pýramidur frá sær fram við
pansaravognunum. Hetta
vóru ikki Parísbúgvar, men
álitismenn, varð sagt.
Vit fóru niðan seinastu
brekkuna. Ein dungi av blóð-
reyðum kransum lá framman
fyri múrinum, har kommun-
ardarnir fullu. Bein yvirav
vóru oddamenninir hjá arb-
eiðararersluni samankomnir
á einum palli. Her vóru teir
vanir at standa á hverjum
ári, meðan skrúðgongan fór
framvið. Í ár sótu teir.
Men ímóti deyðans múri,
millum dungar av líkum,
reistust Baskarar — einsa-
mallir og óhjálpnir í teirra
seinasta stríði.
>Til smábernini í Bilbao!
Tygum lata tað, tygum
vilja.
Til smábernini, sum líða,
Monsieur.«
II
Í fleiri tímar fór einki tok frå
fronsku steðini við landa-
markið, Cerbére, inn í Spania.
Bergholid gjøgnum fjallið læt
seg upp, so slavið og svart at
síggja til aftur ímóti hesum
heita og ljósa summardegn-
um, men hermenn hevdu sett
stongsil á, av tí at fleiri
spreingingarroyndir høvdu
verið gjørdar, so har var einki
annað at gera enn at royna at
dragsa sær kuffertini upp
um bratta fjallið. Ovast uppi
gekk landamarkið, og fyrsta
tú steig niðuravaftur hinu-
megin, stóðst tú á spanskari
jørd.
Teir brúnu åsarnir stoyttu
sær niður i hetta ljósa, tóma
rúmið, har hitt mjólkalitta
Miðalhavið lá í sóltámi.
Undir okkum lá fyrsta
spanska bygdin, Port Bou.
Vit gingu kleivina oman at
húsum, millum grágrent kak-
tus við hesum brennandi gulu
blomstrunum. Báðu megin
landamarkið stóðu vaktar-
menn, og ein fín, gerandi
kensla av skjótt at vera fram-
komin fylti sinnið.
Tá kom róp í niðri á
vegnum. Hverki vinmaður
mín ella eg hevdu givið
okkum far um hetta, fyrr enn
vit sóu nakrar hermenn koma
stórleypandi niðan ímóti okk-
um við byrsunum á lofti.
Tivandi fóru teir við okkum
oman í eini lág, hvít múr-
steinshús, sum vit ikki høvdu
varnast. Hetta var toll- og
passeftirlitið.
Skýmligt var inni, og har
stóðu nakrir menn í vanligum
klæðum og bíðaðu eftir
okkum; hesir ljósabrúnu re-
volvarahúsarnir skygdu kámt
nú í skýmingini. Maðurin,
sum kannaði passini hjá
okkum, hevði eina leðurreim
við patrónum um skevningin.
Hinir søgdu seg beint hava
tikið ein Amerikanara, sum
hevði nøkur óskiljandi pappír
stungin inn undir sveitta-
reimina í hattinum. Hann var
nú á veg til fongslið í Barce-
lona. Um eg ikki vildi gera so
væl at tøma lummarnar.
I regnfrakkanum hjå mær
fann eg eitt samanrukkað
bræv, sum mátti hava ligið
har í mánaðir. Eg hevði
sjálvur skrivað tað til ein
týskan burturflytara, men
tað var komið aftur við
uttanáskriftini: móttakarin
ókendur. Eg legði tað á
borðið hjá hinum pappir-
unum.
Tað var helst eitt bræv,
sum púrt einki heyði at týða,
eg mintist ikki longur, hvat í
tí stóð, men greiðast mátti so
frá hesum. Fyri hvenn
minuttin, ið fór, vaks tað í
gåtuførum týdningi, har tað
lá samanrukkað og óupplæt-
ið. Eg hevði ferðast við tí
fleiri túsund kilometrar, men
nú varð tað funnið. Og hví
skuldu hesir menninir fara at
góðtaka tað? Vunnu mót-
stødumenn teirra, vórðu teir
deydadømdir allir fimm, so
har mátti ansast væl eftir og
eingin ivi vera um, hvenn teir
lótu sleppa inn um landa-
markið. Nú fór hetta brævið,
sum kanska fór at støda mær,
bráddliga at fora meg longur,
langt inn í land teirra, og Gud
viti, hvussu endin mundi fara
at verða.
>BOMBARDEOx<
Maðurin við patrónreimini
andaði á eitt stempul og
trýsti tað niður í passini. So
fýrdi hann pappírini yvir til
okkara: Tøkk skulu tit hava,
so kunnu tit fara, segði hann.
Salud!
Inni i einari grønari vik vid
sandbotni lå Port Bou. Eini
sundursorað hús var tað
fyrsta, vit sóu.
Minnið um eydnurík, sól-
glitrandi summer heima, við
sama roykinum av sjógvi og
fiski, rak fram fyri meg. Jú,
her var okkurt, sum var
íheimligt, og eisn nakað, sum
ikki var tað.
Á húsaveggjunum og tre-
unum vóru svartir pílar, sum
vístu leiðina inn í býin. Vit
gingu eftir teimum gjøgnum
tær smelu, kronglutu getur-
nar, sum lógu púra mann-
tómar í middagshitanum. At
pílarnir
sum
D
komu allir
einum stað,
enda
saman í