Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 77 — 5. november 1975 bóx4(6, 3800 Torshuvn vitri: Før / náðarflol Vilhelm Johannesen (ábyrgd). telt 6111 John SU lohannvs« Vrent: Prentsmidjan á Hevgysbr Havnabygging EITT AV TEIMUM málum, sum fekk nógva umreðu á kommunufelagsfundi í Klaksvík í seinastu viku, var havnabygging. Hildið varð, at játtaninar á havnaætlanunum hava verið alt ov smáar, og at rentubyrðin hjá kommununum hevur verið alt ov stór. AT JATTANINAR hava verið alt ov smáar, má haldast at vera rætt, tá hugsað verður um, at nógv meiri peningur verður nýttur til berg- hols-, brúgva- og vegagerð eftir einum ári, enn nýtt verður til havnabygging eftir 10 árum. STUGNINDURIN til havnabygging, ið sum nevnt verður játtaður fyri 10 ár í senn, verður goldin við 50 pst. úr landskassanum og 25 pst úr statskassanum, meðan viðkomandi komm- unu sjálvar gjalda 25 pst. Við teimum prís- og lenarhækkingum, sum verið hava seinastu árini, megu 10 ára havnaætlanir haldast at vera sera óhóskandi, meðan fimm ára ætlanir uttan iva høvdu hóskað betur. BYGGI EIN kommuna fyrst í eini 10 ára ætlan, verður neyðugt hjá viðkomandi kommunu at taka lán upp á studningin, ið sum nevnt kemur til A tgralaingar yvir 10 ár. Taka vit sum dømi, at ein kommuna hevur fingið eina játtan upp á 1 mill. kr., t.v.s. 100.000 kr. um árið í 10 ár, og at hon tekur hesa milliónina í lán fyri at fáa bygt, so hevur viðkomandi kommuna, tá seinasta útgjaldið kemur frá stats- og landskassanum, goldið 770.000 kr. í rentu. OG VERÐUR bygt í seinna enda av eini 10 ára ætlan, so kemur kortini ongin studningur fyrr enn byggingin er byrjað, og heldur ikki fáa tær kommunurnar rentu av ti studningi, sum øll hesi árini hevur staðið í stats- og lands- kassanum. Men fyri teirra viðkomandi man prís- og lønarvøksturin eta eins stóran part av studninginum, sum rentan í tí fyrra døminum. EIN LOYSN her kundi verið, at stovnaður varð ein havnabyggingargrunnur, ið kundi umsitið tann pening, ið játtaður verður til havnabygging. Stats- og landskassin skuldu so hvert ar goldið tann jåttada studningin í grunnin. Tær kommunur, sum tá bygdu fyrst í eini havnaætlan, kundu fingið bílig lán upp á studningin úr grunninum, meðan tær komm- unur, ið ikki byggja fyrr enn í seinna enda, kundu fingið rentu upp á sín studning. EIN SLÍKUR grunnur, ið kundi verið umsitin av landsbankanum, vildi meguliga spart teimum kommunum, sum byggja tíðliga, helmingin av rentuútreiðslunum og samstundis givið teimum kommunum, ið byggja seint, eina rentu, sum hevði minkað nakað um tapið av pris- og lønarvøkstrinum. Seinasta frest Mikudagin kl. 17.30 er seinasta frest at boða frá luttøku til stovningarveitslu Suður- streymoyar Javnadarfelags 7. november. Tekningarlisti liggur frammi å telf. 11820. Sudurstreymoyar Javnadarfelag Gudstænastur Sunnudagin prædika: Eivind Vilhelm i Havnar kirkju, altargangur, Peder- sen, prestur úr Aulum, i Vesturkirkjuni, Kjartan Mørkøre å Argjum, Hans J. Joensen i Kaldbak, J. Follend å Nesi, S. J. Joensen i Hatt- arvik, K. O. Viderø i Sandvik og Niels Pauli Danielsen å Skåla. Missiónshúsið við Landavegin Fundur verður í kveld kl. 20. KFUK Í kveld kl. 19 verður arbeitt til basar. Várgleði Í dag kl. 16.15 verður fundur í KFUK við Henry D. Joen- sen, skúlastjóra. Framhald av »Ein av teimum tólve. KFUM & K Skotar yvir 11 år, seniorar og leiðarar meta í búna og vid sálmabók hóskveldið kl. 19.15 við Vesturkirkjuna. Aftan á gudstænastuna verð- ur samkoma í KFUK fyri seniorar og leiðarar. Filadelfia Í kvold kl. 20 systirmissión (offur til Thailands). H6és- kvøldid kl. 21 sangvenjing. Telefonandaktin alt samdøgr- id å telf. 14880. Frelsunarherurin Í kveld kl. 20.30 ungdóms- fundur. Hóskveldið kl. 20 Heimaforbundið. Evangeliihúsið I kveld og hóskveldið kl. 20 evangeliskir fundir. Alf Kas- borg, trúboðari úr Noreg, talar. Telefonandaktin telf. 122 66. Sjómanskvinnu- ringurin á Skála kemur saman í kveld í mein- igheitshúsinum kl. 20. Silvurbrúdleyp Í dag kunnu hjúnini Alma og Petur Joensen, Strendur, halda silvurbrúdleyp. Tey eru burturstedd. KUNNGERÐ Upplatingartidirnar á byrådsskrivstovunum i gamla kommunuskúla í Sverrisgetu 5—7 og i V.U. Haimmershaimbsgetu verða frá 1. november 1975 at rokna mánadag týsdag mikudag og fríggjadag kl. 10.00 — 12.00 kl. 13.30 — 15.30 hósdag kl. 10.00 — 12.00 kl. 13.30 — 18.00 Skúlareingerð Reingerðin av Tveroyrar skúla (bæði tí gamla og nýggja) verður hervið útboðin alment. Reingerðarskipanin umfatandi arbeiði og veiting av reingerðarevni kemur í gildi hin 1. januar 1976. Tilboð sambært reglugerð og sáttmála, ið verða útvegað á kommunuskrivstovuni, skulu vera býraðnum í hendi í seinasta lagi hin 1. december í ár. Tveroyri, hin 29. oktober 1975 TVOROYRAR BÝRÁÐ Statens uddannelsesstøtte Studningur fyri tidarskeidid 1. august 1975 til 31. juli 1976 til kontór- og handverkaralærlingar, sum eru fyltir 18 ár áðrenn 1. august 1975. Teir lærlingar, sum enn ikki hava fingið umsóknar- bloð, fáa tey við at venda sær til: Sverra Skaalum, Vági Sverra Midjord, Tveroyri Bjarna Joensen, Miðvági Skála Skipasmiðju, Skála Zacharias Leitisstein, Runavík Arnold Abrahamsen, Fuglafjorð Tekniska skúlan, Klaksvík Landsskrivstovan, Tinganes, Tórshavn, millum kl. 18 og 19. Fyri lærlingar undir 18 ár verða aðrar reglur at gelda, og verður lýst nærri um hetta seinni. STUDNINGSNEVND LÆRLINGANNA Tinganes - Tórshavn Almennir fyrilestrar LIST Í 20. OLD Undir hesum heiti heldur Bárður Jákupsson tveir almennar fyrilestrar við myndum í fyri- lestrarsalinum á Debesartrød: Fyrri fyrilesturin — hóskveldið 6. november 1975, kl. 20 Seinri fyrilesturin — hóskveldið 13. november 1975, kl. 20 Fróðskaparsetur Føroya Lýsið í sosialinum H Í Í Í