Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 77 — 5. november 1975 sosialurin Hølisvidurskifti forda stoypivirkinum i at fara undir nýggja framleiðslu ð rørframleidsluni Eru givnir vi Uni Persson inni á skrivstovuni Stoypivirkið í Havn kann ikki fara undir nýggja framleiðslu, fyrr enn tað hevur fingið betri hølisvidurskifti. Tað er ætlanin at fara undir framleiðslu av skorsteinum, sum kann metta allan tann før- oyska marknaðin, men sum er, kann fram- leiðslan ikki byrja. Uni Persson, sum eigur Stoypivirkið, sig- ur, at teir hava sekt býráðið um loyvi til at byggja á Íslandsvegn- um, har tað í sínari tíð varð avlagt eitt øki til ídnað í býnum, men býráðið hevur ikki givið nakað endaligt svar. — Tað er neyðugt at fáa eitt líka stórt eki aftrat ti, sum vit brúka nú, um farast kann undir fram- leiðslu av skorsteinum, og fáa vit tað ikki, verða vit noyddir at halda uppat, sigur Uni Persson. Hann sigur, at býráðið nú ætlar ekið til húsabygging. — Hevdu vit vitað av tí, tá vit skuldu byggja her úti, so hevði ætlan okkara ongantið verið sett í verk, sigur Uni Persson. 13 ár Stoypivirkið hevur hildið til á Íslandsvegnum í 13 ár. Fyri stuttum keypti virkið ein bygn- ing við Hoyvikstjørn, men hann er ikki væl egnaður — heldur ikki til framleiðsluna av skor- steinum, sigur Uni Persson. Hann sigur, at til framleidsl- una ay skorsteinum er ætlanin at brúka íslendskt tilfar. Tað er lættari enn t. d. tað danska, og tilfarið skal keypas: inn saman við dønum, norðmonnum og svium. Á henda hátt verður til- farið bíligari at keypa. Stoypivirkið er hildið uppat við rørframleidsluni, nå menn eru farnir at framleiða rør úr plasti. Í staðin er ætlanin at fara undir aðra framleiðslu. Stoypivirkið er væl útgjert við maskinum, sigur Uni Pers- son. Teir hava tvær maskinur til skorsteinsframleiðsluna um- framt maskinur til framleiðslu av rørum, steinum (lekkastein- ar) flísum og vegaelementum. Men framleiðslan er órationell, tí plássið er so lítið, sigur Uni Persson. Seks mans í arbeiði Teir arbeiða seks mans á Stoypi- virkinum alt árið. Arbeiðsfor- maðurin sigur, at teir hava ongar trupulleikar av dustinum, og tryggleikin er í lagi. Undir arbeiði brúka teir oyraklaffar. Um summarið plaga skúla- dreingir at arbeiða á virkinum í fritidini. Eisini taka teir eina hond í leygardagar og aftan á skúlatíð. Arbeiðsmenninir á Stoypivirk- inum fáa onga beinleiðis út- búgving, men arbeiðið, teir gera, kemur undir spesialarbeiði. Maskinan, sum framleiðir skorsteinar Síða 3 Kommunurnar ynskja fíggjarliga býtið broytt Figgjarliga býtið millum landið og kommunurnar og studningsveitanin til havna- bygging, vóru høvudsmålini á fundinum, sum Feroya Kommunufelag skipaði fyri í Klaksvík seinasta fríggja- kveld. Á fundinum, sum varð hildin fyri bygda- og býráðs limum í Norðoyggjum, vóru umboð fyri Klaksvíkar býráð, bygdaráðini í Hvannasundi, á Viðareiði og í Kunoy. Til- samans 16 bygda- og býráðs limir. Av teimum fýra log- tingsmonnunum fyri Norådya valdømi, ið eisini vóru bodnir við til fundin, vóru allir mettir uttan ein. Figgjarliga býtið Vist varð á, at figgjarliga býtið millum landið og kommunurnar er broytt sein- astu árini, soleiðis at landið nú fær lutfalsliga størri part, og kommunurnar minni, av samladu almennu inntøkun- um. Upplýst varð, at fyri 10 árum síðani fekk landið 52 pst. av samlaða skattinum, meðan kommunurnar tá fingu 48 pst. Nú fær landið 58 pst. og kommunurnar 42 pst. Uppskot um broyting Formaður Feroya Kommunu felags, Tummas Jacobsen, greiddi frá, at felagið hevur havt samband við landsstýrið m. a. um hesar spurningar, og at avtala er fingin um, at fundur verður aftur seinni millum partarnar Feroya Kommunufelag hevur uppskot um, at komm- unurnar sleppa undan gjald- inum til landsvegir, at tær sleppa undan at gjalda fyri innkrevjing av skatti, at tær fáa sín part av rentuni fyri útistandandi skatt, og at tær sleppa frá sínum parti av sosialforsorgini. Hetta vildi samanlagt kostað landskassanum 20 mill. kr., sum feroysku kommunurnar hevdu fingið at arbeitt við Bensinskatturin í grunn Fyri nøkrum árum síðani samtykti løgtingid, at helm- ingurin av bensinskattinum skal latast kommununum sum studningur til asfaltering av kommunalum vegum. Føroya Kommunufelag ætl ar sær at skjóta upp, at allur bensinskatturin, sum í dag gevur 9 mill. kr. árliga verður lagdur í ein kommun- alan lánigrunn Studningur til havnabygging Nakað av orðaskifti var eisini um havnabygging Í ; Hildið varð, at havnaætl anirnar hava verið alt o trongar, og víst varð m at nógv meiri peningur verður nýttur til berghols-, brúg“ og vegagerð eftir einum ári enn nýtt verður til havna bygging í 10 ár Hetta hildu órimiligt, tá hugsað verður Y menn vera um, í hvussu stórar landið er bundið av fiskivinnu og sigling Eisini søgdu ónegdar við sjålva studnings skipanin: Sagt varð, at kommuna t. d. fær ein ajáttan upp á 1 mill. kr t.v.s. 100.000 kr. um árið í 10 ár, og viðkomandi kor una byggir beinan vegin ) gerst fyri neydini at taka lån upp å studningin. Hesi lån eru so dyr, at ta seinasti parturin av studninginum er komin, og lánið er aftur- goldið, tá hevur viðkomand kommuna goldið 800.000 kr. í rentu fyri hesa einu milliónina siaKar Fleiri rødarar Teir, sum løgdu fyri til oråa skiftið, vóru: Tummas Jacol sen, formaður Feroya Komm unufelags, Trygvi Laksáfoss býráðsformaður Klaksvík Anfinn Kalsberg, bygdaráðs formaður, Viðareið og Absalon í Bud, bygdaråds formaður, Hvannasund Eisini menninir Poul J. Olsen, Ás høvdu løgtings bjørn . Joensen og Johan Simonsen orðið. Somuleiðis býráðslimirnir Jógvan Isak sen, Hans Andreas Jacobsen Páll á Dul og Vilhelm Johannesen —2 Teir eru givnir við rerframleiðsluni