Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 77 — 5. november 1975 sosialurin Síða 5 fongslinum, og einasta or- søkin til, at hann ikki er demdur, er tann, at hann nær sum helst kann doyggja av sjúku síni. Kona hansara sigur soleiðis frá: — Hann hevur blødandi maga- sár og hevur havt blóðstúrtan í fongslinum. Mamma hansara hevði fingið fatur á medisini til hansara, men tá hon kom til fongslið við tí, fekk hon at vita, at tað var óneyðugt, ti hann skuldi kortini doyggja. Við hesum boðum fór hon heimaftur við medisininum. — Síðan í august hevur eingin tosað við mann mín, tað var sakførari hansara, sum tá slapp at tosa við hann eina lítla letu. Hann var tá svárliga píndur, sligin og piskadur bæði á kropp og í andliti. Men nær rættar- gongdin móti Wilson verður, veit eingin. Einasta, vit vita, er tað, at spanska løgreglan krevur lívið av honum. Felix varð eisini handtikin 30. juli eftir at hava fingið fleiri kúlur í kroppin av log- regluni. Hann er enn ikki frískur av skotsárunum og liggur á Carabancha-fongs- uls sjúkrahúsinum. Tó hev- ur hetta ikki forðað politi- num í at pína hann. Beint eftir handtekuna varð hann áhaldandi sligin, til hann við ongum viti og illa at holdum komin, varð lagdur á sjúkrahúsið. Tað er langt síðan, nakar er sloppin at vitja hann, men tá hann seinast varð vitjadur, høvdu teir fyribils givið honum gipsbandasju á armar og bein. Stødan versnar Steðan bara versnar — eftir síðstu verkføllini i baskisku pro- vinsunum eftir síðstu deyða- dómarnar eru 10.000 baskarar gjørdir arbeiðsleysir. Teir fáa einki at liva av. Hetta er orsekin til, at mótstaðan kyknar upp- aftur Fyrr gjørdi ETA rørslan seg inn á legreglufólk, sum vóru kend fyri at myrða og pína sakleys fólk ella tey, sum hildu við baskunum. Men nú krevur fólkið eitt miskunnarleyst kriggj móti hesum blóðhundum. Hetta er sannleikin um seinastu árás- irnar móti løgregluni. Øll trý meta, at borgarastríð hevði verið í baskisku provins- unum í Spania, um so hevði verið, at fólkið hevði átt vápn. Stýrið í Spania hevur sent tað logreglufólk, sum hatar okkum mest, at virka í okkara provins- um. Fólk sum miskunnarleyst kann skjóta niður vaksin og børn. Legreglufólk fara eisini yvir um landamark fyri at myrða ETA viðhaldsmenn í Frankaríki. Um eina hending fyri kortum sigur Pablo soleiðis frá: — Franska løgreglan hevði eina rutinurannsakan nærhendis spanska markinum. Teir kon- trolleraðu bilar, førarar, koyri- kort o. s. fr. Í einum bili, sum varð steðgaður, sótu fýra spani- ólar. Teir vóru allir logreglu- menn. Teir hevdu ein lista uppi á sær við 50 nøvnum og adressum á kendum og ókendum bask- arum í Frankaríki. Ein fyri og annar eftir av hesum 50 skuldu myrðast, um franska legreglan ikki hevði steðgað teimum. Kona Wilson greiðir frá: — I 11/9 mánaða eru gjørdar 30 atsóknir móti baskarum. Tað eru Franco-viðhaldsmenn og ikki bara løgreglan, sum ger hetta. Pablo skrivar ofta til mammu sína, men nú eru 2 mánaðir síðan, hann hevur frætt frá henni. — Eingin hevur hitt hana í longri tíð. Eg veit ikki um hon livir. Einasta vón mín er, at teir plaga at halda lív í fang- unum til rættargongdin er liðug. Tí vóni eg og trúgvi, at hon enn er á lívi. Men tá rættargongdin er frá hondini, tá doma teir hana óivað frá lívinum. Harra blaðstjóri! Av og á kann ein ikki lata vera við at hugsa um, annað- hvort fiskimarksútflytingin hev- ur nakran ella ongan týdning, tá talan er um at verja fiska- stovnin. Fyri ikki so nógvum árum síðani var fiskimarkið hjá ollum londum her um okkara leiðir 3 fjórðingar, men fyrst í 50-unum varð flutt út á 4 fjórðingar, síðani á 50 og nú út á 200 fjórð- ingar. Viðkomandi strandarikir hava sjálvandi veitt nógv meira fyri hverja útflyting. Men tað hava útlendingarnir, ið riknir verða út, so sanniliga eisini gjørt. Til dømis hava bretar veitt nógv meira undir Íslandi, síðani fiskimarkið varð flutt út á 50 fjórðingar, enn teir gjørdu, áðrenn tað varð flutt út. Fyri mær at síggja er tað soleiðis, at hverja ferð bretar og aðrir verða riknir úteftir, fara teir at byggja sær nýggjar og sterri trólarar. Teir fáa sær sterri maskinorku, orkumiklari Fiskimørk og fiskastovnurin trolspel, longri wire og gera seg út til at trola úti á djúpari vatni. Úrslitið verður, at meðan fiskurin áður fekk frið úti á tí djúpa vatninum, verður hann nú veiddur bæði á tí grunna og á tí djúpa vatninum. Strandaríkið syrgir fyri, ab hann ' verður veiddur á ti grunna vatninum, meðan útlendingarnir, ið eru riknir út, syrgja fyri at veiða hann úti á ti djúpa vatninum. Ein sera effektiv oyðing! Og hetta samsvarar væl við tey almennu tølini. Fiskastovn- urin er stødugt minkandi. Og hann er nógv minkaður, síðani londini fóru at flyta út. Og tað er eyðsæð, at hann ger tað: Fiskiveiðan gerst alsamt effek- tivari fyri hverja útflyting, og úrslitið má verða hareftir. So eg haldi, at menn skulu lata vera við at koma við tí argu- mentinum, at fiskimerkini eiga at verða flutt út, fyri at stovn- urin kann verða vardur. Tað passar ikki! fiskimaður telefon = sjálvval til Danmarkar til onnur lond Ur Føroyum 12. november 1975 kl. 15.30 verður sett í verk sjålvval av samtalum til Danmarkar og onnur lond. Samstundis fáa felagar i hesum londum meguleika fyri sjálvvali til felagar i Feroyum við sjálvvirkandi telefonum. Sjálvval verður til hesi lond Samband fæst soleiðis: TIL SNARIÐ økisnummar (við ti inngangandi 0) og felaganummar. Danmarkar: a) sjálvvirkandi steðir b) ikki sjálvvirkandi steðir í Keypmannahavn, t.e. staðir ansaðar av manning, har móttak- aranummarið verður kravt. 01 og kallinummarið hjá steðini. Tá ringjast skal til onnur lond við sjálvvali verður snarað: Belgía „ss 00932 Bretland og Norður Írland .................. 009 46 Finnland ............ ss ss ss ss 009358 Eysturriki ........eiiiii: ivi Hee 009 43 Eystur-Týskland (DDR) ................... 00937 Frakland (við Andorra og Monaco) .......... 00933 fylgt av økisnummarinum Grikkaland „........i.s ser r2ssssrs ass 00930 hjá móttakaranum und- Håland ..........ee ii: siesna arna 00931 antikið tí inngangandi 0 And rss ssss rr 009353 (til Finnlands og Spania Italia (við San Marino og Vatikanríkinum) 00939 tó undantikið ti inngang NOreg ss ssss sas sr 009 47 andi 9) og felaganummar- Polland „........... rl 00948 inum. Sveits (við Lichtenstein) ................... 00941 Spamnia ........../20ett lt eter HA eee 00934 Svøriki .......... to eter ane lr ir 00946 Ungarh ss. 00936 Vestur Tyskland (BRD) .................... 00949 fylgt bert av felaga- Luxembourg „sssssssrs ska ert lie 009352 nummarinum hjá mót- takaranum. Samtíðis verða prísirnir fyri uttanlanda samtalur lækkaðir. Til Danmarkar verður gjaldið hetta: Við telefonistavgreidslu yvir 0013 | Við sjálvvali 1,00 kr. fyri 22 sekundir kl. 8—18 yrkadagar 2,70 fyri minuttin — 18— 8 yrkadagar og allan sunnu- dagin 1,00 kr. fyri 44 sekundir 1,35 fyri minuttin Bædi fyri sjålvvaldar og telefonistavgreiddar samtalur byrjar gjaldið, tå ið tann uppringdi felagin svarar. Fyri sjálvvaldar samtalur verður bert goldið fyri ta tíð, samtaln varar, meðan tað fyri telefonistavgreiddar samtalur verður goldið fyri hvenn byrjaðan minuttin og ongantíð minni enn fyri 3 minuttir. Fyri 0013 avgreiddar samtalur, sum kundu hava verið sjálvvaldar, verður roknað eitt eykagjald upp á 3 kr. fyri allar uttanlanda samtalur. Samanumtikið verður tað sostatt bíligari at nýta sjálvval enn telefonist- avgreiddar samtalur, t.e. 0013 avgreiðslan. Meira fæst annars at vita í riti, sum ríkistelefonin og telefonverkið í felag senda í hvert hús i Føroyum. So langt upplagið røkkur, kunna tygum bíleggja fleiri eintek av ritinum við at ringja á: 11433, Telefonverk Feroya Legtings, Tórshavn 0038, upplýsingartænastan hjá Ríkistelefonini. Á 0038 kunna tygum eisini munnliga fáa frågreidingar um sjálvval, prísir o. a. til Danmarkar og onnur lond. Vinarlig heilsa Post- og Telegrafvæsenet Rigstelefonen Telefonverk Feroya Legtings