Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 77 — 5. november 1975 BRØV Vandamikil vegur Tá hugsað verður um, at vega- strekkið frá svimjihylinum í Gundadali niðan til grótbrotið hjá Tórshavnar kommunu man vera mest trafikkeraða vega- strekkid í Føroyum, — og hevur verið tað í mong ár, so er tað ófatiligt, at tað framvegis fær loyvi at liggja í tí líki, tað ger. Ein nýtist ikki at hava flogvit fyri at síggja, hvussu vanda- mikið hetta vegastrekkið er, og her síggjast dagliga vandamiklir tilburðir, sum eins væl kundi verið álvarsligir, fara fram. Her hugsi eg serliga um bern og vaksin til gongu ella á syklu, ið skulu ferast eftir einum veg, sum i stødum bert er 3 m breiður, meðan eitt ótal av ak- forum í øllum støddum, við miklari ferð, koyra oman- og niðaneftir (kommunan hevur stórar lastbilar, sum koyra eftir hesum vegastrikki til og frá grótbrotinum og asfaltverkin- um). Eingin gongubreyt er, men ístaðin høgur bakki niðanfyri ødrumegin (Havnará), og hegn, garður ella djúp veit tætt í vegin hinumegin. Tann líkasæla, sum er farin fram hesum vegastrekki viðvíkjandi, er ófatilig, ti Tórs- havnar kommuna er væl greið yvir ta stóru útbygging av vega- netinum norðanfyri seinastu 5—6 árini; brúgv varð gjørd um Streymin, flogferðslan er nógv okt, Sundaferjan flytur 40.000 bilar árliga, har sterstiparturin óivað ferðast til Havnar, og nú til seinast er Eysturoyartunnillin um at vera liðug. Alt hetta er fyri tað mesta »baserad« upp á betri samband við Havnina, men hvat verður, ella hevur verið gjørt fyri at taka ímóti allari hesari ferðsluni? Umleið 1200 bilar um dagin skulu kroystast gjøgnum henda »nalvastrongin« i Gundadali fyri at koma til og frå Havnini; tað gevur í medal 1 bil pr. min. frá kl. 6.00 á morgni til kl. 2 um náttina, harav summir lastbilar eru so stórir, at tað valla er pláss fyri teimum á vegnum. Tórshavnar kommuna átekur sær eina ógvuli#6 stóra ábyrgd við at lata hetta vegastrekkið liggja, sum tað ger, og tað má vera eitt krav frá teimum, sum skulu ferðast eftir ti, at okkurt verður gjørt sum skjótast fyri at beta um hesi viðurskifti. Væl veit eg, at ringvegur skal gerast, nær tað so verður, men tað betir onki um núgaldandi viðurskifti tey næstu árini. Viðvíkjandi parkering uppi í Gundadali, so er mangan illa koyrandi ella gangandi fyri parkeraðum bilum (lastbilum), hóast skelti hevur staðið har í fleiri ár, sum bannar hesum. Hver átekur sær ábyrgd- ina, um ein av hesum ólógliga parkeraðu bilunum verður at- voldin til ferðsluóhapp, sum kunnu kosta mannaliv? Ferðsluviðurskiftini uppi í Gundadali eru nú so vánalig, at ein neyvan torir at lata bern síni ganga einsamall til og frá skúla, og hesi viðurskifti batna ikki. Eftir mini metan er hetta ábyrgdarloysi við lít. Hjalti Skaalum ELDSTAÐ og OLJU frá SHELL ; Complet 2 Er ynski tykkara Í ein fulfiggjadur eldstadur i vøkrum stålskåpi Combinet D25 og D35 Ynskja tygum, fyri uttan olju, at hava møguleika fyri at brenna kol, vid, rusk o. a. Compact Er tað ikki neyðugt, at oljufýr er lokað inni Allir ketlarnir hava koparspiral til heittvatnsveitingina Allir eykalutir á goymslu 10 ára garanti Svensk framleiðsla KVIKK 1 KVIKK 2 Hitt best hóskandi oljufýrið til sethúsini Oljufýrið til størri bygningar 1 árs garanti Allir eykalutir á goymslu Takið við teimum fyrimunum, ið SHELL veitir tygum! Shell lænir tygum upp til kr. 4.000 til eitt oljufyrt hitaverk 1 i Renturnar koma undir loyvdan skattafrådrått Shell åtekur sær at ansa eftir, at tað altíð er nóg mikið av olju í tanganum Reinsan av ketli og oljufýri, kannan, stillan og økonomiroynd Tygum fåa eina gjøllari frågreiding vid at venda tygum til innleggjaran, umbodsmenn okkara ella P/F Shell | Viðarnesi 3800 Tórshavn Telefon 14711