Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 78 — 8. november 1975 IS MM Z AI Up HT) 77 UL Sa I 7 #11 V/ ø 7 TP Wh U, 7 Re, Viø, H/V/, / 1 N 7// 7 NN ft IN MA 7 í NN NN AN NN N AM 72 NN 4 AR Ritstjóri: Hans Thomsen NN Ég N N SS N NN NN N NM NN bp". 7 2 NN x N N NN N NN N N N NN N N AN NN N SN N NN SN NN N N N x I NN NN NN N Ng 717 SN | R NN N NN N SN A NN I | || W " i == sl mV / / 4 VINI 7 W UL 7 7 77 , ” 7 NN Aw 7 SN 7 UA 7 1 lk 7 / H! 7 7 Á 7 Í Ú/ Ð 7 7 7 2 Í 4 Í M HM 7 Z. - ff NN NY NN 1 Í - 7, Í 1 d sosialurin Síða 5 Í VALENCIA Tvinnir lutir settu sín dám á Valencia: allir kryplingarnir og so henda byggingin, tú sást allastaðni. Har opin pláss vóru strídd- ust arbeiðsmenn í tí brenn- andi sólini, gróvu og múraðu. Onkustaðni vóru teir lidnir at byggja, og alt líktist, sama sniðið yvir ollum: ein lágur, tungur betongkassi. Hetta, teir bygdu, vóru tilhald, góð, djúp samkomu- rúm, har arbeiðsmenninir kundu koma saman, tå umboðsmenninir fyri eina nýggja mentan komu at vitja, komu at tosa við teir. Igjøgnum tíðirnar hevur menniskjan tikið ímóti ment- unarboðskapum í templum, kirkjum og sjónleikarhúsum. Á okkara døgum verður klagað um, at tey standa tóm. Men í hesum helum undir jørå kundu teir, ið skipaðu fyri, hóast teir helst stevndu til fundar á miðjari nátt, altíð vera vísir í, at húsini fyltust. Seinni henda fyrrapartin fór eg niðan har, teir skoðaðu brev, rit o.t. Har sótu nakrir útlendskir bladmenn og arbeiddu. Summar teirra hevði eg hitt áður, í Moskva ella Hankow. Hávaksin, froknut, við hárinum flags- andi aftan á sær, genta sum ein hvirluvindur gjøgnum rúmið. Tað var Kaisa. Hon var svenskur studentur, hevði verið við á einari dansistevnu í Barce- lona, tá hermannauppreist- urin brast á, og fór sum sjúkrasystir við einari av teimum fyrstu herdeildunum til frontin. Nú arbeiddi hon við ritskoðanina, frá morgni til myrkurs við sama áhald- andi, bjartskygda seiggi sum tá hon í dansikappingini dróg ein sovnaðan dansifelaga eftir gólvinum, tá kappingin gekk á 62. samdøguri. Sum alla staðni, har blað- menn koma saman, valdaði eisini her góður felagsskapur og hjálpsemi. Eg kendi meg so væl at vera ein teirra. Ein rithøvundur eigur helst fyrst av ollum at vera viðkvæmur. Men viðkvæmur fyri spreing- fór ein. em eftir Nordahl Grieg 2. partur ingum? Nei, tad fer ikki at' bera til. Ein blaðmaður livir í virksemi, ella heldur seg ið hvussu er gera tað. Tá ber betur til. „Hví ert tú her og ikki í Madrid?< spurdi eg ein Amerikanara. Hann svaraði: >Har eru bumbuálop í heilum, og hvenn einasta dag liggja nøkur menniskju eftirá. So- vorðin tíðindi ber ikki til at selja hvønn einasta dag, ella hvat heldur tú?< So greiddu teir mær frá, hvussu bumbuálopini fóru fram. Flogferini vóru italsk og komu frá Mallorca. Tey flugu 200 kilometrar um tíman. Fjøruti kilometrar til havs vórðu tey sædd, og so fóru lúðrarnir í gongd. Ella sneggar 12 minuttir áðrenn tær fyrstu bumburnar fullu yvir býin. Tá lúðrarnir gingu náttina eftir, stóð eg á einum hægri kunnleikastigi, læt meg í, tí eg visti, eg hevði góðar stundir. Seinni lærdi eg, at ikki fyrr enn loftverjan fór at skjóta, vistu vit, at bumbu- flogforini komu til Valencia og ikki okkurt annað pláss suðuri við strondini. Ein seinnapart var eg og hugdi at tí gomlu arabisku borgini. Eg gekk og mól úti í borgargarðinum í egnum tonkum, tá eg sá eina manna- múgvu tysja inn um porturs- dyrnar. Ég spurdi ein mann: „fara tit á fund?< »Nei,« svaraði hann, »tad er bombardeo<. Tá hoyrdi eg lúðrarnar ýla. Ein mamma kom leiðandi sín ófullfera son. Gongulag hansara var so legið, sum at síggja ein maskinu. Hon greiddi honum frá, at nú mátti hann skunda sær, tí nú komu flogførini at blaka bumbur niður. Hetta mátti hon taka uppaftur og upp- aftur ísaman. Hetta skilti hann ikki. Hann var ikki so klókur sum vit onnur. VIÐ KNÝTTUM NEVA OG SALUD-HEILSAN So títt og knapt tað lá fyri at sleppa við bili, fór eg til Madrid fyri at fáa eina sam- rødu við Miaja general. Við mær í ferðini var ein franskur blaðmaður. Ein landsmaður hansara fylgdi honum til bilin: „Bonne chance, mon vieux. Ver nú varin við gentunum«. Ur Valencia til Madrid eru u.l. 400 kilomterar, megin- parturin góður asfalteradur vegur. Vit koyrdu spakuliga niðaneftir, sneiðingarnar vóru nógvar til vit komu niðaná. So vóru vit uppi á háslætt- anum. Hvít summarskýggj fóru rekandi eftir ti turru bláu luftini. Tidliga seinnapartin stødgadi bilstjórin í einari Nordahl Grieg lítlari bygd. Har skuldu vit liggja nátt, tí ikki vildi hann koma til Madrid í myrkri. Húsini vóru smá og fá- tækslig. Tað stóra torgið lá sum ein grá oyðimerk, men hvar vit vendu okkum, vóru børn uttan um okkum, altrá og starandi og skjót til látur, smugu í heilum millum beinini á okkum. Kanska komst tað av tí, at vit dagin eftir skuldu út í alt sorilsið, at vit kendu lívið í hesum soltnu, sólbrendu kroppum sum eitt undur. Á odda høvdu tey eina ellivu ára gentu, Patriciu, við hesum kolsvørtu eygunum. Hon hevði tað fyri at læsa tenninar saman í eitt vilt, glógvandi smíl, tá hon lyfti armin og heilsaði við knýttum neva, meðan hon rópti salud. Hon rendi hini afturum við harðari hond og vendi sær tingarliga til okkara. Summar í Spania Í hesum parti fer Nordahl Grieg í bili teir 400 kilometrarnar úr Valencia til Madrid, sum hevur verið fyri herviligum bumbuálopum. Eftir stuttan stødg har fer hann so til sjálvan frontin, sum bert er 5 minuttir frå midbynum! Um tey hevdu verið í skúla í dag? Nei, tey høvdu verið úti og leitað eftir viði. Annars gingu tey í skúla hvønn dag uttan um veturin, tí tá var so kalt. Uff. ; Um nakar av hennara var vid frontin? Ja, beiggi hennara, Fran- cisko, sum var seytjan. Men påpin var haltur, var einaferå dottin niður úr einum træ. Í morgun skar systir hennara seg í fingurin Hon æt Matildita. Men so kom ein annar bilur har og stødgadi framman fyri vertshúsinum, so róptu tey salud og vóru horvin. Á trappusteininum framm- an fyri einum húsum sat ein kona um miðal aldur og flusti safranleyk. Beint hjá var tann brúna grótkirkjan. Hver ið átti jørðina? Fyrr var tað góðseigarin. Tá hann var rikin á dyr, dyrk- aðu einir 15—20 manns úr bygdini jørdina. Inntekan varð líkað sundur ímillum teirra og landslutin. Íðan, var so betur nú? Ja, nú var betur. Hvussu mundi fara at gangast? Tey ríku fóru at koma aftur. Tey ríku komu altíð aftur. Tað tók at skýma. Framman fyri einari kjøtbud var ein dregil av fólki komin at standa. Tey sluppu at keypa kvart pund í kjeti í part. Handilin skuldi lata upp klokkan 10 í kveld. Har kom ein stórur lastbilur koyrandi, sum dróg eina kanón aftan á sær. Tá vit dagin eftir høvdu koyrt í fýra tímar, fingu vit ein gulan sporvogn aftur. Á einum skelti frammanfyri stóð skrivað: Puerta del Sol. Í MADRID Tað fyrsta, tú varnaðist í Madrid, var, at húsini hóast alt enn stóðu. Geturnar vóru sum vant, ljósar og breiðar. D