Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Sumstaðni stongdu dungar frå sundursoraðum húsum vegin, tá noyddust vit heilt út á getuna fyri at koma fram. Nú sá eg, at har var eingin býarpartur at ikki okkurt húsið var rakt. Stund- um var øll framsíðan á húsunum burturskredd og rúmini gjøgnumskorin, hetta líktist einari leikpallsmynd í einum týskum sjónleikarhúsi frá eftirstriðsárunum. Ein spanskur blaðmaður fylgdi okkum út í forstaðin Tetuan. Her lá næstan alt í sandasori. Hesar 1000 punds bumburnar fara lúkst niður igjøgnum húsini sum høvdu tey verið av pappi. Síðani Madrid í januar fekk nutim- ans loftverjukanónir og skjóttgangandi jagaraflogfør, høvdu eingi bumbuflogfør verid yvir bynum. I løtuni vóru tað bert kanónirnar, sum skutu inn yvir býin. Ein granat fór sjáldan við meira enn tveimum rúmum. Til endans gjørdist tú dølskur av ollum hesum sor- ilsinum. Alt kann koma í fasta legu, eisini týningin. Skal nakað gera tær mun, má rersla til. Tað, sum veruliga gjørdi teg ovfarnan herúri, vóru tey húsini, sum sum- staðni enn stóðu. Sjálvt tey einfaldastu húsini gjørdust eitt satt meistaraverk av snildi. Hvat kunnu íikki mannahendur avrika! Har var nógv fólk at síggja og øll so sinnilig i framferð; bern spældu. Allastaðni sóust getuupp- sløg, áheitanir á hermenninar, bøndurnar, konufólkini. Eitt stórt álvarsamt andlit hevði svartan kross fyri munn- inum: ansið eftir njósnarum. Tey flestu av uppsløgunum heittu á fólk um at rýma úr Madrid. Á einum eðrum kroysti ein mamma í deyða- ræðslu barn sítt inn at sær, meðan ein granat brast tætt hjá. GOYA Beint yvir av gistingarhús- var Prado-listasavnið, inum óivað tómasta listasavn í allari = verðini. Myndirnar vórðu bjargaðar undir einum bumbuálopi í vetur av arb- eiðsmonnum i Madrid og liggja nú onkustaðni í einum betongkjallara undir jørd; hvar fær eingin at vita. Ég slapp at ganga um húsini. Tað einasta, sum var eftir í teimum stóru selunum, vóru nakrir bókstavir uppi yvir hurðunum: El Greco, Vel- asques, Goya. Á torgunum í býnum høvdu teir reist byggingar av múrsteini og sandsekkjum. Her stóðu dísar úr steini og skald úr bronsu innibyrgd og Tysk flogfør, sum hjálptu Franco, bumbadu Guernica, gamla hovuðsstaðin hjá Baskar- um. Eftir trimum tímum var byurin lagdur í sor. Fólk í túsundatali lótu lív ella vórðu meiðslað. Tað var hesin sorgarleikur, sum gav Picasso inspiration til tiltikna málning hansara »Guernica». varliga vard, meðan tey liv- andi, við blóðæðrum heilt út undir holdið, hastaðu framvið sum einki skuldi verið, meðan tann klára, bláa rúmdin sveipaði seg um teirra við- kvæmi. SI VIS MONUMENTUM CIRCUMSPICE Vit fóru niður í skotgrav- irnar. Tær lógu í bogum gjøgnum tað gula; turra leirið yvir ímóti steðunum hjá fasistunum í tí sólbakaðu brekkuni beint yvirav. Har vóru rættiliga rúmsátt rúm grivin til hermenninar, sjálvt hundurin hjá herdeildini hevdi sítt egna heli; hann glepsaði eftir riflukúlunum, hverja ferð tær komu singlandi, men undan granatunum flýddi hann inn at krógva seg. Á leirrókum sótu hermenn og kagaðu út gjøgnum skot- skørdini. Við åvisum gloppum ímillum vóru maskinbyrsu- stødur, har takt var útyvir. Einans 60 metrar frá støduni hjá Marokkanarum høvdu teir grivið eina stóra holu. Har høvdu teir skúla- stovu. Tað hendi seg, at skotið varð so dúgliga, at hermenninir ikki fingu farið til undirvisingina; tá plagdi lærarin at fara út í skot- gravirnar til teirra. Har sótu so hermenninir við tey lágu borðini millum eyrveggirnar og skrivaðu og roknaðu við sveittabrot, meðan granatir- nar hvinu uppi yvir teimum. Alla staðni í hesum grav- um, sum vóru fleiri kilo- metrar langar, sótu hermenn á eyrpallum við bókum ella skriviamboðum. Eg slapp at kveita upp um ekslina á einum ungum dreingi, sum sat og skrivaði bræv til mammu sína. Nú var hann komin so mikið á lagið, at hann dugdi at skriva summi orðini rættiliga vakurt, og hesum orðum mundi hann næstan ikki slept. Qerida madre, góða mamma, nú eri eg i Madrid og livi væl, querida madre. Nr. 78 — 8. november 1975 Á ein kubba hevði onkur teknað eina undurvakra, nakna gentu. Uppiyvir stóð við stórum stavum, at hon æt Pepita. Ein av hesum nýggju, sum nú var farin at duga at skriva hevði sett pílar við hennara ymsu likamslutir og skrivað orðini útfyri, hóast sjálv tekningin var so skillig, at har nýttist als einki at staðið. Uttanum stóðu ovur- fegnir hermenn og lósu hart, púra hugtiknir. Týðiliga og greitt hevði mannaandin sett navn á gátur hennara, nú høvdu teir bast hesi gentuni. Jú, ju, hetta var sigursferðin hjá bókstavareðini. Framhald 19QUI9A0U "| Bumæjewuwiq | eulbulskueunliÅq IS RESTORFF S JOLAKAPPING