mikudagur 12. november 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 79 — 12. november 1975
sosialurin
Síða 3
Havnar Róðrarfelag |
»
Bátarnir stóðu úti alt
árið — neystabygging
fyri 800.000 kr nú lokin
Leygardagin flutti Havnar Róðrafelag inn í
,
nyggju neystini å Hornabakka. Tey hava
staðið í gerð í tvey år
Leygardagin vórðu
nýggju neystini hjá
Havnar Róðrarfelag úti
á Hornabakka alment
tikin í nýtslu. Arbeiðið
upp á neystini byrjaði
fyri tveimum árum síð-
ani, og ein stórur partur
av arbeiðinum er gjørd-
ur av sjálvbodnum, sum
hava tilknýti til róðrar-
felagið.
Stórt oki
Núverandi formaður felagsins,
Heðin Mortensen, segði í einari
rødu, tá neystini alment vórðu
tikin í nýtslu, at Havnar Róðrar-
felag nú hevur fingið góðar
umsteður at virka undir. Hann
upplýsti, at felagið hevur fingið
eitt eki upp á tilsamans 2220
kvadratmetrar, sum rekkur heilt
niðan ímóti sjúkrahúsbygning-
inum. Tað er væl egnað til at
renna á og gera aðrar venjingar,
um líkindi ikki eru til at rógva,
segði Heðin Mortensen.
Hann nam eisini við segu
felagsins og segði, at Havnar
Framhald á síðu 8
kommununýtt
Skúlin á Fråutrød
til meinigheitshús
Við 8 atkvødum fyri og 5
ímóti samtykti Tórshavnar
býráð á fundi hóskveldið eina
tilráðing frá mentunarnevnd-
ini um at lata stýrinum fyri
Meinigheitshúsið ein part av
skúlagkinum við Jónas
Broncksgetu, móti at stýrið
letur kommununi ognirnar
við Tinghúsvegin aftur.
Tað er ætlanin, at stýrið
fyri meinigheitshúsið skal fáa
skúlagkið, tá Eysturskúlin
væntandi verður liðugur í
1977/78. Áðrenn hetta hend-
ir, skulu samráðingar verða
Leivur Johannesen, sum er
formaður í stadionnevndini
millum partarnar, um á
hvenn hátt býtið kann fara
fram.
Ein tilráðing frá Heðin
Mortensen í sosialu nevndini
um at brúka skulaøkid á
Frúutroð til vøggustovu og
barnagarð — og møguliga
eisini til frítíðarheim, fall
Tilráðingin fekk 4 atkreður
fyri og 7 ímóti. Ein minni-
lutatilráðing frá Eliesar Arge
í mentunarnevndini um at
lata skulamyndugleikunum
mál til ummælis, fall eisini
við 5—7 atkvødum.
Undir orðaskiftinum segði
Ølavur Michelsen, at Tórs-
havnar kommuna undir ellum
umsteðum mátti lata stýr-
inum fyri meinigheitshúsið
eitt oki í staðin fyri ekið uppi
við Tinghúsvegin, sum stýrið
fyrr hevur fingið åvist, men
sum býráðið ikki hevur hildið
verið hóskandi at byggja á.
Heðin Mortensen segði, at
hann var ikki ímóti at lata
meinigheitshúsinum grund-
oki og helt, at tað eru nógv
økir, sum kunnu latast mein-
igheitshúsinum í staðin fyri
skúlagkið á Frúutreð. Heðin
Mortensen helt ikki, at
spurningurin um at lata
meinigheitshúsinum eki nú,
var so umráðandi sum at
útvega eina veggustovu og
barnagarð í vesturbynum.
Sofus Sivertsen segði, at
tað eru nú liðin 15 ár, síðani
meinigheitshúsið av fyrstan
tíð søkti býráðið um loyvi til
at útbyggja, men tað var
ongantið komin nekur av-
kláring í málinum. Hann
segði, at eitt oki er avlagt til
vøggustovu og barnagarð
uppi vid Hoyviksvegin, og at
byggi- og býarskipanar-
nevndin hevur heitt å sosialu
nevndina um at koma við
einum projekti til bygging av
vøggustovu og barnagarði
har.
Kjartan Mohr mælti til, at
skúlagkið á Friutrød varð
brúkt til veggustovu og
barnagarð. Hann segði, at
tann gamla kirkjan eisini er
eitt slag av meinigheitshúsi,
og at hon kann brúkast til
endamálið. Eliesar Arge
segði, at býráðið eisini í
hesum máli má halda givin
lyftir.
Saman við málinum vórðu
fleiri brev við áheitanum frá
m. ø. fyristødukvinnum við
barnagarðar í Havn um at
brúka skúlagkið á Frúutreð
til vøggustovu og barnagarð
vidgjørd.
Utlendingar
fåa handilsloyvi
Byrådid samtykti å fundinum
hóskveldið tvær tilrådingar
frá figgjarnevndini um at
geva tveimum útlendingum
handilsloyvi í Havn. Annar
er pakistanskur ríkisborgari,
Mohammed Ashraf, og hin er
íslendskur ríkisborgari, Jó-
hannes Kristjánsson. Sam-
tykt varð at geva útlend-
ingunum handilsloyvi í Havn
fyribils í eitt ár.
Nýggj viðgerð
í stadionnevndini
Ein tilráðing frá stadion-
nevnd Tórshavnar býráðs um
at hækka studningin til
Ítróttar- og Samkomuhellina
á Hálsi skal nú viðgerast av
nýggjum i nevndini.
Stadionnevndin legði fyri
býráðsfundin hóskveldið eina
tilráðing, sum fyrr hevur
fingið viðgerð i figgjarnevnd-
ini, um eykastudning til
Ítróttarhellina upp á 105.000
kr. Tá býráðslimir hildu, at
málið átti at fáa eina við-
merking frá stadionnevndini,
varð samtykt at beina málið
aftur í nevnd til nýggja við-
gerð.
Arsrokniskapurin hjå
Ítróttarhellini fyri 1974/75
vísir eitt hall upp á 43.000
kr., og figgjarætlanin fyri
1975/76, sum eftir studningi
frá býráðnum upp á 180.000
kr., vísir eitt hall upp á
123.000 kr. Hetta hallið er nú
minkað niður í slakar 100.000
kr., eftir at aðalfundurin í
august í ár hevur samtykt at
hækka gjøldini fyri nýtslu av
hellini.