mikudagur 12. november 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 79 — 12. november 1975
Stubbar uttaneftir
Herrema er leysgivin
Teir tveir burturflytararnir,
sum hava hildið hollendska
handilsmannin Tiede Her-
rema fanga i fleiri vikur i
Vil ikki fara frå
Maria Estella Peron
visti
aftur fráboðanum um, at hon
skuldi fara frá, sigur Reuter
tíðindastovan. Hon segði í
Maria Estella Peron
eini sjónvarpssending, at hon
hevur ikki hugsað um at fara
frá.
Men vælvitandi keldur
siga frå, at hon er undir stød-
ugum trysti, ti hon verður
åkærd fyri at hava misnytt
almennan pening, og ti hon
hevur ikki evni til at loysa
búskaparligu trupulleikarnar.
Indira Gandhi frikend
kolldømdi
Friggjadagin
hægstirættur einmælt ein
landsrættardóm og legði
áherðslu á lógliga valið av
Indiru Gandhi inn í parla-
mentið í 1971. Frágreiðingin
kolldømdi ein landsrættar-
Tiede Herrema
irska bynum Monasteverin,
yvirgóvu seg seint friggja-
dagin og lótu Herrema leys-
an. Hann varð tó beinanvegin
koyrdur á sjúkrahús til kann-
ingar.
Skot í Beirut
Ein skotbardagi, sum tók
lívið av eini kvinnu og sum
østi politisku ósemjurnar
millum Karami forsætisråd-
harra og herin, hótti friggja-
dagin við einum bráðum enda
á tann friðin, sum hevur verið
í Beirut síðstu vikuna.
Kvinnan doyði, og trý
onnur vórðu lesta, tá skot-
bardagar tóku seg upp í
einum kristnum býarparti í
eystara parti av Beirut.
Sameining
av Vietnam
Tey eru komin fram til eina
semju um sameining av
Norður- og Suðurvietnam,
sigur ein almenn frágreiðing
úr Saigon fríggjadagin.
Frágreiðingin varð send út
sum ein innbjóðing til tið-
indafólk um at koma til
pressufund leygardagin um
>kunngerðina av einum skjali
gjørt av aðalsamráðingum
um eina semju viðvíkjandi
sameiningini av Vietnam«.
12 deyð av bresti
i einum námi
12 arbeiðsmenn eru væntandi
deyðir og 30 lestaðir av
einum bresti, sum skakaði
kemivirkið hjá einum hol-
lendskum námsfelag í býnum
Beek.
dóm, sum frátók henni val-
bærið. Tidliga friggjadagin
hevði hægstarættarforseti
Ray lagt fram eina líknandi
frágreiðing, og hendan varð
seinri stuðlað av hinum fýra
limunum í hægstarætti, sum
hevur havt ákærurnar frá
andstøduni til viðgerðar.
fríkenningina
Indira Gandhi fær blómur frá
viðhaldsfólki í samband við
Skaldatala og lummaprofetur
Feroyar skulu nú kommunik-
erast úteftir, ikki sum lunda- og
grindamordara samfelagið, men
sum Feroyar av praktiskum ella
ópraktiskum grundum í veru-
leikanum eru, hver tann veru-
leikin so er. Vit fáa at vita, at
golfstreymurin er góður, 18
grønar oyggjar, kanska meira og
minni, 40.000 fólk, sum búgva
meira og minni saman, berghol
og spreinging, bum, bum, og so
skeldini. Eitt skald hevur sagt,
eitt annað skald hevur sagt, tað
er gott at hava nógv skeld, so
man kann fáa at vita, hví fólk
búgva í Feroyum, tí tey, sum
búgva har, vita tað ikki, tað er
mesta av gomlum vana.
So var tað lummaprofeturin,
sum við hond undir kinn visti alt
um føroyingin, føroyingurin er
individualistur, honum dåmar
ikki massaproduktión, tað er ti,
at føroyingar hava hondgjørdar
Elektrolux,
Reginsmiði,
frystikistur frá
sentralvarma frá
jamen se nu de færinger,
persónliga smíðað typuhús og
plastikkmannafør á Snobb-hill.
Profeturin hevði eisini funnið út
av, at feroyingar vóru ikki
»minded« -fyri at importera
gamlar stressaðar tankar, nei
føroyingar vóru finnapå menn, tí
hava teir ikki funniðpá annað
enn at fiska og ullast eitt sindur.
Kvernin hjá Erlendi melur
enn, og Herman Oskarson helt,
at tað var rættast at snakka
foroyskt, ti foroyingar hugsa á
foroyskum, der kan man bare se,
foroyingar hugsa eisini. Fyri
ikki at vera einoygdir, so var
Trygvi Samuelsen eisini við.
Umborð á einum næstan anti-
kvariskum línubáti fáa vit at
vita, at havið er næstan tómt,
men tað er fisku á hverjum húki.
Ull og ein bóndi, sum taiadi um
seyðadrift. Filmurin skuldi vísa
Føroyar sum eitt nútímans
idnadarsamfelag, sostatt hevur
ídnaðurin ikki kunna oyðilagt
nakað, her kundu teir havt spart
minst triggjar mánaðar i skriv-
ing av handriti.
Reklaman fyri filminum var,
at hetta skuldi vera okkurt
serligt, ikki hesir vanligu Føroya
filmirnir um grind og fuglar,
roykstovur og fjós. Sjálvandi
kann man ikki visa meira
veruleika um Føroyar í 30
minuttir, enn 30 minuttirs veru-
leiki er — 30 minuttir — antin tú
so heldur, at Herman Oskarson
er meira veruligur enn ein lunda-
pisa, so heldur tú tað, ella at
meiningarnar hjá Tórmóði Dahl
siga meira um Feroyar enn ein,
sum heldur, at ein føroyingur við
respekt fyri sær sjálvum hevur
eina kúgv í kjallaranum — so
leingi tað bert eru meiningar, so
eru tær ikki meira rættar énn
meiningar plaga at vera, tær eru
altid rættar.
Jens Dalsgård
— Færinger er mere »minded« for at fange rumpelyrer i
Kirkjebøreyn end for at tænke stressede tanker . . .
OD
2/3 av norrøna mentan-
arsetrinum til Føroyingar
Tysdagin var ein nevnd i Før-
oyum at rådføra seg vid føroy-
ingar um norrøna mentanarsetr-
ið, sum byggjast skal í Havn.
Um hetta fyriliggur eitt upp-
skot, sum varð givið út í 1974.
Norrønt hús
í 120 dagar
Mentunnarsetrið kemur at verða
miðdepilin fyri bæði upplýsing
millum norrenu tjóðirnar og
mentunnarlig tiltok, slíkt sum
vitjanir frá eðrum norðanlond-
um.
Men eftir ætlanini, ið gjørd er,
fara norrenu vitjanirnar einans
at taka einar 120 dagar um árið.
Hetta gevur okkum føroyingum
møguleika at nýta húsið í einar
240 dagar, ella einar tveir
triðingar av árinum.
Tó væntar nevndin, at her
kemur at standa tómt ein part
av árinum.
4 uppskot
Tað eru framleidd fýra ymiskar
tekningar, og eru hesar bert
fyribilsgrundarlag. Eftir hesum
skitsum kom bygningurin at
kosta millum 6,25 og 9,45
miljónir. Allar skitsurnar góvu
býgninginum hver sina stødd.
Hetta er eftir prísum frá 1973.
Støddin lá millum 1.750 m* og
2.700 m?.
Raksturin av húsinum skuldi
koma upp á 600.000 krónur, og
eru hetta fastar útreiðslur.
Tveir møguleikar vórðu settir
fram viðvíkjandi kostnaði av
hálvársprogrammi. Annar
møguleikin kostar 77.500 krónur
og hin kostar 55.000 krónur.
Harðir bardagar
á Timor
Bardagarnir millum stríðandi
partarnar á portugisiska
Eysturtimor í Indiska Hav-
inum eru aftur kyknaðir, og
indiskar keldur siga, at anti-
kommunistiskar = herdeildir
hava tikið ein strategiskt
týdningarmiklan bý, Atabai,
á vesturstrondini á Timor,
millum hevuðsstaðin Dili og
markið til hitt indonesiska
Vesturtimor.