Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 79 — 12. november 1975 Sjómarksmálið og ella fiskimarkið Harra blaðstjóri! Tygum biðast at seta í blað tygara hesar mínar hugleið- ingar. Nú fyri kortum, tá løgmans- rødan var til umreðu í Utvarpin- um, gekk fiskimarkid sum ein reyður trådur gjøgnum rødurnar, um ikki eins nógv hjá øllum reðarunum. Hetta var heldur einki at finnast at. Hetta mál kann eingin ábyrgdarmaður snúgva sær uttan um, tí við fiski stendur og fellur alt okkara samfelag. Menn hava verið og eru framvegis ógvuliga varnir við at taka stig til hetta ella hitt. Tað dylist ikki burtur, at hetta stórmál verður alt meir og meir trýst nærri inn at okkum. Ongantíð í søguni hevur livs- bjarging okkara staðið so í vága sum nú. Ísland, okkara grannaland at kalla, hevur flutt sítt fiskimark út á 200 sjomil. Kanada, Amerika og so Noreg koma vist nokk Íslandi á baki. Tað má sigast ljóða álvarsligt. Av ti at vit føroyingar í stóran mun eru knýttir at fjarfiski- skapi. Mín vón er tó kortini, at vit foroyingar fara í seinasta enda at fáa avmarkaðar semdir innan fyri eitt rímiligt mark, sum vit kunnu fiska á. Hetta snýr seg um Ísland, tí um teir geva loyvi at fiska uttan fyri 200 sjomil, tá hava vit einki at siga takk fyri. Tað er eins og at vera koyrdur út í hitt æviga myrkur, har grátur og tannagrisl hoyrist. Tað eg vildi við hesum brævi, var jú at lýsa mítt sýn upp á hesa sak. Eg fegnaðist tó yvir eitt, og er tað tað, at foroyingar, so fáir og smáir vit eru, hava lagt eina gongda leið fyri dagin. Við at hava friðað åvis sjógkir til ávísar tíðir. Har afturat hava vit tikið eisini onnur fyrivarni við nøgd av fiski. Tað skal tó ásannast, at eftir mínum tykki átti hetta at verið sett út í lívið fyri kanska fleiri árum síðan. Hetta munnu nú stórar fiskiveiðitjóðir sum Stórabretland, Týskaland og onnur fleir innast inni ásanna. Tað er ikki hervið sagt, at hasi okkara áður umrøddu ekir ikki áttu at økst um og friðað fisk alt eftir fiskifrødinga sjónarmiðum. Her skal eg skjóta inn, at hatta at føroyingar sjálvir á foroyaleiðini skulu eisini av- marka veiðu sína, vegna ov lítlan ella minkandi fiskastovn, hatta átti ongantið at verið komið út í orð. Tá er longu alt ov illa vorðið, tá vit sjálvir, sum avgjert eksistera upp á fisk, og fiska ella hava fiskað hjá ødrum tjóðum aftur at tí, sum her heima kann veiðast. Aftur til Íslands! Mær vitandi hevur Ísland bert flutt fiski- markið út og aftur út. Henda seinasta útflytingin kann, um eg so má siga, — merkjast sum ein avbjóðing ella provokatión. Henda avmarkan nú í seinast- uni í Íslandi kom helst sum ein yvirgangsskipan undan hesum, vit í dag standa vitni til. Eftir teirra sjálvsfrásegn er B R Ø V alt gingið aftur á hondina við fiskastovninum. Fyri hverja ferð teir hava flutt út. Og tað veit hvert mannsbarn, at steðan í dag er fíggjarliga hættisligari Framhald á síðu 8 — men eru tygum so væl fyri, 2 borðreiðið tá eisini við VN Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Vatn í hav so nógu er síðan runnið, illgongt var, men stórt og gott er vunnið ungar kreftir fremstar nú í stríðnum dugna ellum landinum og býnum. Løgdu tit i Føroya størsta byi fúsir út i mikla rættvis stríðið styðja mong á skuggasíðu vóru arbeiðsfólk, ið dagsins byrðar bóru. Haldið á fram bæði menn og kvinnur sannast skal, at flokkur verður stinnur liviligt og nokk til allar hendur ynskja tey, ið byggja hesar strendur.