Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 1975síða 8

‹ fyrra síða allar 8 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jákup Suni Jacobsen í býráðnum: — Tá talan er um nakað varandi er eingin peningur tøkur Leivur Johannesen: — Býráðið fær betri umstød- ur at stýra ognunum, um tað sjálvt ikki eigur tær Hevur Tórshavnar kommuna gjørt nóg mikið av at friða gomul hús, og eigur hetta nú at halda uppat? Hesin spurningur var nógv frammi undir orðaskiftinum á býráðsfundinum hóskveldið, tá ein tilråding frå figgjarnevndini vidvikjandi einum tilbod frå Fa. Marstein til byrådid um, at kommunan kann fåa til keyps ogn teirra, YDUN, var til vid- gerdar. Tilbodid frå Fa. Marstein var soljóðandi: 1. Ognin verður keypt fyri 395.000 kr. 2. Marstein fær leigurættin til 1/9 1982. 3. Leigugjaldið verður sett til 750 kr. um mánaðin. Ein minniluti í figgjarnevnd- ini, Eliesar Arge og Berge Persson mælti frá at keypa Ydun, um húsini kunnu verða seld á annan hátt, meðan ein annar minniluti, Petur Christiansen og Finnur Johansen mælti býráðnum til at taka við tilboðnum. Býráðið samtykti eitt broyt- ingaruppskot frá Kjartani Mohr um, at figgjarnevndin tekur upp samráðingar við býráðið um málið. Neyðugt at taka dýrt lán Umboðsmenn javnaðarfloksins í býráðnum, Jákup Suni Jacobsen og Leivur Johannesen, mæltu frá at taka við tilboðnum frå Fa. Marstein og søgdu seg styðja minnilutauppskotið.hjá E. Arge og B. Persson. I ae, Se ae AAA AA AA AAA AA AA Væleydnad | stovningarveitsla Suðurstreymoyar Javnadarfelag helt fríggja- á kvøldið væleydnaða 50 ára stovningarveitslu Á á Hotel Føroyum. Veitslugestirnir vóru um “4 170 í tali. Har varð borðreitt við ræstum kjøti $ og súpan. Undir borðhaldinum vórðu rødur hildnar av Jákup Lindenskov, Atla Dam, £ Haldor Hansen, Jonu Henriksen, Vilhelm 4 Johannesen o. ø. Eisini var undirhald. Aftaná 4 var føroyskur og enskur dansur. Um nåttina $ varð borðreitt við náttmati. Jákup Suni Jacobsen segði undir orðaskiftinum, at um kommunan skuldi keypa ognina, so mátti keypið figgjast við láni, og hann spurdi, hvar kommunan kann fáa lán. Jákup Suni Jacobsen metti, at ein lánteka nú fer at verða kostnaðarmikil, og at rentan neyvan verður minni enn 121/9 pst. um árið av 400.000 kr. — Hetta merkir, at kommun- an skal gjalda einar 50.000 kr. aftur í rentu um árið, segði Jákup Suni Jacobsen, sum eisini vísti á, at sambært leiguupp- hæddina upp á 750 kr. um mánaðin verður samlaða leigu- gjaldið 9.000 kr. um árið, sum Marstein kann draga frá í skatt. Hann segði, at tá talan er um at keypa gomul hús, tykist peningur altíð at vera tekur, meðan tað ongantíð er peningur, tá talan er um nakað varandi. Jákup Suni Jacobsen mælti til blankt at avvísa tilboðið. Leivur Johannesen segði, at tað stendur ongastaðni í byggi- samtyktini, at býráðið noyðist at ognartaka húsini. Hann helt, at býráðið fær betri umsteður at stýra ognunum, um tað sjálvt ikki eigur tær. Leivur Johanne- sen segði seg vera ímóti at keypa húsini og styðjaði minniluta- uppskotið hjá E. Arge og B. Persson. Úrslit av samráðingum Finnur Johansen upplýsti, at samráðingar hava verið millum býráðið og Fa. Marstein um húsini. og at tilráðingin er úrslit av hesum samráðingum. Hann helt, at kommunan eigur at fáa sær hendur á øllum teimum ognum, sum hon kann fáa. Finnur Johansen upplýsti eisini, at Fa. Marstein ætlar at flyta niðan á midstadarøkid á Hálsi, og at tilboðið frá teimum er sett fram í sambandi við hetta, so gjaldstreytirnar fella ødrvisi. Martin Petersen mælti frá, at tikið verður við tilboðnum. Hann segði, at kommunan eigur at sleppa sær av við tey gomlu húsini og ivaðist í, um øll tey gomlu húsini, sum verða friðað, eru so segulig, sum tey skulu eitast. Kjartan Mohr segði, at húsini sambært tilboðið verða dýr at keypa og setti fram uppskot um, at figgjarnevndin tekur upp samráðingar við landsstýrið um keyp av húsunum. Eliesar Arge upplýsti, at Fa. Marstein frammanundan hevur fingið betri treytir frå øårum enn býráðnum um keyp av húsu- num. Hann segði, at vit eiga ikki at brúka óneyðugan pening í hesi tíðini. Tilráðingin frá Kjartan Mohr um, at figgjarnevndin tekur upp samrådingar vid landsstyrid um málið, fekk 9 atkvødur. Oli í Åarstovu bert at vóna, at Prentara- felagið ikki ger av at steðga innflutninginum av wc- pappíri, tí so fær formaðurin ikki »kukk«ad! —0— Uttan tjóðveldisflokkin var mangt ødrvisi, sigur Jógvan Durhuus í Fjúrtanda í gjár. Ja, tað sama siga sambands- menn. Framhald frá síðu 6 enn nakrantíð áður. So handa útflytingin eftir mínum tykki kundi útloyst bæði toska- og mannakriggj. Høvdu islendingar lagt fyri dagin ein lika harðrendan poli- tikk um friðing og avmarking av fiski á heimamiðum sínum, sum hesa avgerð at flyta út á 200 sjómíl, tá hevdu teir ikki staðið so einsamallir í andglettinum í dag. Hentze Joensen LL TA eedeegegpge Framhald frá síðu 3 Róðrarfelag hevur sín uppruna í einum felag, sum varð stovnað í 1932. Felagið fekk navnið Kapp- róður, og efir trimum árum hevði felagið útvegað sær tríggjar kappróðrarbátar. Men teir stóðu úti alt árið. Í 1943 tóku limir felagsins stig til at byggja eitt neyst úti á Hornagrund. Neyst- ini kostaðu 6.000 kr., og limirnir fíggjaðu byggingina sjálvir. Í 1948 varð felagsnavnið broytt til Havnar Róðrarfelag. Nógv tiltøk Kassameistari felagsins, Bjarni Djurhuus, segði, at nógv tiltøk hava verið sett í verk seinastu tvey árini til tess at figgja nýggju neystini, sum standa í umleið 800.000 kr. Tidliga í 1973 vórðu lutaseðlar seldir til frama fyri byggingina, og í juli sama ár skipaðu landsstýrið og Grøn- landsmálaráðið fyri fótbóltsdysti í Gundadali. Tiltakið gav 19.400 kr. Í september skipaði Lions Klúbbur fyri fiskikapping, sum gav 7.700 kr., og túnadansurin á jóanseku 1974 gav 75.000 kr. Foroya Sparikassi gav tilsøgn um lån upp á 250.000 kr. yvir 20 år og Føroya Livstrygging eina lånitilsøgn upp å 100.000 kr. Andrea Árting hevði eisini orðið og fortaldi m. a. frá, tá hon sum ung genta plagdi at rógva kapp yvir 15 ár, treytað av, at Tórshavnar kommuna veðhelt. Tá farið varð undir bygging- ina, vóru 610.000 kr. tekar. Harav 260.000 kr. eginpeningur. Landsstýrið . og Tórshavnar kommuna hava i studningi higartil latið 178.000 kr., og 95.000 kr. eru játtaðar aftrat seinni. Frá Tipsfonden er felagn- um játtaðar 40.000 kr. Í gávum frá ymiskum stovnum eru veitt- ar 161.000 kr. Skuldin hjá Havnar Róðrar- felag í dag er 326.000 kr. Av upprunaligum 350.000 kr. eru goldnar í rentum og avdráttum 78.000 kr. Arbeiðini „ Byggifelagið Guttesen og Staks- berg hevur gjert tekningarnar til neystini á Hornabakka, og sama felag hevur eisini staðið fyr pussiarbeiðinum. Carl Persson hevur havt eftirlitið við allari innilokanini, sum Edmund Jo- hannesen og Olavur Mortensen hava gjørt. Timbur- og snikk- araarbeiðið hava Jákup Jacob- sen og Eli Mortensen staðið fyri, meðan Niels Gullbein og Hans Erik Jacobsen hava sett køkin upp. Heri Simonsen og Jergin Jacobsen hava gjørt el-innlegg- ingararbeiðið, sum alt er gjørt í frítið teirra. Fa. Demich hevur gjørt sentralhitaarbeiðið. Málaraarbeiðið er gjørt av sjålvbodnum. Neystahusini å Hornabakka eru utgjørd við trimum rúm- ligum neystum í neðra, og har er eisini meguleiki fyri at íðka vektlyfting. Í erva eru fundar- holi, venjingarhøli, køkur, um- klæðingarrúm, brúsurúm o. a. Í nevnd Havnar Róðrarfelags sita í letuni Heðin Mortensen, formaður, Louis Hovmann, Bjarni Djurhuus, Karl O. Bærentsen, Øssur Simonsen, Gudny Eik- holm og Bjarni Sørensen. -sigurd.