Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-15, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður brødralag Nr. 80 — Leygardagin 15. november 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr. Skrivifrælsi Í oddagrein blaðsins í dag verður skrivað: — I eðrum fori fyri stuttum varð ein persónur í einum ella eðrum sambandi nevndur í einum lesarabrævi her í blaðnum, og heldur ikki her var talan um okkara ella blaðsins áskoðan. Tal- an var heldur ikki um injuriur. Men hetta førdi so til, at viðkomandi, sum er í einari handilsfyritøku, ringdi til blaðið og segði frá, at frá ti degi skuldi SOSIALURIN onga lýs- ing fáa frá viðkomandi handilsfyritøku. Sida 2 Jørdin I panelgrein skrivar Vil- helm Johannesen: — I seinna førinum er tad so, at umleid helm- ingurin av búnaðarjorðini í Føroyum er ognarjorð. Fólk flyta av smábygd- unum til tey størru plåssini og hava ognarbrævið upp á jørðina við sær í lumm- anum. Og á nógvum smá- bygdum er staðan tann i dag, at umleið helmingurin av ognarjørdini er sonevnd uttanbittjajørå. Sida 4 Summar i Spania Fråsøgnin hjá Nordahl Grieg heldur fram. Sida 9 Bridge Bridgeteigurin å sidu 3 tå Eingin móttakari til 225.000 krónur Tilsamans 225.000 krónur eru givnar til arbeidarafeløgini til arbeiðsloysisstuðul. Men hver er arbeiðsleysur? Henda spurning skal Jákup Lindenskov, landsstýrismaður, greiða Legtingið samtykti fyri nokrum árum síðan at lata 75.000 kr. til hvert av arbeidarafeløgunum i Havn og Klakksvík. Feroya arbeiðarafelag fekk somuleiðis 75.000 krónur til arbeiðsleys, soleiðis at tey skuldu verða tryggjað, um tey gjørdust arbeiðsleys. Hvør er arbeiðsleysur? Men tað er fáum greitt, hver sum í veruleikanum er arbeiðs- leysur. Ein, ið arbeiðir á landi og missir arbeiðið, hann fer til skips. Ein fiskimaður, ið missir kjansin, hann fer at stoypa. Ein kona, sum ikki fær arbeiði, verður verandi heima. Og hver av hesum er nú arbeiðsleysur? Tað er henda spurning, sum landsstýrismaður Jákup Lnden- skov skal greiða. Og føroyskir løntakarar, ser- liga konufólk, sum standa arb- eiðsleys, vísa seg heldur at fara niður, enn at gerast arbeiðsleys í Feroyum. Tað er eingin, sum tekur tað sum eina sjálvfylgju, at arbeiði skal finnast fyri teimum í Føroyum. Kvinnurnar arbeiðsleysar Tað vísir seg at vera serliga konufólk, sum hava ilt við at fáa arbeiði, og tí skuldi ein væntað, at tær vóru tær fyrstu til at fáa stuðul. Men tey arbeiðskvinnu- felog, sum standa uttan fyri Føroya arbeiðarafelag, fáa ikki lut í arbeiðsloysisstuðli. — Tað er givið, at vit mugu fáa eina samskipan í hesum máli, sigur Jákup Lindenskov, landsstýris- maður. Arbeiðsávísing Fyri at fáa tal um arbeiðsleys, og fyri at hjálpa teimum til arbeiði, er neyðugt at vit í fyrsta lagi fáa eina skrivstovu til at registrera øll arbeidsleys. — Men hetta er ikki nog mikið. Vit mugu hava eina arbeiðsávísing, soleiðis at fólk kunnu melda seg har og verða leiðbeind til arbeiðis. — Men tað er tó ikki so í Føroyum, at nakar stendur uttan at fáa breyð í munnin. Um so er, at fólk ikki fáa arbeiði ella gerast sjúk, so falla tey undir sosialhjálpina. Og gerast tey sjúk undir arbeiði, so koma tey undir veitingar frá sjúkragrunn- inum. 1 miljón í sjúkragrunn Sjúkra- og arbeiðsloysisgrunnur verkamanna varð stovnsettur í 1959 av Feroya arbeiðarafelag, sum !. mei hetta ár seldi merkir, sum teir fingu 4.719,06 krónur fyri. Sama ár siga teir frá, at teir ætla, at grunnurin skal fáa pengar frá limunum, sum skulu gjalda eitt ávist tal av peningi. Teir søktu eisini hetta árið um at fáa 10.000 krónur frá land- inum, og síðani 30.000 krónur hvert ár. Og landsstýrið hevur Automat- iskt sam- band vid utheimin Mikudagin varð uttan- landatelefonsambandið sett til. Á myndini siggj- ast Sélbjørn Jacobsen, telefonverkstjóri, og Poul Hansen, P&T-adalstjori. SÍÐA 7 síðani tá givið frá 15 upp í 60.000 krónur um árið. Í dag stendur ein miljón í grunninum. 150.000 áðrenn útgjaldast kundi Avgjert varð tá, at útgjaldast skuldi ikki úr grunninum, fyrr enn hann var komin upp á 150.000 krónur. Hetta var í 1961 hækkað til 500.000 krónur. Í 1968 segði Føroya Arbeið- arafelag, sum umsitir grunnin, at inn komu 114 túsund um árið í rentum, veitingum frá landinum og merkjaselu. Men enn er tó ikki komið so langt, at peningur verður givin til tey, sum. gerast sjúk av ødrum ávum enn i arbeiðstíðini. Hini koma sum sagt undir sosiallóggávuna. — Tað hevur í dag stóran týdning, at vit fáa tryggjað ollum dagpening, sum leggjast sjúk og verða tarnað í arbeiði sínum, sigur Jákup Lindenskov. Fiskavirki í Nólsoy? Á almennum fundi úti í Nólsoy sunnudagin vórði' møguleikarnir fyri sjålvstødugari vinnu í bygdir! umrøddir. Sum er avreiða allir útróðrabátaðMir í Havn, og skal fólkið hava areiði, má tað fa,'ð av oynni. Her er Kapilssund ; "myndaður við bryggju í Havn. Síða 3