leygardagur 15. november 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sostalurin telf. I 1820 giro 6282725
box 76, 3800 Torshavn
Utpevari: Foróva Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Jøhannesen (ábyrgd), telf. 564 11
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Prent: Dimmalætting
»Skrivifrælsid«
OGVULIGA vakurt eitur tad, og eisini verdur
tad havt å munni næstan hvønn dag, at okkum
stendur fritt at hugsa, tala og skriva. Eisini er
hesin rættur skråsettur.
TAD KANN ti tykjast løgid, at vit her seta
orðið skrivifrælsi í gásaeygum, men heilt uttan
orsek er hetta kortini ikki. Vit hava nevniliga
gjørt ta roynd, at i Føroyum ber ikki til at
skriva ella at lata ymsikt koma út á prenti,
uttan at hetta annaðhvert so ella so fær
avleiðingar fyri viðkomandi blað.
OG TAÐ HENDIR eisini, hóast skrivingin er
ikki injurerandi, at føroysk blød koma út fyri ti,
at tey verða hótt annaðhvert so ella so, og í
summum førum at álvara verður gjørt av at
fremja atgerðir móti viðkomandi blað.
TAÐ ER kortini ikki talan um samansvørj-
ingar ella brotsmannafelagsskapir. Hesar hótt-
anir og hesar beinleiðis atgerðir móti bløðunum
koma frá vanligum borgarum, ið bæði vit og
onnur hava mett sum vanlig hampafólk, og
sum onkur kanska hevur mett fyri at hoyra til
sjálva elituna í foroyska samfelagnum.
Í EINUM FØRI bar hetta blað — eftir okkara
egna tykki objektiv tíðindi, sum vit hverki
gjørdu negativar ella positivar viðmerkingar til
— um virksemið hjá einum persóni. Hetta førdi
til, at ein annar persónur, ið feldi sítt virksemi
hótt av virkseminum hjá áðurnevnda persóni,
skrivliga gjørdi blaðnum kunnugt, at av hesi
somu orsøk skuldu fastar lýsingar hjá við-
komandi í SOSIALINUM strúkast.
Í OÐRUM FØRI fyri stut2um varð ein per-
sónur í einum ella oðrum sambandi nevndur i
einum lesarabrævi her í blaðnum, og heldur
ikki her var talan um okkara ella blaðsins
áskoðan. Talan var heldur ikki um injuriur.
Men hetta førdi so til, at viðkomandi, sum er
við í eini handilsfyritøku, ringdi til blaðið og
segði frá, at frá ti degi skuldi SOSIALURIN
onga lýsin fáa frá viðkomandi handilsfyritøku.
TAÐ ER ØLLUM kunnugt, at lýsingarnar eru
ein týðandi partur av inntøkunum hjá einum
blad, og soleiðis sum føroysku blødini eru fyri,
við einum rættiliga avmarkaðum tali av
haldarum, keyparum og lýsarum, muna fleiri
slíkar atgerðir.
VAR TAÐ I Spanien, Chile ella í løndunum
eystan fyri jarntjaldið, so høvdu vit ikk',
væntað annað, tí har hava teir sum kunr,ugt
sensur. Skulu føroysku blødini bert skri'va tað,
sum ongan rakar, ella við ødrum “,rðum bert
skriva ollum føroyingum eftir "vild, so skriva
tey stutt sagt onki. Ella við "ðrum orðum halda
| uppat við at koma út.
sosialurin
Nr. 80 — 15. november 1975
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
J. Follend í Rituvík, altar-
gangur, K. O. Videre í
Hvalba, Kjartan Merkere í
Havnar kirkju, P. Petersen í
Vesturkirkjuni, P. Petersen í
Kaldbak kl. 16, Hans J.
Joensen í Nólsoy, konfirma-
tion, J. Magnussen í Kunoy
kl. 11.30, síðani á Húsum, N.
P. Danielsen á Selatræð kl.
12 og á Strondum kl. 19 (inn-
savning til frama fyri nýggja
orglið), Hegni Poulsen í
Miðvági kl. 12, J. Weihe' á
Tvøroyri kl. 12 og í Øravik kl.
18, altargangur.
Adventistasam-
koman
I dag kl. 9.30 bibliugransking
vid B. Jensen. Sidani guds-
tænasta vid E. D. Andreasen
i skålanum vid Hoyvikstjørn.
Fyrstaframførslan
i kvøld
Sjónleikurin Petur og Rúna
eftir Birgir Sigurðsson, sum
Oskar Hermannsson hevur
umsett, verður frumfram-
framførdur í Sjónleikarhús-
inum í Havn í kveld kl. 20.
Hann verður uppafturtikin í
annaðkveld kl. 18.
Eyðun Johannesen, leik-
hússtjóri, sigur, at væntandi |
verður leikurin framførdur til
jóla fyribils. Fyrst í komandi
ári verður farið undir venj-
ingar av einum nýggjum
leiki. Tað er Hvenn stakkin
skal eg fara í, pápi, eftir Jens
Paula Heinesen. Hann er yvir
evnið Annika í Dimun. Ann-
ars verða fleiri útlendskar
sjónleikavitjanir í Havn í
komandi ári. Tað koma sjón-
leikarar úr Sveríki, Danmark,
Íslandi og Noreg.
Royn hevur eydnu-
hjolsåtsølu
Um vikuskiftið skipar bólt-
felagið Royn í Hvalba fyri
eydnuhjolsutsølu. Hon byrj-
aði í gjårkvøldid og heldur
fram í kveld og annadkvøld.
Minnisvarði
Tað er ætlanin at reisa ein
minnisvarða yvir sjólætnar á
Toftum. Í hesum sambandi
skipar minnisvardanevndin
fyri eydnuhjólsútselu í fim-
leikarhøllini á Toftum um
vikuskiftið.
Úr Keben-
skip havn Úr Ålborg
LOMUR
RAVNUR 14.11
BLIKUR 20.11 18.11
FALKUR
LOMUR 27.11 25.11
RAVNUR 25.11
BLIKUR 4.12 2.12
FALKUR fermir i Delfzijl 19.11
RAVNUR fermir i Drammen 27.11
Telefon
1225
Telex
21
Ur Halm-
stad Ur Leith I Føroyum
17.11
15.11 18.11
24.11
21.11 24.11
1.12
26.11 1.12
8.12
PESKIPAFELAGIÐ FØROYAR
V
;ðast-
Hesar vælumtóktu
ketlarnar fáa tygum
frá Lampubúðini
LAMPUBÚÐIN
v/ Hjalgrim Davidsen, el. innst.
R. C. Effersøesgøta
Tlf. 14477 - 13303
ss" TRADERLINE
Vit ferma
HVØNN EINASTA
i ALBORG
i HALMSTAD
i KØBENHAVN
TYSDAG
MIKUDAG
HOSDAG
2. hvørja viku
3. hvørja viku
3. hvørja viku
3. hverja viku
í ÁLESUND 5/12
í SANDNES 5/12
iBLYTH — 24/11
i LARVIK 26/11
BEINLEIDIS TIL FØROYA
AVGREIDSLUR:
Chr. Jensen, tlf. 122566 Ålborg
A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn
Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad
Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Alesund
T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes
W. Harney á Co., tlf. 2331 Blyth
Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen.