Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 stubbar uttaneftir Kom heim! Jacqueline Kennedy er bangin um dóttur sína, ta 17 ára gomlu Carolinu. Dóttirin hevur higartil noktað fyri at koma heim úr London, hóast móðir hennara fleiri ferðir hevur heitt á hana um at koma. Herfyri vóru Caroline og vinmaður hennara í Lon- don hótt við lívinum. Men heldur ikki henda hendingin hevur fingið Carolinu at broyta stødu. Hon er vorðin ástartikin! Ti vil hon ikki koma heim, skrivar pressan í London. Í meðan gongur Jacqueline heima í New York og bidar. Her er hon av- myndað saman við nekrum vinkonum úr Manhattan. Kuba fær skip úr Danmark Kuba hevur bilagt eitt 13.000 tons stórt handilsskúlaskip í Danmark. Tað skal byggjast á skipasmiðjuni í Helsinger. Danskar skipasmiðjur byggja frammanundan seks farma- skip upp á 14.000 tons hvert til Kuba. Blaðmenn funnir Teir báðir suðurafrikansku blaðmenninir, Roger Sargent og Chris wan der Merwe, sum ávikavist starvast á Rand Daily Mail og Sunday Times, eru funnir í einum MPLA- fongsli í Luanda. Teir hava verið saknaðir síðani týs- dagin í farnu viku. Daily Mail skrivaði í vikuni, at báðir blaðmenninir vórðu hand- tiknir á einum gistingarhúsi stutt eftir, at teir vóru komnir til Angola, skuldsett ir fyri at vera suðurafrikansk- ir leiguhermenn Útferðarloyvi Elena Sakharov, kona sov- jettiska nobelheiðursvinnar- an, Andrej Sakharov, hevur fingið freistina fyri útferðar- loyvi úr Sovjetsamveldinum framlongda til 20. desember. Hon ynskti at fáa freistina útsetta, so hon kundi vera saman við manni sínum, tá hann fær handað nobelfriðar- heidurslønina í Oslo 3. des- ember. Síðani er tað hent, at sovjettisku myndugleikarnir hava noktað Andrej Sakharov útferðarloyvi til Oslo at taka ímóti friðarheiðurslenini. Um Arno Wolle Danski rithøvundin, Jørgen Munkebo, hevur skrivað „Bókina um Arno Wolli«. A Li I myndini fær Arno Wollo handað eitt eintak av bókini frá rithøvundanum. Í bókini eru ein frágreiðing um virki hjá nátúrulæknanum. Latin leysur Ein peningaupphædd upp á 5,3 milj. kr. varð nógmikið til tess at fáa nakrar italskar brotsmenn til at lata tann 14 ára gamla bretska skúla- dreingin, Lorenzo Peregrini Lapin, leysan aftur. Burtur flytararnir hóttu við at gera av við hann á ein óhugnaligan hátt, um faðir hansara, ein múgvandi bretskur handils- maður, ikki vildi rinda loysi gjaldið ———vøiiieww Sovjettisk vitjan í djóragarðinum 'Teir eru bert hålvt ara gamlir, men longu hava teir Nakrir smáir roysningar eru fluttir fingið yvirskegg. úr Moskva til djóragarðin í Keypmannahavn, har teir skulu vera í eina tið sosialurin Nr. 80 — 15. november 1975 Føroyska jørdin — arva- og ognarrættur Í mong, mong år hevur verið tosað og skrivað um okursprís á byggigrundum, og um at út- oyggjarnar og smábygdirnar nærum eru oyddar fyri fólk. Og so er. Hetta eru beiskir veruleikar, og í báðum forum er tað arva- og ognarrætturin til foroysku jørdina, ið er atvoldin til trupulleikarnar. Í fyrra forinum er tað so, at pápar og abbar fyri mongum árum síðani keyptu eina trød fyri lítið og lætt, ella rættari sagt, fyri eitt symbolskt gjald. Ætl- anin við hesum traðum var tann, at menn, sum uppískoyti til fiskivinnuna, ið tá gav rættiliga lítið av sær, skuldu kunna halda eina kúgv, velta nekur eplir og halda nakrar seyðir. Hesar traðir eru síðani arvaðar til eftirkomarar í eðrum og triðja liði. Og seinnu árini hevur hendan jorð bert verið nytt til spekulatión. Hon verður seld til húsagrundir fyri ein heilt órimi- ligan prís. Tað er ikki óvanligt, at ein byggigrund t. d. í hevuðsstað- num fer væl upp um 100.000 kr. Hetta må ein føroyingur gjalda fyri at fáa eitt petti av fostur- landsjorð at seta seg á. Í seinna forinum er tað so, at umleið helmingurin av búnaðar- jørdini í Føroyum er ognarjørd. Fólk flyta av smábygdunum til tey sterru plássini og hava ognarbrævið upp á jørdina við sær í lummanum. Og á nógvum smábygdum er stødan tann i dag, at umleið helmingurin av ognarjørdini er sonevnd uttan- biggjajorð. Tey fáu, sum búgva eftir á smýbygdunum, fáa so litið upp í hendir at umsita hesa jorð fyri lítla samsýning, meðan størsti parturin av ti, jørdin veruliga gevur, fellur til hansara, sum eigur jørdina og sum byr å eina stórplássinum Hetta kann einans undir burturflytingina av bygd- skunda unum, har einasti vinnuvegur, ella í hvussu er hevuðsvinnan Fyri samlaða landbúnaðin týðir hetta, at ein stórur partur av foroysku bunadarjørdini meir og minni liggur í vanrøkt, við tað at eigarin býr á heilt ødrum plássi, ti sum orðatakið sigur har ein ikki er sjálvur, er ein ikki meira enn hálvur Trupulleikarnir vid uttan- Søla og Service landbúnaðurin er ni ele på biggjajørdini kundu verið loystir á tann hátt, at bunadarjørd ikki kundi arvast treytaleyst, men at arvarætturin varð treytaður av, at viðkomandi býr har, sum jørdin nú eina ferð liggur. Hetta kundi verið gjørt við eini broyting í arvalógini. Vilhelm Johannesen, blaðstjóri Men hetta loysir ikki vansar- nar við byggigrundunum. Føroya land er ogn Føroya fólks! Hvi skal so ognarrætturin til jørdina sleppa at tarna eini heilari vinnu, at gera tað ómegu- ligt hjá fólki at búgva á smá- bygdunum og at gera tað ómeguligt hjá teimum ungu at seta búgv. Hví ikki gera alla føroyska jørd til almenna ogn? Tað hevur ongan týdning fyri húsaeigaran, at hann eigur tað, sum húsini standa á, men tað hevur ómetaligan týdning, at hann fær fullan brúksrætt til hetta lendi. Tað hevur heldur ongan týdning fyri búnaðarmannin í Fugloy ella Mikinesi, at hann eigur ta jørdina, sum hann skal liva av, men tað hevur ómeta- ligan týdning fyri hann, at hann fær nóg mikið av jerð, og at hann fær fullan og óskerdan brúksrætt til hesa jørd, og at hann fær fullan og óskerdan ágóða av ti, sum jørdin gevur. Var øll foroysk jørd almenn ogn, so kundu byggigrundir fingist til leigu og somuleiðis búnaðarjarð. Tey vandamålini, sum í dag eita spekulatión við byggigrundum og uttanbiggja- jørd, vórðu burtur, og harvið vildi tað verið lættari at bygt sær hús og liviligari hjá teimum, sum búgva á bygdunum. Eg ivist ikki i, at fleiri av teimum, sum eiga, eru ímóti hesum sjónarmiðum, sjálvandi av teirri einføldu orsøk, at tey eiga ein teig ella eina gyllin. Men hvat hugsa hesi um eftirkom- arnar í fyrsta, eðrum og triðja liði? Verður ongin av teimum at koma i ta stødu at skula keypa sær eitt petti av fosturlandsjørd til okursprís, fyri at seta seg í búgv? Og nakað heilt annað er, at hesi vandamál fara at broyta foroyska búsetingarmynstrið og tað umhvørv, vit liva undir nú, um hetta vandamál ikki verður loyst í skundi. Vilhelm Johannesen Nýggj flutningsgjøld fyri persónkoyring í Streymoy galdandi frá manadegi 17. november 1975 kl. 6.00: Gerandisdagar kl. 6—18 er minstagjaldið 14 kr. Øll onnur gjøld eru óbroytt Aksturvinnufelagið SAMFYLKING JeleKitra Jacobsensgøta 20 telefon 11330 3800 Tórshavn