Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 — 15. november 1975 Ummæli við einum eiturdropa í Gerið so væl at seta hesar reglur í blaðið: Í SOSIALINUM mikudagin 5. novembur ummælir ein, ið nevnir seg H. O., sjónleikin Oskar, sum klaksvíkingar vitj- aðu í Havn við seinasta viku- skiftið. Tað er bert at frøast um, at hann heldur leikararnar vera framúr góðar, tað haldi eg eisini, men so er tað hansara við- merking um, at hetta vóru burturspilt evnir til ein so einki- sigandi leik, og biður hann um at fáa okkurt annað at síggja, ið gevur okkum nakað at hugsa um, nakað álvarsligt og nærri veruleikanum, og har eru vit rúkandi ósamd. Vit verða dag og dagliga díkt undir við álvaratosi og alskyns trupulleikum gjøgnum blød og útvarp, tað verður kravt av okkum, at vit taka steðu til apartheidpolitikk í Suðurafrika, uppreistur á Timor, borgara- kriggj í Libanon og alt millum himmal og jarð, og tå so haraft- rat koma allir teir stóru og smáu trupulleikar, sum hvert einstakt menniskja hevur at dragast við, so er bikarið fult — ella flýtur yvir. Fyri at kunna kobla frá eina | sosialurin Síða 5 <Sw løtu keypir tå tær atgongumerki til ein skemtileik ella -film. Tad er so vælsignad at kunna gloyma hesa óndu verð eina lotu, meðan tú kanst loyva tær at flenna hjartaliga uttan at kravt verður av tær, at tú skalt taka stødu ella læra nakað samstundis. Tað er bara soleiðis vorðið í dag, at tað verður ikki hildið at vera fínt ella mentað at stutt- leika sær ella dagdroyma. Men eitt kanst tú vera visur í, H. 0., og tað er, at tekur tú hesar meguleikar frá fólki, soleiðis at einans hin nakni veruleikin verður eftir, so verður tað ikki leingi, til > Árnasavnið< verður á tremur av stressaðum og deprimeraðum fólki, ja, tað verður helst so yvirfylt, at teir verða noyddir at byggja >fili- alir« runt um í landinum. Er tað tá ikki hentari at brúka nakrar pengar til at byggja nekur ungdómshús, hvar vit millum annað kunna síggja fleiri leikir av sama slag sum Oskar? Ein áskoðari Har er einki Oført Harri blaðstjóri! Tá eg las Dimmalætting í gjár, ógvaðist eg við, hvussu- leiðis sambandsflokkurin túrar fram við síni antisosialistisku agitasjón. Tað er næstan ótrú- ligt, at hesin flokkurin í mong, mong ár hevur staðið sum sterkasti samarbeiðsflokkur við javnaðarflokkin, og at hann longu skal renna hestahógvin úr sær, har verður m. a. sagt um javnaðarflokkin: - Socialdemokratiets ledende kræfter lod ikke til at vurdere udviklingen tilstrækkelig real- istisk, men ansaa situationen for gunstig eller internt politisk nødvendig til at sikre ny sociale fremstød med voksende hjemlige udgifter samt oprettelse af en ny bank som nøglen til politisk styrelse af det økonomiske liv«. Her verdur so tydiliga sagt, sum tad sigast kann, at sam- bandsflokkurin rædist, at vit fåa eina sosialloggåvu, sum svarar til nútiðarsamfelagið. Væl eru oll vitandi um, at tað kostar at byggja samfelagið út, men hvussu nógv kostar tað ikki við at lata vera við at gera tað. Hvar vóru vit í dag, um vit ikki høvdu eina sosiallóggávu, sum javnaðarflokkurin hevur lagt til brots fyri? Og skuldi hesin flokkur nú knappliga svikið, soleiðis at vit aftur koma at liggja afturút í socialari lóg- gávu? Er tað at rekja samfelagið at lata henda partin av samfelags- lívinum liggja á láni. - Semir tað seg fyri eitt upplýst fólk? Jú, men alt kann lesast og sigast í Dimmalætting, har er einki ófert. Men gott at vita, hvar vit hava teir. S.P. Útbjóðing Vegna Tórshavnar Býráð verður arbeiðið viðvíkjandi gerð av høvudskloakk frá idnadarøkjum og raðhúsum i 4 Eysturbýnum boðin út alment. Utbj6dingartilfarid fæst til láns á teknistovu okkara móti kr. 300, — í veðhaldi. Tilboð verða at senda til undirritaða í afturlatnum brævbjálva merktur: Høvudskloakk í Eysturbynum i seinasta lagi tysdagin hin 16. des. 1975 kl. 15.00. Til- boð verða tå opnað i hjåveru teirra bjóðandi. Aarvegur 1 Sofus M. Jacobsen Ráðg. verkfr. FRI - 3800 Tórshavn Tlf. 13522 280 tons i hålvt år I tidarskeidinum 1. april til 20. september hevur Pollur veitt 280 tons. Teir royndu alla tidina vid snellu. Helvtin av veidini hevur verid toskur og hin helvtim upsi. Tad mesta er landað á Kósavirk- inum í Klaksvík. Tilsamans hava verið 11 túrar undir Íslandi og tveir stuttir við Føroyar. Pollur liggur uttastur så Fiskaútfluttningur Samlaði útfluttningurin av saltfiski, frystum verum og sildaverum í september var 3.894 tons fyri 22,1 milj. kr. Í tíðarskeiðinum januar—sep- tember í ár hevur samlaði fiskaútflutningurin verið 33.234 tons fyri 216,2 milj. kr. ímóti 27.411 tonsum fyri 204,7 milj. kr. sama tíðar- skeið i fjør. Tað er ein vøkstur upp á ávikavist 12,12 pst. i nøgd og 1,06 pst. i virdi. 500 tons færri Kósavirkið i Klaksvík hevur higartil í ár tikið ímóti 500 tonsum færri enn sama tidar- skeið í fjør. Tilsamans 7140 tons eru løgd upp á Kosa- virkinum higartil í ár. úr Framleiðslan byrjar í hesum mánaðinum Einaferð í hesum mánaðinum fer nýggja málingavirkið á Strondum hjá Jóhan Thor- leifsson og fleiri undir fram- leiðslu. Hetta verður gjert í samvinnu við íslendsku mál- ingaverksmiðjuna Málning hf. í Kópavogi. Virkið skal framleiða tak-máling og jarn- og skipsmáling. Í fyrsta um- fari verða 4—5 fólk í arbeiði. Framleiðslan fyrsta árið verð- ur mett at verða eini 2.000 tons. Ráevnið til málingina verður innflutt, men seinni er ætlanin at brúka foroyskt royðugrót í framleiðsluni. Herfyri vórðu húsini, har framleiðslan skal verða, takt Tey eru 308 kvadratmetrar til støddar og standa úti í Tanga, sum teir rópa. Tá virkið er komið í gongd, stendur tað eigarunum í á 160 tons Boroyarnes, sum roynir við Flemish Cape, hevur fiskað 160 tons í saltfiski. Teir siga, at fiskiskapurin seinastu tid- ina hevur verið hampuligur, men tað hevur viðrað ógvu- liga illa. 7 mans á Ísansgarði Á gistingarhúsinum Ísans- garður á Sandi búgva 7 fólk í løtuni. Hetta eru arbeiðs- menn aðrastaðni frá, sum arbeiða í Sandoynni. Á gistingarhúsinum siga teir, at hotellið annars hevur verið væl vitjað í heyst. Og serliga um vikuskiftini. Tvey starvsfólk eru á gistingar- húsinum nú. 2400 tons higartil í ár Flakavirkið Norðis á Eiði hevur higartil í ár tikið ímóti góðum 2400 tonsum. Herfyri avskipaðu teir 66 tons av flaki til USA. Í næstum verða 35 tons av saltfiski avskipað til Ítalia. Flakavirkið á Eiði 70 barnavitjanir í meðal um dagin Býarbókasavnið í Havn sig- ur, at í oktober hava nógv fólk vitjað inn á tær ymsu deildirnar. Lánaratalið er býtt soleiðis millum deild- irnar: 1202 hava vitjað út- lánið, 1207 á lesistovuni, og 1704 bern og vaksin hava verið á barnabókasavninum. Í sama tíðarskeiði eru 2884 bøkur læntar til vaksin og 3188 bekur til bern, til- samans 6072 bekur. Tað er tað mesta, sum higartil er lænt út ein mánaða. Bókasavnið sigur, at yvir- hevur hevur barnabókasavnið verið væl vitjað. 1700 bern um mánaðin, ella í meðal 70 børn um dagin, er eitt stórt tal, tá hugsað verður um, at deildin bert er opin triggjar tímar um dagin. — Tað er sjálvsagt okkara uppgáva, sigbr Dorte Fut- trup, barnabókaverður, at liggja framvið og fjálga um henda áhuga. Ti fer barna- bókasavnið nú at gera eina roynd at lesa ævintýr fyri bernunum. Fyrsta royndin varð gjørd hósdagin, og hon varð væl vitjað. Nýggjur formaður veljast Ítróttarsamband Feroya lýsir í blødunum til ársaðalfund leygardagin 13. desember á Hotel Hafnia. Á fundinum skal 5 2 veljast nýggj starvs evnd. Liggjas Joen- sen, sum er formaður i nevndini, hevur boðað frá, at hann letur seg ikki stilla upp aftur. Hinir báðir limirnir í starvsnevndini eru Erhardt Næss og Sverri Trónd Han- sen.