leygardagur 15. november 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 80 — 15. november 1975
Føroyingar mugu
i framtiðini
lita meiri
á egnar grunnar
— segði Torålvur Mohr Olsen, úr javnadar-
flokkinum, undir viðgerðini av løgmansrøduni
Harra formaður.
Til viðgerðar er orðaskifti um
løgmannsrøduna. Tað er vorðið
vanligt, at legmaður á ólavs-
veku á hverjum ári ger støduna
upp, har ið mett verður um, hvat
ið hent er, og um hvussu fram-
tíðarvánirnar koma at verða.
Í hesi frágreiðing legmanns
verður nortið við teir ymisku
samfelagsspurningar, og met-
ingar verða gjørdar.
Tað hevur verið sagt, at tað er
altíð ringt at spáa serliga um
framtíðina, og hetta kynstri er
kanska serliga ringt í eini tid,
har so stórar broytingar fara
fram, hvar ið alt skiftir dag frá
degi.
Veiðirættindini
Ein tann mest átrokandi spurn-
ingur hjá føroyingum í dag, eru
veiðirættindi hjá okkara fiski-
skipum, feroyingar hava onki
annað at líta á uttan tað, ið
kemur úr havinum, tað er ongin
tjóð í heiminum, sum hevur eina
so eintáttaða vinnu sum føroy-
ingar, okkara útflutningur er
99% fiskur og úrdráttur úr fiski,
so tað sigur seg sjálvt, at so
leingi vit onki annað hava at liva
av uttan tað, ið kemur úr havin-
um, so má spurningurin um
veiðirættindi vera tann mest
átrokandi, ið frammi er. Útvikl-
ingurin hesi seinasti árini innan
fyri fiskivinnuna hevur verið
meira og meira tann, at tey lond
við ríkum fiskigrunnum hava
meiri og meiri miðað ímóti at
ogna sær hesar grunnar, ella at
fáa ræði á teimum fyri at verja
fyri, at fiskastovnarnir verða
ikki oyddir og eisini fyri meira at
fáa tað, ið teimum tørvar, av ti
at hesi lond eisini eru so nær
knýtt at fiskivinnuni. Einum
landi sum Feroyum kemur hetta
illa við, av ti at føroyingar nú
nærum eina old mest hava havt
fjarfiskiskapin á at líta, tann
stersti parturin av okkara veiði-
flota er bygdur til hesa vinnu, og
hetta eru stór og modernað skip
við stórum veiðikapasiteti, sum
illa tola vær veiðiavmarkingar,
ið eru gjørdar. Nú hugsi eg
serliga um tey skip, ið veiða sild
í norðsjónum, eg dugi illa at
síggja, at hesi skip hava nakran
livimeguleika, sum umsteðurnar
eru í dag, tí tað, sum hendir, er,
at tær negdir, sum hevur verið
givið loyvi at veiða, tær bara
minka ár um ár, og vissum menn
skuldu hildið seg til tær veiði-
nøgdir, ið fiskifroðingarnir mæla
til, so bleiv uppaftur minni at
býta, men avleiðingarnar av, at
ráðini hjá fiskifrødingunum ikki
vera fylgd, er tann, at kanningar
vísa, at stovnurin bara minkar
meira og meira hvert ár, so nú er
tað komið so langt, at menn eru
farnir at tosa um at seta total-
veiðibann, so eg haldi, at vit
mega síggja í eyguni, at útlitið
fyri hendan partin av veiðiflot-
anum er dapurt, tí hesi skipini
kunna ikki liva av bert at veiða
eina lítla tillutaða nogd.
Hvørjir
eru møguleikarnir?
Men so er spurningurin, hvørjar
møguleikar hava so hesi skip,
teir eru kanska ikki so góðir at
fáa eyga á í dag? tað hava verið
gjørdar ymiskar royndir á oðrum
økjum, men hvussu hesi tiltøk
hava roynst, er nakað, sum er
ringt at siga nakað um í dag.
Ein stórur partur av ti før-
oyska veiðiflotanum roynir í dag
eftir idnadarfiski í Norðsjónum.
Hetta fiskaslag er eitt av
teimum fáu, sum enn er loyvt at
veiða óavmarkað, men hvussu
leingi. Tað ekið, ið hesin fiskur
verður veiddur á, kann møguliga
koma at liggja innan fyri hjá
bretum um teir eins og aðrir
flyta sjómarkið longur út, men
har kundi meguliga fingist ein
avtala í lag við bretar. Nú er tað
soleiðis, at bretar og skotar hava
loyvi at veiða eitt åvist tonsatal
á okkara grunnum, so har skuldi
verið meguligt at gjort eitt býti,
tó ikki soleiðis, at tað verður
býtt tons ímóti tonsi, tað má
býtast eftir virði, tí tað, sum
bretar veiða her hjá okkum, er
virðismikil fiskur, meðan idnad-
arfiskur ikki gevur ta somu úr-
tøku.
Hyggja vit at ødrum leiðum,
ið føroyingar veiða á, so eru
nøgdirnar avmarkaðar, við
Noregsstrondina, við Ísland er
tað sama, har hava vit ein sátt-
mála við einum åvisum tonsatali,
sum hvat ið frættist, sikkurt
verður uppbrúktur, áður enn
tíðin er úti. Við Newfound Land
eru avmarkingar, og verða tær
ivaleyst skerdar meira, sum
tíðin líður.
Eftir er so Grenland, hvar
eisini avmarkingar galda fyri
toskaveiði. Eftir er so nakað av
rækjuveiði, hvar ið enn ongar
avmarkingar eru gjørdar. Eg
haldi, at hetta er í stuttum tann
staðan, sum føroyingar standa í
í dag viðvíkjandi fiskivinnuni.
So er spurningurin: hvat eiga vit
at gera?
Eitt er vist, at føroyingar i
framtidini mega meir og meir til
at líta á egnar grunnar og tað, ið
teir kunnu geva, men at
umleggja ein veiðiflota, ið mest
er bygdur til fjarfiskiskap til
heimafiskiskap, tað er ikki
nakað ið verður gjert í skundi.
Tað skal tíð til partvíst at um-
leggja ein fiskiskap.
Eitt, ið geast má, er at viðgera
veiðina meira og finna fram til
nýggjar framleiðslu-hættir, so
at útbýtið verður sterri, og eisini
má virkast fyri at finna nýggjar
marknaðir.
At viðgera eina sterri veiði
skuldu vit verið førir fyri, tí tað
eru fleiri nýggj flakavirki bygd,
og eisini eru fleiri av teimum
gomlu útbygd.
Eisini eru umsteðurnar at
reka heimaútróður nógv batn-
aðar, tá ið hugsað verður um tær
stóru útbyggingar av havna-
logum, sum hava skapt møgu-
leika hjá fleiri bygdum enn fyrr
at reka hesa vinnu.
Luturin á egnum grunn-
um má verða stórri
Ein fortreytin fyri, at føroyingar
kunnu veiða meira á heima-
sjógvi, er, at vit eins og onnur
lond virka fyri, at okkara lutur á
egnum grunnum verður sterri.
Og hetta er tað, teir flokkar, ið
skipað hava hetta landsstýrið,
eru vorðnir samdir um, ti í ti
sokallaða samgonguskjali stend-
ur: >Í samljóð við allheims
framtøkur í havrættarmálum
verður í 4-ára skeiðnum virkað
fyri, at foroyingar fáa sterri vald
á egnum grunnum, herundir at
stevnt verður ímóti fiskimarks-
ýtflyting í tráð við ta útflyting,
aðrir fremja«.
Ein vinnuvegur, ið meira
dentur má leggjast á, er idnadar-
útbygging, her hava føroyingar
verið eftirbátar, men tey sein-
astu árini er nakað gjørt á hesum
oki, og skaptir eru møguleikar
fyri víðari útbygging, tá hugsað
verður um — idnadargrufnin,
menningargrunnin og aðrar låni-
møguleikar, men enn er henda
framleidsla ikki størri enn, at
hon mest verður nytt til heima-
brúks. Hetta er sjálvandi ein góð
hjálp, vit sleppa undan at inn-
flyta hesar verur, og arbeiðið
verður samstundis í landinum,
men her má miðast ímóti, at
framleiða idnadarvørur til út-
flutnings, so at vit kunna
Tórálvur Mohr Olsen: — Hvussu leingi sleppa vit at veiða
idnaðarfisk?
avlasta fiskivinnuna, soleiðis at
vinnulívið verður meira fjøll-
broyt, og tað kann eisini verða
ivasamt, hvat ið fiskivinnan
kemur at geva í framtidini.
Samferðslan
er ein spurningur, ið nógv hevur
verið tosað um. At fáa eina góða
samferðslu í einum samfelag,
sum liggur so spjatt sum hjá
okkum, er bæði torført og
kostnaðarmikið, og mátin at
loysa hesi mál uppá, eru so
ymiskir, summa staðni eru
bygdar brýr, aðra staðir eru
sund typt, men eftir eru so
nekur eki, hvar hesin spurn-
ingur bara kann loysast við
skipaferðslu, hetta er kanska
tann dýrasti parturin av sam-
ferðsluni, men tey fólk, ið nú
einaferð búgva á hesum økjum,
mega hava sama meguleika at
koma til og frá sínum bústaði
sum onnur, og tí er tað rætt, at
tað er tað almenna, ið skipar fyri
hesi samferðslu, soleiðis at tey,
ið búgva væl fyri, kunnu hjálpa
timum, ið búgva illa fyri. Men
samstundis er tað eisini frá al-
mennari síðu, at avgjørt verður,
hvussu hesi skip skulu rekja
hesa sigling, og her kann ofta
vera grund at koma við atfinn-
ingum.
Nú í heyst før fram ein stór
broyting í ferðaætlanini, sum í
fleiri forum kom illa við hjá fólki,
nakað av hesum er rættað, men
eftir er nógv, ið kundi verið
ødrvisi, tað eru serliga tey smáu
plássini og útoyggjarnar, sum
eru ringast fyri. Í tí samgongu-
skjali, sum varð skrivað, tá ið
hesir flokkar, ið nú mynda
landsstýrið, funnu saman, varð
sagt, at rekast skuldi ein veru-
ligur bygdamenningarpolitikkur.
Summi pláss
eru gloymd
Ein treyt fyri at fáa fólk at
stødast á bygdunum verður
altið, at meguleikarnir at koma
til og frá verða gjørdir betri, og
fleiri av teimum plássunum, ið
ongan annan meguleika hava
fyri at koma vegin fram uttan
eftir sjónum, hava tikið tung tek
fyri at útbyggja atløgumøgu-
leikarnar, men tað vísir seg, sum
at hesi pláss eru gloymd, tá ið
tann seinasta ferðaætlan varð
gjørd, soleiðis at hesi pláss eru
nógv verri fyri í dag, enn tey
hava verið frammanundan, so eg
haldi, at hetta rímar illa við tann
bygdamenningar-politikk, ið
skuldi førast.
At enda eina stutta við-
merking til Paula Ellefsen, ið
hevði hug at meta menn í
krónum og oyrum, tað má hann
sjálvandi hava loyvi til, og eg eri
ikki so folsamur, at eg taki mær
nær av ti.
So hevði eg
verið ríkur
Nú nevndi hann meg sjálvan og
Poul Jákup Olsen. Nú er tað
soleiðis, at okkara fyrrverandi
arbeiði var at vera fiskimaður,
so eg havi varhugan av, at hetta
er ein generel metan av fiski-
monnum, og at hetta er fyri
Paula Ellefsen tann stættur, ið
hevur tað minsta virði, og tað
harmar meg.
Annars kundi eg eisini gjørt
eina meting av Paula Ellefsen.
Eg meti, at um eg hevði keypt
Paula Ellefsen fyri tað, sum eg
haldi hann vera verdan, og selt
hann avstað aftur fyri tað, sum
Pauli Ellefsen sjálvur heldur seg
vera verdna, so hevði eg vorðið
ein ríkur maður.