Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 1975síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 — 15. november 1975 sosialurin 07 bý HH 7, Í 7 27 UI 7 li SL, IV 2 Í 4 Hø Í Í MM 7 7) 72 I AU NN 774 HH WM 41, /. 7 Al) 0 Í 7 (47 17 AN vv 97 17 væl st VIA) BA MM N 77 = NN NN 7? N N My, NN NN I UN 2 7, Þ NN m 7 NN NN HH 7 KM. W, Hy 7 74 Ritstjóri: Hans Thomsen Síða 9 Summar í Spania eftir Nordahl Grieg 3. PARTUR Í hesum partinum hittir Nordahl Grieg José Miaja, general, mannin, sum settur er at verja Madrid. Síðani fer hann á altjóða rithøvundastevnuna, har rithøvundar úr mongum londum eru samankomnir JOSE MIAJA GENERALUR Einastaðni inni i bynum fóru vit niður nakrar trappur djúpt undir jørð. Gjøgnum langar, kálkaðar gongdir við kakkulakka-royki komu vit fram at einari hurð, har ein vaktarmaður stóð við bajo- nett á rifluni. Innanfyri vóru arbeiðshelini hjá José Miaja, manninum, sum skuldi verja Madrid. Har vóru trý smá rúm, har berar ravmagnsperur brendu nátt sum dag. Úr einum forrúmi har nakrir heryvir- menn sótu og bíðaðu, komu vit inn á skrivstovuna hjá generalinum. Uttan um skriviborðið stóðu einir seks- átta manns og hugdu at einum kortin. Teir fyltu alt rúmið. Millum allar hesar khaki-uniformar hómaðist á bróstinum ein stórur máln- ingur av einari ungari sól- brendari andalusiarinnu letis- liga sitandi. Annað var einki inni. Miaja fór við okkum inn í tað triðja og seinasta rúmið. Tað var uppaftur minni enn Getubradagar í býnum Lerida hini bæði, kanska 3 ferðir 2 metrar. Har stóð ein song, eitt lágt borð við telefon, ein klædnaknaggi við einum inni- frakka og eitt hvítt kulda- skáp. Tað løgnasta við hesum trýssinstjúgu ára gamla manninum, sum helt til í hesum rúmi undir jerð, var, at hann tóktist heilt ómeta- liga heilsugóður. Hann tókt- ist hvíldur og vælhýrdur, púrt ongar gremjingar at síggja á tí vældæmda and- litinum undir ti rísna, hvíta hárinum. Eyguni aftan fyri brillugløsini so ung og sterk, kundi sipa nakað til ein av hesum eingilsku rikmonn- unum, sum iðka ítrótt. Hann stóð og gleivaði á gólvinum millum seingina og hurðina. So hevði hann knýttan nevan á lofti. — Tað, eg ætli mær at siga, er hetta, helt hann fyri. — Meginparturin av londun- um í Europa hava samhuga við okkum, og tað gleðir okkum, men latið okkum sleppa at keypa vápn. Vit verða virdir, av ti at vit verja fólkastýrið, latið okkum fáa Hitler sendi m. a. ta sonevndu Condor-legiónina til Spania at hjálpa . Franco. Fleiri av monnunum úr hesi legión vórðu eftir seinna heims- bardaga demdir sum kriggsbrotsmenn undir tí stóra sakarmálinum í Niirnberg våpn. Teir senda okkum humanitera hjálp, komið við vpanunum. So skulu vit einsamallir greiða hitt.< — Hvat er løgnasti til- burður, tygum hava verið fyri í hesum ári? — Fólkið í Madrid. Tey stødgadu álopinum næstan við berum hondum. Men alt ov nógv fólk er í hesum byi, ein heil miljón, tey áttu ikki at verið fleiri enn fýra hundrað túsund í tali. Bert hermenninir áttu at verið eftir, við konu ella mammu. Men eingin vil fara úr býnum. Vit hava lastbilar at flyta fólk burtur við, men so titt og knapt tey síggja teir, leypa tey avstað at krógva seg og koma ikki aftur, fyrr enn bilarnir eru farnir tómir avstaðaftur. Nei, einki bítur á fólkinum í Madrid. Tey fingu ein hvekk í fyrstani, men nú ræðast tey einki longur.