Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 1975síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 > Morgunin eftir las eg í blødunum, at bumbuálop hevði verið um náttina; 80 vóru dripin ella særd. Seinni um dagin koyrdi eg aftur til Valencia, har al- tjóða rithøvundastevnan skuldi verða. RITHOVUNDA - STEVNAN Á húsaveggjunum i Valencia vóru uppsløg, sum søgdu frá stevnuni. Á hesum uppsløg- um sást ein ungur yrkjari sita við arbeiðsborð sítt. Framm- an fyri honum stóð Don Quijote teknaður við bláum. Var tað henda syndarliga riddaran, vit skuldu saman- berast við? Spaniólar dugdu ikki at hugsa sær nakað ærumiklari. Tað var óttaloysi móti órætt- inum, teir sóu í lívi hansara. Teir talaðu um tað stolta Don Quijotska lyftið, sum spanska fólkið gav hverjum eðrum, tá fasistauppreisturin brast á: hesi orðini guldu teir við blóði shum. Tann 7. nov. i fjør tóktist stødan i Madrid ólukkulig og teir væntadu byin at falla hvørja løtu. Henda dagin sendu spanskir bókmenta- menn út eina innbjóðing til rithevundar um allan heim um at koma á eina stevnu í Madrid. Beint soleiðis hevði Don Quijote eisini gjørt. Stevnan varð sett á ráð- húsinum í Valencia. Ein granat var herfyri farin tvørtur igjøgnum húsini. Marmorið var brotið burtur av heiðurstrappuni, so tú sást múrsteinin beran innan- undir. Rithevundar úr mongum londum vóru komnir saman í veitsluhellini, men summar saknaði tú. Tað unga spanska skaldið Federico Garcia Lorca var ikki við. Fasistarnir drupu hann stutt eftir at uppreisturin brast á. Ramon Sender kundi heldur ikki koma, mátti krógva seg onkustaðni saman við lítla soni sínum og segðist ikki orka at koma á fundin. Konu hansara og hini bæði bernini hjá honum hevdu teir skotið. Týski rithevundurin Gu- stav Regler lá á sjúkhúsi við seks brotum í rygginum av tí spreingiknøttinum, sum skræddi høvdid av Lukaz, generali. Eg hevdi glett meg so at hitta ein ungan, ógvuliga gávaan Onglending, John Cornford, sum eg visti var í Spania, aftur. Langabbi hansara var hin tiltikni Darwin og pápin professari í grikkskum við lærda háskúl- an í Cambridge. Nú frætti eg, at hann var fallin, hevði verið við í altjóða sjálvbodna herliðinum. Men hvat er tað, eg siggi! Tað var rætt hasin gamli! Glaður situr heidursformad- urin á stevnuni, Martin Andersen-Nexø, millum spanska forsetan og forsætis- ráðharran. Vangarnir og tað hvíta hárið lýsa í tí skyggj- andi ljósinum frá teimum snurrandi filmsupptekutólun- um. Ludwig Renn kom eisini, hann er ein hin merkiligasti maður í okkara tíð, sum ein veldigur sorgarleikur, bygdur upp part fyr part av svárum logikki. Annars er rætta navn hansara Arnold von Golsenau. Hann er av gaml- ari týskari aðalsætt og var við í veraldarbardaganum sum heryvirmaður í saksisku garduni. Kriggid gjørdi hann sosialurin til friðarhugsjónarmann, og ti varð hann settur í kon- sentratiónslegu. Hesi árini innan fyri píkatráðin gjørdist tað honum greitt, at berur friðarviljin ikki fekk vart dreym hansara um frið og rættvísi. Tá hann slapp útaftur, fór hann upp í spanska fólkaherin og var nú ovasti fyri heryvirmanna- ráðnum hjá 11. herliðinum. André Malraux sat ímillum fronsku umboðsnevndarlim- irnar, bleikur og stekkin við hesum bráddligu herðindu- num av rykkingum, sum uppímillum komu á hann. Sligin í herðunum toygdi hann seg fram yvir borðið og beit í eitt pappirsark. Hann skipaði í fjør fyrstu flogdeild- ina hjá spanska tjóðveldinum og luttók sjálvur sum flog- skipari. Í summum av bókum hansara kanst tú lesa um nøkur av teimum sterstu brøgdunum, sum gjørd eru í luftini. Á odda fyri russum var Mikhail Koltzov, speiskur rithevundur og brennandi talsmaður fyri Spania. Orð hansara høvdu munað, bæði umborð á kornbátunum úr Odessa og í verki umboðr á teimum flogførum, sum verja Madrid. Millum Spanjólarnar sást tað arnarkenda andlitið á Del Vayo. Hann var nú ovasti kriggkommiserur, t. v. s. mentunarligur og moralskur leiðari hjá fólkaherinum. Hann hevði ábyrgdina av, at hermenninir vóru tilvitandi menniskju, sum orkaðu at halda á, av tí at tað vóru virði, teir bardust fyri. Mangan var neyðugt fyrst at læta teir at lesa; so líðandi víðkaðist síðani heimur teirra til at fevna um hugsjónir. Nr. 80 — 15. november 1975 La Passionaria — Dolores Ibarriri — ein av teimum stóru leiðarunum hjá fólkafrontinum er her farin út til frontin at vitja hermenninar, sum vardu Madrid Saman við Del Vayo arbeiddi ein heilur hópur av ungum sponskum yrkjarum. Har var eisini ein annar Spanjóli, José Bergamin, lítil og brennandi av anda. Hann var katolikkur, tala hansara full av sovorðnum, sum halgimenni hevdu sagt. Vit máttu, segði hann, líka sum St. Augustin kravdi tað, gera alt okkara lív til ein spurning. Ikki til eitt vandamál. Á spurningi og vandamáli var sami munur sum á avbyrging og einsemi. Hamlet gjørdi at vera ella ikki vera til eitt vandamál; hetta er máttloys- ið hjá tí vitborna. Men at vera ella ikki vera sterkari enn deyðin, hetta er tann svári og frøandi spurningurin hjá okkara mentan. Nógvar reður vórðu hildn- ar. Útlendingarnir bóru fram sína hávirðing fyri spanska fólkastýrinum, meðan tað, sum Spanjólar sjálvir segdu, ar merkt av stoltum einsemi. Fyri teir var tað vorðiðsum at sleppa at stríðast fyri stórum endamálum, og tað uppaftur meira, tí teir stóðu einsa- mallir. LEIKUR EFTIR GARCIA LORCA Um kveldið var hátíðarsýning í sjónleikarhúsinum, har ein leikur eftir Garcia Lorca var framførdur. Hann snúði seg um eina unga gentu, Marianu Pinedar, sum fyri hundrað árum síðani seymaði eitt "flagg til dreingin hjá sær, ein av frælsiskappunum í Anda- lusia. Hon varð handtikin og til endans tikin av døgum i Granada, — sama býnum, har rithøvundurin i fjør varð skotin av fasistum. Seinasti partur fór fram i einum kleystri, har tjúgu hvíttklæddar nunnu fylgdu Marianu á avrættingarstaðið. Tá tjaldið fór niður og fagnadurin dundi, komu nunnurnar gangandi í fylking og heilsaðu okkum við heils- anini hjá fólkafrontinum, tann hevjaði knýtti nevin: Salud! Klokkan hålvgum tvey endadi framførslan. Uti i for- høllini hitti eg eitt ungt spanskt tónaskald. Hann leiddi hin seks ára gamla sonin hjá sær. — Er hann so seint uppi? spurdi eg. — Ja, svaraði pápin. — Ég havi hann altid við mær. Her kann so mangt henda, og so eru vit ið hvussu er saman báðir. ILLA VARDU VIT MENTANINA Ein kensla av skomm fylti meg. Vit hevdu grýtt ábyrgd- ina yvir á teir. Illa høvdu vit við orðum og tonkum okkara vart mentanina. Okkara hug- flog skuldi vera okkara eyð- kenni, men illa var avstað- farið av okkum. Ein lítil servera fyri tey fáu var mentanin vorðin í okkara hondum. Vit hevdu hopað aftur eftir hæli fyri tí ræðuliga valdi, sum órætt- urin hevði á jerðini. Vit hevdu við orðum okkara ikki megnað at rokkið út til tey kúgaðu í okkara egnu lond- um. Tær myrku, talleysu miljónirnar av mannaættini kendu vit ikki. Men nú jørdin skalv í blindum hatri, grimd og kvøl segdu vit, at ment- anin var í vanda. Hver mentan? MAMITA MIA Um kveldið var veitsla á gistingarhúsinum. Nakrir ungir spanskir rithevundar, sum vóru komnir beinleiðis frá frontinum at luttaka á stevnuni, flyktust uttan um klaverið. Ein teirra spældi og reiv allar hinar við sær við sínum eggjandi rhumba- løgum og allir sungu við hesar logandi frælsissangir- nar. Men mest sungu teir um mamita mia, mína lítlu mammu. Hver maður yrkti upp á standandi fót eitt nýtt erindi, villari og villari søgdu teir henni frå øllum teimum brúgvunum, teir hevdu vart og býunum, teir høvdu tikið. Klaverspælarin høgdi í tan- gentarnar, hinri lógu fram á klaverið og skóru fagnandi útúr, hverja ferð niðurlagið kom fyri: mamita mia, mam-