mikudagur 19. november 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 81 — 19. november 1975
Pl -
box. 763800 Torshavn
vvari: Forova Javnaðarflokkur
jórn: Vilhelm Johannesen (ábyrjgd), telt. 5 6411
Johnsigurd Johannesen, telt. 15712
Vrent: Prentsmidjan á Heygsbreyt
UNDIR SEINASTA landsstýri varð samtykt,
at umsitingin av sosialu málunum skuldi yvir-
takast, og sitandi landsstýri hevur sett sær
fyri, at postverkið, sum legtingið fyri skjótt
tríati árum síðani samtykti at yvirtaka, nú skal
yvirtakast og somuleiðis umsitingin av fólka-
skúlanum
ANDSTØDAN OG serstakliga sambands-
flokkurin eru hart ímóti hesum yvirtøkum og
royna at ræða fólk við, at skatta- og tyllbyrðin
fer at tyngjast munandi, nú hesar >kostnaðar-
miklu« yvirtekur skulu fremjast. Fyri tað
fyrsta megu vit sláa fast, at kostnaðarmiklar
eru hesar yvirtøkur als ikki, og fyri tað annað
er tað órealistiskt av sambandsflokkinum, ið
sjálvur var við til at samtykkja heimastýris-
lógina, ikki at rokna við fleiri yvirtøkum enn
teimum, sum framdar vórðu í og við heima-
stýrislógini.
VIÐ SJÁLVARI heimastýrislógini vórðu fleiri
týðandi yvirtøkur framdar, og eisini vórðu
meguleikar skaptir fyri aðrum yvirtøkum. Tað
eru sostatt flokkarnir aftan fyri heimastýris-
lógina, nevniliga sjálvstýrisflokkurin, javnað-
arflokkurin og sambandsflokkurin, ið hava
skapt meguleikan fyri hesum yvirtøkum. Og
tær yvirtøkur, sum eru og verða framdar í
hesum valskeiði, eru allar innan fyri tey merk,
ið henda sama heimastýrislóg setur.
Í TVEIMUM FORUM er talan um at yvirtaka
umsiting. Yvirtøkan av umsitingini av sosialu
málunum er framd, og yvirtøkan av umsit-
ingini av fólkaskúlanum verður framd. Her er
ikki talan um at yvirtaka sjálvi málsekini men
einans umsitingina og tað, henda kostar, og
,
eftir okkara tykki fáa vit nógv fyri peningin í
hesum førum. Við tað at umsitingin kemur á
foroyskar hendur, fáa politisku myndugleikar-
nir í Føroyum sterri innlit í málini, t. v.s. eina
foling við, hvussu ein lóg verður umsitin, og
hvussu hon virkar í praksis og somuleiðis sterri
ávirkan á, hvussu skipast skal fyri á viðkom-
andi øki.
YVIRTØKAN AV postverkinum er nakað
eðrvísi. Her er talan um at yvirtaka ein heilan
stovn allan sum hann er. Nakað óðamannaverk
má hetta kortini ikki haldast at vera, tá hugsað
verður um, at menn longu fyri 25—30 árum
síðani hava samtykt hesa yvirtøku, sum tó
ongantíð er sett í verk. Við hesi yvirtøkuni
verða møguleikar skaptir fyri at leggja fleiri
almennar stovnar saman. Eitt nú post- og tele-
fonverkið, strandferðsluna og gjaldstovuna.
SAMANUMTIKID er hetta bert yvirtøkur,
sum undanfarnir sambandsmenn hevdu roknað
við og góvu pláss fyri í heimastýrislógini, og
mótstaðan nú kann ti einans takast sum eitt
tekni um, at sambandsflokkurin er vorðin
meira stokk-konservativur og sambandskur nú
enn nakrantið.
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
í Havnar kirkju Hans J.
Joensen, í Vesturkirkjuni N.
P. Danielsen, altargangur, E.
Vilhelm í Hesti, altargangur,
T. Beder í Elduvik, J. Weihe
í Hvalba, K. O. Videre í
Fámjin.
Missiónshúsið
við Landavegin
Fundur í kveld kl. 20.
Meinigheitshúsið
í Vági
Hesir fundir verða við Jonu
Henriksen, skrivara: friggja-
dagin kl. 17 barnafundur, kl.
20 bibliufundur fyri KFUK--
limirnar og sunnukvøldid kl.
20.30 ungdómsfundur.
Sjómanskvinnu-
ringurin á Skála
kemur saman í meinigheits-
húsinum í kveld kl. 20. Havið }
í jólapakkarnar vid!
Filadelfia
Til sunnudagin 30. november
(undantikið mánadagin) verð-
ur bíbliuskúli frá kl. 9 til
16.30. Evangeliskir fundir kl.
20. Ivar Trannum úr Noreg
talar.
Telefonandaktin alt sam-
dogrið á telf. 14880.
Evangeliihúsið
Í kveld kl. 20 evangeliskur
fundur. Alf Kasborg” úr
Noreg talar. Telefonandaktin
alt samdegrið á telf. 12266.
Unggentudeild
KFUKs
hevur fund i kvøld kl. 20:
hekling.
Vårgledi
hevur fund i KFUK i dag kl.
16.15: binding.
Fødingardagar
Í dag verður Marius Frederik
Joensen, Lidin, Kollafjørdur,
75 år. Hann er burturstadd-
ur.
Hósdagin verður Ola Kr.
Skála, keypmaður, Tórshavn,
65 ár.
Sjúkrasystra-
skúli Føroya
Nýggjur flokkur byrjar á
skúlanum í septembur 1976.
Upplýsingar um uppteku-
treytir fáast við at venda sær
til sjúkrasystraskúlan, tlf.
135 40, lokal 456.
Jólapostur
til grannalondini
Jólapostur til grannalondini skal vera á posthúsinum í
Havn í seinasta lagi soleiðis:
við skipi við flogfari
4. desember 13. desember
4. desember*) 13. desember
20. november 12. desember
27. november 10. desember
11. desember 17. desember
27. november
*) Norður-Noreg tó
Posthúsið í Tórshavn
Føroya Keypssamtøka
Torshavn
hevur limafund å Hotel Føroyum miku-
kvøldid 19. 11 kl. 20.
Fundarskrå:
1. Hvussu skal FK, Tórshavn, víðka?
2. Orðaskifti, lagursøla, útihandil, flyting
av handli o.a.
Limanevndin
Lýsið i SOSIALINUM
Tryggingarsambandid
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging
Føroya Sjovåtrygging
Føroya Brunatrygging
Føroya Vanlukkutrygging
Vit tryggja:
Bátar, skip, verur, hús, innbúgv, akfør 0. a.
Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu
trygging.
Heldur tú ikki BLAÐIÐ
sum umboðar
landsins størsta flokk?
Undirritaði :
Navn:
Bústaður: —..
tekni meg sum haldara av SOSTIALINUM
Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva
til:
søstalurin box 76, 3800 Torshavn