mikudagur 19. november 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 81 — 19. november 1975
sosialurin
Málingavirkið á Strondum
undir framleiðslu — kostar
50.000 kr. minni enn ætlað!
Hevur samarbeiðsavtalu við íslendska mál-
ingavirkið Málning hf. í Kópavogi, sum skal
hava 4% av umsetninginum sum samsýning
Málingavirkið á Strondum er nú
klárt at fara undir framleiðslu.
Tað, sum írestar, er ein elkaðal
frá transformatorinum inni í
bygdini, og tá hann verður
lagdur fyrsta dagin, kann fram-
leiðslan byrja.
Tað eru Jóhan Thorleifsson,
Jóhan Karl Danielsen o. a., sum
standa fyri virkinum. Tað er
ætlanin, at har skulu starvast
8—9 fólk í fyrsta umfari. Mál-
ingavirkið hevur fingið eitt sam-
arbeiði í lag við Máling hf. í
Kópavogi, og tað er ásett í sam-
arbeiðsavtaluni, at íslendska
málingavirkið skal hava 4 pst.
av umsetninginum í samsýning.
Eisini er ásett í avtaluni, at
virkið skal ikki útflyta máling,
sum skaðar útflutningin hjá
Málning hf. í Kópavogi. Annars
hevur Jóhan Thorleifsson eitt
skifti arbeitt á málingavirkinum
í Kópavogi og har lært seg
málingaframleiðslu.
50.000 kr. til avlops
Tá málingavirkið fer undir fram-
leiðslu stendur tað í o. u. 925.000
kr. Eginpeningurin er 250.000
kr., og studningur og lán eru
fingin úr menningargrunninum
og idnadargrunninum. Eisini
Tórshavnar Skipasmidja og
Skála Skipasmiðja hava stuðlað
tiltakinum. Roknað verður við
einari framleiðslu upp á 170.000
litrar fyrsta årid og við einum
umsetningi upp á 2,4 milj. kr.
Higartil hevur innflutningurin
av máling verið um 600 tons um
árið. Upplýst verður, at mál-
ingavirkið er eitt av teimum fáa
virkjunum, sum hava kostað
minni enn ætlað. Roknað verður
við einum yvirskoti á byggi-
ætlanini upp á 50.000 kr.
Virkið stendur á einum eki,
sum Sjóvar kommuna hevur
keypt úti í Tanga til endamálið.
Tað varð byrjað at grava út í
juni mánaða, og síðani hevur
verið arbeitt stútt. Betongvirkið
við Norðskála hevur latið ele-
mentini til bygningin, og Atlan-
tic Pane í Vestmanna vindeyg-
uni.
Ynskti at fara
undir framleiðslu
Á einari samkomu í húsunum
hjá málingavirkinum á Strond-
Málingavirkið stendur úti í Tanga
um friggjadagin segði Tormóður
Dahl, idnaðarráðgevi, at í veru-
leikanum var upprunin til hetta
virkið sjáldsamur. Hann greiddi
frá, at fyri tveimum árum síðani
hevði Jóhan Thorleifsson, sum
tá var skipari á einum donskum
skipi, verið á gátt hjá idnadar-
stovuni, har hann segði seg vera
hugaðan fyri at fara undir fram-
leiðslu av onkrum, sum var nógv
brúkt í Føroyum. Talan var um
Bartal Gregersen og Ole Lauritsen, bygdaráðslimir, sum báðir
fegnaðust um nýggja tiltakið
fýra verubólkar, og idnadar-
stovan gav Jóhan lyft um, at
hon skal gera tað, sum hon
kundi.
Tormóður Dahl setti seg
síðani í samband við nøkur mál-
ingavirki í útlondum, og teirra
millum Málning hf. í Kópavogi.
Idnadarstovan hevði samband
við Johan Thorleifsson alla tid-
ina, og ein dagin vóru telefonbod
úr Japan. Tað var Johan, sum
Johan Thorleifsson,
virkisleidari
bodadi frå, at hann for av skip-
inum, og at hann ætladi sær at
Sida 3
koma heim og byrja målinga-
framleiðslu.
Tormóður Dahl upplýsti, at í
februar í ár vórðu sendar um-
sóknir til menningargrunnin og
idnadargrunnin um studning og
lån, og i mai månada fekk mål-
ingavirkið til sagnir.
Arbeiðsskapandi
Á samkomuni hevdu eisini for-
maðurin í Sjóvar Sóknar bygda-
ráð, Bartal Gregersen, og
bygdaráðslimurin, Ole Laurit-
sen, orðið. Bartal Gregersen
fegnaðist um, at tað við hesum
verður skapt eitt arbeiðspláss
aftrat í bygdini. Hann segði, at
tað ofta hevur verið tosað í
kommununi um arbeiðsskapandi
tiltok, og ti gleddi tað seg, at tað
hendi nakað á hesum eki nú.
Eisini Ole Lauritsen fegnaðist
um tiltakið og nevndi, at hetta
var eitt úrslit av orku og
treiskni, sum eyðkennir føroy-
ingar.
Jákup Lindenskov, landsstýr-
ismaður, segði, at vit stundum
hava torført viða at finna útav,
hvussu vit skulu byggja landið.
Hann helt tað vera rætt, at
menn koma við hugskotum um,
hvussu hetta kann gerast, og at
teir fáa hevi til at seta hugskot-
ini í verk. Jákup Lindenskov
nevndi, at ikki minst ídnaðar-
stovan ger eitt dygdararbeiði í
hesum sambandi.
Vit eiga at hyggja eftir,
hvat innflutt verður, og laga
framleiðsluna eftir ti, segði
Jákup Lindenskov, sum ikki
ivaðist í, at eitt virki sum hetta
hevur góð livilikindi
Húsini úti í Tanga eru 300
kvadratmetrar til støddar. Har
er ein framleidsluhøll vid tólum
úr Danmark. Alt ráevnið verður
goymt úti, meðan tann lidna
dramleiðslan hevur goymslu
inni. Tað fyrsta, sum ætlanin er
at framleiða, verður skipslakk.
-sigurd.
VA LL AA AA ek heles]
Vilja hava nyggja havn i Vågum
Fiskiskapurin hjá bátunum, sum avreiða til
flakavirkið í Miðvági, verið góður
Miðvingar og sandavágsmenn
eru farnir at gera seg út til at
taka ímóti tíðini, sum kemur. Í
løtuni fara fram botnkanningar í
sambandi vid ætlan um havna-
gerð i Vágum. Higartil hava hesi
vidurskifti verid alt annad enn
góð har vesturi, og er ókyrt
kunnu skip ikki liggja í Miðvági.
Fleiri dømi eru um, at skip hava
verið noydd at flyta bæði til
Vestmanna og Servágs, tá tað
hevur verið ókyrt í Miðvági.
Polakkar
Vágamenn skulu hava tríggjar
útróðrarbátunum, sum felagið
Marknadarrøkt byggir í Pól-
landi, og teir skulu avreiða til
flakavirkið í Miðvági. Eisini
hava teir ætlanir um at byggja
eina turrdokk og eina egningar-
midstød í sambandi við flaka-
virkið.
Í løtuni avreiða tríggir bátar í
Miðvági. Miðvingar dríva teir
allar, og fiskiskapurin hevur
verið góður seinastu dagarnar.
Osi avreiddi í vikuni millum 5 og
6.000 pund upp á dagin, meðan
Royndin Fríða, sum er leigað úr
Vági, og Aldubáran lógu millum
4 og 5.000 pund. Bátarnir hava
hver sín egningarskúr, sum
flakavirkið hevur bygt til enda-
málið.
Til rækjufiskiskap
Trolarin V. U. Hammershaimb,
sum Jóhan á Plógv og aðrir hava
keypt, er nú um at vera klárur at
fara til rækjufiskiskap undir
Grenlandi. Teir liggja í Miðvági
og fáa maskinur ísettar. Høgi-
fossur, sum roynir eftir rækjum í
Grenlandi, hevur góðan fiski-
skap. Teir hava landað einaferð,
síðani teir fóru yviraftur.
Mars hevði ein langan túr
hesaferð. Teir hava verið í
Grenlandi til garnafiskiskap tað
seinasta hálva árið. Samlaða
veiðin hjá teimum var 120 tons.
Mars fór til Eysturgrønlands i
mai månada, men teir rymdu
haðani fyri fiskaloysi og fóru
vesturum. Skipari hendan túrin
hevur verið Gardar Joensen.
Vegagerðin líður
Vegagerðin í Vágum fer nú at
líða ímóti endanum. Í Miðvági
eru teir komnir inn ímóti
kirkjuni, og í Sandavági eru teir
komnir igjøgnum bygdina. 10
mans arbeiða upp á vegin.
Vakstrarhúsið hjá Kára á
Lofti í Sandavági er nú inni-
lokað. Tað stendur við tann
nýggja vegin.
Vágamenn eru farnir at skjóta
harur, men teir lata ikki væl at
veiðini. Skurðurin í Vágum
hevur verið um meðal.
-sigurd.